NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Queen Victoria farin avstað ímorgun

26/6/2013

Comments

 
Picture
Stóra ferðafólkaskipið við teimum 1900 ferðafólkunum fór kl. 05.00 ímorgun  avstað aftur til havs. Queen Victoria vitjaði í 12 tímar í Klaksvík og tað var  gott lív í býnum, ímeðan fólkini vóru her í gjárskvøldið. Handlarnir høvdu opið leingi og onkur nýggj barr og matstað stungu seg upp. Haldi bert tað er spell, at truðka alt saman á Biskopstø á einum alfagra vegi, har nógv ferðsla er.  Kanska eitt hugskot at flutt tilhaldstaðið niðan í Djúpumýri, so slaps undan ferðslu ruðuleikanum í býnum. Tað er Inger Klein Olsen úr Vestmanna sum er  skipari hendan túrin.


SáH


Comments

Um semjuna millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám

8/6/2013

Comments

 
PictureMyndaánari: Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám gjørdu í gjár nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1. oktober í 2015. Eins og felagið er eisini Fíggjarmálaráðið sum heild nøgt við sáttmálan.

Formaðurin Kári Jespersen er tó ikki nøgdur við, at Fíggjarmálaráðið skal hava sagt, at sáttmálin ásetur, at næmingarnir skulu lata inn færri uppgávur.

Rætt er tað, at tað er ikki sáttmálin, sum ásetur, at færri skrivlig avrik skulu latast inn. Tað er ásett í kunngerð, men at siga, at Fíggjarmálaráðið ber rangar upplýsingar, er at taka í so rívan til.

Nýggja miðnamsskúlaskipanin er samtykt í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, og í kunngerð eru ásetingar um tey skrivligu arbeiðini, sum nú gerast færri í tali.

Tann nýggi sáttmálin er tillagaður minkaða talinum av skrivligum arbeiði, og tað er at fegnast um, at partarnir hava funnið semju um hesi viðurskifti.

Snorri Fjallsbak
Fíggjarmálaráðið

Comments

Nýggjur sáttmáli: meira og betri skúli

6/6/2013

Comments

 
PictureMyndaánari: Fíggjarmálaráðið
Sáttmálin við Yrkisfelagið Miðnám gevur meiri undirvísing og letur upp fyri nýggjari undirvísing á breytum

Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám hava ídag undirskrivað nýggjan lønarsáttmála.

Yrkisfelagið Miðnám er ein samanlegging av Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans.

Lønarhækkingarnar eru á sama støði sum sáttmálarnir við onnur fakfeløg.

- Sáttmálin við Yrkisfelagið Miðnám er týðandi, tí hann letur upp fyri fleiri spennandi møguleikum. Samstundis fær skattaborgarin meira og betri skúla fyri færri skattakrónur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Fortreytir eru eitt nú skaptar fyri, at miðnámsskúlarnir kunnu skipast í størri deplar, tí sami sáttmáli er galdandi fyri studentaskúlar og handilsskúlar.

Sáttmálin er eisini treyt fyri, at nýggja gymnasiala útbúgvingarskipanin, sonevnda breytaskipanin, kann setast í verk. Tilsamans fer hetta at skapa møguleikar fyri samrakstri millum útbúgvingarskipanirnar.

Partur av semjuni er, at næmingar, ið fara undir útbúgving 1. august í ár, skulu lata inn færri skrivligar uppgávur. Tá fara lærarar at brúka minni tíð til at rætta uppgávur og meira tíð saman við næmingunum. At lærararnir fara at undirvísa meira er ein sparing fyri landið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri. 

Partur av semjuni er eisini, at ársverk verður sett í verk frá 1. august 2013. Tað fer at økja leiðslurúmið hjá stjórunum.

Nýggi sáttmálin við Yrkisfelagið Miðnám er galdandi til 1. oktober 2015.

Fíggjarmálaráðið, 6. juni 2013

Comments

Nýtt møtistað fyri føroyingar á alnótini

2/6/2013

Comments

 
Picture
Fyri fáum døgum síðani lat nýggj heimasíða upp, ið kallast Heima.fo.

Heima.fo er nýtt møtistað fyri føroyingar og til ber at kjakast um mangt og hvat, keypa og selja, melda seg til áhugabólkar, fylgja við hvørji tiltøk eru í Føroyum, møta nýggjum vinum í kjakrúminum og mangt annað. 

Hóast tænastan júst er latin upp fyri almenninginum, so hava longu fleiri enn 150 føroyingar  skrásett brúkara á Heima.fo. 

- Vit vóna at føroyingar koma við íblástri, meiningum og verða við til at gera tænastuna fjølbroytta og áhugaverda, siga stigtakarirnir til Heima.fo

Ætlanin er eisini at víðka við fleiri tænastum og tí eru fleiri spennandi ting í væntu komandi tíðina.

Vitja Heima.fo á www.heima.fo.

Comments

Super gott show !!!

1/6/2013

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Vit á Norðoya Portali vóru til tiltakið Haugaard Pelagic, har stúgvandi fult varð í Batmintonhøllini.

Ikki kann sigast annað, at tey á Norðoyastevnuni hava spíla seg sjálvan ordiliga út, og mangar av sketchinum vóru sera væl skrivaðar og framførdar.

Og so slapp ein eisini upplivað Jacob Haugaard, sum er ein meistari at standa á einum palli. Stuttligt varð tað eisini, at hoyra Jacob synjga á føroyksum. Super, siga vit bara

JáH (y) 02/06-12

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.