NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Áheitan á allar stuðlar av Medisinskum Kannabis

31/1/2018

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

​Kom oman í Tinghúsgarðin mikudagin 7.februar og stuðla uppskotinum hjá Jenis, um Medisinsk Kannabis.


Sum flestu øll vita leggur Jenis av Rana eitt uppskot fram um at loyva okkum uppí Donsku royndarætlana um Medisinsk kannabis.

Vit halda, at tað er sjálvsagt, at kommunulæknarnir skulu sleppa at útskriva Medisinsk kannabis til sjúkar føroyingar.

Vit halda ikki at tað er rætt at nógvir sjúkir føroyingar vera ákærdir og dømdir sum brotsmenn fyri at innflyta linnandi Medisinsk kannabis sum td. sjokolatabønir ella te úr Danmark við kannabis í.

Vónandi verur hetta uppskotið samtykt, til stóra hjálp hjá mongum sjúkum føroyingi og familjum teirra.

Samstundis er møguleiki at hjálpa Framtakinum við at fáa tær undirskriftirnar sum skulu til fyri at kunna uppstilla ein lista til komandi val.

Við vón um góða uppmøting
Framtakið

Comments

Ávísar trupulleikar á verkinum á Strond

29/1/2018

Comments

 
Billede
Fyri 4 døgum skrivaði undirritaði ein mail til SEV - har eg vildi hava svar uppá fylgandi spurningar:

1. Hví er óregluligur streymur um alla Kunoynna til tíðir ..?
2. Er hetta nakað tit arbeiða við ..?
3. Kann hetta ikki eisini vera farligt fyri vanlig húsarhald ..?
4. Hvat eigur ein at gera - um slíkur óregluligur streymur fyrigongur seg í húsinum ..? Hvat er tryggast at gera í slíkum førum ..?
5. Er streym forsýningin í Kunoy og Haraldssundi góð nokk annars ..?


Og nú havi eg so fingið svar frá SEV uppá afturvendandi trupuleikan, sum ávíkavist er í Kunoy og aðrastaðnis í landinum:

Gott kvøld Jógvan

Vit hava í 2 førum havt ávísar trupulleikar á verkinum á Strond, ið kunnu hava ávirkað streymveitingin í Kunoynni. Eisini varð ein kaðal avgrivin við tunnilsmunnan, ísamband við arbeiðið inni í tunlinum, millum jóla og nýggjárs.

Sum svar uppá 1. – 4.  spurning, so hava vit sett eina kanning í verk fyri at kanna hesi viðurskifti, sum tú vísir á. Hetta fært tú svar uppá, tá ið kanningin er liðug.

 Sum svar uppá 5. spurning, streymveitingin í Kunoy og Haraldsundi er trygg.

 Annars kann eg upplýsa tær, at vit eru í ferð við at endurnýggja stórar partar av streymveitingini í Norðoyggjum.
Fyrsti partur verður tikin í brúk um ein mánaða. Eftir ætlan verur alt liðugt um 3 ár. Hetta verður gjørt, fyri at styrkja
streymveitingina nú fleiri stórir brúkarar eru komnir og koma á netið, (so sum smoltstøðin á Strond o.a.)

 Vinaliga

 Jón Nielsen
COO & Rakstrarleiðari


JáH (y) 30.01.2018

Comments

​Rokningin var 11.500.000,00 kr., man hon ikki vera komin uppá 15.000.000,00 kr. nú?

28/1/2018

Comments

 
Billede
Hendan greinin stóð í Norðoya Portalinum tann 29.01.2015, har Kári P. Højgaard spyr løgmann um nevndarlønir og nevndarsessir, men enn er einki hent, men heldur tvøturímóti, eg rokni við, at nevndarnassarnir eru nú komnir uppá 15. milliónir krónir um árið.

145 almennar nevndir, 743 nevndarsessir
Árligu føstu samsýningarnar eru kr. 11.500.000,00 til nevndarlimir og formenn, og Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin ynskir svar uppá hvussu hesi viðurskiftini verða umskipaði, eins og løgmaður fyrr hevur fráboðað. 

Løgmaður hevur fyrr tala fyri at minka talið av almennum nevndum og ráðum, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður vil nú hava løgmann at svara hvussu støðan nú er. 

Menn strúka avstað 
Í 2013 setti løgmanskrivstovan eitt arbeiði í gongd, fyri at gera eitt fullfíggja yvirlit yvir upplýsingar um nevndir og ráð, ið landsstýrið varðar av. 

Dagførda álitið staðfestir, at samsýningar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í almennum nevndum. Eisini eru nógv fleiri menn enn kvinnur, ið manna almennu nevndirnar. 

Í síni fráboðan segði løgmaður tá, at landsstýrið fer at kanna, hvussu nevndarøki kann umskipast, fyri at tryggja fakliga dygd, størri gjøgnumskygni og bíligari rakstri. 

Eru nakrar broytingar gjørdar? 
Nú eitt ár er farið afturum síðani løgmaður ætlaði at minka talið av almennum nevndum og ráðum, vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hava at vita, um talið av almennum nevndum og partafeløgunum er minkað? 

Eisini vil løgtingsmaðurin hava at vita um landsstýrið hevur tikið nøkur stig fyri at bøta um ójavna kynsbýti i almennum nevndum, og um løgmaður heldur, at tað er í lagi, at stórur munur er á løn/samsýning í almennum partafeløgum/nevndum. 

Blíðar heilsur, 

Sjálvstýrisflokkurin

Comments

Ljósgongan ígjøgnum býin gekk væl

27/1/2018

Comments

 
Billede
Við Jógvan Brim á odda fór ljósgongan ígjøgnum býin. Nógv fólk vóru í skrúðgongini og gingið varð frá Býráðshúsinum og til Posthúsið, har børnini og 
tey vaksnu høvdu ymiskt ljós á sær, eitt nú pannulyktir, lummalyktir, ljósrør, ljóssvørð og onnur ljós.

Komin til Posthúsið var bjóða vælkomin, sungi vóru tríggir sangir frá Kular Røtum og so bleiv bjóða grýturrættur frá Gepetto.

Aftaná tiltakið á Posthúsinum, var útibiografur á vøllinum við Djúpumýru.

Eitt stak væleydna tiltak.

Her myndir frá tiltakinum, klikk her "Norðurljós tann 26.01.2018".

SáH

Comments

Ein legenda gevst, Oliver Joensen

26/1/2018

Comments

 
Billede
Tann 31. januar er seinasti arbeiðsdagurin hjá Oliver Joensen á Norðlýsinum og tá kann ein sannliga siga, at ein legenda gevst í fjølmiðlaheiminum í Føroyum.

Ein av teimum seinastu arbeiðsuppgávunum hjá Oliver fyri Norðlýsi, var at taka myndir av tiltøkunum viðvíkjandi Norðurljós.

Norðoya Portalurin møtti Oliver fríggjakvøldið uttanfyri Klaksvíkar Kommunu og spurdi eg hann, um tað passaði, at nú bert vóru nakrir fáir dagar eftir, inntil hann hevði sín seinasta arbeiðsdag á Norðlýsinum og tað játtaði hann.

Avtalan var, at eg arbeiddi til 1. februar 2018, aftaná vit seldu Norðlýsið fyri góðum árið síðani. "Eg havi einki hoyrt, so í komandi viku verður sostatt mín seinasti arbeiðsdagur á Norðlýsinum".

Sjálvir havi eg arbeitt nógv saman við Oliver Joensen, einamest í 90unum og hava vit havt sera góðar løtur saman, bæði í Føroyum og uttanlanda, men besti løturnar eg og Oliver hava havt saman, hava verið í myrkjakarmarnum á Rygsvegi, tær løturnar vóru bæði áhugaverdar og spennandi.

Myndin er tikin uttanfyri Klaksvíkar Kommunu og við Kunoyarfjallið í bakgrundini og tað sigur nakað um persónin Oliver Joensen. Hann hevur alt sítt lív arbeitt hart fyri Klaksvíkingini og Klaksvíkar Kommunu og er næstan líka lokalir sum eg :)

Kanska eg og Oliver skuldi gjørt ein Portal saman, tí eg væntið ikki, at hann gevst heilt, kenni eg hann rætt, takk fyri tíðina á Norðlýsinum Oliver.

SáH

Comments

Turkaland og Amerika arbeiða saman

26/1/2018

Comments

 
Billede
Turkaland og Amerika arbeiða saman við at finna eitt "trygt økið" framvið grensuni í Syria, sigur ein talsmaður fyri Pentagon.

Tað hendir eftir, at Turkaland er farið offentsivt í norðoya part av Syria og hetta hevur eisini ført til órógv, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 26.01.2018

Comments

Eldur í einum American flúgvara

25/1/2018

Comments

 
Billede
Fyri tveimum tímum síðani kom eldur í hendan flúgvaran, har ferðafólkini í skundi hoppaði út og sum skilst, so fekk ongin nakran skaðað. Hygg eftir dramastisku hendingini á Facebook her: Klikk her "Eldur í American flúgvara"

Onkuntíð skal ein kannað á Goggle, um tað er júst nú tað hendi, tá okkurt poppar uppá á Facebook, men hetta var ein hending í 2016, men tíbetur hendi onki.

Prøvaði á Goggle og fann útav, at tað var ikki fyri tveimum tímum síðani, men longu í 2016. 

Her fleiri fimlsklipp:

​




Comments

Eldur í einum IRF bili í morgun

25/1/2018

Comments

 
Billede
Klokkan 08.50 ímorgun, kom eldur í hendan skrellibilin, sum var áveg út úr Klaksvík ella rættari sagt beint omanfyri teldufyritøkuna Nema.

Sløkkiliðið og politi var skjót á staðnum og fingu sløkt eldinum.

Førarhúsið er illa farið, men tá ið eg spurdi sløkkiliðsstjóran Finn Hansen, um hví eldur var í? so visti hann ikki, hví eldur var kom í, men tað bleiv kannað.

Ongin fólkaskaðið var tíbetur.

​SáH

Comments

Pakistan: Tveir dripnir av amerikonskum drónuálopið

24/1/2018

Comments

 
Billede
Tveir limir úr Haqqani-samtakinum, sum hava gjørt fleiri terror álop í Afghanistan, eru dripnir av einum amerikonskum drónuálopi í Pakistan.

Teir báðir limirnir úr Haqqani-samtakinum tykast at vera høgt standandi - har drónuálopið frá tí amerikanska herinum sigst at verið væleydna, vita keldur úr tí amerikanska herinum at siga frá.

JáH (y) 24.01.2018

Comments

Vandamikið fjós verður niðurtikið

24/1/2018

Comments

 
Billede
​Tórshavnar kommuna keypti fjósið í sambandi við útstykkingina á Hamrabø í Kollafirði. Fjósið í Homrum er ein betongbygningur í fleiri hæddum, sum er í ringum standi. Vandi er fyri, at fjósið kann fara í luftina, um ein stormur kemur, og kann hetta verða sera vandamikið. 

Í storminum undan jólum vóru nøkur vindeygu og úthurðar blást úr fjósinum. Tískil mælti umsitingin til, at kommunan tekur fjósið niður beinanvegin. Sløkkiliðsstøðin hevur fyribils tryggjað bygningin, um ein stormur skuldi komið.

Eitt grundstykkið verður ætlandi matrikkulerað á økinum, har fjósið stendur.

Umsitingin hevur mælt til at játta pening til at taka fjósið niður beinanvegin, hesum tók fíggjarnevndin undir við og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

JáH (y) 24.01.2018
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.