Eisini kann hon brúkast til avloysingarskip til Svínoynna og Fugloynna, tá ið gott veður er.
Manningin er sett og fær sína løn, so tað gerð einki at vit royna hana her norðuri, eisini kunnu vit spara nógvar pengar, tí hon kostar ikki so nógv at reka sum Sam.
Rokni eisini við at havnagjøldini eru munandi bíðligari í Klaksvík enn í Tórshavn.
Klaksvíkar Kommuna gerið skjótt av, bjóði Erlu Kongsdóttir hjartaliga vælkomin norður til Klaksvíkar og her kann hon so gera sína nyttu sum avloysingarskip fyri Sam og Rituna. Eisini kann Klaksvikar Havn fáa fitt av havnapengum í kassan, alt gerð mun.
SáH