NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Búfelagsskapur til fólk við sálarligum avbjóðingum

30/11/2023

Comments

 
Picture
Í gjár vóru landsstýriskvinnurnar Ingilín D. Strøm, ið varðar av bústaðarmálum, og Sirið Stenberg, ið varðar av av almannamálum, og vitjaðu nýggja búfelagsskapin í Blómubrekku.

Tað er almenna bústaðarfelagið Bústaðir, ið hevur bygt búfelagsskapin til fólk við sálarligum avbjóðingum, ið er ein av trimum byggistigum. Verkætlanin byrjaði sum eitt samstarv millum Bústaðir og felagið Sinnisbata, ið átti lendið ið bygt varð á, og í dag standa 12 íbúðir klárar til fólk at húsast í.

Almannaverkið ger av hvørjum stendur í boði at flyta inn.

Tær báðar landsstýriskvinnurnar gleðast um væleydnaðu verkætlanina millum Sinnisbata, Bústaðir og Almannaverkið, og siga, at tað er av alstórum týdningi, at fólk fáa ein bústað, ið hóskar til teirra tørv. Eisini stjórin í Almannaverkinum lat væl at verkætlanini og tí gagni hon verður fyri tey, sum nú kunnu flyta inn.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

​Maverick Barr spílar seg út til dystin í morgin kl. 16:00

29/11/2023

Comments

 
Picture
​Maverick letur upp klokkan 16:00 í morgin, har vit fara at hita upp til stór dystin KÍ - Slovan Bratislava kl. 17:45.
Kom og heppa KÍ til sigurs, her skráin:
Kl. 15:30 FC Astana - Dinamo Zagreb
Kl. 17:45 KÍ - Slovan Bratislava
Kl. 17:45 AEK Athen - Brighton
Kl. 20:00 Liverpool - Lask
Kl. 20:00 FC Nordsjælland - Fenerbahce
Lat okkum øll vera blá í morgin. Koyr á KÍ

​Maverick Barr


Comments

Átøk gerast fyri at bøta um ferðslutrygdina

29/11/2023

Comments

 
Picture
Komandi ár hevur Klaksvíkar býráð sett í alt 2,5 mió. kr. av til ferðslutrygd og betri parkeringsviðurskifti í miðbýnum, ávikavist 1,5 mió. til ferðslutrygd og 1,0 mió. til betri parkering í miðbýnum.

Á fíggjarætlanini komandi ár hevur býráðið samtykt, at farast skal undir at skipa parkeringina í miðbýnum millum Biskupstorg og Vágsbø. Arbeiðið er partur ein einari størri verkætlan at umskipa veg, parkering og grøn økir. Samlaði kostnaðurin fyri tað arbeiðið er á leið 3 mió., men verða í fyrstu atløgu settar 1 mió. kr. av í 2024, soleiðis at arbeiðið kann fara ígongd.

Hin verkætlanin, ið skal betra um ferðslutrygdina í býnum, er ikki endaliga projekterað enn. Umsitingin hevur umbiðið eina ferðslutrygdarætlan fyri skúla- og ítróttarøkið, og tá ið henda ætlan fyriliggur, verður farið undir eina tilgongd, har finnast skal útav, hvørji økir skulu raðfestast. Tað er fokus verður lagt á ferðslutryd er somuleiðis eisini eitt útslit av borgarakanningini, sum bleiv gjørd fyrr í ár, har fleiri viðmerkingar knýttu seg til trygd hjá ferðandi í miðbýarøkinum.

Av øðrum íløgum á tekniska økinum komandi ár kann nevnast, at peningur er settur av til verkætlanir, sum eru í gongd. Eitt nú vegur og parkeringspláss við Stangavegin, útstykking á Fossum, 4 mió. til umvælingar í vegakervið, og eru 4,5 mió. settar av til spillvatnsarbeiðið. Harumframt er fíggjarætlanin eisini merkt av, at peningur er settur av til Húsarhaldsskúlan og lendisarbeiði til nýggja hotellið.

Eisini er peningur játtaður til verkætlanir, sum eru ígongd. Eitt nú kann nevnast, at játtanin til vegakervið og gongubreytir er hækkað til 4,5 mió. kr., og verður partur av hesi játtan nýtt til veg og gongubreyt framvið J.F. Kjølbro heilsølu, Borg og til gamla Taks bygningin við Stangavegin. Somuleiðis eru 4,5 mió. settar av spillvatnsarbeiði, og verður verður eisini hildið áfram við verkætlanini at útvega fleiri parkeringspláss við ‘Kongaríkið’ komandi ár.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kærleikskúlan 2023 avdúkað

29/11/2023

Comments

 
Picture
Seinnapartin hevur verið skipað fyri hátíðarløtu á Listasavnið Føroya, í sambandi við at Kærleikskúlan 2023 var avdúkað.
​
Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Kærleikskúlan í ár er sniðgivin av Súsan í Jákupsstovu, og Skelerosefelagið fekk heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna, sum Hallur Thomsen, formaður í felagnum tók ímóti.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, varð boðin við til hátíðarløtuna og bar hon í hesum sambandi fram røðu.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góðan dag øll somul.

Hesa hátíðarløtu havi eg glett meg til líka síðan eg tíðliga í ár var her uppi á Listasavninum saman við Dugna, og avgerð var tikin um hvør skuldi hava heiðurin at tilevna, prýða og skapa kærleikskúluna í ár. Løtan í frálíka góða selskapinum við angandi leskiligu nýbakaðu smákøkunum frá Dugna situr enn sum eitt gott minni. Virðingin um listafólkið og virðingin um átakið við kærleikakúluni hjá Dugna var ein kærkomin og ítøkilig áminning um, at almanna og mentamál nú eru samanrunnin.

Tað eru nú 15 ár síða fyrsta kærleikskúlan kom. Kærleikskúlan er blivin ein fjálg siðvenja undan jólum. Ein siðvenja har Dugni, listin og onkur, sum hevur gjørt nakað serligt fyrimyndarligt ganga hond í hond.

---

Kærleikskúlan er bæði vøkur og viðbrekin í einum. Eins og menniskjað. Heil og í røttum bandi og umstøðum hongur hon frítt og vísir seg í øllum sínum vakurleika. Eins og menniskjað. Hóast okkara lív og lagnur leggja leiðina so ymiskt, so eru vit í botn og grund eins. Vit eru bara menniskju við øllum tí tað inniber av góðum og minni góðum. Øll hava vit nakað at geva av, og øll hava vit íborna virðing og tign, bara tað vit eru til. At lívsumstøður kunnu gera, at vit kunnu enda uttanfyri vanliga arbeiðsmarknaðin er eitt villkor, sum rakar nøkur. Tá eg gott, at Dugni kann vera har og vera lopfjølin til eitt innihaldsríkt lív, har møguleiki er at fóta sær aftur. Tað eru mong talandi dømi um, hvussu Dugni hevur dugnað fólki á lívsleiðini, hevur givið lívsmót, arbeiðsroyndir, útbúgving og aðrar førleikar, sum mennir tað einstaka menniskjað bæði til nútíðina og framtíðina.

---

Nú jólini eru í hondum, rokni eg fyri víst við, at Kærleikskúlan fer at liggja undir nógvum jólatrøum. Í mongum heimum kring landið fer hon at skapa gleði. Eitt er sum gáva, annað er sum varandi vakurt listaverk, sum bæði árið runt ella um jóltíðir kann koma fram. Hon verður okkum øllum til áminningar um listina og listafólkið. Um Dugna og um alt tað, sum Dugni stendur fyri. Men eisini um kærleika. Týdningarmestu kensluna, sum heiminum veruliga tørvar, kærleika ella næstakærleika.

Runda kúlan er ikki bara rund sum heimurin. Hon er eisini rund sum sólin og ljósið, sum skapa vón. Runda skapið er endaleyst og ævigt, har er hvørki byrjan ella endi men ein rundur sirkul sum fevnir og heldur saman. Hvør kúla er serstøk. Tær eru hondgjørdar og hava sama skap, men ongin er heilt eins. Júst sum menniskjað, øll eru líka, men ongin eins. Øll eru serstøk.

Runda skapið á Kærleikskúluni er sum menniskjans broyting gjøgnum lívið. Vit brýnast við árunum og kantarnir, ella hvøssu avgjørdu meiningarnar, verða meiri rundar. Vit eru sum malargrótið í mølini, sum í briminum verður skapað runt. Runda skapið er tí eisini ímyndin av brotasjógvum og lívsvísdómi, sum saman skapar mennikjaligheit.

---

Listin kann nakað serligt. Hon kann røra og tala til okkum á ein hátt vit kanska ikki kendu. Listin í Kærleikskúluni er altíð vøkur og sigandi, og talar sítt egna mál. Ongin tulking er neyðug. Tó, so er hon í hesum føri meira enn tað, tí listin leggur við kærleikskúlini eisini vegin til vælgerandi endamál menniskjum at gagni. Tað er stórt og vakurt endamál í sjálvum sær.

Tá ið eg komi á gátt hjá fólki, sum hava kærleikskúlurnar hangandi, so er tað sum at síggja eina heilsan um eitt rúmsátt samfelag, har pláss er fyri okkum øllum, samstundis sum tankarnir sveima til listina og listafólkið, sum so vakurt hava prýtt kúluna. Við Kærleikskúlunum kemur listin eisini út í heimini kring landið og verður nærverandi fyri ein sera stóran part av Føroya fólki. At kúlurnar eisini eru blivnar nakað man samlar uppá, váttar bara fólksliga uppbakningin kærleikskúlurnar hava. Heilt nógv av okkum hava bæði keypt eina kærleikskúlu til jólagávu ella fingið eina. So júst hesin mátin at arbeiða við list uppá, er nokk nakað av tí sum røkkur longst út millum fólkið. At Dugni so fær ágóðan av søluni, ger bara kærleikskúluna enn virðismiklari.

---

Nú eru vit spent at vita hvat tað er fyri eitt listafólk, sum hevur prýtt kærleikskúluna, og vit eru eisini spent uppá hvør tað verður, sum fær serliga heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna.

Eg takki fyri høvið at bera eina heilsan, og gleðist um at vera her í dag.

Takk fyri!

Almanna- og mentamálaráðið

Picture
Comments

Hanus Toftheyggj nýggjur stjóri í Sjúkrahúsverkinum

29/11/2023

Comments

 
Picture
​Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, hevur gjørt av at seta Hanus Toftheyggj sum stjóra fyri Sjúkrahúsverkinum og sum sjúkrahússtjóra fyri Suðuroyar Sjúkrahús.

Hanus Toftheyggj er 37 ára gamal, er útbúgvin administratiónsbachelor í almennari fyrisiting frá VIA University College í Århus í 2013 umframt Master í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017. Hanus hevur drúgvar royndir innan almenna fyristing, har hann í 7 ár starvaðist sum fulltrúi í Almannaverkinum. Hanus hevur síðani september 2022 verið leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Hanus Toftheyggj tekur við starvinum 1. januar 2024.

Heilsumálaráðið

Comments

Jólamerkjagrunnurin latið stuðul

29/11/2023

Comments

 
Picture
Í dag hevur Posta við Jólamerkjagrunninum latið 200.000 kr. til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung.   

Tey flestu kenna jólamerkini, sum Posta gevur út um jóltíðir, og sum føroysk listafólk sniðgeva. Á hvørjum ári verður vinningurin býttur út, soleiðis at hann kemur børnum og ungum til góðar. Í dag eru 200.00 kr. latnar, skrivar Posta í tíðindaskrivi. 

”Tað er týdningarmikið fyri okkum at halda fram at stuðla børnum og ungum við Jólamerkjagrunninum. Hesu ferð hava vit valt at lata stuðulin til kunnandi tilfar, ljóðførisátøk og útgerð til barnaítriv. Tað er við til at geva børnunum góð minnir í frítíðini,”  sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.  

Ítriv til børn og ung

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið stuðul til útgerð í leguhúsinum í Nesvík, meðan Guliskúli hevur fingið játtað pening til ítrív til næmingarnar. 

ÍVF Teknmál hevur fingið stuðul til undirvísingartilfar at varpa ljós á føroyskt teknmál, meðan bæði Kyn og Colitis Crohn felagið fáa stuðul til kunnandi tilfar. Barnasjónvarpssendingin, Látiløtan, fær eisini stuðul.

Harmoniorkrestrið GHM og Kamartónleikakappingin Crecendo fáa eisini lut í stuðlinum.  

Í nevndini fyri Jólamerkjagrunnin sita Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Fróði Joensen, yvirlækni og Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.

Umboð frá Kyn og Gulaskúla vænta á myndini.

Um jólamerkini

• Posta hevur givið út føroysk jólamerki á hvørjum ári síðan 1976

• Vinningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál til frama fyri børn og ung í Føroyum

• Føroysk listafólk sniðgeva jólamerkini, og felags fyri allar útgávurnar eru jólini og siðvenjur knýttar at jólunum

• Jólamerki kunnu keypast á stamps.fo og á posthúsum kring landið. Í ár hevur Jonna Ljósá sniðgivið, og kostar arkið 30 kr.

Myndir
JMG2023: Posta hevur við Jólamerkjagrunninum latið 200.000 kr. í stuðli til átta verkætlanir til frama fyri børn og ung. Umboð fyri Gulaskúla og Kyn vænta.

Mynd_IMG1683: Frá vinstru, Jógvan Joensen, virkandi stjóri, Katrin og Mariann (umboð fyri Látiløtuna), og Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkjadeildini 

Posta

Comments

Betri umstøður í bátahylinum á Borðoyarvík

28/11/2023

Comments

 
Picture
Í fíggjarætlanini, sum býráðið samtykti í farnu viku, er peningur settur av til at betra um umstøðurnar í bátahylinum í Borðoyarvík.

Orsøkin til at arbeiðið verður raðfest nú er, at tað súgar sera illa í bátahylinum, og av tí sama eru fleiri skaðar skrásettir í vetur. Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá smábátum í bátahylinum og verður hetta gjørt við at leingja og smalka molan/brimgarðin á bátahylinum. Umstøðurnar í bátahylinum eru broyttar sera nógv, orsaka av arbeiðinum sum er gjørt við atløgubryggjuna, sum Bakkafrost í dag brúkar. Hetta, sum nú verður gjørt, fer væntandi at bøta um umstøðurnar hjá smábátum.

Íløgurnar eru kostnaðarmettar til kr. 1,6 mió. kr. fyri grótkastið og á leið 4 mió. kr. fyri sjálvar bátabrúgvarnar.

Av øðrum íløgum, sum verða gjørdar á havnaøkinum komandi ár, kanna nevnast, at 4,5 mió. kr. settar av til kaikant í nýggja í bátahylinum í Árnafirði og at arbeiðið at víðkað norðhavnina heldur fram. Harafturat er skjøtul settur á at útvega hølir til bátafelagshús við bátabrúgvarnar á Vágni. Bátafelagshúsið skal eitt nú fevna um felagshølir, almen wc o.a. 

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Nýtt rørportur í Árnafirði

28/11/2023

Comments

 
Picture
​Av tí at Landverk setur nýtt rørportur í til innkoyringina til Árnafjarðar bygd, verður farleiðin tarnað, meðan arbeiðið er í gongd. Arbeitt verður í viku 48-49.

Heitt verður á fólk um at fylgja skeltingini á staðnum.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Jóla- og Adventskonsert í Christianskirkjuni sunnukvøldið

28/11/2023

Comments

 
Picture
​Jóla- og Adventskonsert í Christianskirkjuni sunnukvøldið

Sunnukvøldið, 03.desember kl. 20.00 , hevur Kórið í Christianskirkjuni hugnaliga jóla- og adventskonsert saman við Floytukórinum Útnyrðingi. Kórið fer at framføra nakrar advents- og jólasálmar, og Floytukórið Útnyrðingur fer at framføra nøkur løg.

Nakrir felagssálmar verða eisini á skránni. Stutt andakt verður við Marjuni Lómaklett.

​Verið hjartaliga vælkomin - sunnukvøldið kl. 20.00 í Christianskirkjuni

Christianskirkjan

Picture
Comments

Skapandi JÓL í Skálanum nú fíggjadagin og leygardagin

27/11/2023

Comments

 
Picture
​Skapandi JÓL í Skálanum er ein jólasølumarknaður við heimagjørdum handverki. Umleið 25 luttakarar eru við bundnum, heklaðum, seymaðum og tøvdum vørum, eisini er tilfar sum horn, bein, glas og máling. So hetta verður heilt sikkurt spennandi og kann fáa okkum í jólalag.
​
Kom inn á gólvið🎄

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.