NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

G-Festivalurin við at skola burtur?

19/7/2014

Comments

 
PictureMenn stríðast við at gera byrging
Klokkan trý fór ein gravkúgv í skundi oman eftir Gøtu bygd og oman á sandin, har fleiri menn vóru íholt við at gera byrgin fyri at brimi ikki kom niðan á stóra pall.

Tað sá ikki tespiligt út og løtu seinni kom enn ein gravkúgv oman á sandin fyri at hjálpa hinari og tá tóktist at tamarhald var fingin á støðuni.

Hvussu verður seinni íkvøld, tá ið stóra navni kemur á pallin er ilt at meta um, men sandurin er minkaður nógv. Her nakrar myndir av G-Festivalinum, sum var við at skola burtur seinnapartin.

SáH

Comments

Skjólið opið á Ólavsøku

19/7/2014

Comments

 
Picture
Eins og undafarin ár bjóðar Blái Krossur Føroya fólki innum á tjóðarhátið føroyinga. 
Skjólið í Kongagøtu verður opið báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 15.00 til 03.00. Møguleiki verður at keypa smyrjibreyð, kaffi og kakur, okkurt søtmeti og ballónir til børnini. 

Ólavsøkudag kl. 18.30 verður skipað fyri sangløtu, har millum onnur biskupur og løgtingsformaðurin eru við. 

Verið hjartaliga vælkomin.

Les meira á http://blakross.fo/

Comments

Malaysia Airlines fer møguliga í søguna !!!

18/7/2014

Comments

 
Picture
Eftir tí syrguligu hendingina, har eitt flogfar bleiv skotið niður í Ukraine, har 300 menniskjur misti lívið - bjóðar Maleysia Airlines fólkum pening aftur fyri goldnar ferðaseðlar.

Flogvanlukkan hendi bert nakrar fáar mánaðir eftir, at eitt annað flogfar frá Malaysia Airlines bleiv vekk í tí Indiska hávinum. Og onki er funnið aftur enn - hvørki av flogfarinum og teim 239 menniskjunum, sum umborð vóru.

Virðisbrøvini hjá flogfelaginum er fallin 13 % og serkøn meta, at Malaysia Airlines fer í søguna.

JáH (y) 19.07.2014



Comments

Hitabylgja í Danmark tær næstu dagarnar

18/7/2014

Comments

 
Picture
Danmark hevur júst í løtuni sera gott veður og er tað nú staðfest, at tey fara at hava hitabylgju teir næstu dagarnar. Hetta er, tá ið hitin er omanfyri 28 hitastig í tríggjar dagar í trekk og tað lova veðurfrøðingar í Danmark, at soleiðis verður tað 4-6 dagar fram.

Nógv fólk hava leita sær til strendurin fyri at køla seg av, her tvær damur sum slikka sól.










Fakta:

Varmabylgja:

Er tá í maximunhitin er minst 3 samanhangandi dagar í miðal omanfyri 25 hitastig í meira enn helvtina av landinum

Hitabylgja:

Er tá í maximunhitin er minst 3 samanhangandi dagar í miðal omanfyri 28 hitastig í meira enn helvtina av landinum






Picture
Comments

Flogfar skotið niður - 298 deyð !!!

17/7/2014

Comments

 
Picture
Eitt flogfar úr Malaysia er skotið niður, vita tey frá Aljazeera at siga frá.

Tað er blivi skotið niður við eystaru síðu av Ukraine og mynduleikar frá Ukraine siga, at terroristar hava skuldina av, at Boeing 777  flogfarið er skotið niður av russum, har 298 hava latið lív.

Varaforsetin úr Amerika Joe Biden fortelur eisini frá, at hetta ikki er nøkur "vanlukka" og at flogfarið bleiv sprongt upp í luftini av terroristum.

JáH (y) 18.07.2014

Comments

33 børn og ongan skúla

17/7/2014

Comments

 
Picture
Sum áður nevnt av Norðoya Portali so hava foreldur at 33 børnum ein sera stóran trupuleika. Trupuleikin er, at 33 børn (eftir summarferiuna) ongan skúla hava at fara í.

Vit á Norðoya Portali hava tosað við foreldur, sum roynt hava at fingið teirra børn í aðrar skúlar - men tað vísur seg, at vera nemmari sagt enn gjørt. 

Foreldur standa á berum, og vita ikki hvat tey skula gera nú tað bert eru 4 vikur til skúlin byrjar aftur. Mentamálaráðið hevur givið skarvin yvir og skúlastjórin hjá Frískúlanum við Hoyvíkstjørn er sera hørm um støðuna sum børn & foreldur eru komin í.

Skúlar runt Føroyum hava longu fingið tímatalvurnar fyri næsta ár, og ikki er so nemt at fáa 33 nýggjar næmingar til skúlan ella skúlarnir. Eisini kann nevnast, at ymiskir næmingar við serligum tørvi ikki bara kunna blakast í aðrar skúlar - men júst tann trupuleikan hevur Mentamálaráðið nokk ikki hugsa nakað serligt um.

Spurningurin er so: Hvør hevur ábyrgdina yvir, at hesu børnini fáa ein nýggjan skúla at ganga í til næsta ár ?!? 

JáH (y) 17.07.2014

Comments

Bussleiðin í Klaksvík ígongd beint eftir summarferiuna

17/7/2014

Comments

 
Picture
Tað verður Askham Bussar, sum hevur fingið koyringina undir hond.

Her stendur bussurin niðanfyri Klaksvíkar Timburhandil og eg rokni við at Steinbjørn og Askham tosað um busskoyringina.

Spurdir nær Busskoyringin fór ígongd, segði Steinbjørn, at tað verður beint eftir summarferiuna.

SáH


Comments

Foreldur í sjokk: Frískúlin við Hoyvíkstjørn lukkar !!!

16/7/2014

Comments

 
PictureMøguliga seinasti sjónleikur hjá hesum børnum í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.
Fyri einum góðum mánaði síðani hevði Frískúlin við Hoyvíkstjørn ein árs aðalfund, har foreldur blivu bjóðaði við til henda fund.

Í fundinum bleiv ímillum annað sagt, at ikki stóð for væl til við skúlanum, um næmingatalið ikki vaks til næsta ár. Tó bleiv lovað teim foreldur sum har møttu upp, at skúlin ikki fór at stongja heilt enn - og at børnini við vissu kundi ganga í skúlanum í eitt ár (ein skúlagang) afturat.

Við tí í huga, byrjaðu foreldur beinavegin at hugsa hvat kundi gerast fyri at hava tann vælumtókta skúlin opna - tí børnini trívast stakvæl í skúlanum og foreldur eru sum heild sera fegin um tann lítla skúlan - men alt fekk brádliga sín enda.

Í dag blivu foreldur ringd upp av skúlanum, har boða bleiv frá, at eftir summarferiuna - so opnaði skúlin ikki aftur. Og tað sum bleiv lovað á fundi seinast foreldur vóru har - verður also ikki hildið av leiðsluna hjá skúlanum. Og ikki nokk við tað, at foreldur eru rasandi inn á skúlin og mátan hetta er gjørt uppá. Foreldur hava sjálvandi heldur ikki fingið tíð, at fingið tryggja teirra børnum pláss í øðrum skúla.

Og hetta er veruliga ein trupuleiki fyri foreldrum at børnum, sum brádliga nú í summarferiuni noyðast at finna ein annan skúla fyri teirri børn. Ei heldur er tað nøkur loyna, at Frískúlin við Hoyvíkstjørn varð ein sera góður skúli fyri børn við serligum tørvi - og tað er ikki bara bara, at finna ein nýggjan skúla til hesi børn.

Norðoya Portalur hevur tosað við foreldur og tey føla seg svíktan av skúlanum, sum hevur givið teimum so stutt skoðsbrá at finna ein nýggjan skúla til teirra børn. Spurningurin er nú eisini um tað er loyvið hjá einum skúli at stongja - uttan foreldur hava fingið møguleikan at fingið teirra børn í nýggjan skúla.

 Heldur sjokkerandi boðini frá leiðsluna á skúlanum vóru, at skúlin ikki fór at opna aftur eftir summarsteðgin - hóast tá spurd á Ársaðalfundi hjá skúlanum um framtíðina, so bleiv lovað dýran til, at næsta skúlaár varð tryggja og tað nýtist foreldur at børnum í skúlanum ikki at hugsa nakað meiri um.

Vit á Norðoya Portali fara so í hvørtfall at fylgja við hesari sak og hvat fer at henda við teim nærum 33 næmingunum, sum nú eftir summarsteðg standa uttan skúla.

JáH (y) 16/07-2014

Comments

Celebrity Eclipse legði at bryggju klokkan 07 ímorgun

12/7/2014

Comments

 
Picture
Risa ferðamannaskipið Celebrity Eclipse við 3200 ferðandi pluss mannskapi er komi til Norðhavnini ímorgun.

Í Klaksvík er nógvur mjørki júst nú, teir flestu av borgarnum í býnum sova, so kanska tíðspunktið ikki passar serliga væl, at koma við gestum so tíðliga.

Handlarnir lata upp klokkan 10.00 ímorgun, men sæst  á Facebook, at Norðoya Fornminnisavn hevur opið frá kl. 08 - 16.

Nú er at vóna at mjørkin lættir, so okkara gestir sleppa at síggja eitt sindur av okkara vakra býi og nattúru.


SáH

Comments

Um 18 tímar letur Klaksvíkar Svimjihøll uppaftur

11/7/2014

Comments

 
Picture
Í løtuni eru allar kreftir settar inn at fáa alt liðugt til móttøkuna kl. 10 ímorgin. Sjálvt fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg gav ein hjálpandi hond við.

Norðoya Portalurin var ein túr við myndatólinum og her eru nakrar av arbeiðsfólkunum og myndir av hølunum og sigast skal, at Svimjihøllin er blivin sera vøkur.

SáH


Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.