NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Komið og samli undirskriftir, tit !!!

30/9/2014

Comments

 
Picture
Sea Shepherd kemur aftur og aftur og aftur ...

So hvat gera vit føroyingar við tað ?!? Jú takk - eg havi loysnina til júst hetta og tað er sera einkult. Tað er at bannað SS'arnir at koma til Føroyar aftur ... ever.

Hvussu gera vit tað ?!? Eftirsum løgtingsmenn & Føroya Løgting ikki tonkir so nógv uppá hvussu nógvan skaða Sea Shepherd ger í Føroyum - so hevði tað kanska verið eitt hugskot og samla undirskriftir til niðanfyri standandi tekst:

"Frá dags dato er tað ólógligt hjá felagsskapinum Sea Shepherd og teirra limum, at koma til Føroyar (hetta er galdandi bæði fyri føroyskt land og føroyska sjógv). Henda lóg er gjørd fyri at verja ta føroyska samfelagi - soleiðis at felagskapir, sum ikki hava virðing fyri Føroyum og hvat vit standa inn fyri - IKKI sleppa inn á føroyskt økið fyri at oyðileggja okkara umdømið."

It's a done deal - Bannað Sea Shepherd at koma til Føroyar aftur ... burdi tað ikki verið líka til ?!? Vilt tú eisini koma fram við tínari meining, so skriva hana HER ella á okkara FB síðu HER


JáH (y) 30.09.2014


Comments

Gekka upphædd RISASTÓR ... og tó ..! 

26/9/2014

Comments

 
Picture
Mangir føroyingar spældu nokk Gekk ígjár og kanska varð tað ikki bert undirritaði, sum undraðist yvir at upphæddarnir av Gekkinum vóru tær somu - Blái vinningar: 2 - 3.000, Reyður vinningur ca. 5.000 og Gulir vinningur: Norrøna og so sjálvandi Ælabogin, har ein vinnur eitt av hvørjum (meini at tað er okkurt sovorði).

Ikki nokk við tí, at ein kann vinna 1,1 millión skattafríar krónir í Gekkinum - men ver ikki so sikkur uppá teg sjálvan. Tí tann sum loksins slapp ígjøgnum ígjár - vann smáar 10.000 skattafríar krónir, sum ikki er nógv at reypa av - tá ein endiliga er sloppin ígjøgnum til Gekkin. Faktist tók eg synd í manninum.

Come on, folkens - Gerið Gekkin meira spenndandi & stuttligan 

Nú upphæddin er vorðin 1,2 milliónir skattafríar krónir - so hava vit á Norðoya Portali eitt hugskot til næsta Gekk. Líkasum tit gjørdu seinast, tá ein hevði møguleika at vinna 1 millión, so burdi tit hjá KVF havt "live" tónleik (Boð: Sámal Ravnsfjall ella Hans Hjalta Skaale) so at undirhalds virðið av Gekkinum bleiv nakað hægri.

Síðan so skuldi ein min. vunnið 10.000,00 kr (sjálvandi skattafrítt) tá ein kom ígjøgnum við einari røð og Bláan, reyðan osv. vinning afturat tí. Og eftir at ein varð komin ígjøgnum við fullari plátu - so burdi ein minst vunnið 50 - 100.000,00 kr (bara fyri at koma ígjøgnum) og so Gekka upphædd afturat (tó max. vunnið 1,2 millión skattafrítt).

Latið Gekkin vera stuttligan, ríkan & góðan, tí mong eru tey - sum nýta at spæla og hví ikki geva teim fólkunum sum spæla hvørt vikuskiftið okkurt fyri pengarnar ?!? Hvat við møguleikanum við at vinna ein bil eisini ?!? 

Vónandi taka tit ímóti góðum ráðum hjá KVF - og eg gleði meg at vinna næsta ferð ;-)

JáH (y) 27.09.2014

Comments

Toskakvotan á Flemish Kap óbroytt

26/9/2014

Comments

 
Picture
Hesa vikuna hevur NAFO hildið sín 36. ársfund í Vigo í Spania.

NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum.
 
Toskakvotan á Flemish Kap verður á sama støði komandi ár. Stovnurin er mettur at vera væl fyri, men seinastu kanningarnar hava víst eina ávísa niðurgongd í stovninum.

Avgjørt varð at taka atlit at hesum viðurskiftum og skerja heildarveiðuna við 5% niður í 13.795 tons. Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni.

Sostatt verður føroyska toskakvotan á Flemish Kap komandi ár 3.083 tons.

Umframt toskakvotuna, hava Føroyar kvotu av svartkalva og kongafiski í NAFO økinum.

Føroyska kvotan av svartkalva og kongafiski í 2015 verður ávikavist 199 tons og 69 tons.


Avgerð varð tikin um at banna beinleiðis fiskiskapi eftir rækjum í NAFO øki 3L í 2015.

Veiðibannið er galdandi innanfyri kanadiskt sjóøkið og í altjóða sjógvi.

Støðan í rækjustovninum á Grand Bank hevur verið sera vánalig seinastu árini, og longu undanfarna ár mælti vísindanevndin til ongan fiskiskap.

Ein avmarkaður fiskiskapur varð loyvdur í 2014, men neiliga gongdin í stovninum tykist tíverri halda fram.

Undirtøka var ikki millum londini fyri at halda fram við fiskiskapinum í 2015. 
 

Veiðibannið fyri rækjufiskiskapi á Flemish Kap, sum hevur verið galdandi síðani 2011, stendur við.
 

Føroysk skip gingu fyrst í nítiárunum á odda við rækjuveiðu í NAFO økinum.

Umboðið fyri DFG gjørdi á fundinum vart við, at hesin fiskiskapur hevur stóran týdning fyri Føroyar og talan tí er um ein smeit fyri føroysku rækjuvinnuna.

Umboðið legði afturat, at Føroyar framvegis mótmæla rækjubýtinum í Grand Bank. Mótmælið er grundað á søguligu veiðuna hjá Føroyum.


Í NAFO luttaka Føroyar og Grønland saman undir heitinum Denmark in respect of Faroe Islands and Greenland.

Elin Mortensen úr Uttanríkistænastuni var sendileiðari í føroysku sendinevndini, ið eisini taldi umboð úr Fiskimálaráðnum, VØRN og Føroya Reiðarafelag. 

Kelda: Løgmansskrivstovan


Comments

Fundur í Klaksvík um eldraøkið 

26/9/2014

Comments

 
Picture
Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í Ósáskúlanum um framtíðar eldraøkið. 
Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras fara at leggja fram.

Tíðindaskriv, 26. september 2014

Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum í framtíðin gera tað alneyðugt at hugsa nýtt. Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá vælferðarsamfelagnum broytast.

Hetta verður evnið á almennum fundi, sum TIGN skipar fyri í Ósáskúlanum í Klaksvík, týskvøldið 30. september kl. 19.30, har fleiri áhugaverdar framløgur vera at hoyra.  

Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði, fer at leggja fram nøkur úrslit frá kanning um tað at eldast í Føroyum: 

- hvat hevur týdning í einum gerandislívi 
- hvussu uppliva tey eldru sjálvi tað at eldast.

Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn, og Eyðfríð L. Jacobsen,  leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, fara at hava felags framløgu:

hvussu Tórshavnar kommuna ætlar at skipa eldraøkið, nú tað verður yvirtikið 
hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fer at tosa um framtíðar avbjóðingar á eldraøkinum:  
stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni
neyðugt við nýhugsan og broytingum innan eldraøkið
broytingar, sum skulu til fyri at tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu

Hedevig Matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum
týdningin av at røra seg, tá ein eldist, eisini hóast sjúku ella brek

Eftir fundin er orðið frítt og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Vegna TIGN

Rúna Sivertsen
Hanne-Dot Ludvig
Betzy Ludvig
Mary Antonsdóttir
Tóra Tórgarð


Comments

Bilar blástir av vegnum !!!

26/9/2014

Comments

 
Picture
Fyri lítlari løtu síðani endaði hesin vørubilurin (mynd til vinstru) uttanfyri vegin av einari kraftigari hvirlu. Sjálvur koyrdi eg beint frammanfyri og sá eg hvussu bilførarin stríddist við at hava bilin verandi á vegnum. 

Eg setti síðan bilin hjá mær og fór yvir fyri at hjálpa til - men bilførarin fortaldi mær frá, at ongin varð komin til skaða og at eg kundi bara koyra avstað víðari.

Eg varð ikki sørt skelkaður av tí heila og koyrdi síðan víðari og tá eg varð komin til vegin millum Fjarða, sá eg enn ein vørubil vera blást av vegnum (hygg mynd niðanfyri) so ikki kann sigast annað, at ein varð eitt anilsi stúrin við at koyra við einum Toyota IQ - sum næstan kundi verið keyptur við einum Kindereggi.

Picture
Vindurin & hvirlurin ryktu og skryktu í tann lítla Toyota IQ bilin og eg valdi at koyra sera spakuliga restina av túrinum heim.

So til endans vil eg biðja bilførari at vera sera ansin - tá tit koyra úti í dag. Hvirlurnar eru sera ógvusligar og eg haldi eisini, myndirnar tala fyri seg sjálvar - verið ansin, tit.

JáH (y) 26.09.2014

Comments

Peter Bethune: Paul Watson gav mær boð til søkka okkara egna bát

26/9/2014

Comments

 
Picture
Longu í ár 2010 fáa vit eitt innblikk yvir hvat fyri mann vit hava við at gera. Og niðanfyri er so ein søga, sum gekk verðina runt fyri nøkrum fáum árum síðani:

WELLINGTON, New Zealand — Sea Shepherd søkti við vilja teirra enn high-tech protest bát, eftir í januar 2010 báturin Ady Gil rendi saman við eitt japanskt hvala skip - og bleiv hetta gjørt fyri at vinna sympati við útiheimin - soleiðis tók skiparin av bátinum Ady Gil til orðanna.

Peter Bethune frá New Zealand segði at báturin Ady Gil fekk nógvan skaða, men at hann fekk ordrar frá Harra Watson sjálvum at søkka bátin. Paul Watson sigur at hetta ikki er sannheit og at Peter sjálvur tók hesa avgerð.

Ady Gil skuldi søkkast, tí tá á sinni varð Paul Watson við einari sending, sum bar navnið "Whale Wars" hjá kanaluni Animal Planet - og førdi tað við sær, at røðin "Whale Wars" fekk ein størri skara av hyggjararum.

Sjálvur sigur Peter Bethune um støðuna: "Paul Watson varð mín admiralur. Hann gav mær ordrar og eg fullførdi teir. Eg skammaðist yvir tað tá og eg skammist yvir tað nú."

Og leggur afturat: "Hetta varð gjørt í loyndum. Eg fekk boð um, at eg mátti ikki fortelja hetta fyri nøkrum - ikki mínari familju eingong og so slett ikki eigaranum av bátinum, Ady Gil."

Les restina av søguni HER

JáH (y) 26.09.2014
Kelda: Huffingtonpost




Comments

A Letter to Paul Watson

26/9/2014

Comments

 
Picture
Dear Mr. Paul Watson

 I wander Why do you keep spreading lies about Faroe Islands? Is it because you have a sincere hate against us? It must be clear to anyone with just a little bit of critical thinking, that You're NOT telling the truth about the whale killing. - and when we try to debate you - you only mock us. 

Why do you leave out important facts when you talk of our whale killing? Facts like that our whale killing is sustainable that we only kill a about 800 a years of the millions of pilot whales - that swim in our ocean?! And the fact is - that they die very quickly (about 2 seconds) and thus do not have a long suffering !? 

Our news portal www.nordportal.net have been writing some stuff about Sea Shepherd and it is in my belief - that the main reason why the Poul Watson crew keep coming back is to disturb us, is to make a huge profit out of selling the name: Sea Shepherd. We are a peaceful country with almost no murders. The air is very clean (maybe the cleanest in the world) and almost everybody is nice and people can feel safe in our unspoiled country. 

We usually welcome everybody and we have no interest of harming anyone. The remarks you have in your Facebook site are terrible and manipulative and only ignorant peoples with no IQ would write all the crap that has been written there. It has come to my understanding, that Sea Shepherd has used about 3.000.000,00 Danish Kroners to spoil our good name. Everyone has a right to believe in a cause, but if you have to lie about it to get people to follow you, then your cause can not be very strong. A strong case still stands with the truth, but yours does not. Why don't you start telling some truth also and start cleaning up our good name?!? Or is it only in your interest to destroy Faroe Islands?!?

In fact, the way you behave, might actually provoke the Faroese people that otherwise would have stopped eating whale meat because of health reasons, to keep eating whale meat – pressure creates counter pressure. If you want to know more truth about Faroe Island - then visit the homepage: http://www.visitfaroeislands.com/ 

Kind regards 

Jógvan á Høvdanum (junior)

Comments

Norðoya Portalur í hernað ímóti Paul Watson

26/9/2014

Comments

 
Picture
Nú hava SS'arnir verið yvir 100 dagar á Føroya landið og sverta okkum út - og vit á Norðoya Portali siga bara: "Nú kann nokk vera nokk !!!" og eru farnir í holt við Paul Watson sjálvan.

Fyri fyrst, so hava vit spurt nakrar spurningar til Harra Watson - har vit krevja svar frá honum um hví hann heldur tað vera so áhugavert, at oyðileggja okkara góða navn. Les spurningar til Watson (og møguliga svar) seinni á Norðoya Portali. 

Síðan so fara vit eisini longur út í djúpdina fyri at finna útav, hvat fyri felagskapur Sea Shepherd í veruleikanum er. Eitt nú skal kannast hvussu nógvan skaða SS hevur volt heiminum og um Paul Watson veruliga er vegetar.

At ein felagskapur kemur til Føroyar er fyri so vítt ongin trupuleiki, men tá felagskapurin kemur til Føroyar fyri at oyðileggja okkara góða navn - so spæla vit á Norðoya Portali ikki við longur !!!

JáH (y) 26.09.2014

Comments

Skráin fyri hátíðarhaldi hjá Norðoya Sparikassa íkvøld

24/9/2014

Comments

 
Picture
Norðoya Sparikassi 95 ár

Kvøldsetan verður í skúlanum við Ósánna íkvøld 24. september 2014.

Skrá:

Kl. 19.00: Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa bjóðar vælkomin.

Kl. 19.10: Jóannes Hansen, cand.mag. og studentaskúlalærari hevur framløgu við heitinum "Peningastovnurin á bygd".


Kl. 19.30: Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur heldur fyrilestur um viðkomandi søguligar hendingar seinastu 95 árini.

Kl. 19.50: Steðgur: Í steðginum borðreiðir Gutti Winther, sum vit kenna frá sjónvarpsendingini "Spískamarið" við spennandi brellbitum, og somuleiðis verður høvi at njóta okkurt leskandi.

Kl. 20.30: Tónleikur: Hallur, Beddi og Kristina framføra. 

Kl. 20.40: Jan Müller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki  hevur framløgu um oljuleiting og oljuvinnu í Føroyum.

Kl. 21.00: Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag hevur framløgu um fiskiveiðisamstarvið, vit hava við onnur lond - sett inn í søguligan samanhang og menningina av altjóða havrættinum, m.a. útflytingarnar av fiskimarkinum.

Kl. 21.30: Kvøldsetan endar.





Øll eru hjartaliga vælkominNorðoya Sparikassi






Comments

Norðoya Sparikassi 95 ár ídag

24/9/2014

Comments

 
Picture
Sparikassin hevur varðveitt sín uppruna sum ábyrgdarsparikassi.

Mikudagin 24. september eru 95 ár síðani, at Norðoya Sparikassi varð stovnaður. Á hesum degi í 1919 varð samtykt at fara undir sparikassavirksemi sambært teimum ásetingum, sum frammanundan vóru góðkendar av handilsmálaráðharranum. Talan var um 40 ábyrgdarar í Klaksvík og hinum bygdunum í Norðoyggjum, ið tilsamans teknaðu 20.000 kr. í ábyrgdarfæi.

Talið av ábyrgdarsparikassum er nógv minkað seinnu árini. Fleiri, sum upprunaliga vóru ábyrgdarsparikassar, eru nú partafeløg, og nú er ikki longur lógarheimild fyri at seta ábyrgdarsparikassar á stovn. Norðoya Sparikassi er nú einasti ábyrgdarsparikassi í Føroyum, og ábyrgdarfæið er umleið níggju milliónir krónur. Samlaði eginpeningurin er 170 milliónir krónur. Evsta vald í Norðoya Sparikassa hevur Umboðsráðið, sum telur 39 limir. Umboðsráðið velur nevndina, ið setur stjóran.

Níggju ár eftir stovnanina, tann 11. juni 1928, varð grundarsteinurin lagdur til bygningin hjá Norðoya Sparikassa. Í landnyrðingshornið varð ein glaskrukka løgd við einum tíggjukrónustykki av gulli, einari tvíkrónu av silvuri, einari einkrónu úr silvuri, einum fimmogtjúguoyra og einum tíggjuoyra úr silvuri, trimum fimmoyrum, tveimum tveyoyrum og einum eittoyra úr kopari.

Í 1951 varð bygt upp í suðureftir og vestureftir, og í 1975 varð bygningurin vestanfyri víðkaður, har sum gamla telefonstøðin hevði staðið. Her er høvuðsdeildin framvegis.

Sparikassin hevur eisini deildir í Fuglafirði, Runavík og Tórshavn. Í dag starvast 50 fólk í Norðoya Sparikassa.

Sjálvan føðingardagin, mikudagin 24. september 2014, verður kaffi og okkurt afturvið at fáa á øllum deildunum.

Mikukvøldið verður almenn kvøldseta í Skúlanum við Ósánna klokkan 19.00, tá Marner Mortensen, stjóri bjóðar vælkomin.

Gutti Winther, sum er kendur frá sjónvarpssendingini Spískamarið, fer at borðreiða við góðum brellbitum, og høvi verður at njóta okkurt leskandi.

Fýra stuttir fyrilestrar – hvør teirra er umleið eitt korter – eru eisini á skránni. Tað vera Jóannes Hansen, Eyðun Andreassen, Jan Müller og Herálvur Joensen, ið fara at fyrilesa. Eisini fara Hallur, Kristina og Beddi at syngja og spæla. Kvøldsetan endar klokkan 21.30.

Norðoya Portalurin ynskir Norðoya Sparikassa hjartaliga tillukku við degnum og góðan byr framyvir.

Kelda: Tíðindaskriv NS






Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.