Undir eini venjing nærhendis amerikonsku eysturstrondini sendi bretska herskipið HMS Vengeance eina rakett upp, sum skuldi ferðast 9000 kilometrar. Men í staðin fyri at halda kósina eystureftir, vendi rakettin nøsina móti Florida. Tað skrivar BBC á heimasíðuni.
Rakettin, sum væl at merkja ikki var vápnað, rakti ikki amerikanska jørð. Kortini hevur hendingin elvt til dúgligt kjak um álitið á bretsku kjarnorkuverkætlanina Trident.
Les meira HER
JáH (y) 24.04.2016
Kelda: KVF