NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjur stjóri á Norðoya Kunningarstovu – Visit Norðoy.

30/9/2019

Comments

 
Billede(á myndini síggjast frá vinstru Jórun Høgnesen, komandi stjóri, Símun Gullaksen, nevndarformaður fyri kunningarstovuna, og Jórun Gardar, fráfarandi stjóri)
Jórun Høgnesen er sett sum nýggjur stjóri á Norðoya kunningarstovu (Visit Norðoy) eftir Jórun Gardar, sum seinastu tíðina hevur røkt starvið.

Jórun Høgnesen er 36 ára gomul, hevur nomið sær kreativa útbúgving í Bretlandi og hevur fjøltáttaðar royndir úr vinnulívinum – millum annað hjá American Express. Seinastu tíðina hevur nýggi stjórin eisini verið Visit Norðoy, og hevur tí innlit í komandi uppgávuna.

Jórun skal í samstarvi við nevndina tryggja, at kósin, sum er sett fyri tíð síðan, verður førd á mál, soleiðis at Norðoya kunningarstova verður sterk og sjónlig í lokalumhvørvinum. Samstundis skulu ferðandi framhaldandi meta kunningarstovuna sum fremsta staðið fyri vitan  um Norðoyggjar.

Jórun Høgnesen tekur við starvinum 1. oktober 2019.

Norðoya Kunningarstova er sjálvsognarstovnur, har bæði vinnulív og allar kommunur í Norðoyggjum eru aktivir viðleikarar.

SáH

Comments

​Pison á veg inn við 116.000 pundum

27/9/2019

Comments

 
Billede
Pison hevur boðað frá landing mánadagin og eru teir á veg inn til Klaksvíkar við 116.000 pundum.

Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og byrjaði túr tann 20. september.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir mesta tosk og hýsa. 58.000 pund tosk, 51.000 pund hýsa, 3.960 pund havtaska og restin annað fiskaslag.

SáH

Comments

Elinborg er komin heim á Klaksvíkstrøðna

25/9/2019

Comments

 
Billede
Áleið 300 fólk vóru samankomin omanfyri Faktorshúsini, har standmyndin av Elinborg Lützen í gjár varð avdúkað. Ein hugnalig løta og flest øll vóru samd um, at Elinborg situr ógvuliga væl, nú hon er heimkomin á Klaksvíkstrøðna.

Eftir at standmyndin var avdúkað, og Brynhild Danielsen, ið Elinborg var fastur at, hevði sagt nøkur orð um Elinborg, varð farið oman í Spaniastovu, har rúgvismikil skrá var við røðum og sangi. Har var so nógv fólk samankomið, at ikki øll rúmaðust inni í Spaniastovu. Øll lótu væl at standmyndini og prýðiligu lundini annars, sum gjørd er omanfyri Faktorshúsini, eisini kallað Lützends hús.

Í hesum sambandi er ein stór framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen at síggja í Spaniastovu. Framsýningin er opin fram til fríggjadagin 27. september.

Røðan hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra, kann lesast her.

Góðan dag øll somul

Hetta er ein heilt serlig løta. Ja, so serlig, at í framtíðini verður hetta minnisdagurin, tá ið Føroyar fingu sína fyrstu standmynd av einari navnnevndari kvinnu. Tí kunnu vit siga, at í dag skriva vit søgu. Og í Klaksvík eru vit kend fyri at skriva góðar søgur.

Eg eri ómetaliga glaður fyri, at tað fall mær í lut at siga nøkur orð til hesa hátíðarløtu, tí eg eri sannførdur um, at hendan løtan verður grundarsteinur undir einari nýggjari byrjan Úti í gomlu Klaksvík.

Hetta økið, sum seinastu vikurnar er blivið ótrúliga vakurt, hevur í nógv ár myndað eina samanrenning millum vinnu og mentan. Tí tað var her Úti í Klaksvík, at vinnan veruliga fekk fastatøkur. Serliga var tað orsakað av handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum, sum seinni er blivin ein sølugluggi, ja onkur vildi kanska sagt ein mentanardepil, har list av ymiskum slagi verður miðsavnað og sýnd fram.

Tað er ongin loyna, at tá ið tosað verður um býarplanlegging, so eru fólk ymisk á máli um, hvussu farast skal til verka. Hvat skal varðveitast, hvat skal viðlíkahaldast, og hvat skal byggjast.

Faktorshúsini eru eitt dømi um hetta men kanska eisini eitt dømi um, hvat kann koma burturúr, tá fleiri ætlanir verða samantvinnaðar.

Verulig gongd verður í næstum sett á at fáa Faktorshúsini liðug, og arbeiðið við lundini á Bakkanum gongur væl. Tí eri eg vísur í, at framyvir verður enn meira lív í á vestara armi.

Tað er ein sannroynd, at har standmyndir verða settar upp, har savnast fólk. Ikki bara tí tað ofta er eitt vakurt øki, men tí at flestu standmyndir eisini minna okkum á eitthvørt.

Eina søgu ella eitt minni, sum vit eiga at halda fast í og bera víðari til komandi ættarlið. Somuleiðis er tað eitt høvi, har vit heiðra onkran, ið á ein ella annan hátt hevur skarað framúr, og sum vit eru errin av. Og tað vísir seg, at tað, sum vit eru errin av, tað eru ferðandi áhugaði í. Standmyndin av Elinborg fer at fáa fleiri ferðandi út í gomlu Klaksvíkina, tí ferðandi ynskja at kenna býin og søguna um býin.

Seinastu árini hava vit sæð, hvat ein kvinna kann – eisini tá hon er stoypt!

Vit skulu nevnliga ikki so langt fyri at finna eina aðra standmynd av einari kvinnu, sum dregur ferðandi í hópatali.

Standmyndin av Kópakonuni hevur prógvað, at sagnir og søgur um kvinnur, sum hava víst serligar dygdir, eru ógvuliga áhugaverdar.

Og Elinborg hevði serligar dygdir og var einastandandi, tí hon hevði heilt serlig evnir til at gera alt í náttúruni livandi. Alt frá gandkendum havbotnum til hulduslig landsløg við trøllum, heksum og øðrum sagnkendum verum.

Við sínum dugnaskapi knýtir Elinborg Lützen býarsøguna í Klaksvík saman við føroysku søguni um listakvinnur, sum sermerkja føroyska listasøgu. So nakað errin hevði hon verið, um hon visti, at tað í dag bæði var ein standmynd av henni, eitt frímerki og eitt føroyskt flogfar, sum varð uppkallað eftir henni.

Men onki av hesum hevði verið møguligt, um stuðulin frá vinnuni ikki var so ómetaliga stórur. Við tykkara stuðli hava tit syrgt soleiðis fyri, at minnini um Elinborg Lützen, listakvinnu í dag er skrivað í føroyska søgu, sum fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu. Takk fyri tað.

Og her at enda vil eg eisini takka tykkum, sum eru komin til hátíðarløtuna og nýta høvið at ynskja Norðoya Sparikassa hjartaliga til lukku við 100 ára degnum í dag og ikki minst takka tykkum fyri samstarvið í samband við hesa verkætlanina.

Takk fyri.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

​Klaksvíkar Kommuna ynskir Norðoya Sparikassa tillukku við 100 ára degnum

25/9/2019

Comments

 
Billede
Seinnapartin ígjár var Jógvan Skorheim, borgarstjóri og ynskti starvsfólkum í Norðoya Sparikassa hjartaliga tillukku við stóra degnum.

Norðoya Sparikassi var settur á stovn 24. september í 1919, og var sostatt talan um fyrsta ábyrgdarasparikassa í landinum. Ígjár bjóðaði deildir sparikassans øllum til kaffi og køkur, ímeðan stóra føðingardagshaldið verður í Badmintonhøllini og KÍ-høllini leygardagin.

Í 1919 teknaðu 40 ábyrgdarar 20.000 krónir í sokallaðum ábyrgdarpeningi. Í dag kunnu øll gerast ábyrgdarar í Noroyða Sparikassa við at keypa ábyrgdarbræv fyri í minsta lagi 1.000 kr. Virksemi sparikassans er økt munandi og fevnir í dag um alt frá peningastovnsvirksemi til privatkundar, eins og sparikassin, eftir at banka- og sparikassalógin varð broytt í 1994, eisini fíggjar ein part av vinnulívinum.

Norðoya Sparikassi er í dag elsti peningastovnurin í landinum, og starvast uml. 50 starvsfólk í Norðoya Sparikassa.

Hjartaliga tillukku við degnum!

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Myndir av tá ið standmyndin av Elinborg Lützen bleiv avdúkað

25/9/2019

Comments

 
Billede
inaHer høvuðsmennirnir aftanfyri standmyndina av Elinborg Lützen, Karl Heri Joensen, Hans Pauli Olsen, myndahøggari og Edward Fuglø listamaður.

Tað var Edward Fuglø, sum kom við uppskotinum at gera eina standmynd av Elinborg. Hans Pauli Olsen myndahøggari hevur gjørt standmyndina og Karl Heri Joensen hevur gjørt økið, har standmyndin er sett á. Her teir tríggir avmyndaðir saman við Elinborg Lützen.

Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum í gjár.

Haldi vit Klaksvíkingar og Føroya fólk skulu vera stolt av hesari megnar kvinnu.

SáH

​

Comments

​Kvikk komin aftur úr Íslandi við 170.000 pundum

24/9/2019

Comments

 
Billede
Kvikk kom skúmandi inn eftir eftir vágni beint fyri klokkan 8 í morgun. Teir hava fiska undir Íslandi og hava havt ein góðan túr.

Teir byrjaði túr tann 11. september og hava 170.000 pund og landa verður júst nú til Kósina.

Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað vóru 18.780 pund, 17.040 pund hýsa og 1.740 pund hvítingur.

SáH

Comments

Eykajáttanin til Smyril einmælt samtykt í dag

23/9/2019

Comments

 
Billede
​

Tað var eitt samt løgting, sum samtyktið eykajáttanina til Smyril við triðju viðgerð í dag. 32 stemmaðu fyri og ongin ímóti.

Jørgen Niclasen Landsstýrismaður legði uppskotið fram, nevndin hevði viðgjørt málið á fundi tann 23. september 2019.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum saman við umboði fyri Strandfaraskip Landsins.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum.

Nevndin er samd um, at eykajáttanir sum meginregla skulu vera útreiðsluneutralar. Hetta ber í sær, at í tann mun útreiðslur verða øktar á einum øki, skulu samsvarandi minkingar fara fram á øðrum økjum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið og sum sagt, so bleiv uppskotið einmælt samtykt í dag.

Almennar viðmerkingar
Hjálagt er eykajáttanaruppskot, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fyri Løgtingið. RLÚúrslitið í uppskotinum er eitt hall á 3,5 mió. kr.

Smyril fer í dokk í Odense mánadagin 23. september 2019, og eru 26,0 mió. kr. játtaðar í fíggjarlógini til endamálið. Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum, soleiðis at skipið kann vera í sigling.

Játtanin fer til sjálva dokkingina, tað vil siga til at gera neyðugar umvælingar og viðlíkahald, og til at leiga avloysaraskip fyri Smyril.

Strandfaraskip landsins upplýsa, at dokkingin av Smyrli fer at kosta 29,5 mió. kr. Um krøvini frá Klassanum ikki verða lokin, kann Smyril fara at liggja til teirra krøv eru fylgd. Sostatt er bráðtørvur á eykajáttan upp á 3,5 mió. kr. Á § 17 Samferðslumál verður biðið um, at løgujáttanin til Strandfaraskip landsins verður hækkað við 3,5 mió. kr.

Viðmerkingar
§ 17 Samferðslumál
Samferðsla og samskifti
17.38.2. Samferðsla
17.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)
03. Suðuroyarskip

Smyril fer í dokk í Odense mánadagin 23. septembur 2019, og eru 26,0 mió. kr. játtaðar til endamálið.

Hetta er fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum, soleiðis at skipið kann vera í sigling.

Játtanin fer til sjálva dokkingina, tað vil siga til at gera neyðugar umvælingar og viðlíkahald, og til at leiga avloysaraskip fyri Smyril.

Strandfaraskip Landsins upplýsa, at dokkingin av Smyrli fer at kosta 29,5 mió. kr. Um krøvini frá Klassanum ikki verða lokin, kann Smyril fara at liggja til teirra krøv eru fylgd. Sostatt er bráðtørvur á eykajáttan uppá 3,5 mió. kr.

Billede
Comments

​Andru Poulsen og Hans Jacob Joensen vunnu fiskikappingina hjá Draganum

22/9/2019

Comments

 
Billede
Leygardagin var árliga fiskikappingin hjá Draganum. Veðrið var av tí besta, tó tað var fitt av mjørka. Lagt var frá landi klokkan 7:30 og bátarnar skuldi vera komnir aftur klokkan 17:00.

Uppboðssølan var klokkan 17.30 til 18.30 og vinnarin av kappingini gjørdist báturin Skálanes við Andru Poulsen og Hans Jacob Joensen, her úrslitið av fiskikappingini.

Hesi vóru úrslitini í fiskikappingini í gjár:
Nr. 1: Skálanes við Andru Poulsen og Hans Jacob Joensen – 682,6 Kg
Nr. 2: Sólmay við Óla Kalsø og Berint Kalsø – 629,0 Kg.
Nr. 3: Malla við Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard – 333,5 Kg.
Størsta fisk fekk báturin Gerda
Lutakastið vunnu Rúni Tómas Hansen og John Henry Petersen
Dragin takkar øllum luttakarum og stuðlum.

Kelda og myndir: Dragin

SáH

​

Comments

Í dag 21. September fara vit øll at rudda

21/9/2019

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Kommuna er við í átakinum “rudda Føroyar”

Posar og handskar kunnu heintast í Miðlan, og kommunan skipar fyri, at posarnir verða heintaðir á ávístum støðum.

Hetta er eitt átak, har borgarar sjálvir skipa ruddingina, og kommunan burturbeinir ruskið.

Posar: Kunnu heintast í Miðlan (Klaksvíkar kommuna) í vikuni

Ruskheintan: Avmerkt er á kortinum, hvar rusk verður heintað, og tí skalt tú leggja posan á eitt av hesum støðum (Sí kort niðanfyri).

Samband: SMS boð kunnu sendast til Leif Danielsen, tlf. 758010, um spurningar eru um ruskavheintan

Rudda verður leygardagin, 21. september kl. 10.00-17.00

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Bragd hevði 8.360 pund ígjár

19/9/2019

Comments

 
Billede
Bragd kom aftur seint seinnapartin ígjár og høvdu teir 8.360 pund, teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var hýsa og toskur. 5.600 pund hýsa, 2.600 pund tosk og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BRAGD – ( KG 642 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 18-09-2019 4.180 pund

Comments
<<Previous
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.