NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

”Karlo og Luddi” í Býráðshøllini í Klaksvík

30/10/2014

Comments

 
Picture
Hóskvøldið 30. oktober kl. 19.30, verður nýggja barnabókin, Karlo og Luddi løgd fram í Býráðshøllini í Klaksvík - og eru øll vælkomin.

Tað er Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað bókina, men hevur tað verið í tøttum samstarvi, við sín versonin, Svenbjørn Kvilt Olsen.

Les meira HER

JáH (y) 30.10.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Fyrilestur í kvøld 30. oktober kl. 19:00 - um positiva sálarfrøði 

30/10/2014

Comments

 
PictureMynd úr FB
Tað er Ann-Britt Mortensen, sum fer at greiða frá, hvat positiv sálarfrøði er, og hvussu vit kunna brúka hetta í gerandisdegnum. 

Í kvøld, hóskvøld, kl. 19:00, heldur Ann-Britt Mortensen, sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði, fyrilestur um hvussu positiv sálarfrøði kann vera ein liður í prosessini at koma fyri seg, og fyrbyrgja afturstigum hjá fólki við sálarheilsuavbjóðingum. 

Sinnisbati hevur aftur í ár gjørt eina skrá við fyrilestrum hvønn mánað, sum ein liður í at arbeiða við at avtabuisera sálarsjúkur, og gera upplýsandi arbeiði hesum viðvíkjandi 


Fyrilesturin er um hvussu vit kunnu brúka vitan frá gransking innan økið positiva sálarfrøði í eini recovery prosess. Tosað verður um grundleggjandi hugtøk innan positiva sálarfrøði, m.a.: - tað góða lívið, tað virknað lívið og tað meiningsfulla lívið - vón og optimismu - persónlig virði og kjarnustyrkir Gransking vísir, at seta vit fokus á styrkir, hevur tað eina positiva ávirkan á menniskjaligan trivnað, so sum betri sjálvsvirði og sjálvsálit, minni strongd, størri drívmegi og virkni og meira gleði. Tiltakið er ókeypis og verður í hølunum hjá Sinnisbata í Laðabrekku 1, í Tórshavn. 


JáH (y) 30.10.2014
Kelda: Sinnisbati

Comments

Samrøða við Zacharias Hammer

29/10/2014

Comments

 
PictureMynd úr FB
Spurning 1: Hvat diggast Føroya besti dokument-sendimaður við í dag ?!?

Í dag eri eg miðlalærari hjá 8. 9 flokkunum og Valskúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík - Redigeri annars seinastu tveir partarnar av raðsendingin (Gylta Gullið) Annars er Trolarasøga okkara og Kvinnurnar í Føroyingahavnini í hjalarvatninum - ráupptøkurnar eru gjørdar.

Spurning 2: Vit sum upplivdi "Dølgarnir" høvdu eitt feitt upplivilsi - Hvar fekk tú tíni hugskot frá ?!?

Hugskotið til dólgarnar kom úr gomlu føroysku søgnunum - eitt nú seyðatjóðar, persónar sum vóru spennandi, stuttligir og øðrvísi enn vit onnur. Búðu úti í náttúruni og alt var burturav føroyskt. Fekk valgt mær røttu leikarar. Søgurnar komu so at veksa og liva av hvørjari aðarari. Hugaligt at tær enn liva sera sterkar, eisini millum børnini í dag. Jú, har var verunliga ein "sál" í dólgasendingunum.


Spurningur 3: Hvat heldur tú annars um føroyskar doku-sendingar nú á døgum ?!?

Nakrar av okkara nútíðar dokmentarsendingum eru góðar, men fleiri eru sera vánaligar og uttan innihald. Eg haldi hesar sendingar mangla eina livandi "sál" sum førir myndir og frásøgn inní hjørtuni á síggjaranum. Tey reisast glað og nøgd aftaná sendingina - vita ofta ikki hví. Hetta er uppgávan hjá okkum í gera sendingina ella skapa hana, at hava sum endamál.

Spurning 4: Tínar nátúr sendingar eru avbera góðar og ein kundi gott selt Føroya land - bert við tínum eygað. Hvussu ber tað til, at tú fangar tað - fólk vilja síggja ?!?

Ein hevur altíð verði ríkur við hugskotum - nokk viðføtt eins og eitt gott myndaeyga. Upptøkutóli er mín skrivi- og teknipennur. Hugskotini koma bara dettandi niður úr høvdinum, tó ávirkaði av ymiskum hendingum og upplivingum. Havi ongantíð kopiera ella eftirgjørd onnur konseptir alt er føtt í einum sjálvum. Ein hevur tíðum verið strongdur av øllum ein vil hava út og fortalt í filmssøgu. Harmur seinastu 7 árini ikki at hava kunað brúkt alla mína orku til framhaldandi føroyskar sendingar. Men nógv tilfar er tó gjørt og fer nokk at spríkja út millum sjónvarpsrimarnar. Hetta kann ikki byrgast inni av einum statsmonipoli.

JáH (y) 29.10.2014











Comments

Innbjóðing til framløgu av byggiverkætlanum í miðbýnum í Klaksvík

27/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Kommuna
Hervið verður bjóðað til alment hátíðarhald í miðbýnum í Klaksvík týsdagin 28. oktober kl. 10:00, har spakin verður settur í fyrstu byggingina í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík.

Les meira HER

JáH (y) 27.10.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Borgarafundur verður 5. November

27/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Tórshavnar Kommuna
Í sambandi við at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina kommunuætlan, sum stingur út í kortið, hvussu kommunan er sær út um 15 ár, verður borgarafundur hildin í skúlanum við Løgmannabreyt 5. november 2014 kl.19.00.

Les meira HER

JáH (y) 27.10.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Manntal á enskum

27/10/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd: English Breakfast
Úrslitini frá fólkateljingini 2011 eru nú løgd út á heimasíðuna hjá Hagstovuni í enskari útgávu. Meginparturin av talvunum frá manntali er gjørdur eftir altjóða leisti og kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl í øðrum londum. Ein ávísur áhugi er uttanlands fyri hagtølum og nú ber so eisini til finna tær  269 talvurnar frá manntali á enskum.

Eisini serføroysku hagtølini eru løgd út á enskum.

JáH (y) 27.10.2014
Kelda: Hagstova Føroya


Comments

Esmar Andreasen Dronningens Fortjensmedalje

24/10/2014

Comments

 
PictureMyndaeigari: Tórshavnar Kommuna
- Esmar Andreasen hevur fyri stuttum havt 40 ára starvsdag hjá Tòrshavnar kommunu. Esmar er sum so mangir aðrir góðir havnarmenn føddur á bygd - Esmar varð føddur inni á Toftum í 1950 sum hálvur toftamaður og hálvur hvalbingur, men er kortini tað vit mugu kalla ektaður Bøfrensur, tí hann vaks upp í Bø í Havn, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði Esmari heiðurslønina.

Les meira HER

JáH (y) 24.10.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Tey ungu fyrireika seg at velja ungdómsbýráð

24/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Kommuna
Fríggjamorgunin 24. oktober 2014 varð skipað fyri einum kveikingardegi í Badmintonhøllini fyri næmingunum í 8., 9. og 10. flokkunum, sum í næstum skulu velja og manna eitt ungdómsbýráð.

Á skránni fyri kveikingardagin var, at Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung bjóðaði vælkomið og greiddi frá ætlanini við Ungdómsbýráðnum.

Eftir hetta fekk Djóni Eidesgaard, leiðari av Barnabata, orðið, og hevði hann eina framløgu um barnarættindasáttmálan hjá ST og hvønn týdning hesin hevur fyri okkara samfelag.

Tá ið Jóhann Lützen hevði rundað kveikingardagin av, varð ábit og prát á skránni.

Les meira HER

JáH (y) 24.10.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Kvøldseta í Løkshøll "Seyður og seyðahald"

22/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Runavíkar Kommuna
Í gjár, mikukvøldið, klokkan 20.00 varð Kvøldseta, kallað “Seyður og seyðahald” í Løkshøll. Hetta var eitt tiltak í samband við mentanarvikuna í Runavík.

Les meira um tiltakið HER

JáH (y) 23.10.2014

Kelda: Runavíkar Kommuna

Comments

Fríðkan av øki omanfyri Leirvíkar Skúla

22/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Eysturkommuna
Seinasta mánað byrjaði arbeiðið uppá at fríðka um økið ímillum Leirvíkar Skúla og eldrasambýlið Giljagarð. Millum annað verður ringpallur gjørdur júst omanfyri gamla skúla umframt at flisar verða lagdar á slættanum har. Eisini verður eitt spælipláss gjørt á niðara skúlaplássinum.

Les meira HER

JáH (y) 23.10.2014
Kelda: Eysturkommuna

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.