NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Apotek í Vágum

26/3/2024

Comments

 
Picture
Avgerð er tikin um at lata apotek upp í Vágum. Í hesum sambandi skipa Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst verður eftir møguligum leigumáli til apotekseindina í Vágoynni.

Apotekini hjá Apoteksverkinum hava til uppgávu at flyta inn, flýggja út, upplýsa um og hava á goymslu, heilivág til borgaran. At skipa fleiri apotekseindir betrar um atkomu og tænastustøði fyri borgarar.

Nærri kunning fæst um útboðið her: LEIGUMÁL TIL APOTEKSVERKIÐ

Freistin er 30. apríl 2024 kl.14.

Heilsumálaráðið

Comments

Lyftirnar umborð Norrønu ikki verið virknar í ein mánað

25/3/2024

Comments

 
Picture
Smyril Line kom við einum yvirskotið uppá 126 milliónir eftir skatt og nú hevur Norrøna siglt við tveimum lyftum, sum hevur verið óvirknar í ein mánað. Man kundi trúð at Norrøna ikki hevur ráð til at umvæla lyftirnar, men tað rokni eg ikki við, tá ið yvirskoti er so stórt, hatta er bara ikki gott nokk.

Veit ikki hvat feilurin er, men at síggja gomul fólk stríða seg gjøgnum allar trappurnar frá hædd 4 og til tær ovasta hæddirnar er slett ikki í ordan.

Tað eru lyftirnar har afturi nummar 1 og 2 og sum hevur verið óvirkin nú í gott ein mánað og hví tær ikki verður umvældar er mær ein gáta?

Mín áheitan til tey umborð á Norrønu, nú er nóg long tíð bíða, fá hasar lyftirnar í ordan nú. SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Nú man viðgerð Norrønu, fá nú føroyskar rásir í sjónvarpunum umborð og byrjið aftur at vísa fótbólt og annað á einum stórskermi. Minnist til nógvar góðar túrar við Norrønu, tá ið vit hugdi eftir stórskermi á hædd 6 og har fleiri góðir fótbóltsdystir, formel 1, hondbóltur o.a. blivu víst, nú er mest sum onki undirhald umborð, jú eitt BINGO og so jammar ein um kvøldið.

Símun á Høvdanum

Picture
Comments

​RUNDVÍSING Í BARNAHÆDD - CHRISTIANSKIRKJAN Í MORGIN, TÝSDAG 26.03 KL 09.00.

25/3/2024

Comments

 
Picture
​RUNDVÍSING Í BARNAHÆDD - CHRISTIANSKIRKJAN Í MORGIN, TÝSDAG 26.03 KL 09.00.

Týsdagin 26 mars -, og tađ er í morgin -, bjóðar kirkjan morgunmat kl 09.00.

Kl. 10.00 verđur sangløta og ein stutt andakt viđ Hanusi á Gørđum, presti.

Eftir løtuna verđur rundvísing í barnahædd, har fariď verđur runt í hvønn kròk í kirkjuni.

Hava tit ikki eisini altíð undrast yvir, hvat er inni í rúminum, har presturin onkuntíð fer? Og vistu tit, at dópsfonturin er mega gamal? Nógv eldri enn omma og abbi!

Hetta og nógv meira kunnu tit læra um í morgin.

Christianskirkjan

Comments

INNBROT Í KLAKSVÍK

25/3/2024

Comments

 
Picture
​Politiið kannar eitt innbrot í FK í Klaksvík. Innbrotið er framt sunnunáttina tann 24. mars uml. kl. 02.30. Ein størri peningaupphædd er blivin stolin.

Kanningararbeiðið hevur víst, at tann eini brotsmaðurin var ílatin eina drakt sum tann á myndini.

Halda fólk seg vita nakað um málið, vera tey biðin um at ringja til politiið á 351448 ella 114.

INDBRUD I KLAKSVÍK
Politiet efterforsker et indbrud i FK i Klaksvík. Indbruddet er begået søndagnat den 24. marts ca. kl. 02.30. Et større pengebeløb er blevet stjålet.

Efterforskningsarbejdet har vist, at den ene gerningsmand var påklædt en dragt som den på billedet.

Hvis du mener, at du ved noget om sagen, bedes du ringe til politiet på 351448 eller 114.

Føroya Politi

Comments

Nógvir landsdystir vístir í Maverick í dag

23/3/2024

Comments

 
Picture
Nógvir landsdystir vístir í Maverick í dag

Maverick letur upp klokkan 18:00 í dag, skráin er hendan:

Kl. 17:00 Irland - Belgia
Kl. 19:00 Danmark - Schweiz
Kl. 20:00 Frankaríki - Týskland
Kl. 02:00 Góða nátt
​
Eisini verður Bobb, kort og nógvur tónleikur á skránni.

Maverick Barr

Comments

Landsstýrismaðurin á fundi um kriminalitet millum børn og ung

22/3/2024

Comments

 
Picture
Norðurlond skulu deila meiri vitan um børn og ung í kriminaliteti. Hetta var ein av niðurstøðunum á ráðharrafundi í Svøríki 20. mars. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum luttók á fundinum.

Svenski løgmálaráðharrin og almanna- og heilsumálaráðharrin høvdu bjóðað norðurlendsku starvsfeløgunum til ráðharrafund um evnið, tí stór øking hevur verið í kriminaliteti millum børn og ung seinastu árini. Samstundis gerast børnini, sum fremja brotsverk yngri og yngri. Sama rák ger seg galdandi í fleiri Norðurlondum, eisini í Føroyum. Ætlanin við fundinum var eisini at deila vitan og at eggja til samstarv.

Fleiri áhugaverdar niðurstøður vóru lagdar fram á fundinum. Neyðugt verður at lofta børnum tíðliga í lívinum, samstarva millum geirar og brúka vitanargrundaðar mannagongdir. Umboð fyri Brottsförebyggande rådet greiddi frá, hvussu børn og ung heilt niður í 10 ár kunnu verða lokkað í ymisk netverk, har rúsevni og vápn verða seld. Umboð fyri Statens beredning för medicinsk och social utvärdering vísti á, hvørjir hættir og átøk best fyribyrgja, at børn og ung enda í kriminaliteti.

Sviar hava sett fleiri átøk í verk móti harðskapi. Til dømis verður dentur lagdur á at fáa samband við familjur við harðligum atburði og har brotsverk og rúsevni eru partur av gerandisdegnum. Eisini eru átøk sett í verk at forða fyri grovum harðskapi í kriminellum bólkum og at byggja upp samstarv millum løgregluna, kommunur, kriminalforsorg og lokalsamfeløg.

Løgmálaráðið

Comments

Skannarin verður settur í gongd í viku 21

21/3/2024

Comments

 
Pictureá myndini eru Peter Moos frá Siemens, Regin Olsen og Einar Venned.
Sambært Alexandru á Dul, so er arbeiðið væl ávegis. Skannarin kemur til Klaksvíkar tann 30. apríl.

8. apríl koma serfrøðingar frá Siemens til landi,  teir skulu byggja MR-kabinuna og so skuldi alt verið klárt um tveir mánaðar í viku 21.

Her forklárar Peter Moos um tað tekniska við Skannarnum, á myndini eru Peter Moos frá Siemens, Regin Olsen og Einar Venned.

Spennandi verður at fáa hesa stórfingu gávu at virka og væntandi kann Skannarin bjarga nógvum mannalívum, nú ein kann skannast fyri álvarsligar sjúkur, eitt nú krabbamein og man kann fáa svar nógv skjótari enn í dag og sum øll vita, so hevur tíðin sera stóran týdning fyri at bjarga mannalívum, tá ið man fær staðfest krabbamein, jú skjótari ein kemur undir viðgerð, jú betri eru møguleikarnir fyri at yvirliva.

Vit takka Alexandru fyri upplýsingarnar.

SáH

Comments

Ongin sigling hjá Smyril í løtuni

21/3/2024

Comments

 
Picture
Vegna íkomið brek á einum motori á Smyrli er fyribils ongin sigling á leið 7, hósdag 21. mars. 

Lýst verður á ssl.fo og umvegis okkara sms-skipan um og ella nær siglt verður aftur.

Strandfaraskip Landsins
Seinast dagført: 21. mars kl. 08:14

Comments

Býráðsfundur 21. mars

20/3/2024

Comments

 
Picture
Býráðsfundur verður hósdagin 21. mars kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Býráðsfundurin verður hildin í býarsalinum í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum framyvir verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream.fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her:Býráðsskráin 21. mars 2024

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​VØGGUSANGUR FRÍGGJAMORGUNIN 22. MARS kl. 10:00.

20/3/2024

Comments

 
Picture
​Fríggjamorgunin, 22. mars -, og tað er komandi fríggjadag -, er Vøggusangur kl. 10:00 fyri pinkubørn 0-1 ár.

Nýggjur bólkur er upprættaður til Vøggusangin í ár "Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024" har boðast kann frá luttøku. Øll pinkubørn 0-1 ár eru hjartaliga vælkomin.

Aftaná Vøggusangin er hugni og drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

CRADLE SINGING ON FRIDAY 22TH' OF MARCH AT 10 AM
Cradle singing in the church in Klaksvík is going to be this Friday 22th' of March at 10 am for babies 0-1 year.

All parents of children 0-1 years old can bee members of the facebook group "Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024", where there is more information. All babies 0-1 years old, and their parents are welcome.

After the Craddle singing we have a cozy moment with coffee, tea and bread in the church's basement.

Christianskirkjan


Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.