NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tríggjar konsertir  í dag leygardagin 1. oktober

30/9/2022

Comments

 
Picture
​Smærri tiltøk hava seinastu dagarnar sett ein serligan dám á vikuna. Leygardagin verður onki undantak. Rennibreytin verður alment tikin í nýtslu og aftaná tað verður lagt upp til hugnaligar gongutúrar í býnum, har møguleiki er at fara til ikki minni enn tríggjar ymiskar konsertir.

Tiltøkini á skránni til Virkið heyst eru samskipaði í góðum samstarvi við vinnuna, felagsskapir og áhugafeløg, og sum nakað heilt serligt skipa tríggjar vinnufyritøkur í býnum fyri virkiskonsertum.

LookNorth, Kjølbro Heilsølan og KSS bjóða nevnliga inn til forkunnugar tónleikaligar upplivingar.

Kl. 13 syngja Danny og Ingi inni á lagrinum í Heilsøluni

Kl. 15 TOS framførir inni í virkisbygninginum hjá LookNorth

Kl. 16 Hoppiborg og grillaðar pylsur við smiðjuna hjá KSS

Kl. 17 Bollarnir framføra á verkstaðnum hjá KSS

Les alla skránna á klaksvik.fo

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Nú skal kommunulæknaskipanin raðfestast

30/9/2022

Comments

 
Picture
Tað er eingin loyna, at stórt trýst er á kommunulæknaskipanina í Føroyum. Hóast talið av kommunulæknum í føstum starvi er økt tey seinnu árini, eru framvegis fleiri viðtalur mannaðar við avloysarum. Men nú hevur Landsstýrið valt at fremja fleiri raðfestingar á hesum økinum í 2023.

Tríggjar nýggjar kommunulæknaviðtalur
Fólkavøksturin hevur verið stórur í Føroyum seinastu árini. Hetta hevur við sær, at talið av persónum, sum eru knýttir at ávísum viðtalum kring landið, er økt so nógv, at grundarlag er fyri at seta fleiri kommunulæknar í starv í ávísum økjum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur tí gjørt av, at fleiri kommunulæknaviðtalur skulu setast á stovn komandi ár. Eftir ætlan verður ein nýggj kommunulæknaviðtala í Fuglafjarðar læknadømi, ein í Norðoyar læknadømi og ein í Suðurstreymoyar læknadømi.

Eg fari at gera alt fyri, at vit fáa eina so góða kommunulæknaskipan sum gjørligt. Tað er sera umráðandi, at allir borgarar í landinum hava líka góða atgongd til ein kommunulækna. Vísir tað seg, at tað er okkurt í vegin við skipanini, so má skipanin broytast – allir borgarar í Føroyum skulu tryggjast góða tænastu og javnbjóðis atgongd.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina
Nú er tíðin komin at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina. Tí fer landsstýrismaðurin í næstum at taka málið upp við Trivnaðarnevndina fyri Løgtingið umframt umboð fyri andstøðuflokkarnar. Er politisk semja um at endurskoða kommunulæknaskipanina, fer landsstýrismaðurin at arbeiða miðvíst við at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina í komandi ári.

Læknavaktin varð eftirmett fyrr í ár, og partarnir – sum eru Heilsumálaráðið, Heilsutrygd, Sjúkrahúsverkið og Kommunulæknafelag Føroyar – eru samdir um, hvussu læknavaktin skal skipast frameftir. Nýggja semjan um skipan av læknavaktini kann verksetast, tá ið Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya eru samd um sáttmálaviðurskiftini.

Vænta góða tilgongd av nýggjum kommunulæknum komandi árini

Sum nevnt, eru framvegis fleiri kommunulæknaviðtalur í Føroyum mannaðar við avloysarum. Men tað eru góð útlit viðvíkjandi tilgongdini við kommunulæknum. Fleiri læknar eru í løtuni undir høvuðsútbúgving í almennum medisini, tað vil siga undir útbúgving til kommunulækna. Í løtuni eru tilsamans 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna, væntandi verða trý liðug komandi ár, tvey í 2024, trý í 2025, tvey í 2026 og ein í 2027.

Í meðal eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna í senn, tvey nýggj høvuðsútbúgvingarstørv verða sett um árið, og í meðal verða tveir læknar lidnir við útbúgvingina til kommunulækna um árið. Seinnu árini hevur tilgongdin av læknum verið støðug, og tað hevur eydnast at seta flestu høvuðsútbúgvingarstørvini, sum hava verið lýst leys.

1. mars í ár vóru 20 ár síðan útbúgvingarskipanin varð sett í verk, tá høvdu tilsamans 33 læknar lokið høvuðsútbúgvingina. Tilgongdin av læknum er voksin nógv seinastu árini, og talið av føroyingum, sum lesa læknafrøði, er somuleiðis hækkað nógv seinnu árini.

Landsstýrismaðurin fegnast um góðu útlitini til framhaldandi støðuga tilgongd av kommunulæknum.

Heilsumálaráðið

Comments

​John Syderbø nýggjur vinnu- og mentanarstjóri

30/9/2022

Comments

 
Picture
Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta John Syderbø í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 13 umsóknir vóru til starvið.

John Syderbø er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni, sum sjálvstøðugur ráðgevi.

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala. Hann hevur breitt innlit í vinnulív, og hevur eisini innlit og royndir við leiðslu og fyrisiting í kommunalari fyrisiting.

Áður hevur John Syderbø m.a. starvast sum marknaðar og produktstjóri hjá Føroya Tele frá 2015 – 2021.

John Syderbø byrjar í starvinum mánaðarskifti oktober/november 2022.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Almenn móttøka: Rennibreytin tikin í nýtslu

30/9/2022

Comments

 
Picture
Leygardagin 1. oktober kl.11.00 verður almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi verður tikið í nýtslu.

Tey, sum halda røðu, eru Karl Johansen, borgarstjóri, umboð fyri Treysti og FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya). Eisini luttekur Klaksvíkar hornorkestur við hugnaligum tónum.

Eftir hátíðarhaldið bjóðar Klaksvíkar kommuna kaffi og okkurt søtt. Rennibreytin verður opin fyri almenninginum frá kl. 12.00.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsskráin 29. september

29/9/2022

Comments

 
Picture
Býráðsskráin 29. septemberBýráðsskráin fyri fundin í morgin, 29. september 2022, er nú tøk. Býráðsfundurin byrjar kl. 16.30 og til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Tilber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á www.stream.fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: býráðsskráin 29. september. 2022.

Á skránni er millum annað rakstrarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2023. Mett verður at Klaksvíkar kommununa fer at hava 310 milliónir krónur í inntøkum næsta ár. Raksturin fer at kosta 249 mió.kr. Avlopið verður slakar 50 mió.kr.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Klárt at fara undir at umvæla gula hús í Klaksvík

16/9/2022

Comments

 
Picture
​Arbeiðstakarasáttmálin um at umvæla og umbyggja gula hús í Klaksvík varð undurskrivaður í dag.

Arbeiðstakarasáttmálin er undirskrivaður við Norðhús Sp/f, sum saman við teknstovuni Fuglark hevur gjørt umvælingarætlanina. Talan er um eina dagføring av gula húsið, eisini kallað læknahúsið í Klaksvík. Húsini hava verið nýtt til bústað og viðtaluhølir hjá læknum fram til 90ini.

Í húsinum verða umleið 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn. Ætlanin er, at fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið flytir úr gamla skrivstovubygninginum í gula hús eftir umvælingina.

Umvælingin verður eftir ætlan liðug síðst í 2023.

Á myndini omanfyri eru:
Hjalti Josephsen, stjóri Norðhús Sp/f
Alexandra á Dul, stjóri Klaksvíkar Sjúkrahús
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari Landsverk

Heilsamálaráðið

Comments

Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt nýggjar limir í Etiska Ráðið

16/9/2022

Comments

 
Picture
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur valt nýtt Etiskt Ráð, sum tekur við 1. oktober 2022.

Nýggja ráðið verður mannað soleiðis:
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur (formaður)
Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum
Leif Olsen, sosialráðgevi
Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur
Noomi Gregersen, verkætlanarleiðara í Fargen
Arni Zachariassen, rúsviðgeri
Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
Súsanna Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingur
Løgtingslóg um Etiskt ráð fekk gildi tann 1. september 2017, og tann 1. januar 2018 fór Etiska ráðið formliga til verka. Etiska ráðið hevur soleiðis sitið í meira enn 4 ár, og tí skal nýtt ráð veljast.

Etiska ráðið verður valt 4. hvørt ár og verður mannað við níggju ráðslimum, sum verða sitandi til nýtt ráð tekur við. Sambært lógini setur landsstýrismaðurin í heilsumálum ráðið eftir hesum reglum:

Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim
Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggir limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ið hava umboð á Løgtingi.
Sambært § 6, stk. 3 í  løgtingslógini um Etiskt ráð, skulu limirnir hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Harumframt skal landsstýrismaðurin í heilsumálum tryggja, at ráðið verður sett saman við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað. Tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Í hesum føri eru Ann Danielsen, Leif Olsen og Jógvan D. Hansen afturvald.

Landsstýrismaðurin vil takka teimum limum, ið hava sitið farna tíðarskeið. Nýggja ráðið fer til verka 1. oktober 2022 við støði í tí góða arbeiði, sum sitandi ráð hevur útint.

Heilsumálaráðið

Comments

Nýggjur Húsarhaldsskúli

14/9/2022

Comments

 
Picture
Stór frøði nú sáttmálin er undirskivaður

Í dag hava Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, skrivað undir arbeiðstakarsáttmála um bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Frøðin var stór á Húsarhaldsskúlanum í dag, nú sáttmálin bleiv undirskrivaður. 

Langar bíðirøðir
Í nógv ár hava bíðirøðirnar verið langar at sleppa inn á skúlan. Nýggi skúlin fer at stytta um bíðirøðirnar, tí her er pláss fyri nógv fleiri  næmingum enn á verandi skúla. 
Og ongantíð áður hevur tørvurin, at seta fokus á mat, verið størri, enn hann er júst nú. Vit hoyra um matoyðsl, burðardyggan mat, stuttflutt, matmentan, hækkandi matvøruprísir, ovurfita, o.l. Á Húsarhaldsskúlanum lofta vit øllum hesum spurningunum og læra næmingarnar alt um mat. At gagnnýta mat, at gera mat og at vera tilvita um, hvat matur ger við okkum. 
Handarbeiðslæran er eisini  sera fjølbroytt og sýnir skúlin stórstu virðing fyri føroyskum handarbeiði. Tilvitskan um at kunna skapa sítt egnað og at gera tað “unikka”, er sunn og mennandi fyri einstaka næmingin.

Vit fáa nú bestu karmar at hugsa grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott.

“Vit síggja fram til at geva okkara íkast til eitt livandi og mennandi miðbýarumhvørvi í Klaksvík við næmingum úr øllum Føroyum”, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.

FAKTA
Luttakandi partar: 
Klaksvíkar kommuna 
Uttanríkis- og Mentamálaráðið 
Almannamálaráðið 
Bústaðir
FuglArk

Húsarhaldsskúli Føroya

Comments

Símun á Høvdanum nýggjur býráðslimur

13/9/2022

Comments

 
Picture
Símun á Høvdanum tekur í dag sæti í Klaksvíkar býráð. Í komandi viku er nevndarumfar hjá Klaksvíkar býráð, og tá verður tað Símun á Høvdanum, sum fer at umboða Fólkaflokkin meðan Gunvá við Keldu er í farloyvi.

Símun loysir Gunvá av fram til 30. november í hesum nevndum: Heilsunevndin, Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin Eldri og bústaðir og Umhvørvis- og býarskipanarnevndin.

Í stuttari viðmerking sigur Símun, at hann sær fram til at gera sína ávirkan galdandi, hóast tíðarskeiðið er stutt.

Klaksvíkar Kommuna 

Picture
Comments

Familjugudstænasta í Christianskirkjuni í dag

11/9/2022

Comments

 
Picture
Sunnudagin, 11.september er familjugudstænasta kl. 11.00 v/Hanusi á Gørðum presti.

Nógvur sangur og ein prædika ið er barnavinalig. Aftaná gudstænastuna er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum, og okkurt søtt til børnini. 

On Sunday, 11th' of September at 11 am - 13th' Sunday after Trinity - , we have a family service with the priest Hanus á Gørðum.

After the service everyone is welcome for coffee/tea and some sweets in the church basement.

Christianskirkjan

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.