Púra erligt so svav eg ikki gott í nátt. Vit hava skít fult av almennum fólkum í Føroyum, sum ríka seg upp í 50.000,00 - 60.000,00 kr. klassanum, her meini eg við mánaðarlønir, men um tað er ikki gott nokk, so sita somu fólk í almennum nevndum og fáa eyka fyri tað, heilt uppí 16.000,00 kr. um mánaðin og tá er bert lønin fyri tann eina almennan nevndarsessin og summi sita í fleiri nevndum.
Í hesari samrøðuni við Kommunustjóran hjá Klaksvíkar Kommunu Tummas Eliasen, sum KVF hevði við hann ígjár, helt hann tað vera sera rímuligt, at hann fekk eyka 16.000,00 kr. um mánaðin, hoyr samrøðuna her: "Landsbankaformaðurin: Samsýningin er rímilig".
Haldi tit tað er rímuligt, at fólk sum arbeiða hjá tí almenna, kunnu vinna sær pengar omanfyri 70.000,00 kr. - 80.000,00 kr. um mánaðin?, við at hava fast starv og síðani við síðuna av almennu lønini, skora kassan, við at sita í almennum nevndum?
Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tú segði ein heila nevnd upp, tí hon hevði givið ov stórt vinningsbýtið, hvat sigur tú til hetta málið, er hetta íordan? Hendan nevndin kostar okkum skattgjaldarum 816.000,00 kr. um árið og ynskir nevndin meira løn næsta ár, so ásetur hon bara sær sjálvum meira løn, tí tað hava tey rætt til segði nevndarformanninum við KVF.
SáH