Fyri trimum tíðum síðani skrivaði okkara kæru sýslumaður Karl Johansen, at í kvøld er hansara seinasta vakt sum politistur.
Vit á News.fo og Norðoya Portalinum vilja takka Karl Johansen fyri hansara lut, at halda skil á okkara býi, altíð fryntiligur og góður at tosað við og eisini hevur hann verið sera aktivur innan ítróttina í býnum.
Takk fyri tín innsats fyri Klaksvíkingina og vónandi verður tú at síggja í KÍ høllini og runt Djúpumýru. Hetta skrivar Karl í kvøld á sín Facebook vanga:
"Karl Johansen So eri eg komin á mál viđ hesum kapitli. Seinasta vakt sum politistur farin afturum, saman viđ Oddmar Gullaksen, nógvar góđar og minni góđar løtur at minnast afturá".
SáH