NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Spennandi deildarstjórastarv á Løgmansskrivstovuni

31/8/2021

Comments

 
Picture
Vilt tú standa á odda fyri toyminum, sum dagliga tryggjar, at virksemið hjá Føroya løgmanni er væl fyrireikað og fyriskipað?

Starvið
Fremsta uppgávan hjá nýggja deildarstjóranum verður at standa á odda fyri toyminum, sum dagliga er kring løgmann. Viðkomandi skal ítøkiliga tryggja, at alt virksemið hjá løgmanni er væl skipað. Eisini skal deildarstjórin gera sítt til, at samskipandi uppgávurnar hjá løgmanni í landsstýrinum eru væl úr hondum greiddar.

Starvsøkið
Starvsøkið hjá deildarstjóranum fevnir í høvuðsheitum um hesar uppgávur:

At samskipa politiskar og formligar landsstýrisfundir, samgongufundir eins og fundarluttøku løgmans
At samskipa virksemið hjá samgonguni, eitt nú at fylgja samgonguskjalinum og avriksyvirlitinum upp
At hava ábyrgdina av ritarapartinum og kalendara løgmans
At hava yvirskipaðu ábyrgdina av kunning, samskifti og røðuskriving
At hava ábyrgdina av formligum viðurskiftum, sum eitt nú lógarprotokoll og landsstýrishandbók
At standa á odda fyri og samskipa arbeiðið við ymiskum frágreiðingum hjá løgmanni
At standa á odda fyri serstøkum verkætlanunum

Førleikakrøv
Viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni
Góðar leiðsluførleikar

Persónlig førleikakrøv og royndir
Góð leiðslu- og samstarvsevni
Mennandi leiðslustíl
Skipað og sjálvstøðugt arbeiðslag
Strategiskt skil
Politiskt tev
Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum
Royndir og evni at brúka KT
Tænastusinni

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, umframt eftirløn. Talan er tó ikki um tænastumannastarv.

Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, stovnar undir henni og hini stjórnarráðini.

Nærri kunning
Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsingar um starvið við at venda sær til John Rajani, løgmansstjóra, á telefon 555016 ella við telduposti til johnr@tinganes.fo.

Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. september klokkan 12:00. Starvið verður sett frá 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@tinganes.fo

Ella til:

Løgmansskrivstovan, Postrúm 64, Tinganes, 110 Tórshavn

Picture
Comments

​Sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini undirskrivaðir

31/8/2021

Comments

 
Picture

Í dag eru sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík undirskrivaðir. Sambýlið, ið er til fólk við tyngri og lættari menningartarni, hevur 18 búeindir umframt felagsøki og starvsfólkarúm. Teknistovan MAP hevur teknað sambýlið.

Arbeiðið er býtt í fýra arbeiðstøkur. Fyrsta arbeiðstøkan, jørð- og planeringsarbeiðið, er liðugt.

Sáttmálarnir fyri tær tríggjar stórarbeiðstøkurnar, sum vórðu undirskrivaðar í dag, eru við

Á.T.S. v/Karstin Vang, sum skal gera stórarbeiðstøku 1 (jørð, kloakk, lendi, betong, timbur, múrara-, márara- og gólvarbeiði).
RenoVent skal standa fyri arbeiðstøku 2 (HVS, ventilatión og CTS) og
Install skal standa fyri arbeiðstøku 3 (el).
Arbeiðið byrjar beinanvegin og verður eftir ætlanini liðugt síðst í 2022.

Samanlagt fer tað at kosta umleið 41,7 mió. kr. at byggja sambýlið.

Almannamálaráðið

 Sambýlið á Mýrini:
 • Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind
• Tvær eindir, sum eru á veghædd, fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40-50 m2. Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova. Í aðrari eindini er køkurin størri og kann matgera til øll búfólkini
• Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á umleið 55 m2 brutto við egnari inngongd, sum er í erva, har til ber at ganga beinleiðis inn í íbúðina, uttan at fara inn í sambýlið í neðra
• Umframt búeindirnar hevur sambýlið felags hentleikar, so sum durur, gongd, sansarúm og hvílirúm til búfólkini, vaskirúm og goymslu
• Eisini hevur sambýlið starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing, vesi, baðirúm og leiðaraskrivstovu
• Bygningurin er tilsamans 1.222 fermetrar til støddar (1. hædd er 865 fermetrar, 2. hædd er 357 fermetrar)

Picture
Comments

SAMSTARVIÐ VIÐ TEKNISKA STJÓRAN ER ENDAÐ

31/8/2021

Comments

 
Picture
Samstarvið millum Klaksvíkar kommunu og tekniska stjóran er endað. Tað avtalaðu partarnir í gjár, 30. august 2021.

Kommunustjórin, Rúni Rasmussen, verður virkandi tekniskur stjóri, og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av tekniska økinum.

Klaksvíkar Kommuna

Í hesum filmsklippinum viðgerð Kringvarp Føroya um at tekniski stjórin er farin til hús, klikk her “Tekniski stjórin farin til hús”
​

SáH

Comments

Eingin tilburður í gjár

30/8/2021

Comments

 
Picture
Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

671 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru seks smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Comments

Líðhamar hevði 6.000 pund í dag

30/8/2021

Comments

 
Picture
Líðhamar kom aftur klokkan 13:00 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.704 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.300 pund hýsa, 1.200 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN-30-08-2021   2.852

Comments

Heim fyri seinheilaskadd í Klaksvík

27/8/2021

Comments

 
Picture
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt í dag røðu til hátíðarhaldið, nú arbeiðið at gera nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða byrjar.

Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Staðsetingin er í Klaksvík á Stangavegi 53, og arbeiðið at umbyggja bygningin er farið gongd. Talan er um gamla Nema bygningin, sum P/F Christian í Grótinum hevur keypt. Felagið hevur gjørt sáttmála við P/F Kanjon um at innrætta húsini til ætlaða leigumálið.

Talan verður um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar vera í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at gongd nú er komin á arbeiðið við nýggja deplinum, og at vit kunnu síggja fram til eitt gott heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.
Til móttøkuna vórðu fleiri røður og tónleikaframførsla, eins og boðið varð til ein góðan drekkamunn


Les alla røðuna hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna her:

Góðu tit øll

Hetta er ein stórur dagur í dag, og havi eg hug at siga, eisini ein søguligur dagur,  fyri okkum allar føroyingar,  nú lunnar eru lagdir undir hesum nýggja depli til fólk við seinheilaskaða á Stangavegi 53 her í Klaksvík.

Tá eg bleiv landsstýriskvinna í almannamálum, setti eg mær fyri, at nú mátti eitt heim/bústovnur koma til fólk við seinheilaskaða, tí tørvurin er so ovurhonds stórur. Og tað eru ikki so fáir fundir, ið hava verið millum Almannaverkið og Almannamálaráðið í sambandi við hesa stóru avbjóðing. Saman hava vit funnið loysnir til frama fyri okkara borgarar.

Og tá henda løta upprann, at vit høvdu møguleika at leiga henda  bygningin, var tað ongin ivi í mínari sál, at fara eftir og taka av hesum stóra møguleikanum.

Leigumálið er komið uppá pláss. Og gevur hetta møguleikan fyri at fara undir arbeiði at umbyggja bygningin  til nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða.

Hesum hevur tað verið bíðað eftir longi. Og nú, innan stutta tíð, kunnu borgarar við seinheilaskaða veruliga síggja fram til at fáa betra um tilboðið til teirra. Vit kunnu øll gleðast saman við teimum og teirra avvarðandi. Og eisini tykkum á Almannaverkinum, sum nú endiliga sleppa at bjóða fram hetta tilboðið.

Við hesum leigumáli hava slóðbrótandi møguleikar latið seg upp. Og lunnar eru nú lagdir undir hesum nýggja depli til fólk við seinheilaskaða. Talan verður um eitt pilotprojekt, har vit fyri fyrstu ferð her á landi, sleppa at byggja nakað nýtt upp. Og tað í kørmum, sum eisini veruliga loyva hesum.

Nýggi depilin fer at rúma 15 íbúðum. Og talan verður eisini um fleiri bú-møguleikar:

Her fara borgarar at fáa fastan bústað
Her kunnu tey koma at búgva í eitt longri tíðarskeið
Og her fara tey eisini at kunna koma til umlætting í eitt styttri tíðarskeið
Íbúðirnar verða útgjørdar til tørvin hjá ymsu sjúkubólkunum, frá tungt rørslutarnaðum til lættari tilburðir. Tær vera í ymsum støddum og  við ymiskari innrætting, umframt hvør hæddin hevur atgongd til felagsøki.

Staðsetingin her í Klaksvík er samstundis uppløgd, tætt við Klaksvíkar Sjúkrahús, sum tekur sær av rehabilitering av fólki við seinheilaskaða innan sjúkrahúsverkið og skapar hetta góðar møguleikar fyri fruktagóðum samstarvi.

Tørvurin hevur verið stórur og eyðsæddur í mong ár. Vit vita eisini, at tað árliga leggjast eini 2-4 fólk afturat, sum verða rakt av seinheilaskaða. Hesi eru sjálvsagt ikki øll líka hart rakt. Men í útgangsstøðinum er støðan altíð álvarslig. Teimum tørvar í fyrsta umfari akutta hjálp á sjúkrahúsi, og í framhaldi av hesum, dygdargóða uppvenjing. Og her er tað, at tað hevur mangla í, at kunna bjóða eitt sjálvsagt rehabiliteringstilboð, sum víðari skal menna tey, til eina so optimalan støðu, sum til ber.

Frameftir verður í nógv størri og betri mun møguligt at veita eitt uppvenjingartilboð, eftir at fólk eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsinum, soleiðis at fólk ikki liggja liðugtviðgjørd á sjúkrahúsinum uttan neyðuga tilboðið víðari.

Nógvir føroyingar hava verið til endurvenjing í Danmark (ella útlondum). Heilafelagið, saman við MEGD, hava aftur og aftur víst til tørvin á, at seinheilaskadd fáa í boði eina heildarloysn fyri rehabilitering í Føroyum, og tað fara vit at fáa við hesi loysnini.

Tað er ikki nøktandi, at endurvenjing hevur verið so avmarkað. Heldur skal støðið takast í tørvinum hjá tí einstaka. Hetta verður lættara at leggja til rættis, nú møguleikin verður fyri at búgva í styttri og longri tíðarskeiði, eins og tað verður lætt at samstarva við sjúkrahúsið.

Tað kann taka sína tíð frá hugskoti ella vilja, til at menna eitt virksemi, sum hetta. Og víðari til at fáa karmarnar til vega.  Vit vita frá okkara byggiverkætlanum, at tá vit byggja ein nýggjan bú- og umlættingarstovn, tekur tað rúma tíð, frá farið verður undir fyrireikingarnar, til at bútilboðið er klárt at flyta inn í.

Tí eri eg serliga fegin um loysnina. Og her hevur Klaksvíkar Kommuna verið okkum ein góður samstarvsfelagið. Leigumálið er gjørt við P/F Christian í Grótinum, sum nú hevur gjørt sáttmála við P/F Kanjon, um at innrætta húsinum til endamálið.

Og hyggja vit útum, síggja vit stórbæru náttúruna her á Kósini, við útsýni yvir Vánna og Klaksvíkina. Og norðureftir sæst bæði norður gjøgnum Haraldssund, Kunoyargalvur og yvir á Kalsoynna. Her verður lívsjáttandi, at sita og njóta útsýni “tá ið roðin um Nestindar fer” og leggur seg so vakurt yvir fjøll og sjógv.

Fyri meg sum landsstýriskvinnu í almannamálum, er hetta ein stór løta, nú gongd er komið á arbeiðið við nýggja deplinum. Nú kunnu vit síggja fram til eitt gott heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.

Tað er umráðandi, at vit nú kunnu skapa karmar fyri, at hesir borgarar kunnu verða tryggjaðir eitt heildartilboð. Og har tey fáa lagt tilveru sína í eina trygga og fasta legu. Og hetta við øllum neyðugum stuðli frá starvsfólkum, við fakligum førleikum og menniskjansligum eginleikum.

Eg skal enda við at ynskja bestu eydnu við nýggju hølunum og framtíðarvirkseminum sum hetta fer at húsa. Og spennandi verður at fylgja arbeiðinum, við at fáa sett hølini í stand og fáa sett starvsfólkahópin innan neyðugu starvsøkini.

Takk fyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

Comments

NÝTT BÚSTAÐARTILBOÐ Í KLAKSVÍK

27/8/2021

Comments

 
Picture
Nýggjur bústaðardepilin til borgarar við seinheilaskaða letur eftir ætlan upp í januar 2023. Depilin hevur fingið navnið Skálagarður. Talan er um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið.

Seinnapartin í dag var lítil samkoma í samband við at Almannaverkið og samtakið Christian í Grótinum fara undir at innrætta NEMA bygningin á Stangavegnum til íbúðir. Hesar vera ymiskar í stødd, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur. 

Edvard Heen, stjóri, bjóðaði vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
í Almannamálum, Jan Petersen, stjóri í Chr. í Grótinum, Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Asta Marjunardóttir, depilsstjóri í Almannaverkinum hildu røður. Eisini var ábit og hugnaligir tónar frá Steintóri Rasmussen og Astu Højgaard. 

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góðu tit øll

Seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna veruliga lagt seg eftir at samstarva væl við stovnar hjá landinum, soleiðis at klaksvíkin kann mennast til ein fjølbroyttan bý við nógvum ymiskum tilboðum og arbeiðsplássum. Her eigur Almannaverkið ein sera virkan leiklut, sum ein framúr samstarvspartur.  

Seinasta dømi um samstarv er bú- og viðgerðarstovnurin á Justabrekku, sum fyri bert einari viku síðan varð latin almannaverkinum.

Onnur dømi, har Klaksvíkar kommuna hevur havt ein virkan leiklut í at fáa tilboð og størv til Klaksvíkar, eru: Gloym meg ei, Umsorganarheimið Gloria og Sambýlið Mylnutún.

Hetta eru samstørv, sum lýsa væl, hvussu Almannaverkið og Klaksvíkar kommuna í felag hava funnið loysnir og skapt góðar karmar til borgarar við ymiskum tørvi.

Tí eri eg ógvuliga fegin um, at vinnulívið í býnum somuleiðis stuðlar undir slík samstørv. Í hesum sambandi umboða av samtakinum Chr. Í Grótinum.

Sum borgarstjóri ynski eg veruliga, at allir bólkar trívast og fáa nøktandi tilboð, tí tað er ein fortreyt fyri trivnaði. Sama anda merkið eg frá tykkum í Almannaverkinum, sum hava verið við í hesi tilgongdini.  

Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.

At kunna veita borgarum ein fastan bústað í longri ella styttri tíðarskeið, tá hendan álvarsliga støðan er íkomin, er fyrst og fremst eitt týðandi fet móti einum fjølbroyttum bústaðarmarknaði.

Harnæst eitt tilboð, sum fer at gagna borgarunum á tann hátt, at onnur tilboð og tænastur í býnum eisini kunnu gerast áhugaverd fyri borgararnar, sum flyta inn í íbúðirnar. Tí onki er meira natúrligt enn at kunna hava ein virkan gerandisdag, hóast avmarkingar.   

***

Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, um eg sigi, at Klaksvíkar sjúkrahús hevur gingið á odda, tá ið tað kemur til endurvenjing.

Eg havi hoyrt nógvar sólskinssøgur frá borgarum, sum hava verið til endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tí er tað eisini at gleðast um, at hesin depilin verður lagdur í Klaksvík.

Tað fer uttan iva at gera tað meira smidligt fyri borgararnar, at góða endurvenjingartænastan frá Klaksvíkar sjúkrahúsi er í nærumhvørvinum.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi hava vit dygdina, umstøðurnar og ágrýtin starvsfólk, sum eg veit kunnu lyfta hesa uppgávuna til UG.

Tí er onki at ivast í, at hetta eisini kann birta fyri, at Klaksvíkar sjúkrahús verður ein miðdepil fyri endurvenjing, nú ein slíkur stovnur letur upp í býnum.

***

Eg eri errin av almannaverkinum, okkara vinnulívið og okkara kommunu, sum eg haldi við hesum samstørvum vísa eina opna, framfýsna og djarva tilgongd, sum eg meti eru til gagns fyri bæði býin, borgarar, brúkarar og starvsfólk.

Sum borgarstjóri fari eg inn í samstarvið við einum jaligum hugburði, og kann eg vegna Klaksvíkar kommunu siga, at vit síggja fram til eina spennandi tilgongd, har vit gleða okkum at samstarva og samskifta um ynskir og møguleikar, sum gagna øllum pørtum í samstarvinum.    

Til seinast vil eg takka fyri samstarvið, sum hevur verið, og ynskja almannaverkinum og samtakinum Chr. Í Grótinum hjartaliga til lukku við avtaluni og blíðan byr, nú farið verður undir at umvæla bygningin á Stangavegi.

Takk fyri.

Fleiri myndir, klikk her "Nýtt bústartilboð í Klaksvík"

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Polarhav og Stjørnan komnir inn við 300.000 pundum

27/8/2021

Comments

 
Picture
Stjørnan og Polarhav komu aftur tíðliga í morgun. Teir hava partrola eystanfyri.

Teir høvdu 300.000 pund og var tað mesta upsi.

Ein partur bleiv bjóðaður út til Fiskamarknaðin Føroya, 53.858 pund, tað mesta var longa og toskur, 22.200 pund longa, 21.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 18. august

Landa bleiv til Kósina í morgun.

SáH

POLARHAV - ( KG 1196 )KLAKSVÍKAR HAVN-27-08-2021   16.929
STJØRNAN - ( KG 1195 )KLAKSVÍKAR HAVN-27-08-2021    10.000



Comments

Fuglberg og Skoraberg høvdu 200.000 pund í gjár

27/8/2021

Comments

 
Picture
​Fuglberg og Skorberg eru komnir inn. Teir hava partrola eystanfyri.

Teir høvdu 200.000 pund, tað mesta var upsi. Teir landaðu til Kósina í gjár og ein partur bleiv eisini boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 39.400 pund, tað mesta var longa og toskur, 20.700 pund longa, 8.250 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 17. august

SáH

FUGLBERG – ( KG 360 )KLAKSVÍKAR HAVN-26-08-2021     10.500
SKORABERG – ( KG 380 )KLAKSVÍKAR HAVN-26-08-2021    9.200

Comments

Búgvin komin inn við 35.000 pundum

27/8/2021

Comments

 
Picture
​Búgvin kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 35.120 pund, tað mesta var hýsa og reyðsprøka, 11.520 pund hýsa, 6.660 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Búgvin byrjaði túr 20. august.

Landa bleiv til NFCS og teir byrjaðu at landa Búgvan klokkan 06:00 í morgun.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )
NFCS-27-08-2021   17.560

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.