NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Marna Arge Ellingsgaard sett sum leiðari fyri eldraøkið í Norðoyggjum

22/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Kommuna
Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur samtykt at seta Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðing, í starvið sum leiðara fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir eldraøkið frá landinum.

Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 11 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Setanarbólkur varð settur at viðgera umsóknirnar og at gera eitt tilmæli til stýrið, sum á fundi mikudagin 22. oktober 2014 samtykti at seta Marnu Arge Ellingsgaard í starvið.

Les meira HER

JáH (y) 23.10.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Poliodagur nú fríggjadagin - Poliosjúkan skal beinast burtur frá okkara Jørð!!!

21/10/2014

Comments

 
Picture
Fríggjadagin er Poliodagur. Tann felagskapur, sum hevur arbeitt nógv mest við at basa hesar herviligu sjúku, er alheims Felagsskapurin Rotary, har hesin felagsskapurin, tey seinstu árini, hevur minka um tilburðirnar av Polio frá 350.000 um árið, til bert 
2-300 um árið. 

Hetta hevur latið seg gjørt, við at koppseta øll børnini í tí landinum, sum Poliosjúkan herjar og hevur Rotary koppsett 2. mia. børn síðani i 1985, tá ið Rotary for í hernað ímóti Polio.

Rotary er eisini í Føroyum, her eru tveir klubbar, ein í Tórshavn og ein í Klaksvík og eru teir sjálvsagt við at stuðla, við at basa hesari herviligu sjúku.

Vælkomin at stuðla fíggjarliga

Vit hava nógvar grunnar og vinnulig feløg í Føroyum og eru tit áhugaði, við at vera við, at útrudda Polio sjúkuna frá okkara Jørð, so
kunnu tit senda eina peningaliga upphædd á konto hjá Rotary Klaksvík í Norðoya Sparikassa ella Bank Nordik. Alt gerð mun og jú meira hjálpa til, jú skjótari verður Polio sjúkan útrudda.

Soleiðis verður Poliodagurin hildin í Danmark, les meira herundir:

Rotary markerer dette mål med poliodag på fredag 
Polio er en akut virusinfektion. Den kaldes også børnelammelse og var udbredt i Danmark i 50'erne og 60'erne. Det er den heldigvis ikke mere, og derfor er sygdommen ikke særlig omtalt. Den kan være dødelig, og den er ikke udryddet, selv om der nu er en vaccine, der kun koster 4 kr. pr. vaccination. 

Rotary International erklærede sygdommen krig i 1985, og dengang som nu rejste tusindvis af rotarianere frivilligt ud i de ramte områder for at vaccinere, deriblandt også it-magnaten Bill Gates og hans hustru Melinda. De har tilmed doneret flere hundrede millioner dollars til formålet, mod at Rotary skaffede næsten lige så mange, hvilket er sket. 

WHO og Rotary arbejder sammen om at udrydde de sidste tilfælde, men det er vanskeliggjort af krig i bla. Afghanistan, Pakistan, Nigeria og Syrien, så kampen fortsætter. Rotarys bidrag gennem årene vil overstige 900 mio. dollars. Men uden fortsatte donationer fra Melinda and Bill Gates Foundation, The Google Foundation samt bidrag fra alle rotarianere verden over er projektet dødsdømt. Fra 350.000 tilfælde til 2-300 på 25 år I løbet af 25 år er poliotilfældene reduceret

fra ca. 350.000 tilfælde i 1988 til 2-300 sidste år!
Der er gennemført poliovaccinationer i 200 lande, og 20 mio. frivillige har vaccineret ca. 2 mia. børn!  Alligevel er der stadig brug for en kæmpe vaccinationsindsats for at holde sygdommen i ave, da den er meget smitsom. Derfor har Rotary International medsine 1,2 mio. medlemmer verden over fortsat fokus på de områder, hvor smitten findes. Rotary VIL have den udryddet! Det bringe til veje successive. 
Derfor er fredag den 24. oktober, som også er FN-dag, udnævnt til også at være Poliodag.

Comments

Make Travel - Nýggj spennandi Ferðastova

21/10/2014

Comments

 
PictureMynd av Mariu (FB)
Kent Christensen og Maria Samson Christensen hava júst stovna eina ferðavinnustovu - sum fer at skapa nýggjar karmar innan tí føroysku ferðavinnuna.

Maria og Kent hava bæði tvey nógvar royndir innan ferðavinnuna og á teirra heimasíðu www.make.fo eru tey farin í holt við at fáa tey ferðandi at koma til okkara vakra land at ferðast.

Mangir aðrir túrar vera skipaðir av Make Travel - og spennandi verður, at síggja hesa nýggju ferðastovu folda seg út. Bæði Kent og Maria duga sera væl, at stíla fyri túrum (bæði innanlands og uttanlands) og ongin ivi er í, at framtíðin fer at vera bjørt hjá Make Travel.


Vilt tú vita meira um Make Travel - trýst HER ella vitja teirra Facebook síðu HER ...

Vit á Norðoya Portali ynskja Mariu og Kent hjartaliga tillukku við fyritøkuni og alt tað besta frameftir.

JáH (y) 21.10.2014




Comments

Samstarv við Japan

21/10/2014

Comments

 
Picture
Um dagarnar vitjar Seishi Suei, japanski ambassadørurin í Keypmannahavn, í Føroyum. Vitjanin er m.a. í sambandi við japanskan filmsfestival í Østrøm næstu tveir dagarnar.

Í sambandi við vitjanina vitjaði ambassadørurin við skrivara sínum á Ráðhúsinumi morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, tóku ímóti. 

Les meira HER

JáH (y) 21.10.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Móttøka: 40 ár hjá Klaksvíkar Kommunu

21/10/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Kommuna
Í sambandi við, at Noomi Thomsen hevur starvast 40 ár hjá Klaksvíkar Kommunu, verður almenn móttøka í býráðshøllini.

Fríggjadagin 24. oktober
frá klokkan 15:00 – 17:00

Øll eru hjartaliga vælkomin

JáH (y) 21.10.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Dialysuviðgerðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið dregur út

21/10/2014

Comments

 
Picture
Nú fara vit skjótt at skriva 2015 og enn er Dialysuviðgerðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ikki sett í verk.

Nógv hevur verið skrivað um hetta mál, men mín meining er tann, at ber tað til, at viðgerðin kann gerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, so er at seta hana ígongd beinanvegin.

Tað verður ein stórur fyrimunir, fyri sjúklingarnir her norðuri, at sleppa frá langa koyritúrinum til Havnar og ein kundi spurt, hví tað ikki kann lata seg gera, at viðgerðin kann gerast her norðuri? og man tað ikki vera nógv lættari, at flyta ein persón norður ella at skúla eitt fólk her norðuri, so vit kunnu viðgera okkara sjúklingar sjálvi.

Veit at nýrasjúklingarnir í Føroyum, hava fyri stuttari tíð síðani,  verið á einum væleydnaður túri í Italia, har tey á túrinum fingu viðgerðir og annað ísamband við teirra sjúka. Kann tað lata seg gera á einum so longum túrið, so kann tað fyri Guðs skyld eisini gerast í Klaksvík, so býtt eru vit heldur ikki her norðuri.

Karsten Hansen fær ísving og fá hatta at koyra nú.

SáH

Comments

Jón Heystoy takkaði fyri seg í Svimjisambandinum

18/10/2014

Comments

 
Picture
Á árliga aðalfundinum hjá Svimjisamband Føroya takkaði Jón Heystoy fyri seg og nýggir formaður í SSF er Rókur í Jákupsstovu.

Jón Heystoy hevur gjørt eitt megnar arbeiðið fyri svimjingina í Føroyum og hevur sett Føroyar á heimskortið, bæði sum svimjari og sum formaður og tað verður ein risa uppgáva hjá nýggja forðmanninum, at taka yvir, eftir navnframa Jón Heystoy, men lovaði Jón, at hann skuldi nokk hjálpa honum, men nú helt hann, at nýggjar kreftir skuldi taka yvir.

Niðanfyri takkar røðan, sum Poul Nolsøe helt fyri Jón Heystoy og hon sigur okkum, hvussu stóran týdning Jón hevur havt fyri føroyska svimjing. 
SáH

Comments

Gamla Brugsan seld

18/10/2014

Comments

 
Picture
Í vikuni bleiv Gamla Brugsan seld og eru tað hjúnini Vima og Jóannes Leivsgarð, sum hava keypt gomlu Brugsina.

Gamli eigarnir Hans Eliesar Fjalsbak og Odd Fjalsbak vilja ikki upplýsa søluprísin.

Føroya Keypssamtøkan hevur leiga hølini í manna minnir, men fyri nøkrum árum síðani, fóru tey í nýggj hølir á stangarvegnum.

Fleiri leigara hava síðani leiga hølini og í løtuni leigar Garpar hølini.

Húsini eru umleið 50 ára gomul og í ovaru hæddini eru tvær íbúðir. Norðoya Portalurin hevur ikki tosað við nýggið eigarnar, so vit vita ikki, hvat tey ætla at brúka húsini til, men tey eru eisini hinmegin vegin, so væntandi verður onkur samhandil millum hesu bæði matrilkkulnummarni.

SáH



Comments

Obama: Tað fer ikki hjálpa at stongja grensurnar

16/10/2014

Comments

 
Picture
Tann amerikanski forsetin hevur álit á at mynduleikarnir megna trupuleikan við ebola.

Barack Obama heldur, at tað hjálpir ikki at stongja grensurnar ímillum tey trý vestafrikonsku londini - sum eru harðast rakt av ebola sjúkuni.

Tað segði hann hósdagin alment, eftir at hann hevur fingið kritikk fyri ikki at gera nokk, at forða fyri at fleiri amerikumenn vera smittaðir við ebola.

- Ein kann forstanda, at tað er ógvuliga svert at hondtera ebola. Men vandin fyri at vera smittaður í Amerika er enn lítil fyri vanlig menniskjur, sigur Obama.

Í Amerika er talan um ein persón - men í Afrika hava fleiri enn 4.500 menniskjur mist lívið grundað av ebola - upplýsir felagskapurin WHO.

JáH (y) 17.10.2014




Comments

Kommunuætlanin farin til hoyringar

16/10/2014

Comments

 
Picture
Fyrsta kommunuætlanin í Føroya søgu er send til almenna hoyring. Allir borgarar í kommununi eru vælkomnir at gera viðmerkingar til ætlanina.

Tórshavnar kommuna hevur latið gera kommunuætlan, sum skal tryggja menningina í kommununi nógv ár fram í tíðina. Kommunuætlanin snýr seg um framtíðina og um, hvørja kommunu vit ynskja at búgva í – í dag og um nógv ár. 

Og nógv er lagt fyri. Kommunuætlanin er í trimum pørtum og fatar um støðuna í dag, visjónina “Fram móti 2030” og so sjálva kommunuætlanina, har stungið verður út í kortið, hvussu Tórshavnar kommuna er skipað um 15 ár.

Les meira HER

JáH (y) 16.10.2014
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.