NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

UNICEF: 50 børn vera burturflutt hvønn mánað í Irak

30/6/2016

Comments

 
Billede
Nærum 1.500 børn er burturflutt í Irak tey seinastu tvey og eitt hálvt árini, veit UNICEF at siga frá.

Mong av teimum vera tvingaði til at vera barnahermenn, ella vera tey útsett fyri neyðtøku og seksuellum ágangi, sigur ein rapport um støðuna hjá børnum úr Irak við tittlinum "A heavy price for Children".

JáH (y) 30.06.2016
Kelda: NTB

Comments

Nærum 3 milliónir bretar vilja stemma av nýggjum

26/6/2016

Comments

 
Billede
David Cameron hevur boða alment frá, at hann vil ikki stýra landinum longur, nú teir fara út úr ES og ta seinasta nýggja er, at nú vil Skotland heldur ikki vera ein partur av Bretlandi.

Og fólkini eru nokk bangin fyri framtíðini, tí nú eru nærum 3 milliónir undirskriftir sendar til parlamenti, sum krevja eitt nýval - so at Bretland kann vera verandi í ES, men hetta verður nokk av ongum, tí parlamenti hevur júst viðgjørt spurningin og fólkið hevur also talað og talan varð greið: Bretland skal út úr ES ..!

JáH (y) 26.06.2016

Comments

Havsbrún 50 ár

24/6/2016

Comments

 
Billede
​Fríggjadagin tann 1. juli hátíðarheldur Havsbrún rundan føðingardag.

Í hesum sambandinum verður skipa fyri einum tónleikatiltaki í nýggju tunlinum. Tiltakið byrjar klokkan 19:00 (stundisliga).

Øll er vælkomin, men minst til heit klæðir, tí tað eru bert 8-10 stig inni í tunlinum.

Skrá tónleikatiltaki:
- Fuglafjarðar Hornorkestur
- VEGA
- Tórshavnar Manskór
- Lena & Niklas
- Marius Ziska
- Punjab

Skrá fyri dagin:
16:00 Møguleiki fyri rundvísing á virkinum
17:30 Móttøka
- Bóklingur um Havsbrún gjøgnum 50 ár
- Røður
19:00 Tónleikakonsertir við lítlum ábiti:
- Fuglafjarðar Hornorkestur
- VEGA
- Tórshavnar Manskór
- Lena & Niclas
- Marius Ziska
- Punjab

Norðoya Portalurin ynskir Havsbrún hjartaliga tillukku og góðan byr fyri framman.

SáH

Billede
Comments

​Sjokk í Europa

24/6/2016

Comments

 
Billede
Tað gjørdist greitt ímorgun, tá ið allar atkvøðurnar vóru taldar upp, at bretar høvdu stemma NEI til ES.

​51.9 prosent søgdu NEI og 48,1 søgdu JA, sostatt hevur Bretand vent Europa baki.

Hetta setti Europa í sjokk og breska pundið fall til tað lægsta í 30 ár ímóti dollarnum og tað størsta fallið nakrantíð í ein dag.

Hvat ávirkan tað fær á tann Føroyaska marknaðin er ilt at meta um, men nú verður tað munandi bíðligar at keypa frá Onglandi.

SáH

Comments

Niðurtøka av Kjølbro húsunum

23/6/2016

Comments

 
Billede
Eftir at Klaksvíkar Kommuna tók húsini á Bakkanum niður, so er Klaksvíkar Kommuna í ferð við at taka enn eini hús niður.

Talan er um eitt av Kjølbro húsunum, sum upprunaliga vóru bygd í 1920'unum, har Frú Strond búðu í teim frá fyrstan tíð av. Eftir at Frú Strond varð liðug at búgva har, hevur Kjølbro keypt húsini og bygt uppí - har ein av stjórunum, sum arbeiddu undir honum búðu har (Als varð nokk tann fyrsti, sum búðu í hasum húsunum, síðan Frú Strond búðu har). Eftir tað, so hava fleiri búð har (eitt nú Páll á Dul og síðan Thulesen, sum rak allar fyritøkurnar hjá J.F. Kjølbro).

Billede
Ta seinastu tíðina hava Kjølbro húsini ikki átt nakran góðan og tískil hevur Klaksvíkar Kommuna tikið avgerð, at taka húsini niður og møguliga verður økið á stangavegnum 43 gjørd um til eitt parkeringspláss, sum er harðliga brúk á ymiskum støðum á stangavegnum.

​JáH (y) 23.06.2016

Comments

Føroyar verið til ST-hoyring um borgarlig og politisk rættindi

22/6/2016

Comments

 
Billede
Føroyar hava í hesi viku verið til hoyring hjá ST í sambandi við sáttmálan um borgarlig og politisk rættindi, sum hevur verið í gildið fyri Føroyar síðani 1972.

Mannarættindanevndin spurdi millum annað um, hvussu eftirlit á mannarættindaøkinum verður framt í Føroyum. Nevndin var somuleiðis áhugað í at hoyra nærri um ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta á stovn óheft mannarættinda eftirlit í Føroyum.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal kanna og koma við tilmæli um hvussu ein óheft eftirlitseind kann verða skipað í Føroyum. Arbeiðsbólkurin letur eftir ætlan sítt tilmæli úr hondum seinni í ár.

Niðurstøður og tilmæli frá Mannarættindanevndini verða væntandi almannakunngjørd hálvan juli og verða løgd á heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
​
Hoyringin fór fram í Geneve á høvuðssætinum hjá hákommiserinum hjá ST fyri mannarættindum. Umboð fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið umboðaði Føroyar til hoyringina.

Kelda: Løgtingið

Comments

Jordan stongir grensuna eftir sjálvmorðsálop!

21/6/2016

Comments

 
Billede
Jordan hevur stongt grensurnar norðeystan og norðan í landinum og hevur boða frá, at umráðini eru bert til herin, eftir at seks hermenn blivu dripnir av einum sjálvmorðsálopið, nær sýrisku grensuni.

14 onnur menniskjur fingu álvarsligan skaða, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi ein lastbil í luftina í Rukban-umráðinum, sum liggur beint við grensuna ímillum Jordan, Sýria og Irak, týsdagin.

JáH (y) 21.06.2016

Comments

Orlando í sorg: Tvey ára gamal drongur etin av alligatori

16/6/2016

Comments

 
Billede
Ein trýr tí næstan ikki, at so nógvar vanlukkir kunna henda uppá eingang, sum tað nú er hent í Orlando, men nú er enn ein vanlukka hend í Amerika, sum veruliga hevur sorgarbundið Orlando ...

Leitað hevur verið dúgliga av amerikonsku løgreglun eftir líkinum av tí tvey ára gamla smádronginum, sum tikin bleiv av einum alligatori í Disneys Fairy Tale Wedding Chapel í Orlando, Florida týskvøldið ...

Nú hevur løgreglan funnið líkið av smádronginum og familjan hjá tí lítla dronginum eru takksom fyri arbeiði sum løgreglan hevur framt og fer nú at leggja drongin til jarðar. Syrgiliga vanlukkan kemur beint eftir, at Christina Grimmie bleiv skotin til deyðis, eftir eina konsert og 49 ósek menniskjur lótu lív, tá ið Omar Mateen skjeyt frá hond í klubbanum Pulse fyri samkynd í Orlando.

JáH (y) 16.06.2016

Comments

Niðurtøka av húsunum á Bakkanum!

15/6/2016

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Kommuna fór í holt við at taka húsini hjá Hans á Bakkanum niður í dag, og sum skilst so hevur tað bara gingið skjótt fyri seg.

Keldurnar, sum Norðoyar Portali hevur tosað við - siga frá, at tað eina partí'ið av húsunum vóru frá 1916 og hitt "nýggjari" parturin av húsunum eru frá 1941 - sostatt kann sigast, at hetta vóru eini hús, sum vóru áleið 100 ára gomul. Gongur sum ætlað, so vera húsini liðug at taka niður í vikuni og so skal byrjast at gera eitt grønt økið runt um har húsini hava verið.

Vit á Norðoya Portali vóru á staðnum og eisini fara vit at leggja ein film saman, sum vit tóku upp ídag, ímeðan húsini vóru niðurløgd.

JáH (y) 15.06.2016

Comments

Álop aftaná álop: Trý deyð eftir eitt álop í París

14/6/2016

Comments

 
Billede
Maðurin sum tók lívið av einum løgreglumanni ígjárkvøldið er eisini deyður.

Maðurin hevði tikið fleiri gíslar í eini íbúð, í forstaðinum Yvelines í París, eftir at hann hevði stungið ein løgreglumann til deyðis.

Franska løgreglan umringaði íbúðina, stormaði inn og skjeyt mannin til deyðis. Í íbúðini fann løgreglan enn eitt lík og tað varð av eini kvinnu. BT veit at siga frá, at tey sum doyðu vóru løgreglumaðurin, kona hansara og at 3 ára gamli sonur teirra yvirlivdi í gíslatøkuni.

JáH (y) 14.06.2016

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.