NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Norðhavnin longd við tunnilsgróti

29/2/2024

Comments

 
Picture
Nú er arbeiðið byrja, at koyra grót frá tunlunum norð um fjall í Norðhavnina. Ætlanin er, er grótið skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt. Norðhavnin er í dag 317 metrar long.

Grótið hevur annars verið goymt í Árnafirði, til arbeiðið við tunlunum var komið so mikið langt, at grótið kundi koyrast gjøgnum nýggju tunlarnar, soleiðis at hetta ikki ávirkaði ferðsluna í verandi tunlum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Fimmari í Maverick í dag

27/2/2024

Comments

 
Picture
Maverick letur upp klokkan 17:00 og tá er FIMMARI.
Onkur fótbóltsdystir vera vístir, annars verður tað tónleikur, bobb, kort og so fara vit at hyggja eftir Fólksins rødd.

Vit síggjast í hjartanum í Klaksvík.

Maverick

Comments

Spæl føroyskt í Varpinum

27/2/2024

Comments

 
Picture
​Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hava tvey spennandi tiltøk í Varpinum í sambandi við Spæl føroyskt vikuna, sum verður í komandi viku. 6. mars verður skipað fyri forkunnugum eldratiltaki fyri teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH, og 7. mars verður skipað fyri einum konsertdegi, har allir dagstovnarnir í kommununi framføra føroyskar sangir fyri hvørjum øðrum.

Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk, sum búgva á bústovni hjá NBH, fáa innbjóðing til tiltøk uttanfyri heimið. Síðsta ár var NBH eisini partur av Spæl føroyskt vikuni, men tá varð skipað fyri ymiskum tónleika framførslum á teimum ymisku heimunum.

Talan verður tí um eina heilt serstaka løtu, tá ið bæði búfólk, tey sum fáa heimatænastu, tey sum ganga í dagtilhald og venja í Ven og Virka, verða boðin til eina tónleikaframførslu í Varpinum.

Tað verður uttan iva ein uppliving í sær sjálvum at koma inn í Varpið, men eisini ein avbjóðing at fáa 30 koyristólar koyrdar millum heimini og Varpið.

Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur at við góðum vilja, so skal tað nokk eydnast.

- Vit eru ógvuliga fegin um at kunna geva teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH hesa upplivingina, sum einans kann lata seg gera, tí vit hava so dugnalig og ófør starvsfólk. Hesin dagurin fer at krevja stóran fleksibilitet av starvsfólkunum, men øll hava tikið væl ímóti hugskotinum, og tí ivist eg ikki í, at upplivingin verður góð fyri allar partar.

- Tað eru ikki øll sum megna túrin yvir í Varpið, men við góðari hjálp frá avvarðandi, so verða tað fleiri sum fara at kunnu njóta góðar føroyskar tónar frá m.a. skúlakórinum á Skúlatrøð.

Børnini framføra og lurta

Hósdagin 7. mars kl. 10.00 verður skipað fyri einari sangløtu/samling fyri børnum í aldrinum 0-3 ár. Tey fara at syngja nakrar føroyskar sangir og hoyra eina lítla søgu.

Kl 11.00 byrjar barnakonsertin fyri teimum 3-7 ára gomlu. Byrjað verður við at hoyra Skúlakórið syngja. Síðan fara teir 6 dagstovnarnir at framføra fyri hvørjum øðrum. Við hesum tiltakinum fáa børnini bæði høvi at framføra og at vera til konsert í stásiligu hølunum.

Av sangum, sum børnini fara at framføra kann nevnast: Eg gekk mær eftir bønum fram, Kennir tú blómurnar og Vestan fyri Mykines.

Bókasavnið luttekur eisini við einum søgukróki, so um onkur hevur hug at steðga eina løtu aftaná sangframførslurnar, so er eisini møguleiki til tað. 

Hetta er fyrsta tiltakið á dagstovnaøkinum, sum verður hildið í Varpinum. Fleiri av børnum hava kanska ikki verið í Varpinum, tí er tað eisini fyri tey ein uppliving í sær sjálvum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

POLITIIÐ SÓKNAST EFTIR VITNUM

27/2/2024

Comments

 
Picture
Í sambandi við at ein 19 ára gamal maður um midnáttarleitið tann 17. februar 2024 var funnin lívleysur uttanfyri No 12, sum er eystanfyri skýlið á Tórsvølli í Gundadali, sóknast politiið eftir møguligum vitnum, sum hava verið har um leiðir og sæð mannin ella hoyrt um hendingina. Tann 19 ára gamli maðurin doyði dagin eftir á Landssjúkrahúsinum. 

Heldur tú teg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur við hendingina at gera, vinarliga ring á politistøðina á tlf. 114 ella 351448.

POLITIET SØGER VIDNER

I forbindelse med at en 19 år gammel mand ved midnat den 17. februar 2024 blev fundet livløs uden for No 12, øst for stadiumet Tórsvøllur i Gundadalur, søger politiet efter mulige vidner, som har været i området og set manden eller hørt om hændelsen. Den 19-årige mand døde dagen efter på Landssygehuset.

Hvis du mener, at du har set eller hørt noget, som kan knyttes til hændelsen, ring venligst til politistationen tlf. 114 eller 351448.

Føroya Politi

Comments

Uppsetan av rørportri í Árnafirði

27/2/2024

Comments

 
Picture
Landverk setur nýtt rørportur í til innkoyringina til Árnafjarðar bygd. Arbeiðið byrjar hósdag 29. feb. 2024, og arbeitt verður í uml. 14 dagar, ella so leingi arbeiðið varar.

Meðan arbeiðið er í gongd, verður farleiðin tarnað. Heitt verður á fólk um at fylgja skeltingini á staðnum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Maverick letur upp klokkan 14:45 í dag, finalan Carabao Cup verður víst

25/2/2024

Comments

 
Picture
Maverick Barr letur upp tíðliga í dag, vit fara at hyggja eftir finaluni í Carabao Cup Chelsea - Liverpool.
Skráin er hendan:
Kl. 15:00 Chelsea - Liverpool
Kl. 15:00 OB - Brøndby
Kl. 17:00 AGF - FC Midtjylland
Kl. 17:00 Lecce - Inter
Kl. 20:00 Real Madrid - Sevilla

Spennandi verður at vita hvør fer avstað við steypinum í dag. Eisini verður tónleikur, Bobb, Kortspæl o.a. á skránni.

​SáH

Picture
Comments

Stórur eldur umborð Slættabergi

23/2/2024

Comments

 
Picture
Beint fyri klokkan 19:00 í kvøld varð boða frá eldi umborð Slættabergi, eldurin var frammaliga á skipinum, einamest við brúnna.

Sløkkiliðið var skjót á staðnum og royndu at sløkkja eldin, tamarhald fekk nokkso skjótt á eldinum, men tað var sera nógvur roykur, so tað var trupult at sløkkja eldin og allur roykurin fór runt tann heila bý.

Sjálvur var eg staddur í Maverick tá eldurin kyknaði og heilt har frá sæst roykurin og lukturin av eldi var strammur.

Tað tók góðar 3 tímar at sløkkja eldin, men tá var brúgvin uppkola.

Óvist er hví eldur kom í Slættaberg, men tað verður kannað í nærmastu framtíð.

Slættaberg er gamli Smaragd.

Her filmsklipp og myndir av eldinum klokkan 20:30.

SáH

Comments

Til minnis um Anfinn Kallsberg

21/2/2024

Comments

 
Picture
​💚Til minnis um Anfinn Kallsberg💚

Svárt var at fáa boðini um, at okkara kæri floksformaður og starvsfelagi, Anfinn Kallsberg, eftir stutta, men tunga sjúkralegu er farin hiðani. 

Tankarnir leita í djúpari samkenslu til tín, Berghild, og synirnar, Hans Jákup, Kára og Signar við tykkara familjum. At missa eitt so framúrskarandi menniskja er ófatiliga tungt – og bøn okkara er, at Harrin skal styrkja tykkum í sorgini.   
Anfinn Kallsberg var fyrst og fremst familjumaður, sum stórliga elskaði og tók sær av sínum kæru.

Og so var hann ein sannur úrmælingur í politikki. Eitt yrki, sum hann gav stóran part av sínum arbeiðslívi. 

Í sjeytiárunum var hann borgarstjóri á Viðareiði. Í 1980 trein hann inn á landspolitiska pallin og var valdur í Løgtingið. Við eldhuga og stórari undirtøku røkti hann landspolitiska starvið í meir enn ein mansaldur, bæði sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og sum Føroya løgmaður. 

Anfinn var ein persónur, sum altíð var savnandi, og flest allir føroyingar høvdu virðing fyri honum, eisini tey harðastu mótstøðufólkini. Sum starvsfelagi var hann umsorganarfullur, og hann hevði altíð yvirskot at koma við góðum ráðum og ugga, tá harðast leikaði á. 

Hóast tað eru fleiri ár, síðan Anfinn gavst í politikki, so tosa fólk, óansæð politiskan lit, framvegis um hann við stórari virðing og minnast hann sum ein tann dugnaligasta politikkaran, ið landið hevur fostrað.

Anfinn hevði orðið í síni makt. Tók hann orðið, broyttist hølið, og øll lurtaðu við virðing. Røður hansara vóru altíð savnandi, men beinraknar. Orðavalið, tónalagið og ikki minst útstrálingin gjørdu, at fólk sótu undir hvørjum orði, og tað var tað sama, um tað vóru stórar fjøldir, smáir bólkar, ella tað var í tingsalinum.

Anfinn Kallsberg var eisini kendur fyri óvanliga gott politiskt hegni at náða sínum og floksins málum. Hann valdi altíð røttu løtuna at koma við sínum málum. Hann var afturhaldin, men málrættaður og fekk tí oftast síni mál samtykt. Úrslitalistin er óendaliga langur.  

Í sínum politiska yrki sat hann við nógvar borðendar. Tann fyrsti var borgarstjórastólurin á Viðareiði í 6 ár. Stórtíðin var frá 1998 til 2004, tá ið hann sat við borðendan sum Føroya løgmaður – eitt heilt serligt og søguligt tíðarskeið í føroyskum politikki.

Men eisini var hann í 3 førum landsstýrimaður, fleiri ferðir formaður í ymiskum løgtingsnevndum, ikki minst fíggjarnevndini, og eitt tíðarskeið var hann eisini løgtingsformaður. 
Og í heili 14 ár var formaður Fólkafloksins. 

Í politikki er ofta stríð um sessir, men soleiðis var ikki við Anfinn. Hann hevði ongantíð nakað ynski um nakran sess, og kanska júst tí fekk hann bjóðað teir flestu. Hansara fyrsta svar var altíð nei, men so fór tingbólkurin í gongd at sannføra hann um, at hann var tann rætti. Onkuntíð var síðsta vápnið tikið í nýtslu, nevniliga, at ’vit finna ongan annan’. Oftast eydnaðist til endans at fáa hann at taka av. 

Í samráðingum dugdi hann óvanliga væl. Um tað vóru samráðingar í tingbólkinum, millum flokkar ella við donsku stjórnina, so skaraði hann framúr. Gingu samráðingar trupult, ella stóð í botni, varð steðgað á eina løtu. Og so fór Anfinn mangan inn í eitt rúm við síðuna av, har hann ringdi til konu sína og tosaði ofta leingi. Tá fundur varð tikin upp aftur, kom Anfinn altíð við onkrum nýggjum til at loysa knútin. 

Fyri okkum var eingin ivi. Berghild var hansara størsti stuðul og ráðgevi. Tað var bæði í truplum og tungum løtum, at hon stóð sum drangur við hansara lið. Hennara treytaleysa stuðul hevði hann ofta á orði, nakað, sum hann týðiliga setti óendaliga stóran prís upp á. 

Anfinn Kallsberg hevur helst verið Føroya lands besti politikari. Men fyri hann var familjan eitt og alt. Tað gekk í honum, um hann ikki hvørt kvøld slapp norður til familjuna á Viðareiði. Har vildi hann vera saman við teimum. 

Góða Berghild, synirnir, Hans Jákup, Kári, Signar og øll tykkara. Tit hava mist ein, sum elskaði tykkum yvir alt og altíð vildi vera har fyri tykkum. 
Saknurin er stórur, og sorgin er svár, men gott er at vita, at hann er farin í eitt betri stað. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.

Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Anfinn Kallsberg.

Fólkaflokkurin

Comments

​VØGGUSANGUR FRÍGGJAMORGUNIN 09. FEBRUAR kl. 10:00.

8/2/2024

Comments

 
Picture
​VØGGUSANGUR FRÍGGJAMORGUNIN 09. FEBRUAR kl. 10:00.
Fríggjamorgunin, 09. Februar -, og tað er komandi fríggjadag -, er Vøggusangur kl. 10:00 fyri pinkubørn 0-1 ár.

Nýggjur bólkur er upprættaður til Vøggusangin í ár "Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024" har boðast kann frá luttøku. Øll pinkubørn 0-1 ár eru hjartaliga vælkomin.

Aftaná Vøggusangin er hugni og drekkamunnur í kirkjukjallaranum.

CRADLE SINGING ON FRIDAY 9TH' OF FEBRUARY  AT 10 AM
Cradle singing in the church in Klaksvík is going to be this Friday 9th' of February at 10 am for babies 0-1 year.

All parents of children 0-1 years old can bee members of the facebook group "Vøggusangur í Christianskirkjuni 2024", where there is more information. All babies 0-1 years old, and their parents are welcome.

After the Craddle singing we have a cozy moment with coffee, tea and bread in the church's basement.

Christianskirkjan

Comments

​Skúlaárið líður ímóti einum enda

8/2/2024

Comments

 
Picture
​Skúlaárið líður ímóti einum enda 😳

Hesar dagar standa næmingar á høvdinum fyri at fáa alt liðugt til árligu framsýningina, sum verður týsdagin 13.februar 🤩
Tit kunnu gleða tykkum!!! 

Kennir tú onkran, sum kundi hugsa sær at gjørt sín egna føroyska búna, ella partar av honum. Læra at matgerða og alt um burðardygt húsarhald, vanar, kropp, rørslu og nógv annað. So er møguleiki enn at melda seg til komandi skúlaár, sum byrjar í august 🧡

Melda til umvegis okkara heimasíðu 👇🏼
www.husarhaldsskulin.fo

Freistin at melda til er 10.mars ⚡️

#husarhaldsskúliføroya #hugnaligt #heimligt #herligt

Húsarhaldsskúli Føroya

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.