NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rebekka Trygvadóttir vann fyrstu kapping í Atlantic Open nakrantí

30/3/2019

Comments

 
Billede
​Rebekka Trygvadóttir vann fyrstu kapping í Atlantic Open nakrantíð

Hetta er fyrstu ferð at svomi verður Atlantic Open nakrantíð og var tað Ægir svimjarin Rebekka Trygvadóttir, sum vann fyrstu kappingina.

Svomi var 400 blandað, men var tað stórsvimjarin úr Havnar Svimjifelag Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum kom fyrst á mál, beint frammafyri Rebekku, men hon bleiv kolldømd, (ein hond vend 2 br.), sostatt gjørdist Rebebba Trygvadóttir úr Ægir nummar eitt og fyrsti svimjarin nakrantíð, sum vann í Atlantic Open.

Stór tillukku Rebekka.

SáH
​

Comments

Seinasta vakt hjá Karl Johansen sum politistur

29/3/2019

Comments

 
Billede
​Seinasta vakt hjá Karl Johansen sum politistur

Fyri trimum tíðum síðani skrivaði okkara kæru sýslumaður Karl Johansen, at í kvøld er hansara seinasta vakt sum politistur.

Vit á News.fo og Norðoya Portalinum vilja takka Karl Johansen fyri hansara lut, at halda skil á okkara býi, altíð fryntiligur og góður at tosað við og eisini hevur hann verið sera aktivur innan ítróttina í býnum.

Takk fyri tín innsats fyri Klaksvíkingina og vónandi verður tú at síggja í KÍ høllini og runt Djúpumýru. Hetta skrivar Karl í kvøld á sín Facebook vanga:

"Karl Johansen So eri eg komin á mál viđ hesum kapitli. Seinasta vakt sum politistur farin afturum, saman viđ Oddmar Gullaksen, nógvar góđar og minni góđar løtur at minnast afturá".

SáH

Billede
Comments

​Stórt KÍ fjeppara tiltak leygardagin

29/3/2019

Comments

 
Billede
Kom og ver við at fjeppast um KÍ, tí leygardagin 30. mars frá klokkan 13 til 15 verður skipað fyri fjepparadegi í Spinnarínum. Bláa Bylgja verður vertur fyri degnum, ið hevur nógv ymiskt spennandi á skránni.

Luttøka verður av leikarum úr Betri deildum hjá kvinnum og monnum, har til ber at fáa autograf og eina mynd av sínum yndisleikara. Vit bjóða ókeypis pitsa sunkist, kaffi/te og okkurt søtt afturvið, so eingin noyðist at ganga savangur.

Stór tónleikaframførsla verður við Karl Martin Samuelsen og Pætur við Keldu fara at framføra kendar KÍ sangir. Umboð kemur at kunnað um byggingina við Djúpumýru og hvat vit hava í væntu.

Maverick Barr og Bláa Bylgjan fara at skrivað undir nýggjan sáttmála fyri 2019.

Vit minnast øll árið 2016 har tað bleyv yrkt sangir um leikarar og tað var hugaligt at hoyra til dyst. Bláa Bylgja fer at halda ein sokallaðan ”Workshop” har vit í felag fara at skriva nýggjar sangir til KÍ leikararnar.

Mikkjal Thomasen, Høvðusvenjari hjá Betri Monnum kemur at greiða frá KÍ hópinum 2019, og á skránni vera eisini ymiskar bóltkappingar fyri bæði børn og vaksin.

Sjálvandi er einki aldursmark, so tak børnini, foreldrini, vinmannin og vinkonuna í hondina og ver við til at Koyra á KÍ!

Tiltakið er ókeypis.

Comments

Hvirlurnar harðar í morgun

28/3/2019

Comments

 
Billede
Tók nakrar myndir av sam og hvirlunum, sum komu buldrandi út og inn eftir vágni. Hesar myndir eru tiknar nakað eftir klokkan 7 í morgun.

Her nakrar myndir, sjá herundir.

​SáH

Comments

Fitt av vindi í nátt, Gerðabøur upp til 30 m/s í hvirlunum

27/3/2019

Comments

 
Billede
Tað hevur verið fitt av vindi í nátt. Tað mesta var við Gjáarskarð, har er stormur og í hvirlunum upp til 45 m/s.

Í Klaksvík hevur eisini verið fitt av vindi, men har sigur Landsverk, at tað er andøvsgul og í hvirlunum upp til 30 m/s, sjá koyrilíkindi klokkan 05:10 í morgun herundir:

SáH.

Comments

​100 vilja hava íbúð á Biskupstorgi

27/3/2019

Comments

 
Billede
350 fólk hava skrivað seg upp til íbúð á Biskupstorgi. Av hesum hava 100 víst tilboðum áhuga, og vóru tey í dag boðin til framvísing.

Á Biskupstorgi eru 30 íbúðir í ymiskum støddum: 71, 80, 84, 119, 122, 137 og 142 m2. Kostnaðurin fyri íbúðirnar er millum 5.600 og 10.600kr um mánaðin + ljós og hita.

Áhugin er stórur at sleppa inn og hópin av fólki vóru í morgun og hugdu at einum møguligum framtíðar bústaði í miðbýnum í Klaksvík.

Eftir ætlan flyta tey fyrstu inn 1. mai 2019.

Ein rundvísing verður aftur hósdagin 28. marts fyri teimum, sum hava víst tilboðum áhugað.

Kelda: klaksvík.fo

Comments

​Aðalfundur í Norðoya Fólkafloksfelag

27/3/2019

Comments

 
Billede
Í kvøld hevði Norðoya Fólkafloksfelag ársaðalfund og var rættuliga fitt av fólki møtt til fundin, sum var hildin í Gamla Seglhúsinum.

Fundurin viðgjørdi umframt vanligu dagsskránna, eisini politisku støðuna í dag og komandi løgtingsval. Gott kjak var millum fundarluttakarnar.

Nevndarval var eisini á skránni, og skipaði nevndin seg aftaná fundin.

Nevndin:
Símun Gullaksen, Formaður
Hallstein E. Jacobsen, Næstformaður
Kári Kallsberg, Kassmeistari
Lena í Buð, Skrivari
Ruth Johannesen, Nevndarlimur

Tiltakslimir:
Herfríð Sørensen
Finn Hansen
Hans Jákup Kallsberg

Limir í Floksleiðsluni
Símin Gullaksen og Hallstein E. Jacobsen.
Ruth Johannesen er tiltakslimur í Floksleiðsluni

SáH
​

Comments

Master Fatman er deyður, hann bleiv 53 ár.

26/3/2019

Comments

 
Billede
Tann danski Útvarpsmaðurin, DJ-ari og eitt sera kent andlit innan danska sjónvarpinum Morten Linberg, betur kendur sum Master Fatman er deyður, bert 53 ára gamal.

Tað váttar umboðsmaðurin Stig Hansen frá Tajmer Booking og Management til blaðið BT. “Eg kann váttað at Morten Linberg er deyður í nátt og hann vildi ikki siga nakað annað um deyðsorsøkina”

SáH

Comments

​Pól Huus Sólstein og Eivind Jacobsen á listanum hjá Fólkaflokkinum í Eysturoynni

26/3/2019

Comments

 
Billede
Eysturoyar Fólkafloksfelag hevði 2. uppstillingarfund í gjárskvøldið og listin er nú næstan liðugur. Har manglar 1-2 fólk á listanum, har væntandi okkurt konufólk eisini kemur á listan.

Tvey vælkend andlit eru komin á listan og tey eru Pól Huus Sólstein frá Klaksvík og Eivind Jacobsen frá Strondum. Eisini eru Løgtingsmennirnir Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði og Joen Magnus Ramussen frá Lorvík.

Her listin hjá Eysturoyrar Fólkafloksfelag:
Jonhard Danielsen
Jóannes Símunarson Hansen
Eivind Jacobsen
Jákup Marin Kjeld
Jógvan á Lakjuni
Joen Magnus Ramussen
Pól Huus Sólstein

Spennandi listið hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag, nú verður spennandi at síggja, hvussu øll hesi valevnini fara at klára seg í valstríðnum.

SáH

Comments

​Valdemar Lützen Byggibúð & Lásatænasta – vit mótmæla at tjóðleikhús verður bygt á Skálatrøð

25/3/2019

Comments

 
Billede
Fínt við nýggjum tjóðleikhúsi – men ikki á Skálatrøð!

Vit mótmæla at tjóðleikhús verður bygt á Skálatrøð

-tað fer at oyðileggja tann seinasta opna blettin fram við fjøruna í Havn
-tað fer at taka parkeringsplássini frá miðbýnum
-tað fer at oyðileggja handilslívið í miðbýnum

Skrivast kann undir hettar mótmælisskriv við at trýsta á hesa leinkju:
https://www.skrivunder.net/motmalisskriv_imoti_stasetingini…

Eisini ber til at skriva undir mótmælisskrivið í handli okkara.

Valdemar Lützen Byggibúð & Lásatænasta

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.