Annbjørg hevur hjálpt fleiri hundrað menniskjum við rúsdrekkatrupuleikum, stress og sálarmøði. Hon hevur starvast sum fastur sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, men nú er hon byrjað fyri seg sjálvan burtur av.
Eisini vit á Norðoya Portali fara at njóta ágóðan av henni - tí hon hevur játtað at skriva nakrar tíðindastubbar fyri okkum um strongd, sálarmøði o.a.
Um tú vilt vita meira um Annbjørg, so ber eisini til at vitja hennara snotuligu heimasíðu - sum vit á Norðoya Portali eisini halda vera sera vakra og viðkomandi. Fyri at vitja heimasíðuni hjá Annbjørg, trýst HER
NP 26.10.2015