NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Sjúklingahotellið fær 80.000 krónur

23/5/2019

Comments

 
BilledePetur Elias Petersen, forseti í Lions Club Tórshavn, Lene Hallig, stjóri á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, og Børge B. Hansen frá Lions Club Tórshavn, ið samskipar stórsteypadystirnar í hondbólti og fótbólti
Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti eru við til at gera tað umvegis Lions Club í Føroyum møguligt hjá føroyskum sjúklingum niðri at njóta løtur uttandura við góðari lívd

Hvørja ferð bestu hondbólts- ella fótbóltsliðini frá undanfarna kappingarárinum spæla sínar stórsteypadystir, fer ágóðin til eitt vælgerðarendamál. Í ár er tað Sjúklingarhotellið Tórshavn í Keypmannahavn, ið kann njóta gott av einum góðum íkasti frá hesum dystum.

Dystirnir hjá kvinnum og monnum um Lionsbikarið í hondbólti, sum vóru í fjør, og dystirnir hjá kvinnum og monnum um Stórsteypið í fótbólti, sum vóru í vár, savnaðu tilsamans so mikið av pengum saman, at Lions Club í Føroyum í vikuni kundi lata sjúklingahotellinum 80.000 krónur.

– Hesar pengarnar fara til nýggjar markisur, vit fara at seta upp í stovuhæddini hjá okkum, so sjúkligarnir kunnu fara útum at njóta sólina í góðveðri, men samstundis sita í lívd, segði Lene Hallig, stjóri á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Venøgade í Keypmannahavn, tá ið hon tók ímóti pengunum.

Kunnu njóta sólina
– Markisurnar kosta einar 138.000 krónur, so íkastið frá Lions upp á 80.000 krónur munar væl, nú vit skulu gera hesa íløguna í trivnaðin á sjúklingahotellinum. Føroyingar eru glaðir fyri sólina og teimum dámar væl at sita uttandura, og við nýggju markisunum fer tað at bera sera væl til, segði hon.

Lions Club í Føroyum skipar fyri stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, og hesir føstu tættir undan kappingarárunum í hesum báðum ítróttargreinunum eru góð høvi at varpa ljós á mál og umstøður, har tað kann bera til at gera mun.

– Vit frøast um, at vit kunnu vera við til at rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí, og í hesum føri valdu vit so at leggja ágóðan frá stórsteypadystunum saman, so Sjúklingahotellið Tórshavn kundi fremja batar, ið hava avgerandi týdningin fyri trivnaðin, segði Fía Petersen, økisformaður í Lions Club í Føroyum.

Lions Club Tórshavn



Comments

​Síðstu dagurin á Atlantic Fair í Klaksvík er í dag

22/5/2019

Comments

 
Billede
Nógv fólk hava vitja sølustevnuna Atlantic Fair í Klaksvík hesi seinastu dagarnar. Tað var løgmaður, sum setti stevnuna og tað var borgarmeistarin Jógvan Skorheim, sum bjóðaði vælkomin. Her røðan hjá Jógvan Skorheim:

KLAKSVÍK KARMUR UM ALTJÓÐA VINNU- OG VØRUSÝNING

Fyrrapartin í dag læt Atlantic Fair dyrnar upp til Føroya størstu vinnu- og vøruframsýning. Komandi dagarnar fara sølufólk, keyparar og gestir at hittast og sýna fram á vinnustevnu í Klaksvík.

Vinnustevnan er sera væl umtókt millum fyritøkur og gestir, og í ár eru 192 fyritøkur úr 20 ymiskum londum, sum sýna fram, umframt at eini 5.000 gestir væntast at vitja í Klaksvík hesar dagarnar. Atlantic Fair mennist á hvørjum ári, og eitt sum er øðrvísi í ár, eru mongu áhugaverdu fyrilestrarnir, sum m.a. er seta sjóneyku á vinnu- og samfelagsmenning sum heild. Stevnan heldur fram til hósdagin.

Atlantic Fair stevnan sett
Kl. 10.00 týsmorgunin lótu dyrnar upp, og kl. 10.30 varð vinnu- og vørustevnan sett, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti stevnuna.

Røðan sum Jógvan Skorheim helt týsdagin:

Dear exhibitors, dear guest!

Welcome to Klaksvík and to the Atlantic Fair 2019

I am truly pleased to welcome you all to Klaksvík for this year’s Atlantic Fair. Previous fairs have been very successful, and we expect nothing less from this year’s edition.

Surrounded by nothing but the North Atlantic Ocean, the Faroe Islands are, and have always been, closely related to the sea, both for better and for worse. The old Faroese saying: “the sea gave and the sea took” accurately explains the ocean’s impact on the Faroese way of life.

Klaksvík in particular is known as the fishery capital of the Faroes, being as it is a safe harbour for small and large vessels.

This label was established in the first half of the twentieth century as the growing fishing industry caused a great local population growth.

Much has changed since then. Breakthroughs, set-backs, ups and downs combined with the simple change of time has resulted in a widely expanded industry as we know it today. And fortunately, the people engaged have continued their roles as frontrunners, ensuring that local companies, both in terms of products, services, repairs and other branches, are at a competitive level nationally and internationally.

Innovative cooperation
As we prepare for yet another fair in our humble town, it seems appropriate to contemplate some of the ongoing projects in the area that are developing our society remarkably. Some of them are approaching the finishing line, such as our groundbreaking ocean thermal energy converter, which unites the historical Faroese relationship to the sea with a sustainable future.

Our long term goal with the converter is to provide energy replacing 5.000.000 liters of diesel fuel every year.

At the moment Bakkafrost is one of the largest salmon hatcheries in the world and is located in our Municipality, “á Strond”. This project is both large and innovative – combined making it quite impressive. Both projects mentioned are excellent examples of what can be achieved, when cooperation meets innovation and this is exactly what the Atlantic Fair is all about.

Innovative cooperation is also a key word in preparing the Atlantic Fair. Every time striving for an even greater result than the previous, our local authorities go together with the industry and local event managers, working with the fair organizers in order to give visitors and exhibitors the best possible outcome and experience.

Being as it is a fair focusing mainly on the sea and fishery, we certainly feel that the Atlantic Fair belongs right here in Klaksvík, and we are determined to live up to the great honour showed us by letting us host the 2019 Atlantic Fair.

So dear guests: Heartly welcome to Klaksvík. We hope you enjoy yourself.

Thank you!

Kelda: klaksvík.fo

Comments

Norðoyastevnuframsýningin 2019

21/5/2019

Comments

 
Billede
Listaframsýning verður leygardagin tann 1. juni og sunnudagin tann 2. juni 2019 í Miðhøllini á Skúlatrøð.

• Leygardagin er opið: 16:00 til 20:00
• Sunnudagin er opið: 15:00 til 20:00

Listaverk kunnu latast inn í Miðhøllini á Skúlatrøð tann 31. mai 2019 klokkan 16:00 til 18:00.

Listaverkini skulu vera greið at hanga upp, skelti við heiti og kostnaði skulu við sett á hvønn málning.

Klaksvíkar Rotary Klubbi tilskilar sær rætt at velja ímillum myndirnar.

Vinarliga boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2019 umvegis teldupostadressu ella telefon til:

Klaksvíkar Rotary Klubbi

Símun Gullaksen, forseti
Teldupostur [email protected] Telefon 217055
Jørgin Vágslið, kassameistari 
Teldupostur [email protected] Telefon 210102

​

Billede
Comments

​Kvikk boða frá landing tann 20. mai

16/5/2019

Comments

 
Billede
Kvikk sum byrjaði túr tann 07. mai hevur boðað frá landing tann 20. mai til Kósina.

Teir hava roynt við línu við Ísland og veiðan er boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar.

Teir hava 182.700 pund og alt er toskur.

SáH

Comments

​Búgvin seldur til Klaksvíkar

15/5/2019

Comments

 
Billede
Góð tíðindir fyri Klaksvík í dag. Trólbáturin Búgvin er seldur til Klaksvík og eru tað teir sum reka Dýrindal  sum nú eisini hava keypt trolaran Búgvan.

Búgvin hevur havt heimstað í Leirvík og eigarin hevur verið Osmund Justinussen. Hann hevur havt FD 82, men í morgin kemur KG 119 at standa á honum.

Tað er Sp/f 01.05.2018, sum hevur keypt trolaran og eru tað teir sum eiga Dýrindal, sum nú eisini eru eigarnir av Búgvanum. Teir eru Tummas Hilmarsson, Ísak Petersen, Símun Grúkaskarð., Lion Petersen og Erling Petersen

Vit ynskja teimum fimm stórt tillukku við skipinum og góðan byr framyvir.

SáH

Comments

Haki setast í fyri Dalstunli

14/5/2019

Comments

 
Billede
HÁTÍÐALØTA: Í februar var borgarafundur í Húsavík um Dalstunnilin, har kunnað var um tunnilsverkætlanina. Nú, tríggjar mánaðar seinni, er klárt at fara undir verkætlanina.

“Koyrandi til Dals um fýra ár.” Soleiðis var yvirskriftin á grein á heimasíðuni hjá Landsverki aftaná borgarafundin í Sólarris í Húsavík fyrst í árinum. Tunnilin til Dals hevur verið ávegis leingi, men nú verður hol sett á. Verkætlanin við tilhoyrandi vegagerð er komin so væl áleiðis, at hakin nú verður settur í.

Hetta fer fram hósdagin 16. mai klokkan 16.00 húsavíkarmegin. Ein tíma undan og undir sjálvari hátíðarløtuni verður bert koyrandi eftir vegnum ígjøgnum bygdina. Ein tekning, sum vísir, hvar koyrandi verður, hvar parkeringspláss eru, og hvar hátíðarhaldið fer fram, kann takast niður her

Skrá fyri hátíðarløtuna
Tað verður Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin á staðnum, har hakin verður settur í. Hesa uppgávuna fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, ið fer at siga nøkur orð í tí sambandi. Síðan verður tað borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, sum fær orðið.

Aftan á hetta eru øll vælkomin at fáa sær kaffi og lætt ábit inni í Sólarris, har møguleiki eisini verður at taka orðið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um verkætlanina
Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, meðan 3.000 metrar av verandi vegi skulu breiðkast. Fyrst verður ein arbeiðsvegur gjørdur í Húsavík, og fyrireiking gjørd av lendinum við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin.

Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum verður mettur at kosta millum 75-85 mió. krónur.

Útvaldar tekningar av tunlinum við tilhoyrandi vegagerð kunnu takast niður her

Comments

​Hvør fimta ungdómur í Tasiilag gerð sjálvmorð

10/5/2019

Comments

 
Billede
Ongin í Ríkisfelagsskapinum eigur at góðtaka hetta, tað sum hendir íTasiilag í hesum døgum og har stendur so illa til íTasiilag nú, at býurin hevur verðins rekord í sjálvmorðum pr. íbúgva.

Her leggur Anders Lund Madsen ikki fingararn ímillum í sendingini í útvarpstovuni í Radio24syv. Hann heitir á mynduleikarar, at her má handlast nú og hansara uppskot er, at vit skulu stongja Tasiilag og flyta øll fólkini til Nuuk, so skil fæst á óskinum.

50 prosent av øllum børnunum í Tasiilag eru seksuelt misbrúkt og samanbera vit tað við Keypmannahavn, so skuldi omanfyri 50.000 fólk verið misbrúkt síðani 2016.

Yvir 50.000 fólk hava sæð hetta filmsklippið, sjá tað herundir:

SáH



Comments

​NS hálvmaraton 2019 verður leygardagin 11. mai

10/5/2019

Comments

 
Billede
Leygardagin 11. mai kl. 14.00 skipar Treysti fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Eisini verður 5 km. stuðulsrenning og barnarenning. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Luttøkugjaldið, sum kemur inn til NS stuðulsrenning Klaksvík 2019, fer óskert til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Startnummar kann heintast í Norðoya Sparikassa leygardagin 11. mai kl. 11.30 – 13.30.

Startnummar til barnarenningina má heintast áðrenn kl. 13.00.

Les meira og melda til her. “NS hálvmaraton 2019”

SáH

Billede
Comments

Hví gera okkara Løgtingsmenn/kvinnur einki fyri at fáa almen størv til Norðoyggjar?

7/5/2019

Comments

 
Billede
Hetta er ein upplagdur stovnur, sum eigur og skal vera í Norðoyggjum. Sjálvandi skuldi umsitingin av Norðoyatunlinum verið í Norðoyggjum, hví skal hon vera í Havn ella í Runavík?

Lat okkum fáa tað í nýggja samgonguskjalið, at umsitingin av Norðoya Tunlinum skal vera í Norðoyggjum nú valið møguliga verður tann 31. august í ár.

Er umsitingin av og Vágatunlinum flutt til Runavík?
Hesa grein skrivaði eg fyri einum árum síðani, har eg royndi at fáa umsitingina av Norðoyatunlinum og Vágatunlinum til Klaksvíkar, men hon endaði í Runavík. Havi ikki fingið við, um hon er latin upp í Runavík, er hon tað? Her greinin hjá mær, eg skrivaði tann 25. januar 2018, les her:

Krevjið umsitingina av Norðoyatunnilinum til Norðoyggjar beinanvegin
Nú arbeiðsplássini í Eysturoynni og Norðoyggjum fara at minka munandi í framtíðini, er tað ongantíð ov skjótt, at fáa almennar stovnar frá Tórshavn til økini í Norðoyggjum og Eysturoynna.

Líka til høgra beini er umsitingin av Norðoyatunnilinum
Tað sær út sum, at vit í Noroyggjum skulu blíva við at gjalda til Norðoyatunnilin, sjálvt um hann er útgoldin, men so er at krevja at umsitingin av Norðoyatunnilinum flutta til Norðoyggjar beinanvegin, helst í hesum mánaðinum ella í Februar.

Inntøkurnar í Alivinnuni og Fiskivinnuni fara minka munandi, har fleiri hundratals arbeiðspláss á hesum økjum vera løgd niður. Tað er sjón fyri sókn, har Bakkafrost longu hevur sagt 147 fólkum úr starvið og um nakrar mánaðarar, so verður túrurin hjá okkum í Klaksvík og tað verður bæði í Alivinnuni og Fiskivinnuni.

Á Norðoyatunnlinum arbeiða ikki so nógv fólk, men tað er so ein lítil byrjan., eydnast tann flytingin væl, so er bara at halda áfram, tað má vera uppá tíðina, at almennir stovnar vera fluttir runt alt Føroya land.

Fyri at hetta skal lata seg gera, so er tvingandi neyðugt, at allir útjaðarapolitikkarnir standa saman og so er at býta kristliga almennu stovnarnar ímillum økini. Onkrir kunnu fara til Suðuroyar, onkrir vestur til Vágar, onkrir til Sandoynna, onkrir til Eysturoynna, onkrir til Norðoyggjar og so sjálvandi onkrar í Suðurstreymoy. Hetta fer at gera eini javnari Føroyar og er tað ikki tað øll vilja hava.

Símun á Høvdanum

Comments

1,2% arbeiðsleys í februar – arbeiðsloysi framvegis fallandi

6/5/2019

Comments

 
Billede
​Arbeiðsloysi var 1,2% í februar í ár samanborið við 2,1% í sama mánað í fjør. Gongdin er lýst við trendinum, sum vísir, at arbeiðsloysið hevur verið støðugt fallandi síðani 2012. Tá lá arbeiðsloysið um 6-7%.

Les meira her: "1,2% arbeiðsloys í februar - arbeiðsloysi framvegis fallandi.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.