NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stakkavík hevði 4.500 pund í dag

30/6/2021

Comments

 
Picture
Stakkavík kom aftur klokkan 10:35. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.524 pund, tað mesta hýsa og toskur, 2.900 pund hýsa, 1.500 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-30-06-2021   2.262

Comments

Dalsenni hevði 3.500 pund í dag

30/6/2021

Comments

 
Picture
Dalsenni kom aftur klokkan 11:10 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.520 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.400 pund hýsa, 300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir fóru fyrst til Stengurnar við stampunum og nú landa teir til NFCS.

SáH

DALSENNI – ( KG 301 )
NFCS-30-06-2021   1.760

Comments

Ein tilburður í gjár

30/6/2021

Comments

 
Picture
​Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Viðkomandi er partur av kendari smittuketu.

944 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 309.034 kanningar.

776 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 761 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 14 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Comments

HENNARA HÁTIGN MARGRETHA DROTNING VITJAR KLAKSVÍK OG SVÍNOY

29/6/2021

Comments

 
Picture
Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14.juli til 19. juli.

16. juli er Karl Johansen, borgarstjóri, vertur fyri vitjanina í Klaksvík og í Svínoy.

Hetta er triðja árið á rað, at norðoyingar fáa vitjan úr Kongshúsinum. Hóast Dannebrog leggur at kai í Klaksvík, so er tað Svínoyggin sum hesaferð er karmur um størsta partin av vitjanini.

Meira kunning um vitjanina verður, tá ið vitjanin nærkast, men Karl Johansen vónar sjálvsagt, at tað verða fleiri, sum fara at nýta høvi at veittra fyri Hennara hátign Margrethu drotning, tá hon 16. juli kl. 09:50 kemur á vestaru bryggju við Kongsskipinum Dannebrog.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Gadus komin á Klaksvík við fullari last

27/6/2021

Comments

 
Picture
Fyri góðum 20. minuttin síðani kom Gadus aftur á Klaksvík við fullari last, umleið 750 tonsum.

Veðrið er av tí allerbesta og beint tá ið teir løgdu at, so vann Fipan Fagra á Jóansøku.

Vælkomin heim allir tit umborð á Gadus,

Her ein vøkur mynd, Gadus, Sjúrðaberg og Norðingur.

SáH

Picture
Comments

​Gastronomhjálparnir á Tekniska skúlanum í Klaksvík fingu prógvini handaði

24/6/2021

Comments

 
Picture
Í morgun fingu Gastronomhjálparin á Tekniska skúlanum í Klaksvík prógv.

Stjórin Rúni Heinesen helt røðu og handaði hann eisini prógvini til næmingarnar á matvørudeildini í Tekniska skúlanum í Klaksvík.

Hann helt at øll høvdu verið sera røsk, tá skeiðið byrjaði vóru omanfyri 20 næmingar og nú eru 11 eftir, onkur av næmingunum eru byrjaðu í læru sum kokkar, onkur var givin, onkur fingið arbeiðið og onkur kláraði ikki skúlin og ein fær prógvi hjá sær, tá ið hann hevur verið í starvsvenjing í 4 vikuar afturat og prógvi hjá honum bíðar her í skúlanu, er hann nevndur so er hann kendur. Eisini takkaði hann lærarum fyri gott arbeiðið og gott tol.

Eg vil ynskja øllum hjartaliga tillukku og takka fyri eitt super gott ár, eg skal nokk koma eftir prógvinum seinni í 2021.

Her nakrar myndir tiknar í morgun.

SáH

Comments

​Gadus farin at sigla heim við fullari last

24/6/2021

Comments

 
Picture
Í gjárskvøldið fór Gadus at sigla heim við fullari last.

Beint áðrenn Gadus bleiv fullur, skrivari ein av manningin klokkan 05:40 í gjár, at “nú fer AKRABERG skúmandi heim á klettarnar við fullari last, góða fer heim reystu sjógargpar”

Teir hava umleið 750 tons av flaki og væntandi vera teir í Klaksvík leygardagin.

Teir fóru avstað frá Klaksvík tann 14. apríl.

Vit ynskja skipara og manning ein góða heimreisu.

SáH

Comments

​Fimm tilburðir í gjár

20/6/2021

Comments

 
Picture
Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Trý teirra fingu staðfest smittuna við komu til Føroya. Ein tilburður er partur av kendari smittuketu, meðan tað ikki er greitt, hvør smittukeldan er hjá tí eina persóninum. 

462 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 297.839 kanningar.

766 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 10 persónar smittaðir við koronu.

Heilsumálaráðið

Comments

​32 persónar smittaðir umborð á russiskum trolara

20/6/2021

Comments

 
Picture
​32 persónar hava fingið staðfest koronusmittuna umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum í løtuni liggur við bryggju í Runavík. Ein teirra er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir Landslæknin. 

Teir 32 tilburðirnir byggja á úrslit frá kanningum av allari manningini á russiska trolaranum, ið telir 75 persónar. Møguleikin fyri, at onnur enn manningin umborð er smittað, er ógvuliga avmarkaður.

Russiski trolarin er í løtuni avbyrgdur. Løgreglan hevur eitt vakið eyga við økinum, har trolarin liggur.

Heilsumálaráðið

Her grein skriva um russarnar tann 30. juli 2020, klikk link her, "Fimm smittaði í Føroyum í løtuni, hini er øll rýmd"

Comments

Semingsuppskotið góðtikið – verkfallið avblást!

19/6/2021

Comments

 
Picture
Føroya Pedagogfelag hevur góðtikið semingsuppskotið, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.

Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.  

Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál.

Semjan tryggjar øllum limum eina lønarhækkan við nøkrum broytingum í skalagongdunum. Semingsuppskotið er nakað út um karmin, sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

Tíverri eydnast ikki at blíva samd um at gera nýggjar orðingar í grein 10, Tíð til annað arbeiði. Tó eydnaðist okkum at sannføra arbeiðsgevaran um, at grein 10 ikki í nóg stóran mun hevur tann virkna, ið endamálið er. Partarnir eru samdir um at gera eina ítøkiliga lýsing av skipanini runt í øllum kommununum, sum skal lýsa støðuna. Arbeiði verður gjørt av uttanveltaðum parti, og skal handast Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Pedagogfelag í seinasta lagi 1. juni 2022.

Grein 2 stk. 2 í sáttmálanum fyri námsfrøðingar, verður í eitt tíðarskeið sett úr gildi. Endamálið við hesum, er at gera setanina hjá hjálparfólkum tryggari, við ti vón, at hesi gerast støðug á økinum, og fleiri ung fólk velja økið til.

Tað harmar okkum, at neyðugt varð at taka stríðsstig, fyri at koma fram til hesa semju. At fara í verkfall er altíð seinastu møguleiki. Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eiga at loysa í felag.

Nú semja er gjørd um nýggjan sáttmála, verða øll stríðsstig avblást.

Semingsuppskotið sæst her!


Føroya Pedagogfelag

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.