NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

BREAKING NEWS: 65 mió. krónur í avlopi næsta ár

30/9/2021

Comments

 
Picture
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag lagt uppskot fyri løgtingið um fíggjarlóg fyri 2022

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, sum í dag er lagt fyri løgtingið, væntar landsstýrið 65 mió. krónur í avlopi. Harumframt verður hallið í ár munandi minni enn mett.


Búskapurin væl fyri
Fíggjarmálaráðið metir, at grundarlagið undir føroyska búskapinum er gott.

Búskapurin hevði verið í hákonjukturi í fleiri ár, tá ið koronufarsóttin rakti landið í 2020. Vit hava havt fólkatilflyting síðan 2014, arbeiðsloysið er framvegis metlágt, og talið á løntakarum methøgt.

Hagtøl benda á, at føroyski búskapurin er millum teir búskapir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum støðuna við koronu.

Størri avlop og minni hall

Í játtanarkørmunum í vár varð roknað við 63,5 mió. kr. í halli í 2022. Men útlitini eru batnað munandi síðan tá. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 vísir avlop, sum er mett til 64,8 mió. kr. (RLÚ-úrslitið).

Fíggjarmálaráðið roknar við, at búskapurin veksur um 3-4% í 2021 og 2022. Ráðið væntar, at hallið í ár verður væl minni enn mett – um 6 mió. krónur í halli. Orsøkin er hægri MVG-inntøkur, serstakt vinningsbýti og munandi lægri løguútreiðslur.

Landsstýrið rekur við hesum uppskotinum ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingum, sum eru fyri framman. Her verður serliga hugsað um fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum, nú landið og allur heimurin eru ávirkað av koronufarsóttini.

Raðfestingar innan vælferð
Innan útbúgvingarøkið raðfestir landsstýrið millum annað sjúkrarøktarfrøði, heilsurøktarar, alarar og KT-frøði.

Á heilsuøkinum eru raðfestingarnar millum annað bráðfeingis sálarfrøðilig hjálp, barna- og ungdómssálarviðgerð, palliatión, krabbameinsætlan, kommunulæknaviðtalur, endurvenjing, rúsevnisfyribyrging og nýtt Fólkaheilsustýri.

Raðfestingar á almannaøkinum eru millum annað javning av almannaveitingum, móttøkuhús fyri harðskapsrakt, Familjufyrisitingin, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving frá Almannaverkinum og Dugni í Suðuroy.

Av øðrum raðfestingum hjá landsstýrinum kunnu nevnast grønar orkuverkætlanir og talgilt koyri- og borgarakort.

Eg fegnist um, at við hesum uppskotinum raðfestir landsstýrið vælferðarøkini og leggur ongar nýggjar avgjalds- ella skattahækkingar á familjur ella vinnu, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Leinki:
Uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2022
Búskaparfrágreiðing II
Framløga 2022

Jørgen Niclasen, fíggjamálaráðharrin

Fíggjarmálaráðið

Comments

Hvussu pill býttur kann ein vera enn einaferð!!!!

29/9/2021

Comments

 
PictureHesin bakkar ikki fyri Løgmanni og Pál Weihe, hann ætlar at halda Ólavsøku, SO VERÐUR TAÐ GJØRT. Vit her norðuri hava ikki nakran, sum hava rygg til at standa í móti okkara høgu monnum í Tórshavn, biðja teir okkum goyggja, so goyggja vit.
​
Her ein grein sum eg skrivaði tann 10. juni 2021 og rætt fekk eg í øllum enn einaferð. Nú eru 74 smittaði í Tórshavn og her hendur purt onki, alt gongur sína vanligu gongd og fyri góðum fýra mánaðum síðani bleiv alt lukkað niður, hvat hendir og hví fáa vit ikki kunning nú? Hygg eftir filmsklippinum herundir, har eg segði mína hjartans meining.

Er nakað broytt frá seinasta vikuskiftið til hetta vikuskiftið, Jú Norðoyastevnan bleiv avlýst og vit standa sum eitt pill býtt og hyggja eftir deyða fylinum enn einaferð, fyrst í 2020, tá ið NULL vóru smittaði í Føroyum og nú hesaferð, tá ið EIN var smittaður í Norðoyggjum og sum eitt pill býtt lurtaði vit enn einaferð eftir fólkunum í Tórshavn, hvussu pill býttur kann ein vera, meira havi eg ikki at siga, men les niðanfyri hvat Sambandsløgmaðurin skrivar:

Lata varisliga upp aftur
Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.

Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.

Hetta merkir í stuttum:
Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum.
Størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.

“Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Her mín hjartans meining um beistagerðina okkara mætu menn gjørdu enn einaferð á Norðoyastevnu, filmsklipp frá 3. juni.

Comments

21 tilburðir í gjár, nú eru 95 smittaði og ein kann spyrja, hvat nú?

29/9/2021

Comments

 
Picture
​​Í gjár vóru 21 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldan er kend.

996 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 95 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Picture
Les grein og sjá filmsklipp, klikk link her "Hvussu pill býttur kann ein vera"
http://www.nordportal.net/tiacuteethindi/hvussu-pill-byttur-kann-ein-vera
Picture
Comments

LANDSVEGURIN OMAN TIL ÁRNAFJØRÐ STONGDUR Í KVØLD

28/9/2021

Comments

 
Picture
Landsverk boðar frá, at landsvegurin oman til Árnafjørð verður stongdur fyri allari ferðslu í kvøld týskvøldið 28.september frá klokkan 21:00 til 23:00.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​13 tilburðir í gjár og nú eru heili 79 smittaði

28/9/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein persónur er staðfestur smittaður við kanning 5 dagar eftir komu til Føroyar. Restin eru smittað í Føroyum, og smittukeldan er kend.

1045 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 79 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Comments

21.440 pund í útróðrarfiski í gjár

28/9/2021

Comments

 
PictureStakkavík, Líðhamar og Bragd.
​Fýra av okkara útróðrarbátum vóru til útróðrar ígjár. Allir royndi við línu norðan fyri Føroyar.

Bestir gjørdist Líðhamar við 6.800 pundum, Brandur hevði 5.374, Bragd 4.680 pund og Stakkavík 4.586 pund.

Tað mesta var hýsa og so toskur, sjá sølurnar herundir.

Landa bleiv til NFCS og Brandur landaði í til Hvannasund Havn.

SáH

BRANDUR – ( KG 557 )HVANNASUNDS HAVN-27-09-2021   2.687
BRAGD – ( KG 642 )NFCS-27-09-2021   2.340
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-27-09-2021   3.400
STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-27-09-2021   2.293



Comments

Facebook stoppar við “Instagram Kids”

27/9/2021

Comments

 
Picture
​Tað upplýsti Facebook í gjár, eftir at tað hevur verið sera stór mótmælir ímóti “Instagam Kids”, tí fleiri halda at tað skaðar sálarliga sunnheitina hjá teimum ungu.

Stjórin í Instagram Adam Mosseri, sigur at ætlanin er framhaldandi at gera eina lýsingarfría Instagram til børn og sum eisini hevur eitt innbygt foreldraeftirlit, men nú er steðgur komin í og nú hava vit møguleikan at ráðføra okkum við foreldur, greinarar og lóggevarar.

Instagram er bara loyvt til børn yvir 13 ár, men Facebook viðgongur, at fólk eru yngru sum brúka Instagram og sum downloada og brúka appina.

SáH

Comments

Fimm tilburðir í gjár

27/9/2021

Comments

 
Picture
​Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldan er kend.

813 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 74 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Comments

Sjey tilburðir í gjár

26/9/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru sjey nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein tilburður varð staðfestur við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar. Hinir seks persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og eru partur av kendum smittukeldum.

922 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 72 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Comments

Eydnufarið vann fiskikappingina hjá Draganum

26/9/2021

Comments

 
Picture
​Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl -og skúlaskipið Dragin skipar fyri, var í gjár.

Dragin hevur skipað fyri hesar fiskikappingar síðani í nítiárunum.

Dagurin royndist tíanverri sera illa til veður, tí tað regnaði mest sum allan dagin og tráður vindur var av lágætt, og hevði hetta uttan iva ávirkan á fiskaríið.

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:

Nr. 1. Báturin ‘Eydnufarið’ – 168,32 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Mikkjal Pauli Lamhauge. Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Sp/f Kanjon)
Nr. 2. Báturin ‘Sólmay’ – 167,48 pund. Manning: Berint Kalsø og Martin Thorbergsson Johannesen. Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Nr. 3. Báturin ‘Malla’ – 159,6 pund. Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard. Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: KSS – Klaksvíkar Sleipistøð)

Stórsta fiskin fekk Jens Mortan Samson. Fiskurin vigaði 3 kg. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Búrhella)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, har vinnarin fekk ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Johs.Elektro ). Hetta vann báturin ‘Benjamin’ við Sólarn Isaksen og Benjamin isaksen

Dragin takkar luttakarar og fyri stuðul til vinningar!

​Kelda: Dragin KG 212


Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.