NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Helvtin av Amerika góðkenna valið hjá Trump

31/1/2017

Comments

 
Billede"So What ..? Im the President ..!"
Undir einari umfatandi spurnarkanning eru amerikumenn spurdir um, hvat tey halda um, at Donald J. Trump hevur gjørt eitt slíkt bann, at tað rakar 7 muslimskum londum, sum ikki sleppa at reisa inn í Amerika ...

Helvtin av teim spurdu, at tað er í fínasta ordan tað sum Forsetin Donald J. Trump hevur gjørt og góðtaka sostatt at Trump ger mun á teim kristnu og muslimum.

JáH (y) 01.02.2017

Comments

So er Trumpurin farin í gongd

29/1/2017

Comments

 
Billede
Fríggjadagin undirskrivaði Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump eitt bræv, sum forbjóðar ríkisborgarar úr 7 muslimskum londum at reisa til Amerika.

Umframt tað, so undirskrivaði Forsetin eisini undir eitt bræv, sum fer at gera tann amerikanska herin enn sterkari.

Mong eru tey, sum óttast yvir tann nýggja Forsetan úr Amerika og hvat framtíðin nú hevur at bjóða okkum her á fold ... kunna vit nú rokna við einum 3. Veraldarbardaga ..? Hvat heldur tú ..?

JáH (y) 29.01.2017

Comments

44 m/s í hvirlunum á Fámjinsvegnum júst nú

27/1/2017

Comments

 
Billede
Nógvir vindur er júst í løtuni og í hvirlunum er á Fámjinsveginum 44 m/s júst nú.

Heimasíðan hjá Strandferðsluni hevur ikki boðað frá nøkrum avlýsingum, so bæði bussar og skip koyra og sigla sum ætla. 

Væntandi minkar vindur nú ímorgun og eftir døgurða skuldi tað bara blivu betur. Hetta boðaði Landverk frá um koyrilíkindini klokkan 06:17 ímorgun:

​Boðað verður frá nógvum vindi:
Gjáarskarð - 06:17 Stormur, Í hvirlunum upp til 32 m/s. 
Kambsdalur - 06:18 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 26 m/s. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:17 Skrið, Í hvirlunum upp til 32 m/s. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 06:17 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 28 m/s. 
Høgareyn - 06:18 Skrið, Í hvirlunum upp til 30 m/s. 
Sandavágshálsur - 06:17 Skrið, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Mykines - 06:19 Skrið, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:17 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 35 m/s. 
við Velbastaðháls - 06:18 Skrið, Í hvirlunum upp til 28 m/s. 
Hvalba - 06:18 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 25 m/s. 
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 06:19 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 44 m/s. 
Porkerishálsur - 06:17 Skrið, Í hvirlunum upp til 32 m/s. 

SáH

Comments

Norðlýsið møguliga selt?

25/1/2017

Comments

 
Billede
Tað ganga leysasøgur í Klaksvík og tær skulu vera álítandi, at tíðindarblaðið Norðlýsið møguliga er selt? 

Nógv hava vent sær til  Norðoya Portalin og spurt, um vit hava keypt Norðlýsið? men tað hava vit ikki. 

Spennandi verður at vita, um søgan er røtt og hvørjir hava keypt Norðlýsið?

​SáH

Comments

Nógvur vindur ímorgun, upp til 37 m/s 

23/1/2017

Comments

 
Billede
Í løtuni er nógvur vindur í Klaksvík, men aðrastaðni í Føroyum er enn meira vindur. Landsverk boðar frá nógvum vindi, les herundir:

Boðað verður frá nógvum vindi:

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 05:28 Skrið, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Streymnes - 05:28 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 05:28 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 33 m/s. 
við Velbastaðháls - 05:28 Skrið, Í hvirlunum upp til 27 m/s. 
Hvalba - 05:28 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 30 m/s. 
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 05:26 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 37 m/s. 
Porkerishálsur - 05:28 Stormur, Í hvirlunum upp til 36 m/s. ​

Comments

Skvúvugudstænasta í Christianskirkjuni ídag kl. 17.30

23/1/2017

Comments

 
Billede
​Ídag týsdag tann 24 januar  kl. 17.30 verður skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni.  Elsa Maria Poulsen, næmingur við Urguskúlan í Christianskirkjuni spælir præludium .Hanus á Gørðum, prestur hevur eina barna vinaliga prædiku - . Aftaná eru øll boðin í kirkjukjallarin til skrúvur og kjøtsós.

Comments

Bretsk kjarnorkurakett mundi rakt USA

23/1/2017

Comments

 
Billede
Bretski forsætisráðharrin Theresa May (á myndini) er komin undir trýst at fortelja, hvussu nógv hon visti um eina kjarnorkurakett, sum fór av kós í summar

Undir eini venjing nærhendis amerikonsku eysturstrondini sendi bretska herskipið HMS Vengeance eina rakett upp, sum skuldi ferðast 9000 kilometrar. Men í staðin fyri at halda kósina eystureftir, vendi rakettin nøsina móti Florida. Tað skrivar BBC á heimasíðuni.

Rakettin, sum væl at merkja ikki var vápnað, rakti ikki amerikanska jørð. Kortini hevur hendingin elvt til dúgligt kjak um álitið á bretsku kjarnorkuverkætlanina Trident.

Les meira HER

JáH (y) 24.04.2016
Kelda: KVF

Comments

Heini Eysturoy nýggjur Býarverkfrøðingur

19/1/2017

Comments

 
Billede
Heini Eysturoy er settur í starv sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu. Heini er 51 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur innan bygging. Hann hevur drúgvar royndir sum leiðari á tekniska økinum.

Heini var deildarleiðari fyri Infrakervið og Vegaøkið hjá Landsverki í 9 ár. Frammanundan starvaðist hann sum vegaverkfrøðingur. 

Hann hevur haft ábyrgd av samferðslukervinum hjá landinum og at byggja og halda landsvegir, at halda samferðsluhavnir og landshavnir, at gera botnkort, sjókort og myndugleikauppgávur í sambandi við kommunalar vitar, eins og at góðkenna ISPS-havnir.

Heini hevur eisini havt ábyrgd av tilbúgving í sambandi við basing av oljudálking á sjónum, at umsita og reka tyrlupallar, kanna og gera ætlanir fyri flogvallaviðurskifti í Føroyum og ymisk onnur tøknilig mál fyri land og kommunur

Hann hevur í seinastuni verið í starvi sum samskipari og verkfrøðingur á Teknisku deild í Tórshavnar kommunu. Hann er royndur starvsfólkaleiðari. Afturat hesum hevur Heini starvsroyndir sum studentaskúlalærari og sum ráðgevandi verkfrøðingur.

Heini hevur sostatt sera gott innlit í almenna og kommunala fyrisiting. 

Á myndini sæst Heini Eysturoy saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Mikael Viderø, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu.

Kelda: Tórshavnar Kommuna 19.01.2016

Comments

Forseti nr. 45 í Amerika: Donald J. Trump

19/1/2017

Comments

 
Billede
So er tað í dag, at vit hava fingið ein nýggjan Forseta í Amerika og talan er ongan minni enn Donald J. Trump.

Hóast hann verður valdur til Forseta í dag, so er tað sera mong úr Amerika, sum eru ónøgd við, at júst hann endaði sum Forseti og onnur stúra fyri, hvat framtíðin hevur at bjóða teimum.

Vit á Norðoya Portali fara tó at ynskja tí nýggja Forsetanum hjartaliga tillukku við tí nýggja sessinum og samstundis vóna, at hann ikki beinavegin sprongir jørðina í luftina ..!

JáH (y) 20.01.2016

Comments

Lívsfarligt at koyra í Miðvági

16/1/2017

Comments

 
Billede
Havi nú verið útsettur fyri at fingið kavavbløk sendandi í síðurútin tvær ferðir í Miðvági, báðu ferðirnar var eg við at missa tamarhaldi av bilinum, tí man ikki ánar, at man blívur útsettur fyri tílíkt, har man við einum brøkpartið av sekundi, knappliga blívur útsett fyri einum ordiligum buldri og man heldur man hevur rent á okkurt.

Koyrdi báðu ferðirnar eftir Jatnaveginum á veg út úr bygdini og við krossin, har ein vegur gangur oman til kajøkið og ein vegur gongur niðaneftir longri frammi, sjá niðanfyri, har ungdómar kasta kavabløk eftir bilum. Ikki ber til at stoppa, tí tað eru bæði mótgangandi bilar og man hevur bilar aftanfyri, men hetta má halda uppat skjótast gjørligt, tí hetta kann vera lívsfarligt.

​Vónandi fáa foreldrini skil á sínum børnum, tí hetta kann kosta lív, um ein blívur so kløkkur, at man koyrir yvir á mótkoyrandi koyribreyt.

SáH

Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.