Mannarættindanevndin spurdi millum annað um, hvussu eftirlit á mannarættindaøkinum verður framt í Føroyum. Nevndin var somuleiðis áhugað í at hoyra nærri um ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta á stovn óheft mannarættinda eftirlit í Føroyum.
Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal kanna og koma við tilmæli um hvussu ein óheft eftirlitseind kann verða skipað í Føroyum. Arbeiðsbólkurin letur eftir ætlan sítt tilmæli úr hondum seinni í ár.
Niðurstøður og tilmæli frá Mannarættindanevndini verða væntandi almannakunngjørd hálvan juli og verða løgd á heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
Hoyringin fór fram í Geneve á høvuðssætinum hjá hákommiserinum hjá ST fyri mannarættindum. Umboð fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið umboðaði Føroyar til hoyringina.
Kelda: Løgtingið