NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Biden aftur testaður positivur fyri Korona

31/7/2022

Comments

 
Picture
Hetta kemur bara nakrar dagar eftir at hann var testaður positivur fyri Korona tann 21. juli.

Læknin í Hvíta húsinum Kevin O'Connor kallar hetta eitt "rebound", summi sum hava tikið heilivágin Paxlovid, sum er eitt antistoff og sum verður brúkt sum heilivágur fyri at koma fyri seg eftir Korona, kunnu blíva testaði positiv aftur og tað bleiv Biden hesaferð.

Biden bleiv ikki álvarsliga sjúkur COVID-19 og hevur ongin sjúkratekin nú, men má vera í sóttarhaldi inntil hann verður testaður negativur.

SáH

Comments

KOMIĐ OG SYNGIĐ VIĐ Í CHRISTIANSKIRKJUNI – ALTJÓĐA- OG FØROYSKT SÁLMAKVØLD

31/7/2022

Comments

 
Picture
Týskvøldiď, 02.august kl. 19.30, vilja vit fegin bjòđaď øllum til sang- og sálmakvøld í Christianskirkjuni.

Eitt sang- og sálmakvøld fyri allar aldursbòlkar. Vit fara at syngja sálmar ùr sálmabòkini, enskar hymnur viđ fylgispæli frá Klaksvíkar hornorkestriđ, sálmar ùr sálmaískoytinum, umfram onkrar barnasangir.

Bert fyri at nevna nakrar av sálmunum verđa m.a. hesir sálmar : “Amazing grace”, “Algòđi Gud mín fađir er”, “Mín bátur er lítil”, “Tann dagur tù gavst”, umframt nògvir ađrir kendir sálmar.

Litturgur verđur Marjun Lòmaklett, sum kemur at hava eina stutta andakt. Aftaná er ein drekkamuđur ì kirkjukjallaranum.

COME AND SING ALONG IN THE CHRISTIANSCHURCH – INTERNATIONAL AND FAROESE SONG EVENING – 
On Tuesday, 2th’ of August at 07.30 pm, we will invite everyone to a song evening in the Christianschurch. An evening of singing for all nations and all age groups. We will sing hymns from the hymn book, english hymns together with our local brass band, other hymns and children’s songs. Just to mention some of the hymns, we will sing “Amazing grace”, “Crimmon”, “Children’s song” and “The day that you gave us”, as well as a lot of other wellknown hymns. Liturgist is the priest, Marjun Lómaklett, who also gives a short sermon. After the singin along eving everyone is welcome in the church basement for coffee, thea and cakes.

Christianskirkjan

Comments

Hvat við at vit í Føroyum fara at gera eina pengainnsamling til okkara Dialysusjúklingar

28/7/2022

Comments

 
Picture
​Tað sær út sum at politiska skipanin hevur spælt fallit viðvíkjandi okkara Dialysusjúlkingum og tí er tað upp á tíðina, at vit øll í Føroyum fara at hjálpa teimum.

Hvat kostar tað at seta eina Dialysuviðgerð á stovn á Klaksvíkar Sjúkrahús og á Suðuroyar Sjúkrahús?
Sum øllum kunnugt, so spæla pengar altíð inn, um okkurt skal flytast frá Landssjúkrahúsinum til hinu sjúkrahúsini og tí haldi eg tað hevði verið eitt gott hugskot, at vit øll í Føroyum fara at samlað pengar inn, so at vit fáa okkara Dialysusjúklingar til Norðoyggjar og Suðuroy.

Vit samlað inn til mangt og hvat ígjøgnum alt árið og nú okkara Dialysusjúklingar trongja til okkara hjálp, so kundi vit fingið onkran kønan at rokna út, hvat tað kostar at seta dialysutól upp á Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Kostar tað nakrar milliónir, so vænti eg heilt sikkurt at vit megna at samlað teir pengarnar inn.

Landssjúkrahúsið blívur við at siga at tað skal vera onkur lækni ella onkur fakligur sum skal hava ábyrgdina av trygdini fyri hesar sjúklingar og tað skuldi ongin trupuleiki verið, at givið einum lækna ella ein fakligan ábygdina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyrar Sjúkrahúsi, tey hava jú ábyrgdina av øllum sjúklingunum sum nú er. Viðgerðin klárar ein sjúkrasystir at gera og tað skuldi verið sera skjótt at lært nakrar sjúkrasystrar upp til at gera dialysuviðgerðina.

Tonki uppá at gjørt eina innsamling á sama hátt sum vit samlað pengar inn til krabbameinsfelagi, har vit øll samlað pengar inn í einari beinleiðis sending eitt fríggjakvøld ella leygarkvøld.

Kringvarp Føroya skuldi staðið fyri innsamlingini og so kundi vit onnur givið eini hjálpandi hond og sjálvandi skuldi allir okkara politikkara eisini verið við í innsamlingini, har fólk, vinnulívið og handilsfyritøkurnar kundi ringt inn og givið eina upphædd til Dialysutólini.

Koma nakrar milliónir inn, so skulu tær fara óskerdar til dialysutólini og trupuleikin skuldi verið loystir.

Símun á Høvdanum

Comments

Norðsøki komin fullfermdur aftur undir Íslandi, heili 90.000 pund

26/7/2022

Comments

 
PictureNorðsøki, mynd tikin tann 26.07.2022 klokkan 17:52 og eru teir longu byrjaður at landa Norðsøka. Takk fyri myndina.
Norðsøki kom aftur seinnapartin, skít fult skip. Teir hava roynt við snellu undir Íslandi.

Hetta gjørdist ein sannur roktúrur og tað má vera sera langt síðani at Norðsøki hevur havt so nógv í lastini, hann var fullur undir lúkurnar og fiska bleiv eisini á dekkið.

Sostatt ein av bestu túrunum hjá Norðsøka nakrantíð, umleið 90.000 pund ella meira, tað mesta var upsi og 20.000 pund toskur.

Tað eru fimm mans við Norðsøka og skipari er Heri Vang.

Man kann bara gleðast saman við skipara og manning, fantastiska flott klára og nú kunnu tit við góðari samvitsku fara til KÍ dystin og Ólavsøku.

​SáH

Comments

Hvat hendur her? hetta er púra óforsvarligt

26/7/2022

Comments

 
Picture
Fekk tríggjar myndir frá einum borgara í Klaksvík í dag og eg eri í sjokk, hvat hendir her?

Hetta er púra óforsvarligt, fyrstilla tykkum at eitt barn dettur niður í hesa grundina ella ein tungur lastbilur koyrir ov langt til høgru og vegurin ferð undan honum, so tori eg ikki at gita, hvat avleiðingarnar vera og tori als ikki skriva tað.

Hetta má Klaksvíkar Kommuna fáa skil uppá beinanvegin, helst í dag enn ein annan dag, hetta er púra burtur úr vón og viti. Hvat tonkja fólk fyri sær, tað er ov seint at handla, tá ið skaðin er hendur.

Vónandi verður handla skjótt í hesum málinum Klaksvíkar Kommuna.

​Sjá myndir herundir, eg eri í sjokk og eg takki borgaran fyri at viðkomandi gjørdi okkum í Klaksvíkar Býráð vart við hetta óskili, sjálvt um eg eri eykamaður í Klaksvíkar Býráð, men verið eg boðsendir til næsta Býráðsfund, so skal hetta heilt sikkurt takast upp til viðgerðar.
​
SáH



Picture
Picture
Picture
Comments

​Norðoya Sparikassi hækkar rentuna og strikar negativa innlánsrentu fyri privatkundar

25/7/2022

Comments

 
Picture
Vísandi til seinastu rentubroyting hjá Danska Tjóðbankanum og broytingar á rentustøðinum annars, hevur sparikassin avgjørt at hækka rentuna á bæði innlánum og útlánum. Rentuhækkingin ber í sær, at hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 %-stig og negativa rentan av innlánum verður strikað.  

Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 %-stig bæði fyri inn- og útlán. Rentuhækkingin ávirkar bert inn- og útlán við broytiligari rentu, og hevur virknað frá 1. september 2022. Yvirlit við rentustigum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið hækkingin er komin í gildi. 

NORÐOYA SPARIKASSI

Comments

Gudrun komin inn við 12.000 pundum

25/7/2022

Comments

 
Picture
Gudrun kom aftur frá fiskiskapi tíðliga í morgun. Teir hava roynt við gørnum á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.312 pund, tað mesta havtaska og toskur, 10.000 pund havtaska, 2.200 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

​SáH

Comments

Stjørnan og Polarhav hava rokast og eru komnir aftur til Klaksvíkar fullfermdur

25/7/2022

Comments

 
Picture
Stjørnan og Polarhav eru júst komnir aftur av fiskileið og hava teir partrola vestan-sunnanfyri Føroyar.

Teir hava heili 500.000 pund av gullaksi og eru fullfermdur.

Landa verður til Kósina og tá ið liðugt verður at landa, blívur lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir byrjaði túr tann 18. juli, sostatt fiska í  eina góða viku.

SáH

Comments

​Smaragd og Safir eru komnir aftur fullfermdur við 240.000 pundum

25/7/2022

Comments

 
Picture
Smaragd og Safir eru komnir aftur av fiskileið tíðliga í morgun. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava havt ein stak góðan túr og eru fullir, 240.000 pund, tað mesta var upsi.

​Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 63.696 pund, tað mesta longa, toskur og annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 14. juli.

Landa blívur nú til Kósina.

SáH

SMARAGD - ( KG 340 )KLAKSVÍKAR HAVN-25-07-2022   15.624
SAFIR - ( KG 339 )KLAKSVÍKAR HAVN-25-07-2022   16.224



Comments

​Fiskivinnan meting fyri viku 30, 2022

25/7/2022

Comments

 
Picture
Línuskip. Eitt línuskip er á Føroya Banka og kemur tað at landa mánadagin. Tað fær mest av hýsu, longu og havtasku. Restin liggur við bryggju og fara neyvan út fyri enn eftir Ólavsøku. Fimm frystilínuski undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri verður eisini hampuligt, so tí verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalvi.  Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski. Hann landar vantandi fyrst í vikuni. Restin liggur við bryggju og er tað eisini ivasamt um teir fara avstað í næstum, tí tað er feriutíð.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku og hava tey brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Fiskamarknaðurin Føroyar

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.