NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Lokking og avnoyðsla til almenna hoyring

30/8/2023

Comments

 
Picture
Skjótt skal tað vera revsivert at fremja kynsliga avnoyðing ella at lokka børn og ung við ætlan um at fremja kynsligan ágang.

Í dag er lógaruppskot sent til ummælis um at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.

“Lokking” verður eisini kallað “grooming” og sipar til, tá ið persónur roynir at byggja upp samband við eitt barn ella ein ungan undir 18 ár við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang móti barninum ella tí unga. Sambandið verður vanliga bygt upp á netinum.

Kynslig avnoyðsla eitur á enskum “sextortion” og er samanseting av orðunum “sex” og “extortion.” Hetta er, tá ið persónur eitt nú brúkar nakinmyndir ella annað kynsligt tilfar av órættaða til at noyða órættaða at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.

Seinastu árini hevur tað víst seg at kynsligur harðskapur byrjar á netinum. Okkara børn og ung ferðast nógv á netinum, og tí mugu tey verjast betur, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Uppskotið verður væntandi borið í tingið í heyst og skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2024.

Tað ber til at lesa og ummæla lógaruppskotið HER.

Løgmálaráðið

Comments

Maverick er klárt til stóra braki í morgin

30/8/2023

Comments

 
Picture
​Í morgin verður stóra braki ímillum Sheriff Tiraspol - KÍ og Maverick er klárt saman við øllum KÍ fjepparnum at heppa KÍ til sigurs.

Dysturin byrjar klokkan 18:00 og vit hita upp frá klokkan 17:00.

Vónandi vera tað nógvir fjepparar í hvítum og bláum.

Koyr á KÍ

Picture
Picture
Comments

​Landsstýriskvinnan fingið tilmæli um jarðhitaboringar

29/8/2023

Comments

 
Picture
Fyri kortum heitti Kommunufelag Føroya á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um at endurskoða skipanina við jarðhitaboringum. Hetta eftir at fleiri kommunur vóru givnar at lata boriloyvi, tí at ónøgd var millum annað um dálking frá boristøvi.

Landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, setti tí ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at gera tilmæli til møguligar tillagingar í skipanina við jarðhitaboringum.

Arbeiðsbólkurin varð mannaður við umboðum fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna og Umhvørvismálaráðið.

Arbeiðsbólkurin hevur latið frágreiðing við tilmælum av hondum. Tilmælini kunnu í høvuðsheitum flokkast í fýra bólkar:
Nýggjar mannagongdir skulu tryggja, at boristøv ikki verður leitt út í nærumhvørvið
Teknisk krøv skulu verja av grundvatn í sambandi við boringar
Drekkivatnsøki skulu skrásetast betur, so tey ikki verða ávirkað av jarðhitaboringum
Jarðhitahol skulu skrásetast betur, soleiðis at vitanin kann nýtast frameftir

Landsstýriskvinnan fegnast um nýggju tilmælini. “Nú fara vit at seta hetta í verk sum skjótast, so vit kunnu tryggja, at grøna orkuskiftið kann halda áfram undir skipaðum kørmum”, sigur Ingilín D. Strøm.

Frágreiðing og tilmælið kunnu lesast her.

Umhvørvismálaráðið

Comments

Ung úr Føroyum boðin í føðingardag hjá H.K.T. Christian Prinsi

29/8/2023

Comments

 
Picture
Løgmansskrivstovan leitar eftir tveimum 18 ára gomlum føroyingum, ið kundu hugsað sær at komið í 18 ára føðingardag hjá H.K.T. Christian Prinsi.

Tann 15. oktober 2023 verður H.K.T. Christian Prinsur 18 ár.
Í hesum sambandi skipar Kongshúsið fyri stórari føðingardagsveitslu, Gallataffel, á Christiansborg Slot. Fleiri enn 200 ung úr øllum ríkinum eru boðin við - herundir ein genta og ein drongur úr Føroyum. Harumframt bjóðar Kongshúsið eisini trimum ungum úr Føroyum millum 18 og 25 ár, ið hava skarað framúr innan ítrótt, mentan ella list. Kongshúsið velur hesi trý.

Løgmansskrivstovan leitar tí eftir tveimum 18 ára gomlum føroyingum, einari gentu og einum dreingi, ið kundu hugsað sær at komið í 18 ára føðingardag.

Einasta treyt er, at tú hevur fylt 18 ár áðrenn 15. oktober 2023.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost við navni, bústaði og føðingardegi á [email protected].

Øll innkomin nøvn verða viðgjørd í trúnaði.

Freistin er 7. september kl. 12.00.

Eftir freistina verður trekt lut millum innkomnu nøvnini.

Veitslan verður á Christiansborg Slot í Keypmannahavn 15. oktober 2023 kl. 17.00. Ynskiligt er, at føroysku gestirnir eru í tjóðbúna.

Løgmansskrivstovan rindar fyri ferðaútreiðslur og gisting í eina nátt.

Um tit hava spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við Pól R. Wolles, deildarstjóra, á [email protected]

Løgmansskrivstovan

Comments

​Norrøna má javnseta føroyingar og útlendingar

28/8/2023

Comments

 
Picture
​Vit skriva 2023 og tað er ikki gott nokk, at føroyingar ikki kunnu síggja føroyskt sjónvarp umborð á Norrønu, har útlendingar kunnu síggja upp til 25 kanalir.

Grundgevingin hjá Norrønu fyri at føroyingar ikki kunnu síggja føroyskt sjónvarp er sendinetið ella haldaragjaldið, men so er at fáa tað gjørt og er tað haldaragjaldið, so er at gjalda eitt haldaragjald.

Úrslitið hjá Smyril Line var 16 milliónir í 2021, men eg kann ikki síggja úrslitið fyri 2022 á heimasíðuni hjá Smyril Line, men væntandi er tað nógv betri enn 2021, nú ferðavinnan blomstrar aftur eftir Korona.

Norrøna bleiv umvæld og endurnýggjað síðst í 2020 og kom aftur í sigling í mars 2021. Skipið fekk 50 nýggj kømur, harav 32 nútímans dupultkømur, men lítið bleiv gjørt fyri at betra um internetið og sendinetið umborð og tað eigur Smyril Line at raðfesta nú.

Eg vil heita á nevndina í Smyril Line at javnseta føroyingar og útlendingar umborð Norrønu, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Comments

Skúlabørn vitjaðu borgarstjóran

28/8/2023

Comments

 
Picture
Fyrr í dag vóru seks fittar gentur úr 6.d á Skúlatrøð og vitjaðu Karl Johansen, borgarstjóra. Hetta var í samband við eitt skúlablað, har tær skulu gera eina samrøðu við borgarstjóran.

Tær spurdu eitt nú, hvussu tað er at vera borgarstjóri í Klaksvík, hvat var gott við at vera borgarstjóri og eisini hvat Karl ætlaði sær at gera í framtíðini. 
Til tann seinasta spurningin segði borgarstjórin smílandi: 
- Nú havi eg 1 ár og 4 mðr. eftir sum borgarstjóri, so eg skal til at taka støðu nakað skjótt, um eg stilli upp aftur, ella um eg velji at gerast fólkapensjonistur.

Vit siga takk fyri vitjanina Lea, Rebecca, Nanna, Ró, Alda og Anastasia. 👏🎙

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Hvussu við endurgjaldi við Norrønu, tá ið ferðin verður útsett í 24 tímar?

27/8/2023

Comments

 
Picture
​Man kann fáa upp til 4.500,00 kr. í endurgjaldi, um eitt flogfelag ikki heldur tíðarætlanina, men hvat vit Norrønu?

Norrøna hevur havt seinkingar síðani 8. august og tær hava verið heilt uppí eitt samdøgur, 24 tímar, alt hetta tíðarskeiðið, men hvussu við endurgjaldskravi? er tað bert galdandi tá ið man flýgur?

Bert ein spurningur, tí tað kann hava stórar fylgjur fyri ein, um ein hevur bókað sær ferðaseðil víðari til annað land ella um ein ikki møtir til tíðina, tí ein hevur verið seinkaður 24 tímar, av tí at Norrøna ikki hevur hildi tíðarætlanina.

SáH

Her broytingarnar hjá Norrønu í august 2023:
Siglingarætlan 2023
GG! Broytingar viðvíkjandi siglingarætlanini.

Vegna illveðrið í Hirtshals 8. august eru seinkingar í siglingarætlanini fram til 23. august 2023.

​Smyril Line

Picture
Comments

Maverick Barr letur upp klokkan 14 í dag, KÍ - EB/Streymur leika

27/8/2023

Comments

 
Picture
Í dag er aftur nógvur fótbóltur á skránni. Maverick Barr letur upp klokkan 14:00, har vit fara at hyggja eftir Sheffiel United - Manchester City.

Vit fara eisini at hita upp til dystin KÍ - EB/Streymur klokkan 15:00 og so verður stórdysturin Newcastle - Liverpool vístir klokkan 16:30.

Kom forbí og heppa KÍ til sigurs. Koyr á KÍ.

Skráin sunnudagin er hendan:

Kl. 14:00 Sheffield United - Manchester City
Kl. 14:30 Mainz 05 - Eintracht Frankfurt
Kl. 15:00 KÍ - EB/Streymur
Kl. 16:30 Villarreal - Barcelona
Kl. 16:30 Bayern Munchen - Augsburg
Kl. 16:30 Newcastle - Liverpool
Kl. 17:00 FC Nordsjælland - FC Midtjylland
Kl. 18:30 Valencia - Osasuna
Kl. 20:30 Athletic Bilbao - Real Betis

Comments

Hvat hendir í Maverick tann 26 - 27 august

26/8/2023

Comments

 
Picture
​Maverick Barr letur upp nú klokkan 18:00, tað verður enskur, italienskur og spanskur fótbóltur, skráin er hendan:

Kl. 17:30 Brighton - West Ham
Kl. 19:45 AC Milan - Torino
Kl. 20:30 Sevilla - Girona

Eisini verður tónleikur á skránni. Væntandi eitt friðaligt kvøld, nú tey flestu eru farin í Norðfestivalin.

Sunnudagin 27.08 lata vit longu upp klokkan 14:00, vit fara at hita upp til heimadystin KÍ - EB/Streymur.

Skráin sunnudagin er hendan:
Kl. 14:00 Sheffield United
Kl. 14:30 Mainz 05 - Eintracht Frankfurt
Kl. 15:00 KÍ - EB/Streymur
Kl. 16:30 Villarreal - Barcelona
Kl. 16:30 Bayern Munchen - Augsburg
Kl. 16:30 Newcastle - Liverpool
Kl. 17:00 FC Nordsjælland - FC Midtjylland
Kl. 18:30 Valencia - Osasuna
Kl. 20:30 Athletic Bilbao - Real Betis

So hópin av fótbólti, kom forbí og málað Maverick Blátt og hvítt.

Koyr á KÍ

Comments

HANSINA IVERSEN SÝNIR FRAM Í GAMLA SEGLHÚSINUM

25/8/2023

Comments

 
Picture
​Listaframsýningin “Skjótt, tó ikki seint” - við Hansinu Iversen letur upp í Gamla Seglhúsinum leygardagin tann 26. august 2023

Fernisering verður leygardagin tann 26. august 2023 klokkan 16:00 og kemur Kinna Poulsen at røða.

Eisini verður tónleikur og lættari ábit umframt at tað er møguligt at hitta listakvinnuna.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 24. september 2023.

Hjartaliga vælkomin 😊

www.gamlaseglhusid.fo

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.