NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggj frímerki frá Posta í dag

26/4/2021

Comments

 
Picture
​

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta koma út í dag, 26. apríl 2021
Høvuðsevnini á nýggju frímerkjunum eru søga og djóralív, sum verða lýst við vøkrum myndum og tekningum.

Føroyar á søguligum kortum
Kortið, sum víst verður á smáarkinum er gamalt – heilt aftur frá 1578. Týski geografurin, Sebastian Münster, teknaði kortið við heitinum “Septentrionales regiones”, sum varð prentað í verki hansara um landafrøði, “Cosmographia”. Verkið kom út í 40 útgávum á seks ymiskum málum, og gjørdi Münster serlig kort til allar heimspartarnar. Kim Simonsen legði til rættis.

Lundin
Lundastovnurin er nógv minkaður seinastu áratíggjuni, og í 2017 setti IUCN (International Union for Conservation of Nature) lundan á reyðlistan yvir hótt fuglasløg. Mett verður, at tað í dag eru umleið 100.000 lundapør eftir í Føroyum, og tað eru bert nøkur fá prosent samanborið við lundastovnin fyri 300 árum síðan. Veðurlagsbroytingarnar síggja út til at hava stóra ávirkan á nebbasildina, sum er høvuðsføðin hjá lundapisunum.

Neytahald í Føroyum
Frímerkini vísa á týdningin, sum kúgvin, og harvið mjólkin, hevði í føroyska bóndasamfelagnum. Ein kanning við tølum frá 1813 vísir at 45% av dagligu orkunýtsluni kom frá mjólk. Harafturat var mjólk eisini tað mest álítandi føðievni. Tað setur mjólkina og harvið kúnna í miðdepilin í upprunaliga føroyska samfelagsbúskapinum. Heilt fram til 1970’ini høvdu nógvar føroyskar familjur kúgv í kjallaranum, og ofta sást tað á børnunum, tá kúgvin hevði kálvað og húsarhaldið aftur fekk mjólk. Ole Wich legði til rættis.

Kongavitjan í 1921
100 ár eru liðin síðan Christian 10. kongur fyrstu ferð vitjaði í Føroyum. Hendan vitjanin var í juni 1921, tá kongurin saman við Alexandrinu drotning og synunum Fríðriki krúnprinsi og Knúti prinsi við skipi fóru úr Keypmannahavn á veg til Føroya. Í Føroyum varð nógv gjørt burturúr kongavitjanini. 

Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Comments

Flaggdagsrøðan hjá Steinbjørn O. Jacobsen 2021

25/4/2021

Comments

 
Picture
​Góðu tit sum eru komin higar í dag, til hetta flaggdagshald.

Stóra tøkk, at eg fekk heiður, at bera fram nøkur orð her í dag.

Takk til fyrireikarnar, sum enn einaferð skipa fyri hesum, fyri føroyingum so týdningarmiklum og søguligum hátíðarhaldið.

Tað er so freistandi at tosa um so nógv onnur samfelags viðurskifti, sum ikki hevur beinleiðis við flagg okkara at gera, men eg fari í røðu míni, at halda meg mest møguligt til tað vit eru savnaði um hesa løtu. 

Fyri meg, hevur flaggdagur okkara altíð eg kann minnast verið naka serligt, tí, eg elski “Merkið” sum vit kalla flagg okkara og hví sigi eg tað, jú, tí flagg okkara er nakað serligt, tað hevur ein ómetaliga sterkan boðskap til okkum øll. Hartil hevur flagg okkara ein savnandi eginleika, og kanska er tað tí, at litirnir og krossurin, sum myndar tað, er okkum so viðkomandi. Blái himmalin, hvíti kavin, reyða blóði og so tað stórsta av øllum, krossurin.

Tað var við tógvi stríð, at fáa Merkið viðurkent, ja, um tað ikki vóru serligar umstøður og treiskir myndugleikar, sum strongdu á, og seinni heimsbardagi leikaði, høvdu vit so framvegis flagga við Dannebrog ? Hetta verður ein ósvaraður spurningur, men eg dugi ikki at ímynda mær, at vit framvegis høvdu Dannebrog sum flagg okkara, so mikið av stoltleika er í okkum, so er spurningurin um flagg okkara hevði sæð soleiðis út, sum tað sær út í dag. 

Eg ætlið mær tó ikki at útdýpa flaggsøgu okkara, tí hon er drúgv og spennandi við nógvum álvarsomum hendingum, men bert nevna nøkur hæddarpunkt, sum menn hava sagt og skriva, tá orrustan var stórst og flagg okkara loksins 25 apríl í 1940 bleiv góðkent, eftir áralangt stríð. 

Tá ið Týskarnir høvdu hersett Danmark, og Føroyar komu undir bretkst vald, sluppu føroysk skip ikki at sigla við donskum flaggi. 

Bretar gjørdu ikki mætari enn so, at teir kravdu, at eitt føroysk flagg bleiv málað á føroysku skipini, annars sluppu tey ikki útaftur úr bretskari havn, hagar stórur partur av Føroyska flotanum silgdi vandasjógv niður við fiski.

Amtmaðurin mótmælti og tað spurdist eitt satt eljustríð burturúr hansara útsøgn við fundum og mótmælum og krøvum. 24 apríl 1940 vóru eini 800 - 1000 fólk komin saman til fundar á tinghúsvøllinum og har rundan um, har blivu røður hildnar m.a. av Jóannes Paturssyni bónda.

Ein krígsnevnd løgtingsins hevði samtykt, at mæla til, at øll føroysk skip, skuldu sigla undir føroyska flagginum og nú samtykti hesin fundurin, at krevja Hillbert amtmanni (Ríkisumboðnum), at hann, ið stóð bretska valdinum til svars, ikki setti seg ímóti hesi samtykt.

Ein 5 manna nevnd fór niðan til Amtmannin (ríkisumboðsmannin) við hesum kravi, og fekk hann ikki nógva tíð til hann skuldi svara aftur í, ja, uml. hálvan tíma, verður sagt. Øll mannamúgvan fór niðan við. Hon tyrptist frammanfyri amtmanshúsini, fólk troðkaðust rundan um hesa prýðuligu borg, bæði børn og vaksin. Her var sum Gunnar Nolsøe plagar at taka til “Háspenningur í luftini.” Ríkisumboðsmaðurin stóð so einsamur á trappuni á amtmansborgini saman við einum øðrum.

Tá svar hansara loksins kom, sum tó ikki hoyrdist so væl til mannamúgvuna, fekk fólki ta fatan, at hann ikki vildið góðtakað vilja fólksins. Ilt kom í fólki og tað var nær við, at tey stormaðu á amtmansborgina, men Jóannes Patursson fekk sissa fólkið og bæð tey koma oman á tinghúsvøllin, har svarið frá Hillbert amtmanni, hart og tíðiliga skuldi vera lisið upp. Amtmaðurin mótmælti framvegis, at føroysk skip skuldu nýta annað flagg enn Dannebrog, men hann noyddist at boyggja seg
fyri bretsku myndugleikanum, eisini um teir áløgdu føroyskum skipum, at sigla undir føroyskum flaggi.

Dagin eftir 25 apríl 1940 undirskrivaði Hillbert amtmaður, ímóti sínum vilja og undir øðiligum trýsti, kunngerð um nýtslu av føroyska flagginum. Stórur dagur fyri Føroyingar. Ja, frøin var stór. Nógvir føroyingar, bæði ung og eldri vóru so fegnir, at teir fingu sær hvít pløgg, og litaðu tey við reyða og bláa krossinum, føroyska merkið til og hongdu tað upp á ein ella annan hátt, ja, entá tvørtur um vegir.

Stóri tíðindaberin BBC hevði sersending um, at Føroyar høvdu fingið egið flagg og greiddu eisini frá, hvussu flagg okkara sá út.

At íslendingar høvdu fingið sítt egna flagg, hevur helst skunda undir ungu føroysku studentar at fara undir okkara egna flagg, har Jens Olivur Lisberg var ein sum gekk á odda í stríðnum, at evna flaggið sum fekk norðurlends eyðkenni við krossmerkinum.

At hesar fjarskotnu smáu oyggjar, við bert umleið 27 túsund íbúgvarum, skuldu nú fáa sítt egna flagg vórðu sanniliga stórtíðindi úti í heimi.

Eg minnist sum smádrongur tey í Klaksvík, sum flaggaðu tá merkisdagar vóru, og eg kann seta nøvn á flestu teirra, eg helt tað vera so flott at síggja hesi vøkru fløggini veitra og tey vóru ikki fá, tíverri eru tað í dag alt ov fá, sum gera brúk av hesum, at flagga á merkisdøgum, tó eru tað nøkur, tíbetur.

Eins og móðurmál okkara ber boð um okkara samleika, hóast ómetaligt stríð, ber Merkið okkara júst tað sama. Tí er so umráðandi, at vit halda fast við hesar dýrgripir, sum eru móðurmál og merkið okkara, saman við vakra tjóðsanginum. 

Eg kann til stuttleika nevna,at tá ið vit búðu á Stangavegnum, so høvdu vit í nógv ár flaggstong,tí gjørdi eg mær eisini eina heimagjørda flaggstong, tá ið vit fluttu heim á Biskupstorg. Men av tí, at tað ber ikki ordiliga til at hava stóra flaggstong, har vit búgva nú, so royni eg at fáa onkran av børnunum at taka yvir, tí eg havi faktiskt keypt eina nýggja, sum bara liggur og smlar støv.

Livst so spyrst. 

Merkið, sum savnar okkum til hátíðardagar, verði tað m.a. brúdleyp, føðingardagar, ítróttarhendingar, bæði her og úti í heimi, jarðarferðir og so teir mongu almennu flaggdagar og tiltøk av ymiskum slag, bæði á sjógvi og landi, er okkum ómetaliga kært. 

Hugsa um tey mongu nýggju skipini, sum eru komin inn eftir vánni gjøgnum mongu árini, flaggskrýdd og við flaggi okkara sum høvuðsmerkið, tá frøast vit. Ja, við Merkið okkara, gleðast vit við teim glaðu og vísa samkenslu og gráta við teimum, ið gráta. Krosstræið er fevnadi, bæði til høgru og vinstru.

Flagg okkara, sum hevur eina meir enn eitthundrað ára søgu, hevur ikki mist sín glans og ei heldur sítt virði, hóast altjóðagerðin og nýmótans tøknin hevur førka so nógv av okkara gomlu mentan í fjarstøðu, uttan at vit gera okkum far um tað.

Tað  eru helst fáar tjóðir, sum hava sítt uppruna flagg varðveitt væl goymt, har tað hongur innramma í Famjins kirkju og mong eru tey, sum hava leita til hesa kirkju, fyri at skoða hetta fyrsta flagg okkara, sum Jens Olivur Lisberg kom berandi við til heimbygd sína.

Eg fái so ilt í hjarta og sál mína, tá eg síggi, at okkurt verður mála á vakra flagg okkara og tey vera dálkaði og illa viðfarin. Tíbetur hendir tað ikki so ofta.

Munandi vakrari er, at síggja eitt sliti flagg, av eini orsøk, tí tað er so nógv brúkt til tað, sum Merkið var ætlað til. Tøkk til tykkum, sum bera flagg okkara.

Og hvat hevði tað ikki verið frálíkt, um danir flaggaðu sa, eins og danir flagga saman við okkum á Ólavsøku.

Eg kann vera eitt sindur speiskur og siga, at tað hevði sømt seg betur, at flagga var á flaggdegnum.

Tí á flaggdegi okkara verður Merkið  koyrt í húnar hátt, heilt úr Sumba og til Fugloyar og hátíðarhald verður hildið runt oyggjarnar, tí hetta er merkisdagur okkara Føroyinga. 

Hevði Ólavsøkan verið tjóðardagur okkara, hevði eg skilt tað betur, men enn eiga vit ongan tjóðardag og tað fáa vit ikki, so leingi vit ikki eru ein sjálstøðug tjóð, men vónandi verður tað ein dag. 

Vit hava júst hildi páskahøgtíðina og páskaboðskapurin hevur ljóða bæði í kirkjum, samkomum og miðlum, eisini er Merkið brúkt langa fríggjadag í hálvaru stong                                                                     og fysta páskadag í fullari stong, sum ein partur av páskaboðskapinum,                                                                       bæði um Jesu deyða og uppreisn hansara, og tað er upp til eitthvørt menniskja,                                                                                                                       at trúgva hesum álvarsama boðskapi.                                        

Tíðir og umstøður broytast, tað sóu vit fyri einum góðum árið síðani, tá Covid 19 herjaði heimin og alt broyttist, eisini hjá okkum, men boðskapurin um krossin broytist ikki.                         

Nú er ljós, eftir vetrarins myrkur og náttúran, hesar vøkru várdagar vitnar um Guds fantastiska skaparverk, nú tað blómar og grør í urtagørðum, bø og haga.                                                                                                     Nú fuglur og smálomb skapa lív rundan um okkum og í okkum, nú sólin hevur flutt seg longur og longur norð til okkum, vermir og lívgar okkum, gleðast vit og eru takksom.

Við hesum orðum ynski eg tykkum framvegis ein góðan flaggdag og eitt gott summar.  Gud signi okkum øll.

Takk fyri at tit komu og lýddu á.

Steinbjørn O. Jacobsen, á Flaggdegnum tann 25. apríl 2021

Comments

Dalsenni hevði 3.700 pund í dag

23/4/2021

Comments

 
PictureDalsenni, mynd tikin tann 23.04.2021 klokkan 13:02
Dalsenni kom aftur av útróðrið klokkan 13:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.700 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 2.200 pund toskur, 1.202 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

Her filmsklipp, tá ið teir komu aftur í dag, sjá herundir.

SáH

DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-23-04-2021   1.850

Comments

Veðurstova Føroya skal sjálvandi liggja í Klaksvík

16/4/2021

Comments

 
Picture
​Sum borgarstjóri í Klaksvík vil eg staðiliga heita á landsstýrismannin Jacob Vestergaard um at taka við í avgerð sína, at Veðurstova Føroya nú í fleiri ár er fyrireikað í Klaksvík av eldsálum og serkønum, harav partar longu starvast á Sjónámi í Klaksvík. Tað er tí púra sjálvsagt, at hesin spildurnýggi, føroyski landsstovnur verður staðsettur her.


Tað hevur leingi verið sagt av ymsum politiskum flokkum, at tá ið Føroyar yvirtaka nýggj málsøki og nýggir føroyskir stovnar síggja dagsins ljós, so er tað eitt kærkomið høvi til at leggja stovnar, tænastur og størv kring um í landi okkara.

Í fleiri áratíggju hevur generella gongdin verið ein alt ov einvís miðsavning av landsalmenna virkseminum í samfelag okkara, og avleiðingin av hesum er, at Føroyar minka sum land, tí økini kring landið fáa ikki sín nátúrliga og neyðuga lut í hesum parti av samfelagsrakstrinum.

Eg má vera púra erligur, at eg hevði ikki væntað og vænti framvegis ikki annað enn, at Veðurstova Føroya verður staðsett í Klaksvík, og orsøkin er einføld og sjálvsøgd.

Í áravís hava eldsálirnar og veðurserkønu klaksvíkingarnir Rúnar Alix Rasmussen, útbúgvin metereologur, og Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari og veðurkønur, arbeitt við og fyrireikað føroyska yvirtøku av hesum málsøki, sum teir saman við øðrum brenna fyri og eru serkønir innan.

Klaksvík er, sum øllum kunnugt, fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya, við hópin av bátum og skipum, reiðaríum og sjófólki, hvørs dagliga starv er treytað av at fáa góðar og álítandi veðurforsagnir, og sum tí eisini sjálvi hava stórt innlit í veðurviðurskifti.

Tað er tí ógvuliga skynsamt og logiskt at leggja Veðurstovu Føroya, har vitanin, serfrøðin og áhugin frammanundan er tilstaðar. Sjónám í Klaksvík er eitt sera gott boð, tí Sjónám er støðugt ment og veitir eina breiða viftu av útbúgvingum innan sjógvin.

Eitt sera stórt arbeiði – serliga av fólki úr Klaksvík – er lagt í at fyrireika hesa tænastu, sum nú verður yvirtikin úr Danmark, og vit áttu tí øll at verið glað, men so hendir tað ódámliga, at henda nýggja og væl fyrireikaða yvirtøka og tænasta brádliga verður løgd undir ein landsstovn, sum frammanundan liggur í høvuðsstaðnum!

Góði Jacob. Sum borgarstjóri í Klaksvík, seti eg mítt álit á, at tú fert at taka við í tína avgerð, tá málið nú er lýst væl og virðiliga, at Veðurstova Føroya eigur at liggja í Klaksvík.

Sum borgarstjóri í Klaksvík má eg tíverri siga, at tað kennist sum eitt rán – eftir alt tað stóra arbeiðið at yvirtaka Veðurstovu Føroya er gjørt og fyrireikað av eldsálum og serkønum hiðani úr økinum – um almennu Føroyar nú siga takk fyri stríðið og síðan taka hana frá klaksvíkingum og norðoyingum.

Klaksvík, 16. apríl 2021

Karl H. Johansen
Borgarstjóri

Comments

Pub Quiz og El Clasico í Maverick Barr í kvøld

10/4/2021

Comments

 
Picture
Stórur dagur í Maverick Barr og Grillini hjá Símun í dag og í kvøld. Har tað verður massar av fótbólti og Pub Quiz við Fridjof Klein, betur kann tað ikki blíva.

Her skráin:
Kl. 17:30 Crystal Palace – Chelsea
Kl. 17:30 Stuttgjart – Dortmund
Kl. 20:00 El Clasico Real Madrid – Barcelona
Kl. 22:00 Pub Quiz við Fridjof Klein

Í Grilluni fært tú allan grillmat, eitt nú Fisk & Chips, Kyllingar & Chips, búffar á steikiplátu og mangt annað. Ynskja tit at bestilla via telefon, ring 454570.

​SáH

Comments

Ansi eftir glerpípunum runt býin

10/4/2021

Comments

 
Picture
Var ein biltúr í Klaksvík í morgun og har vóru fleiri hús sum høvdu sera stórar glerpípur hangandi á takrenninum og sum vóru nær við at detta niður.

Onkrar glerpípur vóru eisini á húsum har fótgangarar ganga og tískil mugi tit ansi tykkum, um tit ikki skulu fáa eina glerpípu niður á høvdið og fáa tit tað, so kunnu tit fáa stóran skaða.

Í vikuni var Landsverk í Tunnlinum Norður um Fjall og fingu tikið glerpípurnar niður, tí fólk har norðuri høvdu gjørt teir varhugan við tær og dottið tær niður á bilarnar, so kundi tað fingið álvarsligar skaðar á bilarnar og fólkini í bilinum, men hvør hevur ábyrgdina av glerpípunum í Klaksvík, eg veit ikki, men ansi tykkum.

SáH

Comments

Nakrar myndir frá í dag tann 09.04.2021

9/4/2021

Comments

 
Picture
Koyrdi ein biltúr til Maverick Barr í morgun og tók hesar myndir, sær onki serliga summarsligt út nú vit skriva 09. apríl 2021. Vit lata myndirnar tala.

Eisini tvey filmsklipp, sjá herundir.

SáH

Comments

Gadus kom aftur klokkan 01:30 í nátt

9/4/2021

Comments

 
PictureGadus, mynd tikin klokkan 01:47 tann 09042021, teir hava júst sett fast framman og eru við at leggja at, manningin frammi í gron…..
​


Klokkan 01:30 kom Gadus aftur í nátt.

Ziska fylgdu honum inn og hjálpu honum at leggja at niðanfyri NFCS.

Tað var ein buldralig heimferð teir fingu, við sera ringum veðrið næstan alla tíðina, teir byrjaðu at sigla heim 3. apríl, krokaðu í Norra og løgdu seg yvir um hav og komu á Klaksvík í nátt.

Teir hava skít fult skip, heilið 760 tons.

Við eru 32 mans og skipari var Ólavur Biskopstø.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Her filmsklipp og myndir tá ið teir løgdu at í nátt.

Comments

BÝARBUSSARNIR KOYRA IKKI FYRIBILS

8/4/2021

Comments

 
Picture
Vegna vánalig koyrilíkindi koyra býarbussarnir ikki fyribils.

Boðað verður frá, tá býarbussarnir koyra aftur.

Kunna teg um broytingar á Klaksvik.fo.

​Klaksvíkar Kommuna

Comments

Sera nógvar avlýsingar hjá Strandfaraskip Landsins

8/4/2021

Comments

 
Picture
​Tað er sera ring koyrilíkindir í løtuni og tað sær út sum at øll koyring hjá Bygdaleiðir er givin at koyra. Sjá heimasíðuna, klikk her www.ssl.fo.

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.