Hetta er eitt ræðuligt skil, fiskurin gerð næstan landgongd og so kann hann ikki fiskast av teimum smáu útróðrarbátunum í bólki 5B, sum hevur fingið HARRABOÐ, at allur fiskiskapur hjá bólki 5B, skal halda uppat í kvøld kl. 23.00. Her má handlast skjótt, tí sjálvandi skal fiskurin fiskast, alternativi er, at hann doyr í hungri við land. Hetta boðar Vørn frá á teirra heimasíðu klokkan 13:35 í dag. Kunning um fiskidagar hjá bólki 5 í 2019 Í dag, hin 29. november 2019, er støðan viðvíkjandi brúktum fiskidøgum soleiðis, at bólkur 5A hevur brúkt 4119 dagar av teimum 4883 døgunum, ið er nú tillutaðir bólkinum. Tískil eru 764 dagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5A. Í bólki 5B er støðan tann, at í dag, hin 29. november 2019 eru 6112 dagar brúktir. Til bólk 5B eru tilsamans 6146 dagar tillutaðir. Tískil eru bert 34 dagar eftir. Tí verður boðað frá, at allur fiskiskapur hjá bólki 5B, skal verða hildin uppat í seinasta lagi klokkan 23:00 hin 29. november 2019. Vørn Eins og siðvenja hevur verið seinnu árini, varð í gjar skipað fyri jólahaldi fyri starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Til hesa jólaveistlu varð eisini høvið at hátíðarhalda og heiðra teimum mongu starvsfólkum, ið hava havt rundan starvsdag í 2019. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði starvsfólkum, ið vóru heiðrað, eitt blómutyssi og eitt gávukort. Í talu síni til starvsfólkini, segði borgarstjórin millum annað, at hann var errin av, at Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur so dugnalig og nærløgd starvsfólk. ”Eitt dømi um hetta er Royal Run, sum kravdi alskins hendir og góð høvd, so alt eydnaðist til fulnar. Tað er ongantíð bara ein, men altíð eitt lið, ið skal til. ”Í kvøld hava vit so eisini høvið til, at heiðra øllum teimum, sum høvdu 10, 20, 25, 30, 35 og 40 ára starvsdagar, og eisini hetta vísir, at vit hava eldhugaði fólk, ið brenna fyri at geva góða tænastu á øllum økjum.” TEY, IÐ VÓRU HEIÐRAÐ, VÓRU HESI: 10 ár: Ansi Heinisen, Eyðna Festirstein, Maria Poulsen, Emma Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Harriet Lydersen, Anja Olsen, Josefina Jacobsen, Sólgerð Vang, Lucy Christiansen. 20 ár: Annika Egholm, Árna Maria Fossdalsá, Ásla Mouritzdóttir, Bjørg Poulsen, Verna á Kósini, Leif Danielsen, Linda Syderbø, Marna Ellingsgaard, Sunnva Simonsen, Valgerð Dahl 25 ár: Jákup Olsen, Finngerð Langgaard, Elken Simonsen, Elsa Johannesen 30 ár: Dávur Winther, Jan Askham, Dániel Poulsen, Esmar Klakkstein, Annika Johansen, Ása Fredriksberg 35 ár: Ernst Vágsgarð 40 ár: Finngerð Danielsen, Elsuba Petersen Kelda: Klaksvík.fo SáH Tann árligi markanaðardagurin verður í skúlanum á Fossánesi Leygardagin 30 nov. kl 14-20 😊 Á skránni er café við lekkrum smyrjibreyði, salat, pitsa stk, vaflir og rís’a’la mande 🍰🥪☕️ tombola, fiskibrunnur, loppumarknaður, lutaseðlasøla og í høllini vera sera nógvir forvitnisligir sølubásar… Jólini byrja á Fossánesi 🎅🏻🤶🏻🌲 foreldur og børn úr 5 og 6 fl. skipa fyri…. SáH Samstarvsráðharri Kaj Leo H. Johannesen var fríggjadagin vertur fyri tiltaki, ið varpaði ljós á nýggju visiónina, sum norðurlendsku stjórnarleiðarirnir samtyktu í summar. Sí her. Endamálið var at savna áhugabólkar, politikkarar, embætisfólk og sivilsamfelagið, ið hava áhugamál innanfyri norðurlendska samstarvið, og hoyra teirra viðmerkingar til visiónina. Slíkir kjakfundir fara fram í øllum teimum norðurlendsku høvuðsstøðunum í hesum døgum, samstundis sum tær ymsku faknevndirnar undir Norðurlendska Ráðharraráðnum eisini viðgera visiónina, og koma við ískoyti til, hvussu hon kann røkkast. ”Hetta var eitt gott høvi at hitta lyklapersónar í føroyska norðurlendska kervinum, og tað var gott at hoyra, at eisini vit í Føroyum hava nógv uppá hjarta, og hava ítøkulig mál, ið vit vilja vísa á í tí framhaldandi arbeiðinum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Visiónin sigur í stuttum, at Norðurlond skulu verða mest burðardygga og samansjóðaða región í heiminum í 2030. Heilsumálaráðið Skattalistin 2018 liggur til alment eftirlit í Miðlan frá 18. november til mánadagin 2. desember 2019. Skattalistin vísir skattskyldigu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum borgara í Klaksvíkar kommunu, og listin liggur alment frammi í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32 til og við mánadagin 2. desember 2019. Miðlan er opið gerandisdagar frá kl. 10.00 til 16.00. Kelda: Klaksvík.fo SáH Fyri tveimum vikum síðani lýsti Standferðslan, at Ritan skuldi á beding hjá Mest, men Ritan slapp ikki á Beding, tí ein trolari hjá JFK stóð rimmar fastur har og slapp hvørki upp ella út og har hevur hesin trolarin staðið í góðar 2 vikur, men sum skilst so er hann sloppin leystur aftur. Men í morgun sæst, at Ritan skal umvælast á Klaksvíkar Sleipistøð, tí hon er á veg upp á bedingina hjá KSS, hendan myndin er tikin klokkan 10:19 í morgun. Tað skuldi sjálvandi verið líka til, at hon verður umvæld í Klaksvík, hon er jú heimahoyrandi í Norðoyggjum. Tað fer at taka einar tvær vikur at gera Rituna klára, har ymsar umvælingar skulu gerast og tað árliga erftirlit eisini skal gerast. Jósup røkir sambandi millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy í hesum tíðarskeiðinum til Ritan verður tøk aftur. SáH Tað elvdi til politiskt rumbul, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fór a fund í Russlandi í september 2014. Orsøkin var stórpolitiska ósemjan millum Russland og Ukraina. Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðiavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum. Hvat hava fiskiveiðiavtalur og útflutningur í felag? Ella hava tey nakað í felag? Kann tað hugsast, at Føroyar hava ein ella annan leiklut, sum eingin gevur sær far um? Fiskiveiðiavtalan hevur týdning, men hon sigur einki um samhandilin. Um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið. Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini. Bara nútíðina. Nær byrjaði samhandilin? Hvønn týdning hevði hann? Fyri at finna svarið, mugu vit leita aftur í tíðina. 25 ár fyri fiskiveiðiavtaluna. Aftur til byrjanina av kalda krígnum, tá Føroyar vórðu limaðar inn í NATO og gjørdust lítil brikkur í vesturlendsku verjusamgonguni. Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur. Hetta er søgan um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið “Stríðið um proteinini – og útflutningurin til Sovjet” kemur út mánadagin 9. desember. 📆🎄✅ Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 30. november kl. 15.30. Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 30. november kl. 17.00. Olivar Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið. Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 2. desembur kl. 19.00 Hanus á Gørðum, prestur heldur røðu – boðið verður kaffimunnur aftaná, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 4. desember kl. 17.00 Rúna Sivertsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Kalsoy Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 18.00 Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 19.00 Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 20.30 Jólatrøini í kommununi – 2019 Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 5. desember kl. 21.00 Sigrun Heldarskarð heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 22.35 – bussur er við í ferðini. Svínoy Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 7. desember kl. 16.00 Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30 Kelda: Klaksvík.fo SáH Á temafundi seinasta týsdag samtyktu allar nevndir Býráðsins einmælt at taka undir við fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu fyri komandi ár og har bleiv svimjingin í býnum ikki nevnd við einum orðið. Ægir kláraði seg avbera væl til FM á Stuttgeil fyri tveimum vikum síðani, har Ægir bleiv samanlagt nummar tvey og 10 Føroyameistaraskap blivu svomin til Klaksvíkar. Ægir eigur eisini drotningina innan føroyska svimjing, nevnliga Signhild Joensen og hevur hon hægsta FINA tal, sum nøkur føroyskt svimjikvinna hevur svomi og nógvir av okkara heilt ungu svimjarum forbetraði seg heilt nógv, onkur yvir 10 sekund og tað er sera nógv innan svimjing. Vit kundi eisini gjørt sum Havnar Svimjifelag gjørdi og keypt ein ella tveir svimjarar upp frá Danmark og so møugliga blivu nummar eitt, men tað gjørdi vit ikki, Ægir svam bert við svimjarnum sum svimja í Føroyum. KÍ, sum gjørdist Føroyameistarar 2019 fær góðar 7 milliónir frá UEFA og tað er fantastiskt og væl unt. Á KÍ veitsluni fekk KÍ eisini ein kjekk uppá heilar 100.000,00 kr. frá Klaksvíkar Kommunu, eisini fantastiska flott gáva. Ígjøgnum alt árið hevur Klaksvíkar Kommuna goldið KÍ 100túsunds tals krónir til KÍ og sum eg hava fingið upplýst, so betalur Klaksvíkar Kommunu fleiri lønir til fólk í KÍ, eitt nú ítróttarmennaran hjá Klaksvík, men tað rokni eg ikki við er sannheit og tað havi eg heldur ikki kannað. Øll eru vit stak góð við KÍ og skal eg reypa, so rokni eg við at eg eri besti áskoðarin hjá KÍ, farið til næstan hvønn dyst og betali gleðiliga 80,00 kr. hvørja ferð, sjálvt um eg taki túsundavís av myndum og koyri tær ókeypis í News.fo og Norðoya Portalin, so síggið eg fleiri og fleiri sum hava sokallaði fríkort og tey betala 0,00 kr. fyri at koma inn og rokni eg við at allir hinir myndamennirnir runt vøllin og teir eru ikki so fáir eftir hondini betala 0,00 kr. fyri at koma inn og hava aldrin betalt eitt oyra til KÍ. Ægir, er tað av teimum stóru feløgunum í Føroyum, sum hevur ringast umstøður av øllum. Taka vit Suðuroyar Svimjifelag sum dømi og samanlíkna tað við Ægir, so hava tey felaghølir, hava fitness rúm, kafé og uppihalsstovu og fleiri aðrar hentleikar. Ægir hevur eitt felagshølið, sum er minni enn 5 ferðmetar, (eitt kustaskap). einki fittnes rúm og sum nú er, betalur Ægir fleiri túsund krónir til Íðka, fyri at venja har og so hevur Ægir ein kappingarhyl, sum er avoldaður og sum einki er gjørt við síðani 1974. Hetta er munurin á , at hava ein formann, sum situr í Klaksvíkar Kommunu og sum eisini er formaður í KÍ, tí tá kann ein geva sínum felagið allar tær sømdir felagið hevur brúk fyri og oysa milliónir um árið til KÍ, men okkara stolta svmjifelag síðani 1974 Ægir fær lítið og einki. Eitt eitur at keypa sær stemmur og fyri mær sær tað út sum, at tað er júst tað Klaksvíkar Kommuna gerð í løtuni og nú val aftur verður til Býráðið í 2020, so vera milliónir aftaná milliónir oystar í Djúpumýri og tá er lætt at vinna eitt Býráðsval, tí sum vit øll vita, so eiga vit Føroya besti áskoðarar og KÍ hevur túsundstals viðhaldsfólk og tey flestu hava eina stemmu og vit øll eru blá. Ægir hevur enn sama kappingarhyl, sum bleiv bygdir í 1974 og har er ikki ein flisi skiftir út og rustir rennir niður eftir betongkantunum runt hylarnar, sjá myndir herundir. Ikki so frægt sum eitt tillukku fekk Ægir frá Klaksvíkar Kommun aftaná FM og ongan morgunmatur og onga móttøka, hetta er munurin á ítróttinum í býnum, men sum sagt, so hava vit ikki okkara formann/forkvinnu sitandi í Klaksvíkar Kommunu. Undirritaði, sum var formaður í Ægir, stillaði upp til Býráðsvalið fyri trimum árum síðani, men eg hevði ongan livandi møguleika at koma inn, tí eg hevði ikki allar hasar milliónir at oysa til mítt felag og til lokal samfelagið, men eitt er so sikkurt, tað eru vit skattaborgarnir í Klaksvíkar Kommunu, sum koma at gjalda fyri rokningina og tað skulu vit øll vera glað fyri, tí en-de-li-ga bleiv okkara lið Føroyameistarar aftur. Vit á News.fo og Norðoya Portalinum fara at ynskja øllum okkara feløgunum í býnum, bæði lítil og stór eitt gott kappingarár og vónandi gerst KÍ Føroyameistara fleiri ár afturat og okkara stuðul skal ikki liggja eftir. Koyr á KÍ og Ægir, Mjølnir, Stjørnan, Team Klaksvík, Fimleikarafelagið, Klaksvíkar Judofelag osv, osv….. Símun á Høvdanum, fyrrverandi formaður í Ægir Hetta fekk HB í 2018 og upphæddin er blivin enn størri í 2019, klikk her, “FM-gull og milliónir til HB” |
Greinar
July 2024
|