NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Maverick Barr og Føroya Bjór við á Posthúshjørinum

30/12/2014

Comments

 
Picture
Ísamband við stóra brakið á Posthúshjørninum, hevur Maverick Barr jattað saman við Føroya Bjór, at vera við í tiltakinum, har vit fara at selja øl, cider og sodavatn.

Selt verður frá kl. 22.30 og til kl. 00.30 og verður tað Jóanes Sivertsen, sum ferð at standa fyri søluni.

Selt verður úr einum av smáttinum í jólabýnum, fyri at gera tað so hugnaligt sum møguligt.

Selt verður bara í plastikkbikør og vónandi fara øll, sum luttaka í tiltakinum, at koyra bikørini í skrellispannirnar,
sum Klaksvíkar Kommuna hevur sett upp á økinum.
 Í hesum sambandinum vil Maverick Barr ynskja øllum eina góða veitslu og ynskja øllum, eitt gott nýggjár og takka fyri árið í fór.

Skráin er hendan: 

Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spæla og syngja. 
Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls. 
Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen spæla og syngja.
Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn.

Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.

SáH

Comments

Mótstøðumaðurin hjá Putin handtikin

30/12/2014

Comments

 
Picture
Mótstøðumaðurin hjá Putin er nú handtikin - eftir at hann vildi gera eina protest - tí at bróður hansara bleiv handtikin fyri einari viku síðani og fekk ein dóm uppá 3 ½ ár ígjár fyri stuldur. 

Stór ivamál eru sett í ljós av hesum dómi - sum granskara halda vera ein fúl skomm fyri Russland.

Og tá yngri bróður hansara fekk dómin ígjár rópti Navalny eftir dómaranum: "Hví døma tit beiggja mín ? Er tað fyri at straffa meg enn harðari ?!?" 

Alexei Navalny, sum stillaði upp ímóti forsetanum Vladimir Putin til seinasta val fekk 27 % av stemmunum. Navalnu er tann kritiska røddin í Russlandi og er hann ikki bangin fyri at siga sína meining um Putin.

Alexei Navalny sum hevur havt húsa-arrest, har hann ikki skal fara út úr húsinum skrivaði á Twitter: "Ja, eg havi húsa-arrest. Men eg fari út nú, tí eg vil heldur vera saman við tykkum." Yvir 2000 fólk møttu upp til protestina ígjár og skjótir vóru teir at handtaka Navalny (og 200 onnur) sum kann rokna við at fáa ein harða fongsulstraff frá Putin.

Tá Navalny bleiv handtikin fortaldi hann fyri fjølmiðlum: "Eg geri hetta ikki fyri beiggja mín, mína familja ella ávís fólk - men tí at hetta vemmiliga hevur verið alt ov leingi til ..!"

Nú eru so báðir tveir handtiknir og roknast kann við einum ordiligum stríðið í komandi framtíð í Russlandi - har viðhaldsfólk hjá Navalny fara at gera alt í teirra makt, at fáa teirra hetju leysa aftur frá Putin stýrinum.

JáH (y) 31.12.2014


Comments

Stuðul latin menningarverkætlanum innan útbúgving og heilsu

30/12/2014

Comments

 
Picture© Løgmansskrivstovan
Landsstýrið brúkar írestandi játtanina innan menningarsamstarv til menningarverkætlanir innan útbúgving og heilsu.

Hetta byggir á tilmæli frá fyrisitingini og ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv.

“Eg viðurkenni syrgiligu støðuna hjá flóttafólkunum í flóttafólkalegunum í Libanon, men havi tikið undir við tilmælinum frá míni fyrisiting og ráðgevandi nevndini at nýta írestandi upphæddina til upprunaliga endamálið við játtanini til menningarsamstarv. Mín støðutakan byggir á, at málsviðgerðin hevur virkað sambært fyriskipanini á hesum øki”, svarar løgmaður millum annað Henriki Old, tingmanni Javnaðarfloksins, í grein 52 a fyrispurningi.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her

JáH (y) 30.12.2014
Kelda: Løgmansskrivstovan


Comments

Fýrverkssølan í Klaksvík tann sama í ár, við einum píli uppeftir

30/12/2014

Comments

 
Picture
Svimjifelagið Ægir, sum hevur selt fýrverk í fleiri ár, letur væl at søluni í ár, men stóra sølan er ídag og ímorgin, sigur nevndalimurin John D. Olsen.

Vit gjørdi søluna upp í gjárskvøldið og var sølan tann sama í ár, sum í 2013, við einum píli uppeftir.

Ægir selur fýrverk á Stongunum í hølinum hjá Vøruhúsinum og alt yvirskotið ferð til raksturin av felagnum.

Her nakrar myndir frá nýggjárinum í Klaksvík 2013/2014, sjá herundir.

SáH

Comments

Vita ikki hvussu nógv eru deyð enn

29/12/2014

Comments

 
Picture
Mynduleikar úr Italia siga, at nógv menniskjur eru enn vekk av skipinum Norman Atlantic.

Ein maður doyði, tá hann royndi at rýma frá skipinum - sum varð á veg úr Grikkalandi til Italia og 9 onnur lík eru síðan funnin.

Tey sum hava yvirliva - siga, at hetta vóru scenur frá Helviti umborð á skipinum, sum eldur varð í.

Yvirlivandi fortelja frá, hvussu eldurin byrjaði sunnumorgunin og at manningin ikki heilt visti hvussu hon skuldi bera seg at.


Picture
Tey sum hava yvirliva - hava eisini klaga yvir, at har ikki vóru nokk av brandalarmum og at ongin vakti tey ferðandi, sum enn lógu og svóvu í teirra kamarið - ímeðan eldroykurin varð uppá tað ringasta.

Ímeðan tey ferðandi royndu at sleppa til rýmingar, so varð tað ódnarveður og sera kalt uttan - og samstundis sera heit at vera verandi umborð.

Meira enn 400 menniskjur blivu bjargaði - men mynduleikarnir vilja ikki út við hvussu nógv ferðandi vóru umborð.

JáH (y) 30.12.2014


Comments

Amerika: Loft álop á Somalia

29/12/2014

Comments

 
Picture
(Reuters) - Amerikanska militeri hevur koyrt eitt loft álop á Somalia mánadagin - har teir royna at raka leiðarin fyri bólkin Al Shabaab, sum eisini settur ísamband við al Qaeda.

Loft álopið varð í staðnum Saakow, Somaila og enn vita vit ikki um nøkur fólk hava latið lív. Vit fortelja tykkum, so skjótt vit vita okkurt." fortaldi amerikanski Verndar talsmaðurin Mark Wright fyri fjølmiðlunum í dag.

Al Shabaab vil gjarna hava strangar Islamiskar lógir í landinum og tað hóvar amerikumonn ikki.

JáH (y) 30.12.2014



Comments

Hvussu nógv kostar Løgtingið ?!?

29/12/2014

Comments

 
Picture
Hvussu nógv kostar tað at reka eitt Løgting í Føroyum ?!?

Tað er 33 mans Tingmenn, sum sita har og skræða seg sundir og saman um viðurskiftir, sum ávirka okkum øll. Men hvussu nógv kostar hetta í veruleikanum ?!?

Um vit bert seta eitt fiktivt tal upp - sosum 30.000,00 kr um mánaðin, so tjenar ein Tingmaður um árið 360.000,00 kr. 

Og tekur tú so 33 Tingmenn, sum tjena áleið tað sama - so hevur tú ein knappliga eina rokning uppá 11,8 milliónir um árið og tá hava vit ikki tikið fundarpening, reisupening, matpening osv. við.

Heilt einfalt er svarið: 11,8 milliónir um árið - men vit vita jú, at sooooo einfalt er tað nokk ikki ..!

JáH (y) 30.12.2014

Comments

Borgarstjórin setir Jobmatch

29/12/2014

Comments

 
Picture© Tórshavnar Kommuna
Í morgin verður Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið setir starvsstevnuna í ár. Til ber hjá øllum við áhuga fyri starvsmøguleikum í Føroyum at práta við kommunur, fyritøkur og stovnar.

Jobmatch er fyri lesandi og fólk við útbúgving – antin tey búgva í Føroyum ella uttanlands.

Les meira HER

JáH (y) 29.12.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Rekord í at skriva við hansara nøs

29/12/2014

Comments

 
Picture
Ja - nógvar eru rekordarnir nú á døgum - her er eitt gott dømið uppá tað ...

23 ára gamli Mohammed Khursheed Hussain hevur rekord í at skriva við hansara nøs. Hansara nøs megnar at skriva heili 103 orðasetning uppá 47,44 sekund - ímeðan hendurnar eru bundnar aftanfyri hann.

Hann hevur eisini eina aðra rekord - hann megnar nemliga at skriva alt tað enska alfabeti uppá 3,43 sekund.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 29.12.2014


Comments

Mynduleikar í Indonesia siga, at flúgvarin møguliga liggur í botninum á sjónum

28/12/2014

Comments

 
Picture
Ein flúgvari hjá AirAsia, sum hevði 162 ferðafólk við - kann møguliga liggja í botninum á tí Indonesiska havinum - siga keldur frá Asia í dag. Hjálparfólk frá skipum og flogførum eru enn og leita eftir tí horvna flogfarinum.


Flúgvarin frá AirAsia - ein Airbus A-320-200 bleiv knappliga vekk, tá piloturin bað um loyvið at flúgva hægri fyri at sleppa undan tí vánaliga veðrinum. Hann skuldi annars flúgva úr býnum Surabaya til Singapore sunnudagin. 


JáH (y) 29.12.2014


Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.