Í storminum undan jólum vóru nøkur vindeygu og úthurðar blást úr fjósinum. Tískil mælti umsitingin til, at kommunan tekur fjósið niður beinanvegin. Sløkkiliðsstøðin hevur fyribils tryggjað bygningin, um ein stormur skuldi komið.
Eitt grundstykkið verður ætlandi matrikkulerað á økinum, har fjósið stendur.
Umsitingin hevur mælt til at játta pening til at taka fjósið niður beinanvegin, hesum tók fíggjarnevndin undir við og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
JáH (y) 24.01.2018
Kelda: Tórshavnar Kommuna