NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eldur í Jákup B. 

29/5/2015

Comments

 
Picture
Eldur í Jákup B. júst nú, men tað kann ikki vera seraliga álvarsligt, ti har sæst ongin eldur ella roykir.

Nógv fólk eru á staðnum. Tríggir Sløkkiliðsbilar, sjúkrabilur og polti, so væntandi hava teir longu nú fingið tamarhald á eldinum.

Meira um eldin seinni.

Hesar myndir eru tiknar fyri 3 min. siðani.

SáH


Picture
Comments

Myndarøð - Sjúrðaberg komin aftur til Klaksvíkar við fullari last ídag

24/5/2015

Comments

 
Picture
Sjá niðanfyri, hópin av myndum, tá ið Sjúrðaberg kom aftur kl. 16.00 ídag.

Vælkomin heim.

SáH

Comments

Innerwheel Klaksvík 40 ár

24/5/2015

Comments

 
Picture
Tann 23. mai hátíðarhelt Innerwheel Klaksvík sín 40 ára stovningardag. 

Fundur var við Innerwhell Tórshavn og district presidenturinum fyrr uppá dagin. Eftir fundin vísti Jastrid og Símun Gullaksen Gamla Seglhús fram og fortaldi søguna um húsið.

Klokkan 18.00 var ein rimmar veitsla hildin í Smæruni í Klaksvík.

District Presidenturin fyri økið 44 Majbritt Bendixen saman við manninum, var komin heilt frá Danmark til Klaksvíkar, at hátíðarhalda dagin við Innerwheel í Klaksvík, hon helt eina góða talu og endaði taluna við at tosað á føroyskum.

Eisini Innerwheel Tórshavn vóru til veitsluna. Bjørg og Fróði Lassen komu longsta teigin, heilt frá Svøríki av, at hátíðarhalda dagin.

Gestarøðari var Henning Bøgesvang og hann helt eina skemtingarsama talu, har kvinnurnar í Innerwheel vóru mittpunktið ígjøgnum alla taluna.

Tríggjar kvinnur hava verið við øll 40 árini í Innerwheel Klaksvík og tær vóru sjálvandi eisini við, tær eru Maria Klein, Lillan á Hædd og Bjørg Lassen. Nógvar røður vóru hildnar og endaði borðhaldi við at Ásbjørn Lómaklett skipaði til Føroyskan dans. Sera góð veitsla og Rotary Klaksvík ynskir okkara kvinnum hjartaliga tillukku við 40 ára degnum.

SáH

Comments

Skandala úttøka hjá SSF til NMU í Jönköping og Til HMJ í Singapore

22/5/2015

Comments

 
Picture
Nú eri eg kanska ikki so innarliga í úttøking til Landsliðið, sum Starvsnevndin í SSF, men tað tikir mær sera løgið, at ongin úr Ægir bleiv úttikin til NMU í Jönköping og til HMJ í Singapore.

SSF grundar sína úttøku eftir Fina stig í hesum árinum og her sæst, um eg havi hugt rætt eftir, at bæði Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir hava fleiri stig enn Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, um tað er rætt, so er hetta ein stór skandala.

SSF fólkini kunnu siga, "at tey hava sýnt høgt støði í ár" og tískil skulu hesir svimjarnir við, men tey kunnu ikki samstundis siga, at úttøkan er eftir FINA stigum seinasta árið.

Eru svimjarnar í Føroyum, sum hava hægri stig enn hesir í 2015 og lúka treytirnar fyri aldrinum til NMU og HMJ, og sum ikki eru úttiknir JA, so skal úttøkan takast út av nýggjum.

Um eg havi hugt rætt eftir FINA stigtalvuni, so er ikki rætt farið fram hjá SSF og tá hjálpir ikki, at siga, at ein svimjari er fittir ella at svimjarnir er yngri enn hinir, tí skulu hesir luttaka í NMU og HMJ. Rætt skal vera rætt, eru svimjarnar í Føroyum betri enn hesir, so skulu teir við og soleiðis skal tað vera.

Her FINA topplistin fyri 2015:

Sára R. Nysted 714 stig
Ásbjørg Hjelm 683 stig
Signhild Joensen 657 stig
Lív E. Eidesgaard 628 stig.

Her meyl frá SSF sent tann 20. mai 2015

Starvsnevnd SSF hevur í kvøld tikið út fylgjandi landslið

Til NMU í Jönköping
***********************
Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Birni Sigvardsen (1999), Havnar Svimjifelag
Rókur Trygvason (2000), Reysti

Úttøkan er grundað á FINA stig rokkin í hesum ári, har vit sum undanfarin ár hava valt 500 FINA stig at vera lægstamark fyri úttøku.

Passar hetta, sum er skrivað frá SSF, so verður kravt, at úttøkan verður kolldømd og rættið svimjarnir vera tiknir út.

SáH


Comments

Talgildu Føroyar - lættari, betri og bíligari fyri samfelagið

22/5/2015

Comments

 
Picture
Ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina ætlan fyri at talgilda almennar tænastur. Verkætlanin hevur heitið Talgildu Føroyar. Verkætlanarbólkurin er mannaður við fólki úr almennu fyrisitingini, úr kommunum og vinnuni, umframt føroyskum og útlendskum serfrøðingum.

Stór menning fer fram innan talgilding. Í Føroyum er talgildingin tó í mestan mun farin fram á tann hátt, at einstøku stovnarnir hvør í sínum lagi hava ment sítt talgilda virksemi, heldur enn eftir eini yvirskipaðari ætlan og kós til frama fyri alt føroyska samfelagið.

Avleiðingin er, at á nógvum økjum eru KT-skipanir ikki nútímansgjørdar, og vit eru eftirbátur, tá ið tað ræður um talgildar tænastur til borgarar og vinnu. Grundleggjandi upplýsingar um borgarar, virki, fastar ognir o.tíl. - eisini nevnt grunddáta - verða skrásettar nógva staðni í almenna geiranum, og KT-skipanir og umsitingin av upplýsingunum er spjadd út í ymiskum stovnum, kommunum og feløgum. Men tørvur er á skynsamum samskifti millum hesar skipanir og at samskipa hesa skráseting fyri at tryggja, at upplýsingar altíð eru dagførdar. Úrslitið av vantandi samskipanini er tungar, manuellar og tíðarkrevjandi arbeiðsgongdir og dupultfunktiónir í tí almenna. Hetta hevur við sær, at óneyðug arbeiðsorka, tíð og peningur verða nýtt.

Høvuðsmálini fyri ætlanina eru:

  • At borgarar og virki kunnu avgreiða síni viðurskifti við tað almenna talgilt – eitt nú um borgara- og virkisportalar

  • At upplýsingar og tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum

  • At veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar

Yvirskipaðu málini eru:

  • Nútímansgerð av vælferðini og tænastunum hjá føroyingum

  • At útvega fyritreytir fyri effektiviseringum í almenna geiranum

  • Skapa størri kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku

25. juni verður ein yvirskipað strategi almannakunngjørd, við tilmælum um:

Talgildar Tænastur: Hvussu almennir og vinnuligir portalar skulu samarbeiða fyri at trygga, at borgarar og vinna skjótt og einfalt kunnu finna og nýta tær almennu talgildu tænasturnar.

Talgildur Samleiki: Uppskot til loysn um talgildan lykil til innritan og undirskrift, og sum hóskar til føroyska samfelagið.

Grundskráir og samskifti: Eitt yvirlit yvir grunddátaskráir og aðrar skipanir, sum nýta data og samskifta við hesar skipanir, og uppskot til eina yvirskipaða ætlan fyri umsiting av grunddáta, og hvussu KT-skipanir bæði hjá tí almenna og vinnuni kunnu gagnnýta hesi dáta.

KT í tí almenna: Staðfesting av myndugleika og organisering av talgildingartilgongdini og KT-virkseminum, sum tað almenna varðar av. Eitt nú hýsing av skipanum, trygg rakstrarumhvørvi, dagførd undirstøðukervi og standardisering av markamótum og skipanum.

Les meir um Talgildu Føroyar her:www.vmr.fo/arbeidsoki/talgildu-foroyar/


Comments

Øll skeinkistøðini í Føroyum lukkað kl. 24.00 íkvøld

22/5/2015

Comments

 
Picture
Øll skeinkistøðini í Føroyum lukkað kl. 24.00 íkvøld

Løgreglan hevur verið runt øll skeinkistøðini í Føroyum og boða frá, at íkvøld verður stongt kl. 24.00.

Hevur nakað skeinkistað longri opið, kann væntast, at tað fær fylgir fyri tað skeinkistaðið og kunnu tey væntað sær eina stóra bót.

Var og stongdi Maverick ínátt og tá kom løgreglan forbí og fortaldi mær, at íkvøld verður stongt kl. 24.00, sostatt vita tit tað.

SáH

Comments

Mannarættindastovnur millum tilmælini

20/5/2015

Comments

 
Picture
Føroyar eiga at umhugsa at seta ein mannarættindastovn á stovn, sum skal taka sær øllum mannarættindaspurningum í Føroyum. Tað er eitt av tilmælunum hjá ST, nú Føroyar hava verið til til hoyring hjá ST í sambandi við sáttmálan um at basa rasumismuni.

ST-nevndin mælir eisini millum annað til, at hóskandi lóggáva, ið bannar rasumismuni, verður sett í gildi. Eisini er neyðugt at menna skipanir, sum kunnu fáa til vega upplýsingar um rasumismun í Føroyum.

Niðurstøðurnar hjá ST kunnu lesast her.   

Føroyar lótu serstakt ískoyti til donsku frágreiðingina um ST sáttmálan at basa rasismu í 2013. Hoyringin um frágreiðingina var í Genéve 6. og 7. Mai í ár, har Føroyar luttóku saman við Danmark og Grønlandi.

Føroyar hava verið fevndar av sáttmálanum “Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination” síðani 1972. Sáttmálin hevur yvirskipað til endamáls at tryggja at øll eru jøvn fyri lógini og hava somu atgongd til grundleggjandi mannarættindi, uttan mun til rasu, húðarlit, tjóðskapar- ella samfelagsuppruna.

Næsta frágreiðing skal latast ST í seinasta lagi 8. januar 2019.

Mynd: Danska sendinevndin við umboðum frá Grønlandi og Føroyum í Genéve. Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboðaði Landsstýrið í Genévé.


Comments

Ramadi kríggj: Irak biður um frívillug at berjast ímóti IS

19/5/2015

Comments

 
Picture
Nú býurin Ramadi, ið hertikin sunnudagin av IS - vil mynduleikin í Irak hava hjálp frá frívilligum, at berjast aftur ímóti IS.

Barack Obama, sum er forseti í Amerika sigur, at teir arbeiða saman við stjørnuni í Irak - hvussu teir skilabest kunna fáa hersetta býin aftur.

Áleið 3.000 Shia hermenn standa til reiðar 20 km frá Ramadi og áleið 25.000 menniskjur eru flýdd av hersetta býnum - har mong av teimum sova úti í nátúruni.

JáH (y) 20.05.2015



Comments

Skúlabørn í Klaksvík rudda býin ídag

19/5/2015

Comments

 
Picture
Ídag ganga skúlabørnini í Klaksvík og rudda okkara kæra bý.  

Hesi fitti børnini ruddaðu við Djúpumýru, har tey samlaðu órudd og annað upp og koyrdi tað í plastikkposar, sum síðani vera samlaðir inn av Kommuni og koyrdir út til ruskplássið á Bumshamri. 

Haldi tey hugnaði sær óført, sjálvt um tað var eitt sindur kált í veðrinum.

SáH  

Comments

Føroyar: Ein inntøku kelda hjá Sea Shepherd

19/5/2015

Comments

 
Picture
Nú tað stundar heilt ávorligt, at felagskapurin Sea Shepherd aftur kemur til Føroyar, at forða fyri at vit føroyingar drepa grind - so er tað heilt opinlýst, at Føroyar er ein rein inntøka hjá felagsskapinum, tí felagsskapurin Sea Shepherd hevur ongar útreiðslur av teim frívillugi fólkunum, sum koma til Føroyar.

Tey sum frívilliga melda seg til herferðina ímóti føroyskum grindadrápi skula nevnaliga sjálvi gjalda fyri mat, ferðing og bústað. Sea Shepherd fær kring knøttin fleiri milliónir um árið fyri at reka teirra felagskap, men lítið & onki fer til tey fólkini, sum arbeiða fyri Paul Watson - og tískil so kann herferðin í ár - vera ein stór inntøku kelda fyri Sea Shepherd.

Roknast kann við einum stórum propaganda kríggi og kann hetta vera ein stórur smeitur fyri føroysku ferðavinnuna - og serliga tá í huga havast skal, at sjálvur Steven Spielberg atlar at hava upptøkur í Føroyum. Hvussu vit føroyingar berjast aftur - má so gerast soleiðis, at vit standa klár við orðum - so at lygnirnar hjá SS um okkum føroyingar ikki taka yvirhond.

Og enn manglar Sea Shepherd fleiri sum frívilliga skula vera á landi og hyggja eftir, hvar grindin ferðast. Sjálvur Paul Watson verður nokk ikki at síggja - tí hann sum vera man - er á svartalista á Interpol. Sea Shepherd koma til Føroyar tann 14. juni (dagin eftir Margreta drotninga vitjan) og vera teir her - heilt til oktober.

JáH (y) 20.05.2015 

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.