NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fingarnar vekk, Jákup Mikkelsen !!!

31/3/2015

Comments

 
Picture© Tórshavnar Kommuna
Tað var veruliga hugstoytt at hoyra løgtingsmannin, Jákup Mikkelsen, í farnu viku, tá hann í bestu senditíð í Útvarpinum breiddi seg út um, hvussu Skálafjørðurin skuldi byggjast út við stórari farmahavn, heldur enn at nøkur havnarútbygging skuldi gerast í Havn. Klaksvík tordi hann av góðum grundum ikki at taka upp á tungu.

Hansara politiski boðskapur var tann vanligi: framburður skal bara ikki verða í Havn!

Les meira HER

JáH (y) 31.03.2015
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Toppleys skeinking í Maverick Barr íkvøld

31/3/2015

Comments

 
Picture
Leingi eg tað í væl skal vera. Nógvir av okkara kundum hava spurt, nær toppleys skeinging verður aftur í Maverick og íkvøld verður tað so aftur.

Kl. 18.30 - 19.30 verður toppleys skeinking í Maverick, har vinkonan hjá Tinu Joensen, dóttir dagliga leiðaran á Maverick, sum ferð at skeinkja fyri kundunum hjá Maverick. 

Maverick Barr  letur upp kl. 18.00, so vit kunnu hita upp ½ tíma áðrenn.



Picture
Comments

Landsverk: Tíðirnar broyttar

29/3/2015

Comments

 
Picture
Sjálvt um tey allerflestu vildu tað, at tíðirnar skuldu vera frá kl. 22.00 til kl. 06.00 og ikki frá kl. 18.00 til kl. 02.00, at koyrandi skuldi vera ígjøgnum Kunoyartunnil - so hevur Landsverk broytt tíðirnar - men kanska ikki soleiðis, sum tey flestu vildu hava tað.

Tær nýggju tíðirnar hjá Landsverk eru galdandi frá 7. apríl til 28. juli kl. 06.00 á morgni til kl. 16.00. Og so skal eisini viðmerkjast, at koyrandi er ímillum tunnilin kl. 07.15 - 08.00, kl. 10.00 - 10.15, kl. 12 - 13.00 og kl. 14.30 - 15.00.

Landsverk boðar eisini frá, at bilar sum hava neyðsýnjarørindir altíð sleppa ígjøgnum tunnilin - so alt í alt, so kann sigast at tann nýggja tíðin (hóast alt) er frægari enn tann "gamla" tíðin - sjálvt um fyri mong úr Kunoy - vildi tað verið allerbest, at stongt bleiv kl. 22.00 til kl. 06.00. Men hetta er ivaleyst ein "peninga-spurningur" og ikki nakað, sum vit kunna gera nakað, sum helst við. 

Vit á Norðoya Portali fara í hesum sinni - ikki skriva nógv meira um Kunoyartunnil. Vit hava tó lagt ein spurning út til tykkara, har tit sjálvi kunna svara - hvat fyri tíð - tit halda hevði verið tann besta, at arbeitt bleiv uppá Kunoyartunnil. 

Vinarliga svari okkum uppá spurningin niðanfyri:

JáH (y) 29.03.2015

    Hvat er besta tíð at sleppa ígjøgnum Kunoyartunnilin ?!?

Svara
Comments

Ein hugnalig løta á vøllinum

29/3/2015

Comments

 
Picture
Sjálvt um ikki so nógv fólk vóru komin oman á vøllin í Klaksvík, at stuðla Earth Hour 2015, so varð tað faktist ein stak hugnalig løta vit fingu saman.

Har varð stíla fyri fimleiki á vøllinum - har Klaksvíkar Fimleikarafelag stílaði fyri við einum ordans ljósshowið og eftir tað, so fingu vit eina deiliga songløtu saman.

Tá ið Earth Hour varð liðugt, so fekk ein høvið til at fáa sniglagift, sum Hans Hjalti Skaale handaði út til okkum. Síggj annars fleiri myndir av tiltakinum niðanfyri:

JáH (y) 29.03.2015

Comments

Earth Hour 2015 í Klaksvík

28/3/2015

Comments

 
Picture© Norðoya Kunningarstova
Leygardagin, 28. mars 2015, verður afturvendandi tiltakið Earth Hour á skránni. Hetta tiltak er kl. 20.30 lokala tíð, um alla verðina. Tiltakið er fyri at gera vart við veðurlagsbroytingarnar. Hetta verður gjørt við at sløkkja alt ljós í ein tíma. Bæði fyritøkur, felagsskapir og privat persónar eru við í hesum árliga átaki.

Klaksvíkar kommuna er eisini við í átakinum og ein partur av Klaksvík verður tí myrkalagdur hendan tíman leygarkvøldið. Samstundis verður ein hugnaløta á vøllinum, har m.a. Klaksvíkar Fimleikafelag fer at framføra í myrkri. 

Og nú várið er í luftini og urtagarðstíðin nærkast, so koma sniglarnir eisini sníkjandi aftur. Tí bjóðar kommunan sniglagift í skýlinum, har býargartnarin heldur til. Hetta verður samstundis sum tiltakið á vøllinum er.

Setið kross í álmanakkan til leygarkvøldið, so tit minnast til at sløkkja ljósið og at møtast til eina hugnaliga løtu á vøllinum.

JáH (y) 28.03.2015
Kelda: Norðoya Kunningarstova

Comments

Løgmaður: 60 kanska for nógv - send so eini 5 - 10 avstað !!!

28/3/2015

Comments

 
Picture
Føroya Løgmaður hevur svara Jyllandspostinum, at føroyingar gott kundi tikið eini 60 familjur úr Sýria til Føroyar. Men eftir hesa útsøgn, so hevur Kaj Leo Holm Johannesen, Løgmaður, sagt á Facebook, at kanska varð 60 familjur eitt sindur í yvirkantinum.

Ístaðin so heldur Føroya Løgmaður, Kaj Leo, at vit gott kunna hýsa eini 5 til 10 familjur í Føroyum og sum hann tekur til orðanna sjálvur - so er tað einasta rætta.

Tað hevur sum vera man elvt til at mong fólk hava øst seg inn á Løgmann og hansara útsøgnum viðvíkjandi flóttafólkum. Og líkt er til, at Kaj Leo hevur fingið kjaki, sum hann vildi hava um flóttar ... men um Føroya Løgmaður er so glaður fyri tí stóru mótgongdina ... loyva vit okkum, at ivast í !!!

Spurningurin er so - um vit føroyingar bert skula standa hendur í favn - og lata restina av verðini taka sær av flóttum. Eiga vit eisini eina ábyrgd av hesum ..?

JáH (y) 28.03.2015

Comments

Landsverk svarar ikki - so má Løgtingið !!!

28/3/2015

Comments

 
PictureSíðsta ár arbeiddi LV frá 22.00 til 06.00.
Niðanfyri nevnda skriv er sent til Føroya Løgting fyri at fáa Landsverk, at broyta ásettu tíð, sum uppá núverandi tíðspunkt er kl. 18.00 til kl. 02.00 - har tey flestu úr Kunoy vilja hava tíðina broytta til kl. 22.00 til kl. 06.00.

Til rætta viðkomandi á Løgtinginum.
 
Broyt tíðina til: Kl. 22.00 til Kl. 06.00.
 
Vit sum búgva í Kunoy - kunna als ikki góðtaka, at Landsverk stongir tunnilin kl. 18.00 - 02.00 vegna trygd inni í tunnlinum. Vit skilja tó, at ymiskar ábøtur skula gerast við tunnilin - og sjálvandi skal tað eisini gerast. Men ynskiligt hevði verið, at arbeiði hjá Landsverk byrjaði kl. 22.00 - 06.00, so at ein kann sleppa heim aftur - eftir loknan arbeiðsdag. Og har afturat, so hava fleiri foreldur í Kunoy - børn sum venja í Klaksvík - og ásetta tíð, sum er nú, ger tað - at hetta ikki letur seg gera.
 
Vit hava nóg myrkar tíðir, sum er í Føroyum - og til felags, so eiga vit byggja okkara sunna fornuft upp og eisini hjálpast at, tá ið á stendur. Hetta, sum Landsverk, ger tað at fólk vera misnøgd og tað tænir ongum endamálið.
 
Eisini skal viðmerkjast, at vit onga aðra leið hava at fara til - uttan ígjøgnum tunnilin - og tískil so muga vit eisini vera spurd eftir, hvat vit halda vera ein tilráðilig tíð hjá Landsverk, at arbeiða uppá Kunoyar tunnil.
 
Kærar heilsur
 
Jógvan á Høvdanum (yngri)
Búsitandi í Kunoy 


JáH (y) 28.03.2015

Comments

Hatta líkist so svartasta ongum !!!

26/3/2015

Comments

 
Picture
Statusi hjá undiritað hevur ligið í eitt gott samdøgur og er deilt heili 42 ferðir og dáma 64 ferðir (og FB hjá undirritað - so heilt sikkurt er tað dáma & deilt fleiri ferðir aðrastaðnis). Og øll eru samd um tíðspunkti, at stongja Kunoyar tunnil er púra burturvið ...

Vit á Norðoya Portali vita eisini, at telefonin hjá borgarstjóranum hevur kima heit - og at borgarar úr Kunoyar bygd føla seg sera illa behandlaði av Landsverk.

Soleiðis siga nøkur av teimum: Eri so pura samd vid tykkum, og um hattar gongur, so verdur nokk sama skili, ta teir koma nordur um fjall, beinleidis frekt og onkur annar sigur: Ja illa umhugsa av Landsverk, og eigur tí at verða tykið upp av nýggjum og ein onnur sigur: OMG - Kl 18 - hvat hugsar LV fyri sær ?!? Uppaftur onnur siga: Hetta kunnu vit ikki gódtaka, totalt langt úti... Viss eg slapp at bestemma ja so byrjadu teir á midnátt.. ella Hattar líkist so svartasta ongum. og ja eg sum skuldi á fund., men havi totalt droppa tað, tí bara tankin um at møguliga skula standa har og bíða, er ótolandi.,., og til seinast Kl 18 also heilt erligt, man hevur børn sum ídka ...

So alt í alt - so er tað ikki ein í Kunoyar bygd, sum tekur undir við, at Landsverk byrjar kl. 18.00 um kvøldið og gevst kl. 02.00 á nátt, og tískil so átti Landsverk spurt seg fyri áðrenn teir fóru í holt við tunnilin - um t.d. hvat fólkið sjálvt sum býr í Kunoy hevði hildi verið ein passandi tíð, at byrja uppá tunnilin og nær enda skuldi vera. Og sum tit síggja á myndini omanfyri, so byrjaðu teir einaferð kl. 22.00 og endaðu kl. 06.00 ... hvat er trupuleikin við at broyta tað til somu tíð, sum áðrenn ?!?

JáH (y) 27.03.2015

Comments

Kunoyarfólk ikki somu sømdir sum restina av Føroya fólkið !!!

26/3/2015

Comments

 
Picture
At fólk, sum er búsitandi í Kunoyar bygd - ikki fáa somu sømdir, sum restina av Føroya fólkið - er onki nýtt. Men nú er ovboðið, tí nú hevur Landsverk gjørt av, at tunnilin skal stongjast kl. 18.00 til og við kl. 02.00.

Hví Landsverk hevur valt júst hesa tíð, at stongja tunnilin í - er man jú púra spyrjandi yvir. Foreldur, sum eiga børn í Kunoy er rasandi yvir, at Landsverk ger hetta - tí mong børn íðka ítrott í Klaksvík og sleppa ikki at gera hetta í bestu summartíð ... grundað av arbeiðið uppá Kunoyar tunnil.

Undirritað hevur skriva eitt skriv út á Facebook bólkin "Kunoyggin" og eisini lagt hetta skriv út til Norðoya Portal Facebook bólkin, at undir eggjar fólkið, at dáma & deila status, so at arbeiðstíðirnar hjá Landsverk vera broyttar í stundini. Soleiðis sær skrivi hjá undirritað út:

Vit eru nøkur í Kunoy, sum als ikki góðtaka, at Landsverk byrjar at stongja tunnilin kl. 18.00 - og vilja vit hervið gera vart við, at betri hevði verið um Landsverk byrjaði at arbeiða uppá tunnilin kl. 22.00 til kl. 07.00 - so at foreldur við børnum sleppa at koyra børnini, sum venja til ítrott í Klaksvík.

Eisini hevði tað verið ynskiligt, at koyrandi varð ímillum kl. 24.00 og kl. 02.00. Og um tú vilt, at so skal vera - so er at "dáma" hetta status og gjarna deila tað á tínum veggi ... jú fleiri sum deila & dáma, jú nemmari verður tað at tosað Landsverk til vildar.

Um vit t.d. søgdu, at arbeitt varð uppá Norðoya Tunnil, so hevði tað absalutt ikki verið góðtikið av nøkrum sum helst í Klaksvík, at byrja varð at arbeitt kl. 18.00 - og hví skula vit í Kunoy fáa øðrvísi sømdir av Landsverk enn hvat restina av Føroya fólkið fáa ?!?

Minst til at dáma & deila - og saman fáa vit hetta broytt, góðu kunoyarfólk.

Kærar heilsur

Jógvan Á Høvdanum
Búsitandi í Kunoy.


Vónandi vera tað mong í Kunoy, sum dáma & deila henda status - so at Landsverk møguliga kemur á betri tankar og hugsar meira um fólkið enn uppá sín egna pengapung.

JáH (y) 26.03.2015 


Comments

Føroyskir tónleikarar stuðla barnaheimi í Shanghai

25/3/2015

Comments

 
Picture
Fríggjakvøldið 27. mars, kl. 21:30, skipar Altjóða Leiðin á Føroya Handilsskúla á Kambsdali fyri stuðulskonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har nakrir av Føroya fremstu tónleikarum fara at framføra.

Stuðulskonsertin er til frama fyri Barnaheimið Charity Dream í Shanghai, har Altjóða Leiðin fer á námsferð í oktober mánaða.

Charity Dream er eitt barnaheim, ið m.a. leggur stóran dent á skipa fyri skurðviðgerum av vanskaptum børnum, ið ongan góðan eiga. Til tess at tryggja sær at pengarnir, sum koma inn, veruliga fara til eitt gott endamál hava fyriskipararnir vent sær til donsku sendistovuna í Kina fyri at vita um Charity Dream er tað, sum tey geva seg út fyri at vera, og hesum hevur danska sendistovan játtað.

Tónleikararnir, sum fara at framføra á stuðulskonsertini eru Signar í Homrum, Jens Marni Hansen, Bárður á Lakjuni og Danny & The Veetos.

Upprunaliga var ætlanin, at konsertin skuldi byrja kl. 20:00, men av tí at Jógvan Joensen kom í finaluna í X-faktor, er konsertin útsett til kl. 21:30.

Finalan í X-faktor verður víst á stórskíggja á John’s Café, kl. 19:00, og konsertin verður í Mentanarhúsinum, ið liggur beint hinumegin vegin.

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.