NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fjølbroyttan býlismarknað til allar Føroyingar

30/8/2019

Comments

 
Billede
Sum valevni Fólkafloksins til løgtingið kann eg bert endurtaka, at allir føroyingar eiga at kunna seta fót undir egið borð.

Uttan fleiri møguleikar at byggja ymisk sløg av húsum og býlum í Føroyum fyri ymiskan prís røkka vit ikki málinum, at allir føroyingar eiga at kunna fáa sær tak yvir høvdið.

Hyggið eftir, hvussu danir gera við nógv betri úrslitum enn vit.

Í Danmark hava tey sethús, eigara- og leigubústaðir, privatar og almennar íbúðir, lutaíbúðir og íbúðarfelg ‘ boligselskab’.

Eisini hava danir ungdóms-, lestrar- og eldraíbúður og bústaðir fyri fólk við avbjóðingum.

Prísirnir á donskum býlum tykjast hóska til allar inntøkur.

Í Føroyum eksplodera, lamentera og planera vit okkara javnstóru (500 m2) grundøki, til vit ikki hava ráð til at byggja.

Sum tingmaður hevði eg virkað fyri málum sum hesum:

1. Vit brúka eina ávísa ‘protektionismu’ sum at forða útlendingum frítt at keypa hús og fastogn í Føroyum, so tey trýsta húsaprísin.

2. Fólk á bygd mugu hava somu møguleikar at fíggja, byggja ella keypa hús sum í Tórshavn og býunum. (Bygdirnar eru bulurin í føroyskari mentan og samleika).

3. Lógar- og regluverkið fyri húsabygging mugu gerast einfaldari, og bygging tí bíligari. (Húsabygging ella húsakeyp mugu ikki vera ‘venjing í einum risa lógar- ella regluverki).

Tað er óðamannaverk, at løgtingið lænir 100-tals miljónir fyri at bíða eftir (í áratíggju), at ein almennur stovnur sum Bústaðir (alt gott um hann), skal byggja 2.000 íbúðir.

Jú fleiri fólk noyðast at leiga sær bústað, jú fleiri passivar og óhjálpnar sosialistar fáa vit í Føroyum.

Vit mugu fáa so nógvar føroyingar sum møguligt at eiga egnan bústað. Bert við flest møguligum sjálveigarum fáa vit virknar landsmenn og kvinnur.

Kommunurnar hava ligið sjóvarfallið av sær í fleiri ættarlið. Tær hava næstan bara stykkjað út 500 m2 í per húski, havt byggisamtyktir og sett byggikrøv, so fólk hava noyðst at bygt so dýrt sum møguligt, nú 100-tals m2 fyri 3-4 mió kr pr. húski við í miðal 4-5 fólkum inni.

Vit mugu brúka føroyskt lendi skilvíst til tví- og raðhús (50-100 m2 pr býli), sum kundu kostað 1-2 mió kr. Øll høvdu havt ráð til at búgva eftir tørvi.

Mítt heitstreingi er: Hóskandi og bíligari bústað.

Veljið Sámal Jákup. Veljið Fólkaflokkin.

Sámal Jákup Sakarisson, lækni og valevni Fólkafloksins:

Billede
Comments

Javnsettar umstøður innan útbúgving í Føroyum

29/8/2019

Comments

 
Billede
Í Føroyum eru vit ríkað við menniskjum, ið øll eru góð til sítt. Sum lóggevandi valdið er ábyrgdin, at tryggja øllum somu møguleikar.
Eins og vit hava tørv á bóklærdum fólki, so hevur tørvurin á handligum fólki ongantíð verið størri enn tað sama.

Í dag verða handligar útbúgvingar ikki raðfestar líka høgt, og oftani er tað soleiðis í fólkaskúlunum, at vallærugreinarnar innan tað handliga verða valdar frá, fyri at fáa fleiri tímar á øðrum lærugreinum. Tí detta tey niður ímillum, sum ynsktu at fara tann handliga vegin. Hetta er ein stórur missur fyri føroyska samfelagi, og hetta er nakað, sum eg ætli mær at arbeiða fyri, um eg fái títt álit.

Vit skulu fáa eitt greiðari skúlaverk í Føroyum. Man kann siga, at tað kann deilast upp í tvey. Tað handliga og tað bókliga. Báðar leiðirnar skulu javnsetast og raðfestast líka høgt, tí báðar leiðirnar eru kjarnin í, at vit hava eitt væl virkandi samfelag, har arbeiði er til allar hendur. Tað er av alstórum týdningi, at okkara ungu hava bestu møguleikar at mennast. Við at deila tað upp soleiðis, so verða okkara ungu í nógv størri mun klár yvir, hvat tey vilja útbúgva seg til, tá ið tey eru liðug í skúlaverkinum.

Ynskja tit eisini, at bókligu og handligu leiðirnar verða javnsettar, uttan mun til hvørja tit velja? Leygardagin er valið tykkara.

Set krossin við Heðin Zachariasen

Vel Fólkaflokkin

Comments

​Hanus Hansen svarar Javnaðarflokkinum við Sjúrða Skaale á odda aftur

29/8/2019

Comments

 
Billede
Toppurin hjá Javnaðarflokkinum við Sjúrða Skaale á odda, hava øll hesi fýra árini roynt at niðurgjørt Hanus Hansen og í hesari vikuni royndi Javnaðarflokkurin við toppskorarnum til Fólkatingsvalið Sjúrða Skaale enn einaferð at niðurgera Hanus Hansen og JFK, her filmsklippið hjá Sjúrða Skaale, har hann spyr Hanus Hansen seks spurningar?


​Her svarar Hanus Hansen honum aftur. News.fo og Norðoya Portalurin hava roynt at fingið Sjúrða Skaale at svara uppá nakrar spurnignar við hansara vinnufyritøkur, men enn onki svar fingið?
Her greinin frá týsdagin, har News.fo og Norðoya Portalurin spyrja Javnaðarlfokkin við Sjúrða Skaale spurningar
Billede
Hvar Enda Pengarnir Hjá Sjúrða Skaale?
Sjúrður Skaale spyr hvussu stjórin í JFK húsast. um peningur rennur annan veg enn í Føroyska landskassan. Sjálvur er Sjúrður ein tann kendasti entertainarin í landinum. Hann framførur næstan hvørt vikuskifti og onkuntíð fleiri ferðir um vikuna. Og hann er ikki millum tey bíligastu. Harafturat hevur hann havt fleiri stór show, sum fleiri 10.000 tals føroyingar hava keypt atgongumerki til.

Sambært bl.fo eigur Sjúrður tvey partafeløg saman við øðrum nevniliga P/F Pipar & Salt og P/F Søkin. Seinasta ferðin nakað av feløgunum rindaðu skatt var í 2007, tá felagið P/F Pipar og Salt (fór á húsagang í 2011) rindaði 16.000 kr.
P/F Søkin sum rekur útróðrarbát og annars hevur til endamáls at útgeva og dríva handil, hevur ongantíð rindað skatt sambært teimum upplýsingum vit finna á www.bl.fo og hevur havt undirskot hvørt ár
Comments

Hvar enda pengarnir hjá Sjúrða Skaale?

27/8/2019

Comments

 
Billede
Sjúrður Skaale spyr hvussu stjórin í JFK húsast. um peningur rennur annan veg enn í Føroyska landskassan. Sjálvur er Sjúrður ein tann kendasti entertainarin í landinum. Hann framførur næstan hvørt vikuskifti og onkuntíð fleiri ferðir um vikuna. Og hann er ikki millum tey bíligastu. Harafturat hevur hann havt fleiri stór show, sum fleiri 10.000 tals føroyingar hava keypt atgongumerki til.

Sambært bl.fo eigur Sjúrður tvey partafeløg saman við øðrum nevniliga P/F Pipar & Salt og P/F Søkin. Seinasta ferðin nakað av feløgunum rindaðu skatt var í 2007, tá felagið P/F Pipar og Salt (fór á húsagang í 2011) rindaði 16.000 kr.
P/F Søkin sum rekur útróðrarbát og annars hevur til endamáls at útgeva og dríva handil, hevur ongantíð rindað skatt sambært teimum upplýsingum vit finna á www.bl.fo og hevur havt undirskot hvørt ár.

Keldan: bl.fo

​SáH

Comments

​Besti dagur hjá Líðhamar í ár, heilið 19.000 pund

24/8/2019

Comments

 
BilledeLíðhamar, mynd tikin tann 24. august 2019
Líðhamar sum kom aftur nakað fyri klokkan 15:00 í dag, hevur havt ein ordiligan roktúr norðan fyri í nátt. teir høvdu heilið 19.000 pund og tað er besti dagur hjá teimum í ár.

Tað var gott lag á monnum, tá ið News.fo og Norðoya Portalurin tóku ímóti. Bragd kom inn eitt sindur fyrr og høvdu teir 9.000 pund og Stakkavík hevðir 7.500 pund. Ein veldigur dagur hjá okkara útróðrarmonnum í Klaksvík.

Líðhamar settið 48 stampar og tríggir mans vóru við hendan roktúrin.

Allir landaðu til NFCS og var tað Sjúrður Josephsen, sum stóð við kránan.

Her filmsklipp og myndir.

SáH


Comments

Heilsuverkið og fyribyrging

24/8/2019

Comments

 
Billede
Vit skulu brúka nógv, nógv meira orku uppá fyribyrging, upplýsing og heilsufremjandi tiltøk.

Játtanin skal hækkað munandi og innsatsurin dagførast á øllum økjum.

Betri fólkaheilsa og meira fyribyrging førir við sær færri kroniskar sjúkur og betri lívsgóðska - effektivari heilsuverk

Leinkja og sjónband herundir:

Símun Jóannesarson Hansen

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Comments

Bryggjubros, men álvaratos!

23/8/2019

Comments

 
Billede
Eg havi leitað mær oman á bryggjuna í morgun, at vita hvat er á vási.Tað er vátt og kalt. Lágættin hevur regn við sær morgun. Men her er lív í á bryggjuni Klaksvík. Garnabáturin Guðrun er júst afturkomin, eftir at hava roynt á Tað er gott lag á monnum. Føroya Banka eftir Havtasku. Teir sita tveir í einum bili og kroka fyri regninum. Tveir reiðara. Eg spyrji eigaran og skiparan hvussu hilnaðist. Jú, væl. 13.000 pund á trimum trossum. Prísurin kundi verið betri, men tað er í lagi; áleið 26 kr pr. kg.

Og mín sann stendur hann aftur her í Morgun. Sjúrður. Sjúrður Josephsen. Og trúfastur er hann; tíðliga og seint tá útróðrarbátarnir koma aftur av útróðri er hann her. “Eg eri 81, men aldurin hevur ongan týðning. Heilsan er góð, og er onki hóttafall, so ætli eg mær at arbeiða”. Og leggur hann afturat: “Lat verða við at hugsað um hvat onnur hava og eiga”. Ein góð lívregla.

Hesir mennirnir eg tosið við á bryggjuni eru allir pensionistar. Hava liva eitt gott og virkið lív, og givið tað til samfelagið sum tað krevur av teimum. So sjálvandi skulu allir pensionistar hava sítt útgjald úr samhaldsfasta skattafrítt; hetta eru pengar sum øll hava rætt til. Og hetta eru pengar sum arbeiðsmarknaðurin eigur, og ikki politiska skipanin!

Eg seti meg innaftur í bilin. Tendri útvarpslurtið sum vanligt. Ein endursending av TINGINUM er í KVF. Tjóðveldisflokkurin. Og sum eg koyri, eri eg við at missa harradømi á bilinum, tá Hoydal sigur at ein atkvøða fyri einum vinnulívsmanni, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin, er tað sama sum at velja eitt Partafelag inn á ting. Sig mær; hvat billar hann sær inn?

Á bryggjuni í morgun møtti eg trimum skilamonnum við hvør sínum partafelag. Eg hitti sku ikki trý partafeløg. Eg møtti trimum menniskjum við dirvi og áræði.

Og eg stilli upp fyri Fólkaflokkin, og eg eri ikki nakað partafelag, hóast eg eigi eitt. Eg eri eitt menniskja av kjøti og blóði, sum ynski at gera mun fyri ung sum eldri, høg og lág, stór sum smá. At betra um korini hjá okkum øllum. Eg vil hevja røddina vegna tey sum ikki hava eina rødd. Og eg havi ikki tørv á at tekkjast tey máttmiklastu innan politik; mítt hjartað liggur hjá teimum máttleysu.

Og lat tað verða sligið fast við 7-tumma seymi: Eg møtti ikki 3 partafeløgum í morgun, men 3 vitugum eldri monnum við hvør sínum partafelag. Onki partafelag kemur nakrantíð á ting. So mikið av virðing burdu vit øll havt fyri okkar løgtingið. So er tað sagt

Vel Pól. Vel Fólkaflokkin

Pól Huus Sólstein og Jacob Vestergaard
Comments

Klaksvík verður vinarbýur við Skt. Pætursborg

20/8/2019

Comments

 
Billede
Klaksvík verður nú vinarbýur við týðandi russiskan stórbý.

Samskifti hevur verið millum býirnar í eina tíð, og nú eru býirnir samdir um at taka upp vinarbýarssamstarv.

Skt. Pætursborg er týðandi býur í Russlandi, sum er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks. Klaksvík er fiskivinnubýur, og tí eru stórir møguleikar í tøttum samstarvi við býin. Hetta er eisini ein liður í ætlanunum hjá meirilutanum um, at menna samstarv við býir sum geva serligar møguleikar fyri vinnulívið og fiskivinnuna.

Skt. Pætursborg er við sínum stívliga fimm milliónum íbúgvum næststørsti býur í Russlandi. Í umleið 200 ár var býurin høvuðsstaður í Russlandi. Eitt skifti í 20. øld hevði býurin almenna navnið Leningrad, men í 1991 fekk býurin gamla navnið aftur. Skt. Pætursborg er havnabýur har vesturi í Russlandi við atgongd til Eystrasalt, og býurin hevur natúrligt samband við norðurlond og vesturheimin sum heild. Skt. Pætursborg er kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt og er heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.

Klaksvík fer serliga at hava samband við vakra býarpartin Pushkinsky, og ætlanin er at samstarva innan vinnu, mentan og ítrótt.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Klakkur er farin at sigla heim við fullari last

20/8/2019

Comments

 
Billede
Seint í gjárskvøldið fór Klakkur at sigla heim við fullari last frá Flemish Cap.

Teir fóru avstað 27. juli og hava fiska í 23 dagar, so sigast má, at teir hava rokast á Flemish Cap.

Skiparnir hendan túrin hevur verið Líggjas og Bethuel Johannesen.

Væntandi vera teir á Klaksvík komandi mánadag.

News og Norðoya Portalurin ynskir tykkum øllum góða og skjóta heimreisu.

Klakkur gjørdist besti bátur í 2018 í bæði nøgd og virði. Stórt tillukku til tykkum allar umborð. Her nakrar myndir, har Sjómannadagurin heiðraði tykkum leygardagin.

SáH

Filmsklipp frá Klakki, sum eg havi lænt frá teirra heimasíðu.
Comments

​Hví útihýsir tú 50 prosent av fólkunum her inni Aksel?

15/8/2019

Comments

 
Billede
Jákup Mikkelsen frá Fólkaflokkinum spurdi løgmann á politiska fundinum á Skúlatrøð í gjárskvøldið, hví Aksel V. Johannesen útihýsir 50 prosent av øllum fólkunum í Klaksvík ella 50 prosent av fólkunum, sum vóru á fundinum, hoyr svari hjá Aksel, sjá filmsklipp herundir:

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.