NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Afturtøka av lógaruppskoti

19/6/2021

Comments

 
Picture
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur fyri løtu síðani boðað løgtingsformanninum  frá, at hann tekur aftur lógaruppskotið um at leingja sáttmálarnar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið / Kommunala Arbeiðsgevarafelagi, sí her

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

Picture
Comments

Rætt fekk eg, hvussu pillbýttur kann ein vera!!!

18/6/2021

Comments

 
Picture
Skrivaði eina grein tann 10. juni og hana kunnu tit lesa niðast á síðuni, men rætt fekk eg og nú er alt latið uppaftur og alt er akkurát líka sum í 2020 og Ólavsøkan verður hildin sum vanligt. Les tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum herundir:

Náttarlív og summarstevnur í gongd aftur

Náttarlívið og summarstevnur kunnu so smátt fara í gongd aftur. Tað heldur heilsufakligi myndugleikin, sum hesa vikuna hevur viðgjørt koronustøðuna. Bæði náttarlívið og summarstevnurnar hava verið avmarkaðar seinastu vikurnar, men nú verður mett ráðiligt, at tey varisliga og undir skipaðum umstøðum kunnu fara í gongd aftur.

Hildið verið fast um kravdu kanningina við komu til Føroya, og at fólk lata seg kanna aftur fjórða dag. Tað verður framhaldandi staðiliga heitt á øll fólk, sum koma til Føroya, men ikki eru koppsett, um at vera sera varin til kanningina á fjórða degi.

Skalt tú til eitt størri privat – ella alment tiltak, er tað skilagott, at tú letur teg kanna áðrenn tiltakið.

Heilsufakligi mynduleikin heldur framvegis ikki, at tað er ráðiligt at fyriskipa festivalar. Hava vit ætlaðu koppsetingartilgongdina í huga, og tamarhald framvegis er á smittuni, so fara vit væntandi at halda eina nærum vanliga ólavsøku í ár.

Heilsumálaráðið

Her greinin, klikk her: "Hvussu pillbýttur kann ein vera" ella klikk link her undir:​

http://www.nordportal.net/tiacuteethindi/hvussu-pill-byttur-kann-ein-vera 
Comments

​Stakkavík hevði 5.400 pund í morgun

18/6/2021

Comments

 
Picturestakkavík, mynd tikin tann 19.06.2021 klokkan 03:28
Stakkavík kom aftur klokkan 03:15 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðanfyri Føroyar.

Tað mesta var hýsa og toskur á 31 stampum.

Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.

Landa blívur til NFCS.

SáH

Comments

Kavarin á Hellisenda hevur avdúkað seg sjálvan

14/6/2021

Comments

 
Picture
​Var ein túr á Borðoyavík í morgun og har hevur kavarin á Hellisenda avdúkað seg sjálvan.

Hann skuldi avdúkast á Norðoyastevnu 2021, men sum kunnugt, so hava vit fólk í Klaksvíkar Kommunu og Tórshavn, sum nú tvær ferðir hava avlýst Norðoyastevnurnar, bæði í 2020 og 2021. Hví avdúkingin bleiv avlýst er mær ein gáta, smittan var nógv hægri vikuna áðrenn Norðoyastevnu og tá bleiv onki avlýst, bara tann eina dagin tað vikuna blivu 16 smittaði tá og nú Norðoyastevnan er farin aftur um bak, so er alt opið aftur og væntandi vera allar hinar stevnuar hildnar, á sama hátt sum í 2020.

Kavarin á Hellisenda vildi ikki bíða til Norðoyastevnu 2022, so hann hevur avdúkað seg sjálvan og hvør veit um Norðoyastevnan 2022 verður hildin? Livst so spyrst.

Her nakrar myndir av kavarnum á Hellisendi, myndirnar tiknar í morgun tann 14. juni 2021.

SáH

Comments

Eingin tilburður í gjár

12/6/2021

Comments

 
Picture
Eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

1077 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 292.157 kanningar.

755 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 719 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 35 persónar smittaðir við koronu, og 227 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Comments

Ein tilburður í gjár

11/6/2021

Comments

 
Picture
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tilburðurin er frá kendari smittukeldu.

1226 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 291.080 kanningar.

755 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 718 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 36 persónar smittaðir við koronu, og 276 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Comments

Hvussu pill býttur kann ein vera

10/6/2021

Comments

 
Picture​Hesin bakkar ikki fyri Løgmanni og Pál Weihe, hann ætlar at halda Ólavsøku, SO VERÐUR TAÐ GJØRT. Vit her norðuri hava ikki nakran sum hava rygg til at standa í móti okkara høgu monnum í Tórshavn, biðja teir okkum goyggja, so goyggja vit.
​Er nakað broytt frá seinasta vikuskiftið til hetta vikuskiftið, Jú Norðoyastevnan bleiv avlýst og vit standa sum eitt pill býtt og hyggja eftir deyða fylinum enn einaferð, fyrst í 2020, tá ið NULL vóru smittaði í Føroyum og nú hesaferð, tá ið EIN var smittaður í Norðoyggjum og sum eitt pill býtt lurtaði vit enn einaferð eftir fólkunum í Tórshavn, hvussu pill býttur kann ein vera, meira havi eg ikki at siga, men les niðanfyri hvat sambandsløgmaðurin skrivar:

Lata varisliga upp aftur
Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.

Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.

Hetta merkir í stuttum:
Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum.
Størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.

“Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Her mín hjartans meining um beistagerðina okkara mætu menn gjørdu enn einaferð á Norðoyastevnu, filmsklipp frá 3. juni.

Comments

​Tveir tilburðir í gjár

10/6/2021

Comments

 
Picture
Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Báðir tilburðir koma frá kendum smittukeldum.

1013 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 289.915 kanningar.

754 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 714 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 39 persónar smittaðir við koronu, og 238 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Comments

Lata varisliga upp aftur

10/6/2021

Comments

 
Picture
Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.

Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.

Hetta merkir í stuttum:

Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum.
Størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.

“Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Comments

​896 koppsett í gjár

10/6/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vórðu 896 fólk koppsett. 725 fólk fingu fyrra prikið og 171 fólk fingu seinna prikið.

Nú hava 23.867 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 44,8% av fólkatalinum. 14.375 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 27% av fólkatalinum, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 38.242 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Heilsumálaráðið

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.