NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Pizza kann nú eisini fáast í Grilluni hjá Símun og Maverick Barr

30/10/2015

Comments

 
Picture
So kann man eisini fáa Pizza í Grillini hjá Símun og í Maverick Barr.

Vit hava skaffa okkum ein Pizza ovn og frá íkvøld av byrjað vit at selja Pizza.

Spennandi og sjálvandi fáa tit eisini allan vanligan Grillmat, sjá myndir herundir:


Grillin hjá Símun hevur hesar upplatingartíðir:
Mánadag - Leygardag 18:00 - 23:00, sunnudag stongt, men lata vit Grilluna upp sunnudag kl. 14:00-18:00, tá ið KÍ spælir á heimavøllið.

​SáH

Comments

​Maverick Barr hitar upp til Bon Jovi heiðurskonsertirnar hjá Atlantis íkvøld og ímorgin

30/10/2015

Comments

 
Picture
Eftir áheitan frá einum Bon Jovi fjeppara, í Fitness tímanum ímorgum, ferð Maverick at hita upp til
Bon Jovi konsertirnar íkvøld og ímorgin.

Hetta var ikki hvør sum helst, sum spurdi, um at hita upp í Maverick, tí hesin hevur verið til heilið 14 uttanlandakonsertir hjá Bon Jovi, seinast var í hesum mánaðinum í Singapore.

Maverick barr letur upp klokkan 18.00, har vit fara at spæla Bon Jovi tónleik, inntil ca. kl. 22.00, tá ið konsertin við fleiru av bestu tónleikarnum í Føroyum byrjar í Atlantis og har teyr fara at spæla løg hjá Bon Jovi. 

Hoyr millum annað: Singar á Homrum, Jógvan Joensen (X Factor) Malan Eyðunsdóttir og onnur framføra í Altantisr. Bon Jovi konsertin byrjar íkvøld kl. 22.00 og í annaðkvøld kl. 21.00.

Eisini kunnu tit sjálvandi keypa Jack Daniel's whiskey í Maverick, sum jú er drinkurin, sum Bon Jovi drekkur.

Picture
Comments

SEV gevur Páls Høll virðislønina

28/10/2015

Comments

 
Picture
Páls Høll fær ágóðan av norðurlendsku virðislønini hjá SEV, sum verður latini langhylinum at brúka til eina lyftu til rørslutarnað 

Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika, og henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har vit lyfta í felag.

Nevndin í SEV hevur við støði í hesum avgjørt at lata Páls Høll tær 350.000 krónurnar, sum SEV hevur vunnið í norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønini 2015. SEV letur fólksliga átakinum í Vági stuðulin til eina lyftu til rørslutarnað, so allir borgarar fáa javnbjóðis atgongd til langhylin í Vági.

- Verkætlanin í Vági ber bara til, tí fólk lyfta í felag og seta sær eitt mál, sum í fyrstu atløgu kann tykjast ómøguligt, men sum kortini ber á mál, tí allar góðar kreftir fara til verka. Í krónum og oyrum er Páls Høll bert ein brøkpartur av tí, ein líknandi verkætlan hevði kostað, um hon varð gjørd eftir dagsins prísum og bert við løntari arbeiðsmegi, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður i SEV.

Hann vísir á, at nevndin í SEV hevur stóra virðing fyri teimum mongu, sum hava reist Páls Høll, tí verkætlanin er gjørd av huga. Nevndin í elfelagnum samanber langhylin í Vági við grønu kósina hjá SEV, sum hevur nógvar tøkniligar avbjóðingar við sær, men sum fyrst og fremst skal røkka málinum um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030, tí vit lyfta í felag og ganga grønu leiðina av fullum huga.

Comments

Sirið Stenberg ynskir SEV tillukku við stóra heiðrinum

28/10/2015

Comments

 
Picture
Húsahagi og nýggja battarískipanin eru dømi um nýhugsan, har SEV brýtur burtur úr nýggjum saman við stórum altjóða viðurkendum samstarvsfelagum uttanlands, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í samband við, at SEV í gjár fekk virðisløn frá Norðurlandaráðnum.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum í Íslandi í samband við ársfund Norðurlandaráðsins. Landsstýriskvinnan var í Hørpuni, tá SEV í gjár vann stóru náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

- Eg eri sera errin av, at SEV fekk náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta er ein stór viðurkenning av ætlanunum hjá SEV at gera Føroyar grønar í 2030. Ein ætlan, sum landsstýrið fult og heilt tekur undir við í samgonguskjalinum, har vit hava sett sama mál – 100 prosent grøna orku á landi í 2030.

Landsstýriskvinnan takkar øllum teimum, sum í mong ár hava slóðað fyri og gjørt sítt til, at Føroyar nú gerast grønari. Sirið leggur aftrat:
- Virðislønin er eisini eitt greitt tekin um, at grannalondini síggja, hvussu stórt arbeiði verður greitt úr hondum í Føroyum. Føroyar verða soleiðis við til at gerast undangonguland innan grønar orkuloysnir, ið eru lættari at royndarkoyra í avbyrgdu føroysku elskipanini enn í einari stórari skipan. Hesar loysnir kunnu síðani brúkast í øðrum londum.
​
Grøna orkuloysnin hjá SEV stuðlar undir nationala og altjóða arbeiðið at minka um útlátið av veðurlagsgassum.

Comments

Sirið undirskrivað felags norðurlendska veðurlagsyvirlýsing

28/10/2015

Comments

 
Picture
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur á ráðharrafundi í dag undirskrivað eina felags norðurlendska veðurlagsyvirlýsing, har umhvørvisráðharrarnir vísa á týdningin at finna semju um eina nýggja bindandi veðurlagsavtalu á COP21 fundinum, sum verður í París í desember.
Norðurlendska umhvørvissamstarvið hevur í áravís sett sjóneykuna á útlát av veðurlagsgassum og negativu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum á landi sum sjógvi.
Ráðharrarnir ætla at halda fast um góða norðurlendska samstarvið á veðurlagsøkinum. Í hesum liggur eisini eitt ynski um at fylgja upp uppá niðurstøðurnar frá altjóða veðurlagsfundinum í París.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur at landsstýrið bíðar eftir niðurstøðunum frá COP21 í París, áðrenn støða verður tikin til at tillaga føroyska veðurlagspolitikkin frá 2009. Hon leggur aftrat:
- Í hesum sambandi fegnist eg um stóru viðurkenningina sum SEV fekk í gjár. Við sigrinum gongur SEV á odda í strembanini at minka um føroyska útlátið av veðurlagsgassum og hevur sett Føroyar á heimskortið innan grønar orkuloysnir.
Fundur við íslendska heilsumálaráðharran                    
Umframt at luttaka á ársfundi Norðurlandaráðsins hevur Sirið Stenberg eisini hitt íslendska starvsbróðir sín, Kristjan Tór Juliusson, heilsumálaráðharra. Tey umrøddu mál av felags áhuga og samstarvið landanna millum á heilsuøkinum.

Comments

​Skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni

28/10/2015

Comments

 
Picture
Mikukvøldið 28. oktober, verður aftur skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni kl. 17.30 við Marjun Lómaklett. Una Michaelsen, næmingur við Urguskúlan í Christianskirkjuni fer at spæla præludium, og næmingar hjá Lailu Nielsen í Klaksvíkar Tónlistaskúla spæla postludium á blokfloytu saman við urguleikaranum, Jóhannu. Aftaná eru øll boðin til skrúvur og kjøtsós í kirkjukjallaranum.VÆLKOMIN

Comments

Hátíðarhald fyri leiðarum á Barnatannrøktini

27/10/2015

Comments

 
PictureStarvsfólkini á Barnatannrøktini
Fríggjadagin 30. oktober kl.15.00 verður almenn móttøka í býráðssalinum fyri Boga á Steig, fráfarandi leiðara á Barnatannrøktini og Camillu Tardini, sum tekur við starvinum eftir Boga.
​

Bogi á Steig hevur verið leiðari á Barnatannrøktini seinastu 40 árini. Hesi árini hevur barnatannrøktin ment seg bæði í bygnaði og góðsku, og tennirnar hjá klaksvíksbørnum eru sum heild blivnar reinari og sterkari takkað verið stóra arbeiðnum, sum hvønn dag verður gjørt á Barnatannrøktini. Bogi hevur soleiðis slóðað fyri, at kommunala barnatannrøktin er so góð, sum hon er í dag. Bogi fer nú úr starvinum við eftirløn, og mánadagin byrjar Camilla Tardini í leiðarastarvinum á Barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu.

Camilla Tardini er 43 ára gomul og av Sælandi í Danmark. Hon hevur drúgvar royndir sum tannlækni í Danmark og úti í heimi. Eitt nú hevur hon bæði arbeitt sum kommunalur tannlæknaleiðari og sum privatur klinikeigari í Danmark. Hesar royndirnar gera hana sera væl skikkaða til starvið sum leiðari á Barnatannrøktini, har hon altso byrjar mánamorgunin 2. november.

Móttøkan fyri Boga á Steig og Camillu Tardini verður í býráðssalinum fríggjadagin 30. oktober kl.15.00

Comments

Alda og Vampýrella høvuðspersónar hósdagin

27/10/2015

Comments

 
Picture
Hósdagin 29. oktober skipa dagstovnarnir aftur fyri árliga barnafagnaðinum, har børn úr dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu koma saman.
Evnið á barnafagnaðinum í ár er málsliga menningin hjá børnum, og tí verður sjóneykan eisini serliga sett á hetta á sjálvum degnum. 

Leiðararnir á stovnunum skipa fyri ymsum ítrivum, sum á ymsan hátt stimbra málsligu menningini hjá børnum. Bøkur og lesnaður er ein týdningarmikil partur av málsligu menningini hjá børnunum, og tí verður upplestur eisini á skránni. Tí fara navnframu sjónleikararnir Hjálmar Dam og Vár Berghamar Jacobsen at lesa upp bøkurnar um Aldu og Vampýrellu fyri børnunum. 

Rannvør Isholm hevur nýliga latið bókina um Aldu úr hondum. Hon hóskar væl til barnagarðsbørn, og hósdagin fer Hjálmar Dam at lesa hana hart á barnafagnaðartiltakinum.

Hin bókin er Vampýrella, sum Edward Fuglø gav út í 2011. Vampýrella er er sera vælumtókt millum børn í Føroyum, og á barnafagnaðinum fer Vár Berghamar Jacobsen at lesa søguna um Vampýrellu hart fyri børnunum. 

Børnini, sum ganga á stovnunum í Klaksvíkar kommunu kunnu tí gleða seg til ein spennandi dag í Badmintonhøllini hósdagin, har tey sleppa at uppliva eitt sindur av hvørjum.


Comments

Nýggjur Sálarfrøðingur fyri Norðoyggjar

26/10/2015

Comments

 
Picture
Mong eru tey, sum kenna Annbjørg S. á Høvdanum - ið má kennast til at vera ein tann besti og viðkomandi sálarfrøðingur vit eiga her á landið. Og nú verður tað enn lættari hjá tær at fáa tíð hjá Annbjørg - sum er serkøn innan sálarliga hjálp.

Annbjørg hevur hjálpt fleiri hundrað menniskjum við rúsdrekkatrupuleikum, stress og sálarmøði. Hon hevur starvast sum fastur sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, men nú er hon byrjað fyri seg sjálvan burtur av.

Eisini vit á Norðoya Portali fara at njóta ágóðan av henni - tí hon hevur játtað at skriva nakrar tíðindastubbar fyri okkum um strongd, sálarmøði o.a.

Um tú vilt vita meira um Annbjørg, so ber eisini til at vitja hennara snotuligu heimasíðu - sum vit á Norðoya Portali eisini halda vera sera vakra og viðkomandi. Fyri at vitja heimasíðuni hjá Annbjørg, trýst HER

NP 26.10.2015

Comments

Tað fátækasta landið í heiminum hjálpir mest !!!

26/10/2015

Comments

 
Picture
Flóttafólka krisan fær ongan enda - og tað landi sum hevur tikið sær best av flóttum er Grikkaland - sjálvt um landið sjálvt er í eini stórari peningarneyð.

Bara henda mánaðin eru 157.000 flóttar komnir til Grikkaland - og roknað verður við, at 650.000 flóttar eru komnir kring allan heim via bátum - men rætta talið vita tey also ikki enn.

Roknast kann við, at Flóttafólkakrisan kann blíva nógv verri enn hvat hon longu er - og enn hava Føroyar ikki tikið ímóti nøkrum flóttum. Spurningurin er tískil enn, um vit eiga at hjálpa til ella ikki ..?

JáH (y) 26.10.2015 

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.