NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Alfred Petersen situr í fýra nevndum og fær 17.437,10 kr. um mánaðin ella meira?

27/4/2017

Comments

 
Billede
Svansi hjá tí almenna fær ongan enda. Her ein, ið situr í fýra nevndum og hevur fulltíðar arbeiðið við feitari løn við síðuna av.

Alfred Petersen situr í hesum nevndum:
Alfred Petersen formaður Fasti gerðarrættur (nevndin) kr. 6.000,00.
Alfred Petersen formaður Skatta- og avgjaldskærunevnin kr. 4.000,00.
Alfred Petersen formaður Yrkisútbúgvingarráðið kr. 7.437,10.
Alfred Petersen formaður Maritima Útbúgvingarrárráðið og stendur bara ein strika -, so eg veit ikki um hann eisini fær 7.437,10 kr. frá tí nevndini eisini, fær hann tað, so er hann uppi á 24.874,20 kr. um mánaðin og so sjálvandi hansara fulltíðar starv sum gevur, skulu vit gita, einar 60.000,00 kr. um mánaðin? 

Skulu vit taka synd í slíkum fólkum? Hevði tað ikki verið rætt, at sett hesi fólkini dyggiliga uppá pláss og spurt hvat billa tit tykkum inn? Hetta er also almennir pengar og hví skulu tit hóvreiggja tykkum sum tit gera? Hava tit ikki nokk av pengum ella vilja tit bara hava meira?

Her yvirlit yvir nevnarlimir, nevndir og samsýningar, haldi tykkum fast, listin er 24 síður, klikk her: "Nevndarlimir, nevndir og samsýningar"

​SáH

Comments

Nevndarformaður fær 16.000,00 kr. um mánaðin og er Kommunustjóri í Klaksvík

26/4/2017

Comments

 
Billede
Grát Klaksvík, grát Klaksvík.

Púra erligt so svav eg ikki gott í nátt. Vit hava skít fult av almennum fólkum í Føroyum, sum ríka seg upp í 50.000,00 - 60.000,00 kr. klassanum, her meini eg við mánaðarlønir, men um tað er ikki gott nokk, so sita somu fólk í almennum nevndum og fáa eyka fyri tað, heilt uppí 16.000,00 kr. um mánaðin og tá er bert lønin fyri tann eina almennan nevndarsessin og summi sita í fleiri nevndum.

Í hesari samrøðuni við Kommunustjóran hjá Klaksvíkar Kommunu Tummas Eliasen, sum KVF hevði við hann ígjár, helt hann tað vera sera rímuligt, at hann fekk eyka 16.000,00 kr. um mánaðin, hoyr samrøðuna her: "Landsbankaformaðurin: Samsýningin er rímilig".

Haldi tit tað er rímuligt, at fólk sum arbeiða hjá tí almenna, kunnu vinna sær pengar omanfyri 70.000,00 kr. - 80.000,00 kr. um mánaðin?, við at hava fast starv og síðani við síðuna av almennu lønini, skora kassan, við at sita í almennum nevndum? 

Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tú segði ein heila nevnd upp, tí hon hevði givið ov stórt vinningsbýtið, hvat sigur tú til hetta málið, er hetta íordan? Hendan nevndin kostar okkum skattgjaldarum 816.000,00 kr. um árið og ynskir nevndin meira løn næsta ár, so ásetur hon bara sær sjálvum meira løn, tí tað hava tey rætt til segði nevndarformanninum við KVF.

SáH


Comments

Hegn og garðar í seyðahøgum standi 14. mai

25/4/2017

Comments

 
Billede
Klaksvikar kommuna vil minna tey á, sum hava hegnskyldu, at allir bøgarðar í Klaksvíkar kommunu skulu vera í seyðahøgum standi í seinasta lagi tann 14. mai 2017.

Klaksvíkar kommuna

Comments

Sera nógv fólk til flaggdagshald í Klaksvík

25/4/2017

Comments

 
Billede
Veðrið gjørdist bara heilt gott, so flaggdagshaldi kundi gott verið hildi á Vágstúni, men nú var tað lýst at vera í KFUM & K.

Sera nógv fólk møtti til flaggdagshaldi og ikki var pláss fyri øllum í stóru høllini, so fleiri mátti lurtað í gongini.

Karin Jacobsen, bioanalytikari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, helt røðuna og var tað ein góð røða, har hon fór aftur í tíðina og fortaldi fjøldini, hvussu flaggsdaghaldi bleiv hildu fyrr í tíðini hjá teimum, har tey teknaði flaggið á hvítt papír og við  farvublýantum og so oman í Klaksvíksgarðin, har Hilmar politistur helt skil á skrúðgonguni. Ein hátíðarligur dagur.

Klaksvíkar Hornorkestur setti eisini sín dám á flaggdagshaldið og tað langt síðani, at vit hava sæð so nógvar skótar og tað var sera gott at síggja, at skótarnir eru komnir fyri seg aftur.

Her nakrar myndir frá flaggdagshaldinum í Klaksvík.

​SáH

Comments

Flaggdagshald í Klaksvík ídag.

24/4/2017

Comments

 
Billede
Ídag, týsdagin, tann 25.apríl, verður Flaggdagshald í KFUM & K. Byrja verður kl. 14, har Karin Jacobsen flytir fram røðu.

Aftaná hátíðarhaldið, bjóða KFUM-& KFUK-skótarnir "Flaggdagskaffi" í KFUM & K. Har verður eisini skipað fyri Tombola.​

Comments

Bilførarnir mugu ansa væl eftir í morgun

23/4/2017

Comments

 
Billede
Nógvur kavi er komin niður í nátt og tað er sera hált um alt landi og fyri løtu síðani tosaði KVF við Árna Jacobsen frá Landsverk og har bleiv upplýst, at ein trailari hevur staðið fastir á Sandavágshálsi í alla nátt, men er blivin leysur aftur nú. Heitt verður á allar bilførarar at koyra sera varliga.

Hetta skrivar Landsverk um koyrilíkindini á teirra heimasíðu:
Hált er um alt landið í morgun. Nakað av jarrokið er á teimum høgtliggjandi vegunum. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.

ÁvaringHálku fráboðan:
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 06:48: Boðað verður frá hálku.
Høgareyn - 06:48: Boðað verður frá hálku.
Klaksvík, Gerðabøur - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Gjáarskarð - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Kambsdalur - 06:48: Roknast kann við hálku .
Gøtueiði - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Runavík - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Tjørnuvíkarvegurin - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Streymnes - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Sandavágshálsur - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Vatnsoyrar - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Kaldbaksbotnur - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Sund - 06:48: Roknast kann við hálku. 
við Velbastaðháls - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 06:48: Roknast kann við hálku. 
Hvalba - 06:48: Roknast kann við hálku .
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 06:46: Roknast kann við hálku. 
Porkerishálsur - 06:48: Roknast kann við hálku .

Comments

Hvussu við okkara umboðum á Løgtinginum, vilja tey niðurlaga norðurøkið?

20/4/2017

Comments

 
Billede
​Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum fyri Suðuroynni, vil ikki vera við til at niðurlaga virksemi í Suðuroynni og hann stemmar ikki fyri fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá
Høgna Hoydal, men hvussu við okkara umboðum á Løgtinginum, vilja tey niðurlaga norðurøkið?

Vit hava fýra frá Klaksvík, sum sita í verandi samgongu. Tey eru Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Jónleif Johannesen og Óluva Klekttskarð. Hvat siga tey til, at Kristin Michelsen tekur Suðuroynna framum samgonguna, vilja tey bara standa og hyggja at, har milliónir aftaná milliónum vera fluttar úr Norðurøkinum til hini økini og har hundratals arbeiðspláss eru í vanda, at vera niðurløgd og sum kann fáa óbøtaligan skaða fyri allar Norðoyggjar. Er tað ikki tíð uppá, at tit eisini vísa, at tit arbeiða fyri Norðurøkinum og hvat dugir er í tykkum ella vera tit tey fólkini, sum vit fara at minnast, sum tey ið niðurlagaði alt verksemi í Norðoyggjum.


SáH

Comments

​10 feløg við yvirlýsing: Steðgið á við nýskipanini

19/4/2017

Comments

 
Billede
Undirritaðu feløg heita hervið á landsins leiðslu um at steðga á við arbeiðnum at gera eina nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, og feløgini taka á ongan hátt undir við uppskotinum, sum landsstýrið sendi til almenna hoyring herfyri.

Feløgini mótmæla, at føroyska fiskivinnan og atknýtt arbeiðspláss verða brúkt í einari roynd hjá landsstýrinum, og at grundarlagið undir núverandi feløgum í vinnuni spakuliga verður máað burtur.

Framtíðarútlitini hjá flotanum eru tískil sera óviss, eins og grundarlagið hjá vinnuni og tess arbeiðspláss eru í vanda.

Feløgini mótmæla, at landsstýrið ætlar at luta út fiskirættindi umvegis uppboðssølu. Hetta skapar ein sera stóran ótryggleika í føroysku fiskivinnuni og kann eisini hótta tey arbeiðspláss, sum hendan vinnan hevur skapt seinastu árini. Hetta kann eisini skapa ótrygg og óskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Skipanin er harumframt sett soleiðis saman, at verandi rættindi við tíðini verða útholað, soleiðis at øll rættindi við tíðini enda á uppboðssølu.

Samanumtikið er uppskotið sera ógreitt, ófullfíggjað og skapar eina stóra óvissu hjá feløgum og starvsfólki í fiskivinnuni. Tí er tað ábyrgdarleyst at halda áfram við eini so kollveltandi nýskipan.

Niðanfyristandandi feløg mæla enn einaferð til, at landsstýrið steðgar á og útsetir hesa tilgongdina, soleiðis at ein fiskivinnunýskipan kann fáa eina holla og virðiliga viðgerð og ikki skal skundast ígjøgnum løgtingið uttan at allir partar kenna avleiðingarnar av uppskotinum.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Vestmanna Handverkarafelag
Vága Handverkarafelag
Norðstreymoyar Handverkarafelag
Nes Sóknar Handverkarafelag
Fuglafjarðar Handverkarafelag
Arbeiðarafeløgini í Klaksvík
Føroya Reiðarafelag

Comments

Jóhan Páll Joensen skrivar um Poul Michelsen á Facebook, áhugaverd grein, les her:

19/4/2017

Comments

 
Billede
Tað er eitt (av mongum) sum undrar meg almikið í hesum døgum. Skal beinanvegin ásanna, at snúningarnir í ovastu etagu ikki eru av teim skjótastu, og tí skal kanska ikki so nógv til at eg undrist.
Men allíkavæl – kundu metingarnar, sum eg einaferð hevði av einum manni vera so heilt og aldeilis við síðuna av?
Ja, opinbart vóru tær tað.
Og hvat er tað so, sum undar meg ? Jú, tað er hvussu Poul Michelsen førir seg fram í politikki í hesum døgum. Hesin maður, sum eg altíð havi sæð upp til sum ein veruligan vinnulívsmann, ein, íð byrjaði við berum hondum, ein íð hevði hjartað á røttum stað, ein maður við ”sine meningers mod”, ein sum eg helt vildi fortreytir fyri vinnulívi at vera skilabestar, ein, sum veit hvat er vinnuni og samfelagnum til besta osv
Men nei, hetta er vistnokk ikki so. Eg haldi, at eg tók feil.
Tað fyrsta, sum eg undrist á, er at Poul tekur heilt og fult undir við fyriliggjandi uppskoti til nýggja fiskivinnulóggávu, og metir, at hetta uppskotið er skilabest fyri vinnuna og samfelagið sum heild.
At Høgni, og fyri tann skyld Aksel, eru við í hesum spæli, er skiljandi. Teir eru kanska ”umskyltir”. Hava ongantíð verið í klemmu ella sett nakað í váða fyri nakað sum helst. Hava, sum tikið verður til: ” bara hingið uppi í”. Vita ikki, at 1+1 er ikki altíð 2. Vita ikki betur og hava ongantíð kent fortreytir hjá vinnuni á egnum kroppi. Friður við tí og skal man ikki roknað við øðrum.
Men Poul – fyri hann er ongin umbering. Hann eigur at vita betur.
Og fyri at tosað eitt mál, sum eg roknið við Poul skilir sera væl, hevði tað verið stuttligt at fingið at vita frá Pouli, hvussu hann hevði mett fortreytirnar fyri at reka heilsøluvirksemið, um loyvið at reka heilsølu, sum vit hugsað okkum hongur á vegginum á skrivstovu hansara, var til sølu í tíð og úrtíð.
Altso ikki spurningurin um kapping at keypa Cornflakes frá A ella B, ella at selja pylsur til Marsannu ella Palliba: Men loyvið at virka sum heilsøla.
Hvat fyri íløgur hevði Poul gjørt í bygningar, goymslur, starvsfólk, marknaðarrøkt osv, um hann visti, at loyvið hjá honum at reka heilsølu bert var galdandi í t.d 3 ár og hann ikki visti, um hann fekk tað aftur um 3 ár??
Høvdu íløgurnar í heilsøluvirksemið ikki verið merktar av hvørja longd av loyvum Poul hevði at reka heilsølu??
Hevði hann mett stutttíðarloyvir mótvegis langtíðarloyvum at reka heilsølu at verið optimering ella sub/optimering fyri sína fyritøku og avleitt virksemi annars??
Og onnur ivamál:
Hví metir Poul tað vera rætt, at t.d 1 av landsins heilsølum, av mynduleikunum, varð kravd at vera í Suðuroy, Vágum ella Norðoyggjum, vegna teirra geografisku støðu??
Metir Poul, at økiskvotur eru tað rætta?. Metir hann, at málið um at ”fordobla” virðisøkingina verður stuðla við økiskvotum. Metir Poul, at hetta kann forsvarast vinnuliga yvirhøvur??
Hvat ítøkiligt í fyriliggjandi uppskot til fiskivinnulóggávu byggir uppundir pástandin, at virðisøkingin í fiskivinnuni skal tvífaldast??
Hví metir Poul, at antitrust lógarverk er meira viðkomandi fyri fiskivinnuna enn t.d fyri heilsøluvirksemi?. 
Man kann eisini spyrja hinvegin: Heldur Poul, at virksemi hevði berið betur fyri heilsøluvinnuna og samfelagið, um hon varð spjødd út á nógvar smáar veikar hendur?? Var hon ikki tað fyrr, og hví er heilsøluvirksemið ídag samlað í nøkrum fáum stórum sterkum heilsølum??
Eg veit, at eg skilji ikki alt, men enn havi eg evnini at undrast um hvat liggur undir hjá Pouli síðan hann gongur inn fyri fyriliggjandi uppskoti til broytan av fiskivinnulóggávu 😊

Hugleiðingar:
At fiskatilfeingið runt Føroyar og tilfeingið, sum mynduleikarnar hava samráðst seg til á fjarleiðum, er ogn Føroya fólks, trúgvi eg ikki nakar kann vera ósamdur í.
Tá hetta tilfeingið nú einaferð er ogn hjá tær og mær, mugu vit eisini vera samd í, at tann sum skal hava eitt loyvi, til at fara eftir hesum tilfeingi, tí tú og eg ikki tíma, má rokna loyvi sum eitt brúksloyvi, lánt ella leiga frá tær og mær.
Tað kann ikki vera skilabest, at ein brúkari fyrst skal út at kappbjóða um eitt brúksloyvi, fyri síðan at missa tað aftur um eina tíð.
Hetta brúksloyvið má so hava tær til eina og hvørja tíð galdandi rímilugu treytir, ásettar av tær og mær, (tilfeingisgjald, treytir fyri landing, útlendingar, sáttmálar osv)
Og so er tað logiskt fyri mær – og eg pástandi eisini fyri Poul – at hevur ein aktørur eitt brúksloyvi, ja so má hesin brúksloyvishavarin sleppa at hava loyvið soleingið hann vil, bara hann heldur tær treytir, sum brúksloyvið nú einaferð hevur.
Annað er fyri mær óhugsandi, um loyvishavarin skal kunna hava framtíðarætlanir og gera íløgur í mun til tær.
Hinvegin, um ein loyvishavari ikki ger nýtslu av sínum brúksloyvi, ja so fellur hetta aftur til tín og mín og so kunnu vit geva, lána ella leiga brúksloyvið víðari til næsta brúkara.
Einasti gordiski knútur, sum eg síggi í hesum er, hvussu brúksloyvið fæst út til loyvishavara fyrstu ferð eftir 1 januar 2018 við tað, at øll loyvir eru uppsøgd til ta tíð.
Her meini eg, at vit mugu hava so frætt av virðing fyri teim aktørum, sum eru í løtuni, at teir hava ein ella annan rímiligan fyrimun til fáa/lána/leiga tey loyvi aftur, sum teir søguliga hava bygt upp gjøgnum upp- og niðurgangstíðir, og sum kann vera grundarlag fyri teim risastóru íøgum, sum hesir aktørar hava gjørt til fyrimuns fyri samfelagið alt.
Kanska kann tað hugsast, at eitt ella fleiri nýggj loyvi kundu verið stovnaði innan onkrar vinnugreinar í fiskivinnuni, hvør veit?.
Og so rokni eg eisini við at vit øll eru samd í, at av vinningi av sølu av brúksloyvum millum brúkloyvishavara og/ella nýggjar aktørar, skal ein rímiligur partur fella aftur til tín og mín og ikki bert enda í privatum lummum.
So einfalt kann tað gerast og vera til fyrimuns fyri tey sum leggja á báruna bleytu og okkum, sum bara sita og bíða eftir vinningi teirra.
Havi framvegis eina góða nátt við vón um eina virðiliga loysn á hesum stóra máli ​😊

Comments

Gleðiligar páskir øll somul

16/4/2017

Comments

 
Billede
Manningin á Norðoya Portalinum ynskir øllum eini Gleðilig Páskir.

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.