NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Lítil Grind Legði Beinini Á Borðoyavík

30/6/2018

Comments

 
Billede
Klokkan tvey í nátt var boðað frá grind sunnanfyri á Árnafirði.

Ætlanin var at reka hana inn í Hvannasund, men ikki fekst rakstur á hana norðureftir, hon vildi bara suðureftir og so var avgjørt at reka hana inn á Borðoyavík.

Klokkan umleið 5:30 bleiv hon dripin á Hellisenda á Borðoyavík. Drápið gekk væl og eftir góðar 10 min. vóru allir hvalirnir deyðir. Tað vóru umleið 25 – 30 hvalir.

Tað sum var sera sermerkt við hesum grindadrápinum, var at tað var mestsum øll, sum vóru við í drápinum vóru heilt ung fólk. Tey flestu av fólkunum høvdu verið í býnum og tann elsti mundi nokk vera løgreglumaðurin Karl Johansen.

Seðlirnar koman væntandi út á miðdegi og verður grindin býtt í drápspartar.

SáH
​

Comments

Barnatannrøktin farin í summarferiu í dag

26/6/2018

Comments

 
Billede
​
BARNATANNRØKTIN Í SUMMARFRÍTÍÐINI
Barnatannrøktin er í summarfrí frá 27. juni til 15. august, men tríggir vaktardagar eru ásettir til bráðfeingis tannlæknahjálp í hesum tíðarskeiðnum.

Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp, meðan barnatannrøktin er í summarfrí, ber til at ringja til Miðlan og bíleggja tíð.

Tannlæknahjálp verður veitt í trimum umførum:

fríggjadagin 6. juli
fríggjadagin 20. juli
fríggjadagin 3. august
Neyðugt er at bíleggja tíð í seinasta lag ein dag frammanundan.

Miðlan hevur tlf. 410000 og er opið hvønn gerandisdag kl. 10-16.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Klaksvíkar Kommuna skuldi heldur koyrt Dagrøktargjaldið niður, KK hevur pengarnar

26/6/2018

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at koyra dagrøktargjaldið upp við 770 krónur meira um árið.

Klaksvíkar Kommuna skuldi heldur koyrt Dagrøktargjaldi niður, so tað bleiv javnsett við vøggustovugjaldið.

Klaksvíkar Kommuna fær umleið 100.000,00 kr. um árið í meirinntøku av hesari hækkingini og tað ljóðaði so gott at siga við KVF, at pengarnir skulu brúkast til útgerð.

Lækkið heldur lýsingarpengarnir
Klaksvíkar Kommuna kundi lættliga koyrt dagrøktargjaldið niður til somu upphædd sum vøggustovuplássini, pengarnar kundi teir funnið á kontoini lýsingar.

Klaksvíkar Kommuna lýsir fyri langt omanfyri 500.000,00 kr. um árið og einamest enda allir pengarnir í Norðlýsinum, tit kunnu gita hví?

Hví lækkað tit ikki upphæddina til lýsingar og hví fara eftir teimum yngstu í býnum? Vit hava ikki brúk fyri at síggja fleiri heilsíðulýsingum, um hvat grótið kostar á Grótbrotinum, tað kunnu tit gott upplýsa ókeypist á heimasíðuni klaksvik.fo ella kunnu viðskiftafólkini ringja inn og fáa prísin at vita. Her eru nógvir pengar at spara og at brúka 10tals túsund krónir fyri heilsíðulýsingunum í Norðlýsinum er total langt úti.

Har ruggar ikki alt rætt innan Klaksvíkar Kommunu og eg má spyrja, hevur Jógvan Skorheim púra frítt spæl ella ringja ongar alarmklokkur.

Tað eru risa upphæddir brúktar uppá býin tey seinastu mongu árini og nú kom so endiliga ein eykainntøka uppá 100.000,00 kr. um árið, men tað var frá teimum yngstu í býnum.

Klaksvíkar Býráð segði, at um fiskivinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal kom ígjøgnum, so fór tað at kosta Klaksvíkingini yvir 80 milliónir um árið og man ikki Skúlin á Skúlatrøð, Sjóhitin og leiguíbúðirnar á Biskopstø fara at kosta munandi meira enn tað eigur at kosta, men enn er ongin sparing sett í verk og tað verður koyrt við fullari ferð, eg skilji tað ikki, men kanska onkur kann forklára mær, hvussu tað kann lata seg gera.

Her samrøðan sum KVF hevði við Jógvan Skorheim leygardagin tann 23.06.2018, klikk her: “Dagrøktargjaldið í Klaksvík fer upp”.

SáH

Comments

Hús brend í Skúvadali í nátt

24/6/2018

Comments

 
Billede
​Í nátt eru eini hús brend í Skúvadali á Borðoynni.

Norðoya Portalurin & News.fo ringdi til vakthavandi á Politistøðini kl. 06.17 og har bleiv váttað at eini hús vóru brend sunnast á Borðoynni, men upplýst bleiv eisini, at tað vóru ikki skóthúsini hjá gulu skótinum, tað vóru ein onnur hús og var staðið, um eg hoyrdi rætt, Bjargamansdali.

Tyrlan bleiv boðsend og sløkkiliðið frá Klaksvík fór at sløkkja eldin. Eisini var morsbilurin við. Hetta var umleið kl. 02.00 í nátt.

Ongin mansskaðið var og ikki bleiv upplýst hvussu illa húsini fórust.
​
SáH

Comments

Afturkalling av Dan Cake Citronmåner

22/6/2018

Comments

 
Billede
Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá á teirra heimasíðu, at Dan Cake Citronmåner blíva afturkallaðir, hetta er grundgevingin:

Samandráttur:
Dana Cake tilbagekalder på grund af ændrede lugt og smag i kagerne. Forandringen af produktet skyldes sandsynligvis en uønsket afsmitning fra mørk jubilæums kapsel.

Hvør er vøran:
Dan Cake Citronmåne 350 g
EAN-nummer: 5709152009460
Bedst før dato i 2018: 26/6, 27/6, alle datoer i august, samt 5/9, 11/9, 21/9

Dan Cake Jubilærums Citronmåne 375 g
EAN-nummer: 5709152019001
Bedst før dato: 17/7-2017

Hvar er vøran seld:
Vøran er seld í føroyskum handlum

Virkið, ið afturkallar:
Dan Cake, Hjortsvangen 15, 7323 Give

Vandin:
"Ændret lugt og smag" ger at vøran ikki er egna til matna.

Ráð til brúkaran:
Koyra vøruna burtur, ella lata vøruna aftur í handilin, har hon er keypt.

Comments

5.A latið læknamiðstøðini málingar

21/6/2018

Comments

 
Billede
Í morgun tann 22. juni vitjaði 5.A av Skúlatrøð á Læknamiðstøðini, har tey lótu fýra málningar, sum flokkurin hevur málað til bíðirúmið á veghæddini.

Herfyri var flokkurin á seturskúla í Kunoy, og har gekk ein løta við at mála fýra málningar, sum nú prýða bíðirúmið á veghæddini í Læknamiðstøðini. Durid Færø og Elsebeth Vilhelm, lærarar hjá 5.A vóru saman við næmingunum á vitjan í Læknamiðstøðini í morgun, har Arnhold Jensen, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur tóku ímóti.

Næmingarnir hava málað teir fýra málningarnar í bólkum, og allir hóska væl saman við hvørjum øðrum og hóska harumframt væl inn í bíðirúmið. Starvsfólkini á Læknamiðstøðini tóku væl ímóti málningunum og óivað verða teir til stóra gleði fyri øll tey vitjandi eisini.

Her fleiri myndir, klikk her "5.A latið læknamiðstøðini málningar".

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

So kom gongd á, at gera spæliplássið á Jørundsgøtu tíðarhóskandi, so verður tað gjørt

19/6/2018

Comments

 
Billede
Eftir at tilfarið hevur ligið á spæliplássinum í góðar tveir mánaðar, so er Klaksvíkar Kommuna farin í gongd við at gera spæliplássið á Jørundsgøtu tíðarhóskandi.

Ein gravmaskina er komin á økið og er byrjað at grava.

Sær spennandi út og ikki so gali fyri øll børnini sum búgva har á leið. Nøkur spælipláss eru eftir í býnum at gerast tíðarhóskandi, men nú er so gongd komi á.

Tummilin upp fyri Klaksvíkar Kommunu.

Niðanfyri filmsklipp, har undirritaði tók stóra trupuleikan upp til seinasta Býráðsval.

SáH

Comments

Løtt og ómakaleys avgreiðsla

19/6/2018

Comments

 
Sjálvgreiðslan á heimasíðu okkara ger tað lætt og skjótt hjá tær at avgreiða tíni kommunalu viðurskifti.

Videobrotið (t.v.) vísir tær hvussu.

​Kelda: Klaksvíkar Kommuna
Comments

Hvat fer Gekkurin at finna uppá næstu ferð ?!?

19/6/2018

Comments

 
Billede
Seinast vann ein kona góðar 60.000 kr, men hevði hon møguleikan at vinna 1,1 millión krónir. Hon valdi tó at steðga næstu ferð - tí hon vildi ikki risikera, at hon einans fór heim við góðar 10.000 krónum.

Og hvør TORIR í veruleikanum, at spæla sær við pengunum ..? Hevði tú torað ..?

Tað virkar eitt sindur løgið, at ongin fekk nakað eyka frá Gekkinum - av teim fólkunum, sum ringdu inn í farnu viku. Hví eru tey so sparsommilig, tá ið yvir 30.000 fólk kring alt Føroya land - stuðla Gekkinum hvørt fríggjakvøld ..? Hetta er absalutt ikki nakað, sum Tróndur Vatnhamar eigur, at taka fyri givið - tí tað kann saktans henda tað, at fólkini gevast við at spæla og hvat er tá vunnið hjá Gekkinum, spyrja vit bara á Norðoya Portali.

Seinast vit fingu svar frá KVF - tá skrivaði Vatnhamar, at vit saktans kundu koma við fleiri hugskotum og at øll hugskot vóru kærkomin. Jamen - tað skal heldur ikki standa á og koma nøkur hugskot beint nú til Gekkin:

- ØLL sum sleppa inn í fyrsta spæl - fáa 10.000 kr eyka - umframt Gekka vinning.

- ØLL sum sleppa inn í næsta spæl - fáa 20.000 kr eyka - umframt Gekka vinning.

- ØLL sum sleppa inn í triðja spæl - fáa 30.000 kr eyka - umframt Gekka vinning.

- Tey sjey sum hava fingið fulla plátu og sum ikki sluppu ígjøgnum - fáa nú 5.000 kr.

Eyka spøl (ímillum hvørt spæl):

- Tey sum hava seinastu tølini røtt á plátuni og sum eru fyrst at ringja inn - fáa 10.000 kr og har umframt eina ferð fyri tvey frá Atlantic.

- Gekka Quiz: Spyr ein Gekka spurning og tey fyrstu tíggju, sum senda tykkum rætta svarið sum telefonboð - fáa 1.000 kr í part.

Enda spælið

- Tann sum er so heppin og er sloppin inn - fær við sær automatiskt 150.000 kr og hevur eisini møguleikan at vinna 3,4 milliónir ella býta hesar 3,4 milliónir í 3 pottar, so at hann/hon kann vinna 1,2 millión - um hjólið endar á einum potti. Og undir ONGUM umstøðum fær endavinnarin minni enn 150.000 kr ... basta!

BilledeHví vilja tey í Gekkinum ikki stíla fyri einari "live" konsert ímeðan Gekkurin er ?!?

Roknistykki, sum vit á Norðoya Portali hava sett omanfyri - kostar ikki tað stóra hjá Gekkinum (góðar 115.000 kr, tá er endagekkurin uppá 150.000 kr ikki tikin við) og tað kann saktans roknast uppí aðrar útreiðslur, sum teir nú eina ferð hava.

Tú skalt eisini minnast til - at tað eru áleið 30 - 40.000 Gekkaplátur seldar til hvørt Gekkaspæl og tað gevur also massar í kassan hjá KVF. Spurningurin er so bara - um Gekkurin ætlar at deila hesir pengar eitt sindur meira "fair" til næsta Gekka spæl ..?

Góða eydnu, tit!

JáH (y) 19.06.2018

Comments

Stapin fer avstað aftur í kvøld

19/6/2018

Comments

 
Billede
Frysti línuskipi Stapin fer avstað aftur í kvøld Kl. 18.00 og fara teir at royna undir Føroyum.

Stapin hevur júst verið ein góðan túr í Grønlandi og fara teir nú at gera ein túr afturat - áðrenn ymiskt skal gerast við skipið, tá ið tað kemur heim aftur.

Roknað verður við - at hesin túrurin kemur at taka góðar tríggjar vikur, men tað kann saktans blíva longri ella styttri. Vi får se.

Undirritaði fer við henda túrin sum avloysari og tí verður tað eina mest bróðir, sum kemur at taka sær av Norðoya Portali - ímeðan undirritaði er vekk.

Við hesum - fari eg eisini at takka øllum teim, sum trúfast fylgja við tíðindum á Norðoya Portali og ynskja tykkum alt tað besta. Vit síggjast aftur um góðar tríggjar vikur, folkens.

JáH (y) 19.06.2018

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.