1. Hví er óregluligur streymur um alla Kunoynna til tíðir ..?
2. Er hetta nakað tit arbeiða við ..?
3. Kann hetta ikki eisini vera farligt fyri vanlig húsarhald ..?
4. Hvat eigur ein at gera - um slíkur óregluligur streymur fyrigongur seg í húsinum ..? Hvat er tryggast at gera í slíkum førum ..?
5. Er streym forsýningin í Kunoy og Haraldssundi góð nokk annars ..?
Og nú havi eg so fingið svar frá SEV uppá afturvendandi trupuleikan, sum ávíkavist er í Kunoy og aðrastaðnis í landinum:
Gott kvøld Jógvan
Vit hava í 2 førum havt ávísar trupulleikar á verkinum á Strond, ið kunnu hava ávirkað streymveitingin í Kunoynni. Eisini varð ein kaðal avgrivin við tunnilsmunnan, ísamband við arbeiðið inni í tunlinum, millum jóla og nýggjárs.
Sum svar uppá 1. – 4. spurning, so hava vit sett eina kanning í verk fyri at kanna hesi viðurskifti, sum tú vísir á. Hetta fært tú svar uppá, tá ið kanningin er liðug.
Sum svar uppá 5. spurning, streymveitingin í Kunoy og Haraldsundi er trygg.
Annars kann eg upplýsa tær, at vit eru í ferð við at endurnýggja stórar partar av streymveitingini í Norðoyggjum.
Fyrsti partur verður tikin í brúk um ein mánaða. Eftir ætlan verur alt liðugt um 3 ár. Hetta verður gjørt, fyri at styrkja
streymveitingina nú fleiri stórir brúkarar eru komnir og koma á netið, (so sum smoltstøðin á Strond o.a.)
Vinaliga
Jón Nielsen
COO & Rakstrarleiðari
JáH (y) 30.01.2018