NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Áhugaverd framløga um ungdómsgransking hjá Klaksvíkar Kommunu

30/10/2019

Comments

 
Billede
Undir heitinum “Hvussu trívast ung í Klaksvík” skipaði Klaksvíkar kommuna hóskvøldið tann 24. oktober fyri kunningarfundi í Miðhøllini á Skúlatrøð, har Jógvan Kallsgarð Joensen, cand. soc. krim., legði fram og greinaði nøkur av úrslitunum av ungdóms­gransking, sum kommunan hevur luttikið í síðan 2012.

At evnið er aktuelt og viðkomandi varð staðfest av, at útivið hundrað fólk møttu til kunningarfundin hetta hóskvøldið á Skúlatrøð, og eftir framløguna hjá Jógvani Kallsgarð Joensen nýttu fólk eisini høvið til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Gransking gevur virðismikla vitan
Beinta Klakstein, trivnaðarforkvinna, sum var vertur fyri kunningarfundin, upplýsti, at Klaksvíkar kommuna vil vera við í slíkum viðkomandi granskingarverkætlanum, tí hetta gevur eina virðismikla vitan.

– Henda gransking er við til at lýsa og greina samanhangir og orsøkir til atburð og trivnað hjá ungdóminum og gevur harvið okkum sum kommunu innlit í møgulig fyribyrgjandi innsatsøki, segði forkvinnan.

Kommunan hevur nú luttikið í hesi altjóða ungdómsgranskingini í nøkur ár, og tað letur upp fyri at skráseta gongdina á ymsum økjum og hvussu hetta ávirkar trivnað og atferð.

– Tað er júst hetta, sum endamálið er við greiningararbeiðnum, sum Jógvan Kallsgarð Joensen, cand. soc. krim., hevur gjørt fyri kommununa í summar, og sum hann í hesum døgum leggur fram, bæði alment og fyri trivnaðarnevndini børn og ung og eisini fyri fakfólkum hjá kommununi, upplýsir Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung.

– At øll viðkomandi fakfólk kunnu hittast til eina slíka framløgu, er sera gott, tí úrslitini verða viðgjørd út frá nógvum ymiskum vinklum, og er tað eisini við til at gera grundarlagið fyri arbeiðinum frammeftir enn sterkari, sigur Beinta Klakstein at enda.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Føroyar undirrita søguligar avtalur um landgrunnin norðan fyri Føroyar

30/10/2019

Comments

 
Billede
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri Danmarkar, undirrita í morgin mikudagin 30. oktober saman við ávikavist íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugur Þór Þórðarson, og Jens Frølich Holte, norskur vara-uttanríkisráðharri, marknasemjur um landgrunnin millum Føroyar, Ísland og Noregi í økinum uttanfyri 200 fjórðinga sjómarkið.

Undirritanin fer fram í Stokkhólmi. Jenis av Rana undirritar vegna Føroyar, og Jeppe Kofod undirritar vegna Kongaríki Danmarkar.

Um avtaluna
Føroyar, Ísland og Noregi hava sett fram krøv um lut av landgrunninum norðanfyri Føroyar. Krøvini hjá teimum trimum londunum umskaraðust á einum øki, ið svarar til 111.500 km2.

Partarnir gjørdu longu í 2006 eina fyribils semju um, hvussu økið við umskarandi krøvunum hjá londunum skuldi býtast. Føroyar fingu tilluta umleið fjórðing av tí samlaða umskaraða økinum. Ísland fekk tillutað áleið eitt sama øki, meðan Noreg fekk tillutað umleið helmingin av økinum, hetta tí Noregi hevur rættindi til landgrunnin bæði frá norska meginlandinum og oynni Jan Mayen. Fyribils avtalan um býtið treytaði tó, at Landgrunnsnevndin hjá Sameindu Tjóðum (ST), ið hevur til uppgávu at vísindaliga eftirkanna krøvini hjá londunum, góðkendi krøvini hjá øllum trimum londunum.

Landgrunnsnevndin hjá ST hevur síðani góðkent krøvini hjá teimum trimum londunum og harvið grundarlagið fyri semjuni frá 2006. Síðani eru millumlanda samráðingar uppafturtiknar. Hesar hava snúð seg um at avtala og útgreina eina løgfrøðiliga skipan, um hvussu farast skal fram, um funnin verða marknaumskarandi ráevnisfund í økinum.

Við hesum marknasemjum við Noreg og Ísland fáa Føroyar tillutað 27.000 km2 av landgrunni.

“Tað er sera gleðiligt, at vit nú aftaná eina áralanga tilgongd kunnu taka seinastu og søguligu fetini við semju í hesum málinum, sum hevði kunnað blivið ein møguligur tvídráttur millum grannatjóðir” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
​

Billede
Reyðu linjurnar eru ávikavist 200 fj. linjur frá landi og marknalinjur millum grannalond. Gula linjan svarar til samlaða økið, har Føroyar hava fingið viðurkent ytra landgrunsrættindi, men har rættindi Føroya eisini umskara við ytra landgrunsrættindi hjá ávikavist Ísland og Noreg. Reyðgula linjan norður til Bárugeil vísir ytra landgrunsmark Føroya. Írestandi økið innan gulu linjuna, handan reyðgulu linjuna, er býtt millum ávikavist Noreg og Ísland
Comments

​Nýggj deild letur upp í Klaksvík

29/10/2019

Comments

 
Billede
Í næstum letur BankNordik nýggja bankadeild upp á Biskupstorginum í Klaksvík.

Nýggja deildin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík.

Endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar.

Almenn móttøka verður 14. november.

Her mynd av deildini hjá BankNordik, hon bleiv tikin tann 03. oktober í ár, tá ið Sjóhitaskipanin bleiv sett ígongd.

Kelda: BankNordik

SáH

Comments

​Tórshavnar Kommuna við Anniku Olsen á odda loyst trupuleikan við Kommunulæknatrotinum

28/10/2019

Comments

 
Billede
Tá sitandi býráð tók við 1 jan 2017 vóru avbjóðingarnar stórar á kommunulæknaøkinum i Havn. Miðlarnir skrivaðu dagliga um trupulleikarnir við ma yvirskriftum sum “ Kommunulæknatrot i Havn” og “ Fleiri túsund vanta kommunulækna i Havn”.

Hósdag 24 oktober var móttøka fyri nýggju snotiligu kommunulæknaviðtalunum i Kirkjustræti i Hoyvík, har 5 kommunulæknar fara at starvast.

I dag hava vit sostatt loyst kommunulæknatrotið og allir havnaborgarar fáa nu fastan læknan.

Fari at ynskju nýggju læknunum blíðan byr.

Annika Olsen, Borgmeistari

SáH

Comments

Myndir: Klaksvík kókar í dag

25/10/2019

Comments

 
Billede
Stórur spenningur er runt allan býin í dag, góðir 22 tímar inntil stóra brakið í Gundadali. News.fo og Norðoya Portalurin vóru runt býin við myndatólinum.

Byrjaði við teimum gomlu á Sambýlinum í Bøgøtu, tey vóru í holt við gera stórar KÍ bannarar og var tað ein sera trúføst KÍ kvinna, sum stóð fyri tí og var tað Stina Jacobsen.

Aftaná fór eg oman til børnini á Bøgøtu 3 og tey vóru eisini spent og so endaði eg við at vitja Betri og tey høvdu ordiliga spíla seg út og bjóðaðu viðskiftafólkinum alt gott.

Her nakrar myndir:

SáH

Comments

​Nýggju stovurnar í Fjallafípuni eita Bringureyði og Fjallamurran

23/10/2019

Comments

 
Billede
Mánadagin var almenn móttøka, tá nýggi bygningurin, sum er partur av Fjallafípuni, varð tikin í nýtslu. Børnini, sum høvdu sín fyrsta dag í útibarnagarðinum hendan dagin, vóru øgiliga spent, tá tey hoyrdu, at Bubu eisini kom at vitja.

Nógv var gjørt burturúr, tá 20 nýggj børn fluttu úr Gerðastovu og Barnhúsinum Margit og út í Fjallafípuna. Umframt at klovnurin Bubu kom at vitja, var nógv lekkurt til børnini, røður vórðu hildnar, og Teresa Ziska Dahl sang nakrar sangir.

Í mars mánaði varð grivið út, og sjey mánaðir seinni stendur bygningurin klárur at taka í nýtslu. Pláss verður nú fyri 20 børnum afturat, umframt at ein kjallarahædd er gjørd til goymslurúm o.a. Fjallafípan hevur í hesi tilgongdini lagt stóran dent á, at børnini skulu trívast á nýggja stovninum. Tí hava tey verið og vitjað stovnin fleiri ferðir, umframt at børnini sjálvi hava verið við til at velja nøvnini á stovunum. Valið fall á Bringureyða og Fjallamurruna, sum eisini eru fuglar, ið viðhvørt eru at síggja Úti í Grøv. Hinar stovunar í Fjallafípuni bera frammanundan nøvn á smáfugli, nevnliga Steinstólpan, Mýrisnípan, Reyðstapin og Músabróðir.

Útbyggingin av Fjallafípuni er liður í at víðka útibarnagarðin, soleiðis at øll børn í Klaksvíkar kommunu framyvir fáa møguleikan at ganga eitt ár í útibarnagarði og harvið fáa knýtt sambond við allar javnaldrar í býnum, áðrenn tey fara í 1. flokk.

Til mótøkuna seinnapartin segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, millum annað, at hann er sannførdur um, at hendan umskipan leggur lunnar undir, at øll seks ára gomul í býnum fáa møguleika at knýta vinabond tvørtur um býarmørk.

Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, gleðist eisini um, at Fjallafípan nú er liðug útbygd, og at børnini í dag kundu byrja sín gerandisdag í frálíka umhvørvinum Úti í Grøv.

– Eg eri errin av arbeiðinum, sum avgjørt er í tráð við tað, sum kommunan ynskir, at skapa góðar karmar og umstøður fyri okkara børn, og at dagstovnaøkið verður raðfest høgt, sigur Beinta. Hon leggur afturat, at hon ikki er í iva um, at her koma børn og vaksin at trívast.

Nýggi bygningurin gevur Fjallafípuni pláss fyri 82 børnum í aldrinum 5 til 7 ár.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Stakkavík 7.300 pund, Líðhamar 9.000 pund og Norðsøki 6.800 pund í dag

22/10/2019

Comments

 
Billede
Teir flestu av útróðrarbátunum eru komnar aftur í dag. Norðsøki kom aftur klokkan 11:00 og hevði 6.800 pund á 45 stampum, kl. 11:30 kom Líðhamar aftur og teir høvdu 9.000 pund á 48 stampum. Stakkavík kom klokkan 12.20 og teir høvdu 7.300 pund á 37 stampum.

Allir hava roynt norðan fyri Føroyar og her ímillum oyggjarnar.

Veiðan hjá Líðhamar og Stakkavík bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Beint tá ið Stakkavík kom aftur fór Búgvin avstað og Fiskaklettur kom aftur og sandbáturin Havsand legði at bryggju.

SáH

Comments

​Svimjifelagið Ægir er mitt í rokanum í Barcelona

18/10/2019

Comments

 
Billede
Ægir sum fór við Atlantic Airways týsdagin á venjingarlegu í Spanien, eru endaði mitt í rokanum í Barcelona, har túsundtals mótmælisfólk eru í gøtunum og mótmælað, at katalanskir politikarar hava fingið langar fongsulrevsingar.

Mótmælisfólk í túsundavís tali eru í gøtunum og mótmæla og støðan er sera hættislig, har løgreglan er farin illa við mótmælisfólkunum og tey hava svara aftur við at seta forðingar upp við stórum ruskkonteynarum og dekkum, so løgreglufólkini ikki sleppa ígjøgnum við teirra bilum og hava tey eisini blaka bensinbombur eftir løgregluni.

Fleiri hundra eru blivin skødd og støðan gerst enn spentari fyri hvønn dag sum gongur og væntandi fara enn fleiri at mótmæla um vikuskiftinum.

Vit hava frætt frá Ægir, at tey eru í norðurendanum av Barcelona og merkja sjálvandi til mótmælini, men har tey eru er friðaligt, men tey ansa væl eftir.

Ferðalagið hjá Ægir kemur heim við Atlantic Airways týsdagin, so vónandi spælir alt væl av.

Her nakrar myndir og filmsklipp, sum June, Trygvi, Birita og Janus hava tikið í gjár. Soleiðis skrivar Elsebeth Vilhelm:

Í morgun međan svimjararnir vandu, fór mótmælisgongan forbí hotelliđ. Mótmælisfólkini eru til gongu til Barcelona, har tey øll møtast í morgin. Her eru nakrar myndir frá June, Trygva, Birita og Janus, sum vóru mitt í rokanum í morgun (tey valdu at verđa eftir í Calella)

SáH

​

Comments

Áhugaverd sending um altartalvuna hjá Christianskirkjuni, hygg her

16/10/2019

Comments

 
Billede
DR K vísti eina áhugaverda sending um umvælingina av altartalvuni hjá Christianskirkjuni í gjárskvøldið, her kunnu til síggja sendingina aftur, klikk her, “Det store gæstebud – en usædvanlig restaureringshistorie”
SáH

Comments

Myndir: Ógvusligt regn í Klaksvík í dag

16/10/2019

Comments

 
Billede

Tað byrjaði at regna av grind klokkan 10 í morgun og út á dagin bleiv regni bara meira og mera.

Nógvar nýggjar áir hava stungið seg upp runt fjøllini  og summar áir eru blivnar til fossar.

Tað frættist runt býin, at fleiri staðni hava kloakskipaninir ringt við at svølgja øllum regninum í løtuni og onkrastaðni eru stórir hylar á vegnum.

Kommunufólkini eru úti og royna at leiða vatni burtur og tað hevur gingist væl eftir umstøðunum.

Her nakrar myndir frá øllum regninum í dag.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.