Nógvir stórir vinningar og longu hava fleiri vunnið.
Seðilin kostar 5,00 kr. stk. og keypa til 5 stk. so kosta teir bert 20,00 kr.
Selt verður til ongir seðlar eftir, so nú er at skunda tykkum.
SáH
Svimjifelagið Ægir hevur stórt køkutombola í Inn handlinum ídag. Nógvir stórir vinningar og longu hava fleiri vunnið. Seðilin kostar 5,00 kr. stk. og keypa til 5 stk. so kosta teir bert 20,00 kr. Selt verður til ongir seðlar eftir, so nú er at skunda tykkum. SáH Hugh Hefner er deyður Playboy stovnarin Hugh Hefner doyði seint í gjárskvøldið 91 ára gamal. Hann doyði av náturligan hátt í símun heimi, Palyboy Mansion, sambært Teri Thomerson, talsmaður fyri Playboy. Hefner var stovnarin av blaðnum Playboy Magazine, sum bleiv útgivið fyrsti ferð mitt í 1950unum og fekk stóran ávirkan á sex ídnaðin runt allan heimin. Eftir at sex var fy orð, bleiv sex meira normalt og man sá lekrar og tekkiligar kvinnur í blaðnum Playboy, sum bleiv selt í millióna eintøkum runt allan heimin. Hetta skrivar Wikipedia um Hugh Hefner: Hugh Marston Hefner (født 9. april 1926 i Chicago, Illinois, USA, død 27. september 2017 i Los Angeles, Californien, USA) var en amerikansk tidsskriftudgiver, grundlægger og ejer af Playboy (siden 1953). Han havde en lang række forhold til kvinder, ofte flere samtidig. TV-serien The Girls Next Door (2005-2010) handler om livet en række af Hefners kærester, i sæson 1-5 Holly Madison, Bridget Marquardt og Kendra Wilkinson. Hugh Hefner boede i Playboy Mansion i Los Angeles, Californien, USA - en af Los Angeles' mest berømte boliger. I 2016 solgte Hefner det ikoniske Playboy Mansion for 100 millioner dollars, men blev boede til sin død. SáH Í samband við íverksetan av formligari avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning til Fugloyar, har nevndu partar eru samdir um at loysa málið um oljuflutning til Fugloyar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdunum báðum, verður skipa fyri hátíðarhaldi á Kirkju. Hátíðarhaldið verður mikudagin 4. oktober 2017 kl. 13:30. Skrá: • Amalia í Frammistovu, borgarstjóri bjóðar vælkomin. • Sirið Stenberg, landsstýriskvinna flytir fram røðu. • Olja verður latin til fyrsta kundan. Aftaná verður borðhald í lærarahúsinum á Kirkju. FUGLOYAR KOMMUNA FERÐSLUTRYGD: Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi um innihaldið í verkætlanini, og hvussu hetta arbeiðið fer at ávirka ferðsluviðurskiftini í tunlunum. Virksemið norðan fyri tunlarnar Norður um Fjall er økt munandi seinastu árini. Hetta hevur millum annað við sær, at neyðugt er at økja um el-orkuna í økinum. Tí fer SEV komandi mánaðirnar undir arbeiðið at leggja el-kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Talan er um eitt heldur krevjandi arbeiði, sum tekur tíð, og sum tískil eisini fer at ávirka ferðsluna í tunlunum. Arbeiðið byrjar hálvan oktober og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir. Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, meðan arbeitt verður millum klokkan 23.00 á kvøldi til 05.30 á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00. Í sambandi við fyrireiking av arbeiðinum eru serligar trygdarætlanir gjørdar fyri arbeiðið, soleiðis at trygdin í tunlunum verður minst møguliga ávirkað , meðan arbeitt verður. Hvørja nátt verður tyrvt út yvir aftur grevsturin, og vegurin verður somuleiðis javnan vaskaður, soleiðis at ferðslan um dagin verður minst møguliga nervað av arbeiðinum. Tá arbeiðið er liðugt, verður øll vegbreiddin asfalterað av nýggjum. Kunnandi fundur í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli Skipað verður fyri kunnandi fundi um hetta arbeiðið mikudagin 27. september kl. 19.00 í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli, har umboð fyri SEV, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Endamálið við fundinum er at geva øllum áhugaðum innlit í verkætlanina, hví hetta arbeiðið er neyðugt at fara undir júst nú, og eisini at geva øllum innlit í tíðarætlan fyri verkætlanina og broyttu ferðsluviðurskiftini í tunlunum hetta tíðarskeiðið. Skrá Kl. 19.00: Vælkomin: Umboð fyri kommunurnar Kl. 19.15: Verkætlanin: SEV Kl. 20.00: Ferðslutrygd og –viðurskiftir: Landsverk Aftaná ber til at gera viðmerkingar og seta spurningar. Øll áhugaði eru vælkomin. Kelda: www.vidareidi.fo SáH Høgni Hoydal fekk ein konkretan spurning frá Hanus Hansen í Radarnum í gjár, hví Landsstýrið ikki gerð tað sama við alivinnuna? sum teir nú ætla at gera við fiskivinnuna, har allur útlendskur kapitalur skal út úr vinnuni. Sama spurning fekk Aksel V. Johannesen á Gotlandi frá KVF í summar og Aksel svaraði, tí teir eru á Oslo børsinum, svaraði løgmaður, men Høgni Hoydal hevði sjálvandi ikki hoyrt tað sendingina í Sjónvarpinum og fekk hann snúgva sær undan spurninginum og tískil einki svar uppá spurningin hjá Hanusi. Ótrúðligt at hann slapp undan at svara, er tað so galið, at summar vinnur í Føroyum kunnu hava útlendskan kapital og aðrar ikki. Eru ikki øll líka fyri lógina í Føroyum? SáH Tveir persónar hava latið lív og tveir aðrir eru sáraðir, eftir at ein maður skjeyt frá hond í einari pubb í Bayern, Traunreut í Týsklandi ígjár, veit NTB at siga frá. Ein maður kom inn í barrina ígjár kl. 22.30 og skjeyt tveir menn og sáraði tvær kvinnur. Tilstandurin hjá kvinnunum er álvarsom, men stabilur. Hví maðurin gjørdi hetta álop á týsku barrina er enn óvist, men løgreglan úr Týsklandi kannar nú málið. JáH (y) 17.09.2017 *** Í samband við fiskikappingina leygardagin tann 16.09.2017 *** Tilmelding fer fram umborð á Draganum millum klokkan 7.30 og 8 -Tað er ókeypis at luttaka 😊 Einasta treyt er, at tað í minsta lagi skulu vera 2 manns við hvørjum báti -einki hámark er. Vinnari er tann bátur, ið hevur mest kg. pr. mann. Eisini verður latið steyp fyri tyngsta fisk. Skipa verður fyri flutningi av fiski av Borðoyarvík, um tørvur er á tí. Vit vóna at síggja nógvar luttakarar 🎣🐟😊 Victor á Lakjuni skrivar áhugaverda grein á Facebook um Stangavegin, les greinina herundir: Vit búgva við Stangavegin, sum er høvuðsvegur á eystara armi í Klaksvík. Tað er sjálvandi óneyðugt at fortelja klaksvíkingum og norðoyingum yvirhøvur hvussu nógv ferðsla dagliga fer eftir Stangavegnum, bæði suðureftir og norðureftir. Allir viðingar, sundafólk, árnfirðingar, kunoyingar, ánafólk og haralsundsfólk og onnur koyra dagliga eftir hesum vegi og sjálvandi umframt alla ferðsluna, sum virkir norðanfyri krevja , Kósavirkið, Klaksvíkar Sleipistøð, Norðhavnin og nú eisini stóra virkið sum Bakkafrost er í ferð við at byggja norðuri á Strond. Øll henda ferðsla til og frá hesum stóru virkjum gongur eftir Stangavegnum. Fyri nú mongum árum síðani varð Stangavegurin breiðkaður og gjørdur nýtiligur við gongubreyt báðumegin júst heim til okkara hús. Hetta var tiltrongt og neyðugt, men her steðgaði prosjektið. Ætlanin var, at Garðabrekkan skuldi gerast minni brøtt við gongubreytum báðumegin og rundkoyring vist omanfyri her hjá okkum, og tað hevði eisini verið gott um so varð, men av givnum orsøkum fall henda ætlan burtur. Tað sum eisini hoyrdi til prosjektið var, at Klaksvíkar Kommuna hevði ætlan um at gera “svingið”, sum er umleið 25 gr. beint við har sum Bakkavegurin (Stangaskákið) fer oman, øðrvísi, so útsýni heim eftir Stangavegnum bleiv munandi betri saman við “mjúka” svinginum, og sjálvandi gongubreyt báðumegin. Einki av hesum bleiv til nakað, og tað tykist ikki, sum Kl. Kommuna hevur nakra loysn við Stangavegnum. Ferðslan heldur á við at økjast, og tað við fullari ferð. Og tað gongur bara sum best ber til. Her er eingin gongubreyt, ikki so frægt sum eitt fótgangarfelti (gonguteigur) tvørturum vegin, so at fólk, børn sum vaksin og tey sum súkkla, kunnu kenna seg nøkulunda trygg. Bilar og teir stóru lastvognarnir við anhengarum av øllum møguligum sløgum fara ýlandi framvið her, og summir av bilførarunum á teimum stóru og tungu bilunum eru púra ábyrgdarleysir, koyra sum svakir. Tað er eitt undur, at eingin mannskaði er hendur her. Men eg kann nevna, at fyri nøkrum árum síðani koyrdi ein “konteinarabilur” við stórum kontainara á lastini (haldið 40 fót) framvið her, og komin heim um her hjá okkum, júst har Bakkavegurin gongur oman, tá hoyrdi eg eitt øgiligt buldur, var staddur niðanfyri húsini. Rann niðan og síggi ein kontainara liggja á vegnum, hann var illa festur og skreiddi av lastini. Ikki ringt at ímynda sær hvat hevði hent, um fólk tá hevði gingið framvið. Tað eru eisini nøkur ár síðani at Klaksvíkar Býráð samtykti, at komandi tunnil/tunlar norður um Fjall skuldi fara inn/út í Ánunum. Henda samtykt, at holið skuldi borast í Ánunum, og ikki í Gerðabø, varð grundað á, at flestu, kanska allir býráðslimir vildu hava ferðsluna at ganga ígjøgnum býin, m.a. tí hetta skuldi vera betri fyri handilslívið. Eg veit ikki um tey, sum koma at brúka tunlarnar mest, nevniliga tey sum búgva norðanfyri, viðingar, sundafólk og árnfirðingar vóru so frægt sum eftirspurd. Havandi í huga hvussu nógv ferðslan fer at økjast táíð tunnilin norður um Fjall verður veruleiki, so skuldi tað bara av teirri orsøk verið sjálvsagt, at sett hol á Gerðabø, tí harvið hevði ferðslan verið betri javnað, “fordeild”. Øll ferðslan til áðurnevndu virki í Klaksvík hevði framvegis sjálvandi gingið eftir Stangavegnum, kanska nakrir fáir bilar koyra eftir Skáltavegnum/Kjalarvegnum/Kráargøtu. Øll hin ferðslan, til viðingar og sundafólk, árnfirðingar og virkini norðanfyri kemur tá út/inn í Gerðabø. Eg kann ímynda mær, at allir viðingar og øll sundafólk og annars øll skilagóð fólk ynskja, at tunnilin kemur út í Gerðabø. Allar grundgevingar tala fyri tí. Ein viðingur sum ætlar sær eini ørindi út til Runavíkar t.d. verður mikið glaðari at sleppa undan at koyra ígjøgnum Klaksvíkina við niðursettari ferð og stórari ferðslu, hann koyrir 3,2 Km. styttri og vinnur fleiri minuttir í tíð, og hóast tunnilin Gerðabøur/Árnafjørður verður nakað longri (ca. 1 Km.) enn verandi tunnil úr Ánunum, (og ætlaði tunnilin úr Ánunum, sum vónandi ikki verður til nakað hevur somu longd) so verður leiðin samanlagt kortini væl styttri enn tann verandi. Haraftrat, um viðingurin samstundis hevur eini ørindi í Klaksvík, so er hann nærri Klaksvíkini í síni heild, enn um tunnilin kom út í Ánunum. Í Gerðabø er hann mitt í Klaksvík, í Ánunum í útjaðaranum. Og ikki at tala um, um ørindini eisini eru til ítróttarøki við fótbóltsvølli og svimjihøll. Í dag, har sum tað ber til at leggja landsveg og ferðslu uttanum bygt øki, verður alt gjørt fyri at so verður. Landsvegurin í Leivík frá tunnilsmunnanum frá undirsjóartunlinum er eitt dømi um óneyðugan eykakostnað, orsaka av ov lítlum umhugsni, haldi eg. Men í Klaksvík hevur Býráðið samtykt at noyða ferðsluna ígjøgnum býin til uppaftur størri og óneyðugan ampa fyri fólkið, sum býr her. Grundgevingin, at tað verður betri fyri handilslívið, at ferðslan verður noydd ígjøgnum Klaksvík, er ógvuliga tunn, fyri ikki at siga tóm, tí flestu fólk eru soleiðis, at tey hava eina ætlan við sínum biltúri, tey stevna á tað staðið, har kósin frammanundan er sett, onnur gera sjálvandi túrin uttan ávísa ætlan, bara fyri at hugna sær, og koma tey út úr Gerðabøi, so er báðir armarnir í Klaksvík opnir, bæði høgri og vinstri (eystari og vestari), og báðir eru líka nær. Vælsignaðir býráðslimir, gerið nú nakað við Stangavegin áðrenn skaðin hendir, og ógildið verandi samtykt viðvíkjandi tunlinum norður um Fjall, og arbeiði fyri at hann kemur út í Gerðabø, øll vera glaðari. Nú er gylt høvi at gera tað. Facebook 13. september Victor á Lakjuni Nú 30 vikur eru farnar síðani at Norðlýsið varð selt til Jóannes Skorheim, (pápi Jógvan Skorheim), Palla Skorheim (beiggja Jógvan Skorheim) og Jóhan Lutzen, hevur Klaksvíkar Kommuna lýst í hvørjum tí einasta Norðlýsið við heilsíðu lýsingum og haldi tykkum fast, ein síða kosta also 7.020,00 kr. fyri hvørja lýsing og tað hevur kostað okkum skattgjaldarum 210.600,00 kr., men í fleiri bløðum hevur Klaksvíkar Kommuna lýst við fleiri síðum, eitt nú í blað nr. 13 tann 26. apríl 2017, tað blaðið kostaði okkum skattgjaldarum 28.240,00 kr., so væntandi er lýsingargalskapurin hjá Klaksvíkar Kommunu farin uppum 300.000,00 kr. higartil í ár. Klaksvíkar Kommuna lýsir heldur ikki bara í blaðnum Norðlýsinum, teir lýsað eisini á internet Norðlýsinum og har eru lýsingarprísirnir sera høgir, toppbannarin 980x150px kostar kr. 750,00 kr. um dagin. Ja, tit hoyrdi rætt 750,00 kr. um dagin. Hví lýsir Klaksvíkar Kommuna so nógv? Hyggja vit eftir hinum Kommununum í landinum, so síggja tit ikki Tórhavnar Kommunu lýsa við heilsíðulýsingum í Dimmalætting og Sosialinum, tey bløðini kunnu kallast lokalbløð í høvuðsstaðnum. Tit síggja heldur ikki Runarvíkar, Tvøroyra, Vágs ella Vágakommunu lýsa við heilsíðu lýsingum hvørja viku. Eg má bara spyrja, hvat er hetta fyri nakað? og eru tað ongar klokkur sum ringja í Klaksvík? Vitandi um, at fólk í umsitingini á Klaksvíkar Kommunu eru dømd fyri av órøttum at flutt einum ítróttarfelag pengar til ítróttarútgerð og viðkomandi bleiv dømdir í fongsil og stórum endurgjaldskravið, so líkist hetta við lýsingarpengunum hjá Klaksvíkar Kommunu nógv tí sakini, har Klaksvíkar Kommunu gevur einum ávísum blaðið lýsingarpengar viku eftir viku og eg má bert spyrja, er tað lógligt? Er tað lógligt, so er tað í fínasta íordan, bert spell, at Klaksvíkingin verður stýrd at pengaglaðum fólkum, sum einast tonkja uppá sín og familjurnar pengapung. Norðoya Portalurin fær so ongar lýsingarpengar frá Klaksvíkar Kommunu, sjálvt um vit hava skriva nógv tíðindir um Klaksvík, men sjálvsagt, eg eri ikki í familju við Jógvan Skorheim, so har gerst einki. Klaksvíkar Kommunu segði aftaná Býráðsvalið, at Klaksvíkar Kommuna skuldi vera meira opin, so nú er tað uppá sítt pláss, at tit geva borgarnum í Klaksvík eina forkláring um lýsingargalskapin hjá Klaksvíkar Kommunu. Livst so spyrst. SáH |
Greinar
January 2025
|