NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Yes, Bunglurnar uttanfyri Rúsuna eru burtur!!!!!

17/4/2014

Comments

 
Picture
Endiliga eru bunglurnar uttanfyri Rúsuna í Klaksvík javnaðar niður við jørðina, tað var uppá tíðina.

Nú er at fara víðari og fáa bunglurnar á Jørundsgøtu burtur, also tær sum eru norðast og tann, sum er uttanfyri spæliplássið, kann gott gerast eitt sindur minni, tí sum nú er, er hon, also bunglan, Føroya hægsta.

Rós tit okkara Býráð.

SáH

Comments

Størsta luttøka higartil: 55 framsýnarar við 250 málningum!!!

17/4/2014

Comments

 
Picture
Áhugin frá fólki at taka lut á málingaframsýningini 1. og 2. páskadag hevur ongantíð verði so stórur sum í ár, og talið á málningum er eisini tað størsta higartil: 55 framsýnarar við 250 málningum sýna sínar málningar fram. Tað verður skúlin við Løkin í Runavík sum verður karmur um listaframsýningina.

Málningaframsýningin verður sett av Torbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri 1. páskadag kl. 15,00. Manskór Glyvra Kirkju tekur lut í setanini. Høvi verður at fáa ókeypis kaffi, te og køkur.

Málninga framsýningin verður opin fyrsta og annan páskadag frá kl. 15,00 til kl. 20,00.
 
Eisini keipumyndir av kendum fólkum, sum nakað nýtt, verða keipumyndir av kendum fólkum, sum verða seldar til hægstbjóðandi.

Peningurin, sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til nýggja skótahúsi í Runavík sum stendur við Løkin, sum nú er karmur um virksemið hjá KFUM- skótunum á Skálafjørðinum.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verði væl umtókt og væl vitja. Framsýnarar eru bæði listafólk sum royna seg fyri fyrstu ferð, og kend listafólk.

Blíðar heilsanir

KFUM-skótarnir við Løkin

Fyri fyrireikararnir
Lasse Klein
Tlf. 239690



Mynd: 1) av málningum og 2) av skótahúsinum við Løkin.


Comments

Føroyingarfelagið í Aarhus "Rulla egg" leygardagin!!!

17/4/2014

Comments

 
PictureHer eitt lekkurt egg, nam, nam.....
Leygardagin 19.apríl verður páskahugni á skránni í Aarhus. Tað er Føroyingarfelagið í Aarhus sum skipar fyri og Áðrenn farið verður at rulla  páskaregg í Universitetsparkini, so savnast føroyingarnir seg saman í Eforen, har eggini verða málaði og drekkamunnur verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin og verður tiltaki á Victor Albæks Vej 1 og byrjar
kl. 14.00 leygardagin

Hetta skrivar Føroyingarfelagið á teirra heimasíðu www.aarstova.dk 
 
Hey tit øll
Sum siður er, fara vit at rulla egg á páskum. Vanliga plaga vit at gera hetta á páskadegnum, men í ár kunnu vit ikki halda okkum og bíða so leingi  Tí verður páskatiltakið "Rulla egg" leygardagin 19. apríl. kl. 14 í Euforen(Victor Albæks Vej 1), so seti enduliga ein kross í álmanakkan!
Eins og undanfarin ár, so byrja vit við at møtast við spentum børnum og teimun kókaðum eggunum, sum vit saman seta okkum at mála, samstundis sum vit fáa ein drekkamun og okkurt lekkurt afturvið. Tað plagar at verða hugnaligt.

Aftaná verður tað fari oman í universitetsparkina at rulla – jú fleiri vit verða, jú stuttligari verður tað.

Øll eru so hjartaliga vælkomin!



Comments

70% av familjunum hava børn

16/4/2014

Comments

 
Picture
70% av familjunum hava børn – men bert 20% hava 3 børn ella fleiri

Av teimum 13.000 familjunum eru tað stívliga 9.000 ella 70%, ið hava heimabúgvandi børn. Men barnafamiljurnar eru smáar. Tær flestu av hesum, stívliga 6.500 hava 1 ella 2 børn, meðan tað bert eru 2.600, ið hava 3 børn ella fleiri.

Picture
Av øllum familjunum eru tað 30% - 3.840 – ið ikki hava heimabúgvandi børn. Men tað er eitt sindur ójavnt, hvussu hetta býtið er kring landið. Størstur er munurin millum Eysturoy, har 28,1% av familjunum eru uttan børn og Sandoy, har 36,6% av familjunum eru uttan børn.

Kelda: Hagstovan

Comments

Klippfisk á ferð 2014

16/4/2014

Comments

 
Picture
Í døgunum 26. apríl til 2. mai 2014 fer Klippfisk á ferð kring alt landið at sýna 8 nýggjar føroyskar filmsframleiðslur. Filmarnir eru framleiddir av einum fjølbroyttum úrvali av bæði væl etableraðum listafólki, eins og blaðungum aspirantum.

 Á skránni eru listanøvn sum Heiðrik á Heygum, Andrias Høgenni & Sakaris Stórá. Síðstnevndi hevur leikstjórnað Vetrarmorgun, ið hevur fingið stóra viðurkenning úti í heiminum, og sum eisini verður at síggja á rundferðini. 

 Fólkini handan Klippfisk á ferð eru Rógvi Rasmusen & Maria Winther Olsen, og tey fara hvørt kvøld í eina viku at taka hyggjaran við á eina ferð inn í 8 ymsar filmsheimar, tá tey ferðast kring alt landið. 

 Ferðaætlanin fyri Klippfisk á ferð sær soleiðis út: 

 26. apríl - Havnar Bio 27. apríl - Royndarhúsið í Nólsoy 28. apríl - Atlantis Bio í Klaksvík 29. apríl - Depilin í Skálavík 30. apríl - Seglloftið á Tvøroyri 1. mai - Miðvágs skúli 2. mai - Løkshøll í Runavík. Sýningin byrjar hvørt kvøld kl. 20.00. 

Fyri nærri kunning um skrá, atgongumerki o.a., far inn á www.klippfisk.fo 

Trýst á leinkjuna fyri at síggja trailara fyri Klippfisk á ferð: https://www.youtube.com/watch?v=Jnx48SJYEPA 

Til ber eisini at fylgja ferðini á Facebook síðuni hjá Klippfisk á ferđ, har m.a. sæst, hvat leikstjórarnir siga um filmarnar hjá sær.

Comments

Ummæli av sjónleikinum "Slut"

13/4/2014

Comments

 
Picture
Hevur tú nakratíð hugsa um hvussu tað fer at vera, tá tú verður gamal ..? Hvussu tað fer at vera, tá tú einaferð doyr ..? Hvussu tað fer at vera at vera ein abbi/omma ..? Hvat tú ynskti at tú hevði gjørt ..? 

Hesar spurningarnir fær tú svar uppá í sjónleikinum "Slut" sum snýr seg um tann 3. aldurin og hvat tað ger við ein at vera gamal. 

Sjónleikurin varð bæði skemtingarsamur og álvarsamur. Tað varð mangar ferðir at ein flenti, men so sanniliga eisini mangar ferðir at ein fór at djúphugsa ímeðan man hugdi eftir sjónleikinum.

Men tað vóru ikki møtt nógv fólk til sjónleikin "Slut" sum varð sýndur í Menturnarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið og tað heldur undirritaði vera sera spell - tí sjónleikurin sum mest varð fyri "gomul" fólk varð sanniliga eisini ein sjónleikur fyri tey "yngru" (sum meg) og setti hol á nógvar spurningar, sum tey gomlu dragast við um dagarnir. Annars vóru tað bert gamlir sjónleikara (frá DK) sum spældu við í leikinum og spældi tey framúr gott !!!

Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá KVF at víst í Dagur & Viku fríggjakvøldið, hvat fyri menturnartiltøk ein kundi fara til um vikuskiftið, so at fólk visti meira um hvat sker kring Føroya land. Eg eri sikkur í, at bleiv eitt innslag gjørt um sjónleikin fríggjakvøldið, so høvdu nógv meira fólk møtt upp til leikin leygarkvøldið.

JáH (y) 13.04.2014

Comments

Ósaskúlin rullar páskaregg á Gerðabøi

11/4/2014

Comments

 
Picture
Nógv skúlabørn vóru á Gerðabøi ímorgun og rullaði páskaregg. Norðoya Portalurin koyrdi forbí og fingu vit nakrar góðar myndir av børnunum.

Tey høvdu málað eggini ígjár og so var farið niðan á Gerðabø, at rulla ímorgun.

Børnini hugnaði sær óført og vóru tey sera glað at koma uppá myndirnar. Tann eini drongurin segði "nú vera vit kend".

Takk fyri, sera fitt børn og lærarar. Myndirnar tala fyri seg.

SáH






Comments

Ársfrágreiðingin frá Blákrossheiminum 2013: Tørvur á familjuviðgerð

10/4/2014

Comments

 
Picture
Ársfrágreiðingin frá Blákrossheiminum fyri 2013 er komin út. Hon vísir, at í 2013 fingu 179 fólk viðgerð í mun til 159 í 2012. 

Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum sigur:

"Tørvurin fyri at fáa viðgerð fyri rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtslu er stórur. Vit høvdu støðugt bíðilista, sum vit ikki megnaðu at gera nakað við og hetta er sera harmiligt”.

"Vit síggja eisini ein veksandi tørv á, at ikki einans misnýtarin fær viðgerð, men at familjan hjá misnýtarinum eisini fær hjálp” sigur Olga.

Blákrossheimið hevur í nøkur ár bjóða avvarðandi hjá misnýtarum á familjuskeið, har ymisk evnir verða gjøgnumgingin í bólkum og í undirvísing frá m.a. sálarfrøðingi. Eisini var ein familjuráðgevið settur í starv í januar 2014 fyri at skapa betri møguleikar til at bjóða allari familjuni viðgerð.

Øll familjan í viðgerð

Í 2013 var einans eitt familjuskeið og ikki tvey, ið var ætla. Hetta var vegna ov lítla undirtøku. Tá spurd um hví so fá teknaðu seg, sigur Olga:

"Tað er enn eitt tabu í Føroyum at hava rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikar. Familjan er ofta illa við av, at tað er ein misnýtari í familjuni og roynir ofta at halda tað loyniligt. Manglandi vitan er eisini um, at tað er hjálp at fáa fyri familjuna. Eisini er manglandi vitan um, at misnýtsla ávirkar alla familjuna og ikki einans rúsmisnýtaran, og at tí átti øll familjan at fingið hjálp og ikki einans misnýtarin. Vit møta ofta tí atburðinum frá fólki, at tey halda, at tá tann persónurin við misnýtistrupulleikanum fær viðgerð, so loysir tað allar trupulleikar, ið standast av rúsevninum. Hinvegin, so vísir gransking okkum, at ofta hevur øll familjan trupulleikar og tí fær man bestu úrslitini, tá øll familjan fær viðgerð.”

Olga Magnussen heitir tí á familjulimir hjá misnýtarum, at tekna seg til eitt familjuskeið.

Meira um familjuskeiðið og ársfrágreiðingina kann lesast her!

Comments

Herða stríðið móti Rúsevnum 

3/4/2014

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í heilsumálum herðir stríðið móti rúsandi evnum. Seinnapartin verður fyrsta viðger í Løgtinginum av lógaruppskoti um euforiserandi evni.

- Seinnu árini eru ein streymur av nýggjum rúsandi evnum komin á marknaðin, men manglandi dagføringar í lóggávuni hava havt við sær, at løgreglan ikki hevur havt heimild at revsa fyri hesi brot. Við hesum uppskotinum verður hetta fingið í rættlag, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Reglurnar viðvíkjandi euforiserandi evnum eru ásettar í kongaligari fyriskipan og er økið danskt málsøki. Fútin og TAKS hava víst á, at síðani reglurnar vórðu settar í gildi í Føroyum, er komin ein røð av nýggjum euforiserandi evnum, men eru hesi ikki fevnd av galdandi reglum. 

Henda støða hevur við sær ta óhepnu avleiðing, at tá ið løgreglan ella tollvaldið leggja hald á euforiserandi evnir, sum ikki eru fevnd av galdandi reglum, ber ikki til at revsa fyri brot á hesar.

Av tí, at talan er um danskt málsøki, er neyðugt at seta donsku reglurnar í gildi í Føroyum við
kongligari fyriskipan. Heilsumálaráðið hevur tí í longri tíð samstarva við Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse um at orða eitt uppskot til “Anordning om ikrafttræden for
Færøerne af forskellige love om euforiserende stoffer”.

Sambært lógaruppskotinum fær lógin gildi dagin eftir hon er kunngjørd. 

JáH (y) 03.04.2014 (Kelda: Heilsumálaráðið)

Comments

Móttøka í Fountain House

3/4/2014

Comments

 
Picture
Í gjár var móttøka í Fountain House við Tinghúsvegin, har Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk tóku ímóti rúgvu av gestum, sum vitjaðu inn á gólvið. Fyrireikingarnar hava vart í hálvanannan mánað og nú er so húsið tikið í brúk.

Eini 60 fólk kunnu verða knýtt at húsinum og brúkararnir skulu vera við til at reka húsið og gera ymiskt arbeiði, m.a. onkrar uppgávur hjá kommununi. Møguleikarnir fyri starvsvenjing verða eisini kannaðir.

Ymiskt kunnandi tilfar er gjørt, sum fæst í húsinum.

Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.