Sunnukvøldið, 03.desember kl. 20.00 , hevur Kórið í Christianskirkjuni hugnaliga jóla- og adventskonsert saman við Floytukórinum Útnyrðingi. Kórið fer at framføra nakrar advents- og jólasálmar, og Floytukórið Útnyrðingur fer at framføra nøkur løg.
Nakrir felagssálmar verða eisini á skránni. Stutt andakt verður við Marjuni Lómaklett.
Verið hjartaliga vælkomin - sunnukvøldið kl. 20.00 í Christianskirkjuni
Christianskirkjan