NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Fløsku og blikk innsavning hjá Ægir verður tann 2. januar 2020

31/12/2019

Comments

 
Billede
Hósdagin tann 2. januar 2020 fara svimjarar og foreldur í Ægir at samla fløskur inn í Klaksvík fyri at fáa pening til felagið.

Hava tit fløskur ella blikk at lata okkum, so hevði tað verið gott at tit góvu Ægir tær.

Vit koma at avheinta fløskur 02.01.2019. Vit byrja á eystursíðuni og um onkur ynskir at vit skulu koma og avheinta fløskurnar/blikkini, so eru tit eisini vælkomin at ringja til Rannvu Sigfríðsdóttur á telefon 232808 ella leggja eini boð inn á hesa síðuna, klikk her: “Ægir Klaksvík”.

​Við tøkk fyri stuðulin.

Ægir ynskir øllum eitt gott nýggjár og takka vit serstakliga okkara stuðlum fyri teirra stuðul, uttan tykkum, so høvdu vit ikki klára at verið eitt av Føroya besti svimjifeløgunum.

ÆGIR

Comments

​Vandamikil rakett, sjá kunning

31/12/2019

Comments

 
Billede
​KUNNING

Sikkerhedsstyrelsen í Danmark hevur víst á eina vandamikla rakett, sum eisini er seld í Føroyum.

Politiið hevur tosað við flestu innflytararnar av fýrverki til Føroya, sum steðga søluni av rakettini.

Vandamiku rakettirnar eita “Outcast Missilraketter” og hava vørunummarið 331.6020 og batchnummarið 201150-18.

​Meira kann lesast her:

https://www.sik.dk/…/…/advarsel-lad-vaere-affyre-denne-raket

Føroya Politi

Comments

​Fiskiskipi Fay sokkið í Barentshavinum, allir umborð bjargaðir

29/12/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 11:02 í gjár bleiv Mayday sent út, har teir á Fay søgdu at báturin hjá teimum var við at søkka og teir vóru í holt við at fara í bjargingarbátarnar.

Sea King tyrlan var hjá teimum klokkan 11:50 og tað tók manningini á Sea King tyrluni 31. minuttir at bjarga øllum umborð á tyrluna, her kunnu tit lesa meira um dramatisku hendingina í gjár, “Mannskapet på “Fay” reddet – alle 12 omborg er i sikkerhet”.

Vit vita ikki um nakar Føroyingur var umborð.

SáH

Comments

​Føroyska kvotan av botnfiski í norskum sjógvi hækkar í 2020

23/12/2019

Comments

 
Billede
Føroyar og Noreg eru komin ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2020. Londini bæði vóru samd um at hækka støðið í avtaluni.
​

Føroyska kvotan av botnfiski í norskum sjógvi hækkar við 360 tonsum í 2020. Føroysk skip hava harvið møguleika at fiska 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2020.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.450 tons av toski og 300 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi.

Fyri norsk skip vóru eisini tillagingar gjørdar í kvotunum. Kvotan av longu og blálongu hækkar við 200 tonsum upp í 2.500 tons, og kvotan av brosmu hækkar við 79 tonsum upp í 2.000 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons, og hon er óbroytt. Kvotan av upsa hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi, ið var 100 tons, verður strikað.

Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, hækkar við umleið 600 tonsum í 2020 upp í 6.600 tons, meðan atgongdin hjá norskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2020 verður óbroytt á 30.000 tons.

Andras Kristiansen var samráðingarleiðari fyri Føroyar, og Ingrid Vikanes var samráðingarleiðari fyri Noreg. Tey skrivaðu undir avtaluna millum Føroyar og Noreg á Bryggjubakka í Tórshavn seinnapartin týsdagin 17. desember.

Fiskimálaráðið

Comments

​Thom Jakobsen er Ársins rósa 2019

23/12/2019

Comments

 
Billede

Veðrið var av tí fagrasta, og karmarnir til handanina av Ársins Rósu 2019 vóru sera góðir, tá ið jólamennirnir komu við jólaskipinum til Klaksvíkar í gjár. Sigast má, at nýggi miðbýurin í Klaksvík vísti seg frá síni bestu síðu, tá ið Ársins Rósa fyri 16 ferð varð handað á sjálvari skoytubreytini.

Ársins Rósa 2019 gjørdist Thom Jakobsen, sum í heili 25 ár hevur verið ein sera trúfastur stuðul hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann heilhjartað hevur virkað fyri felagsskapinum og trivnaðinum í KÍ.

Røðan, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt áðrenn Ársins Rósa varð avdúkað kann lesast her:

– – –

Hey, øll børn ☺

Hvussu stendur til? Eru tit spent til jóla? ☺

Nú skulu vit bara sova tvær ferðir afturat – so er jólaaftan. Tað verður mega spennandi ☺

Men eisini í dag fara vit at fáa ein lítlan pakka í part frá jólamonnunum, sum aftur í ár eru komnir við jólaskipinum.

Hjartaliga vælkomnir, jólamenninir! ☺

Hvussu hava tit tað eftir longu ferðina við jólaskipinum? Eg vóni, at veðrið var ikki alt ov ringt, meðan til sigldu til Klaksvíkar. Tað er gott, at tit aftur í ár náddu at koma til okkum.

Eg vóni eisini, at børnini aftur í ár hava skikkað sær væl, so tit kunnu geva teimum stórar og góðar jólagávur ☺

Tað verður spennandi at síggja, tá ið gávurnar fara at koma undir jólatræið til øll tykkum, børn, ha? ☺

Sjálvandi verða vit øll, sum fara at fáa gávur, ordiliga glað fyri tær, og tað er eisini endamálið hjá jólamanninum og teimum, sum geva gávur – tað er at gera tey glað, sum fáa jólagávuna ☺

– – –

Men vita tit av, tað er so smart, at ikki bara tann, sum fær eina gávu, verður glaður?

Vita tit av, um tit geva onkrum eina gávu, so verða tit líka so glað, sum tann, ið fær gávuna?

So smart er tað við okkum menniskjum. Ja, faktiskt er tað enntá so gott, at tann, sum gevur, verður enn meir glaður, enn tann, sum fær.

Hetta stendur enntá í Bíbliuni, tí har er eitt vers, sum sigur, at “sælari er at geva enn at fáa”, tvs. tann, sum gevur blívur enn meira glaður og lukkuligur, enn tann, sum fær eina gávu ☺.

Tað er hetta versið, sum er prinsippið aftan fyri Ársins Rósu, sum vit nú í nógv ár hava latið persónum, ið geva nakað av sær sjálvum til onnur og til okkara lokalsamfelag her í Klaksvíkar kommunu.

Umframt sjálvan heiðurin fær Ársins Rósa handað eitt blómutyssi við eini heilsan frá borgarstjóranum saman við eini gávukurv við ymsum góðum í – og so fær persónurin eisini ein kekk á 15.000 kr., sum er fíggjaður av Christian í Grótinum, BankNordik og Klaksvíkar kommunu.

– – –

15 ferðir fyrr hava vit heiðra kvinnum, monnum og í einum føri einum sjálvbodnum felag, so hetta er 16. ferðin í ár.

Vit hava hesi árini givið Ársins Rósu til 9 kvinnur og 6 menn, so bæði kynini eru væl umboðað, hóast kvinnurnar hava munin.

Aftur í ár fara vit at geva einum persóni henda stóra heiður, og nú fari eg at byrja at siga tykkum nøkur eyðkenni, sum hesin persónur hevur, og so kunnu tit, sum hava hug, byrja at hyggja tykkum um, hvør tað man vera, meðan tit hoyra eitt sindur um persónin, sum um eina lítla løtu verður heiðraður við Ársins Rósu ☺

– – –

Eg kann hóskandi byrja við at upplýsa, at í ár verður tað ein maður, sum verður heiðraður við Ársins Rósu 2019.

Tey, sum skjóta upp, at hesin maðurin verður heiðraður, siga millum annað um hann, at “hann er unikur til at fáa menniskju til at trívast og føla seg væl”.

At hava eitt hjarta fyri teimum, sum ikki altíð hava tað so lætt, og sum tørvar hjálp, er ein ómetaliga vakur og góður eginleiki, sum hesin persónurin eisini hevur.

Eitt nú tók hann – saman við øðrum góðum kreftum – fyri nøkrum árum síðan stig til at hjálpa einum manni, sum hevði sera vánaligar bústaðaumstøður. Ta ferðina skiftu teir takið og gjørdu fleiri aðrar umvælingar, so hesin illa staddi persónurin skuldi fáa sømiligari umstøður at búgva í. Ein so avbera vøkur gerð – púra sjálvboðin og uttan nakra samsýning ella afturløning.

Maðurin, sum eg nú havi sagt nøkur góð ting um, er serliga kendur fyri sín ómetaliga stóra og púra sjálvbodna og ólønta innsats fyri eitt ítróttarfelag her í Klaksvík.

Tað er har, hann er mest kendur og verður sæddur á og kring vøllin við Djúpumýru.

Felagið er Klaksvíkar Ítróttarfelag og liðið er besta mansliðið, sum í fjør gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð í 20 ár, og eg sigi ikki ov nógv við at pástanda, at stóri innsatsurin hjá hesum manninum er viðvirkandi orsøk til, at hetta eydnaðist.

Mær er upplýst, at hann byrjaði sum hjálparfólk hjá besta mansliðnum hjá KÍ í 1995. Tað árið var Sverri Jacobsen høvuðsvenjari.

Síðan 1995 hevur KÍ havt nógvar skiftandi venjarar og sjálvandi enn fleiri leikarar, men tá vit fyri nøkrum vikum síðan vóru í túsundatali í Havn saman við KÍ, sum vann føroyameistaraheitið – tá var hesin trúfasti og uppoffrandi liðleiðarin hjá KÍ har framvegis.

Hetta merkir, at komandi ár fer hesin trúfasti, maður at hava gjørt sítt stóra, sjálvbodna arbeiði í heili 25 ár.

Um nakað er eina heiðran vert her í lokalsamfelagnum, so má tað vera ein so drúgvur og trúgvur, sjálvboðin gerningur.

Vit hava tosað við venjarar og onnur hjálparfólk kring KÍ, og tey siga øll við ein munn, at tað verður ringt at finna ein so heilhjartaðan mann, sum ger so nógv fyri felagsskapin og trivnaðin í KÍ.

“Saman við konuni, sum stuðlar honum ómetaliga væl, bjóðar hann javnan øllum KÍ-hópinum heim til sín sjálvs til eina góða máltíð aftur við góðum samfelag – alt fyri at styrkja samanhaldið og trivnaðin í felagnum”.

Víðari verður greitt frá, at “hann hevur eitt óvanliga stórt og sjálvuppoffrandi hjartalag fyri øðrum menniskjum, og hetta kemur m.a. til sjóndar í, at hann ber fisk og annan mat til fólk fyri at lívga og gleða tey, og tað sama ger hann fyri útlendingar, sum koma til Klaksvíkar at starvast og búgva”.

Ja, eitt av hjálparfólkunum, sum vit hava spurt eitt sindur, segði bart út, at hesin maðurin má ikki gevast – “tað kann eg snøgt sagt ikki liva við” segði viðkomandi.

Nú rokni eg við, at fleiri longu hava gitt, at persónurin, sum í ár verður heiðraður við Ársins Rósu, er Thom Jakobsen.

Her fleiri myndir, klikk her: “Thom Jakosen ársins rósa”.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

​Filmsklipp: Jólaheilsan frá Kongahúsinum

16/12/2019

Comments

 
Billede
Her jólaheilsan frá Kongahúsinum í Danmark, sjá filmsklipp herundir.

Comments

Raðfesta arbeiðið at basa harðskapi og kynsligum ágangi

15/12/2019

Comments

 
Billede
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur sett sær fyri, at arbeiðið at basa harðskapi og kynsligum ágangi, skal halda fram og styrkjast, og hevur tí raðfest hesi øki í fíggjarlógini fyri komandi ár.

Kvinnuhúsið – eitt týdningarmikið friðskjól
Kvinnur, sum eru ella hava verið fyri harðskapi og børn teirra skulu hava eitt gott og trygt stað at venda sær. Eitt slíkt friðskjól er Kvinnuhúsið, sum veitir ráðgeving, vegleiðing og hjálp. Møguligt er eisini hjá kvinnum, sum noyðast at rýma heiman undan harðskapi, at fáa sær og børnunum innivist í Kreppumiðstøðini eina tíð.

Hetta er eitt arbeiði, sum samgongan fegin vil styrkja og stuðla, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og vísir á, at henda raðfesting eisini er ein greið ábending um, at samgongan ynskir at styrkja átøkini móti harðskapi í nærsambondum.

-Dag og nátt, allar ársins dagar, tekur Kvinnuhúsið ímóti kvinnum og børnum, sum rýma heiman undan harðskapi. Vit vilja fegin raðfesta tað arbeiðið, sum verður gjørt í Kvinnuhúsinum, so teirra ráðgeving og stuðul kunnu styrkjast, samstundis sum vit vónandi fáa minkað um harðskapin.

Tí hevur samgongan biðið um økta játtan til Kvinnuhúsið í skrivi, sum er borið løgtingsins fíggjarnevnd.

Fleiri pengar til seinárin av kynsligum ágangi
Kynsligur ágangur er eitt so álvarsligt brot, sum fólk kunnu fáa trupulleikar av alt lívið. Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum nú í mong ár hevur upplýst um kynsligan ágang eins og givið misnýttum ráðgeving og hjálp.

Samgongan vil fegin styrkja hetta arbeiðið og hevur tí valt at hækka játtanina til Kris.

-Kris hevur nú í mong ár veitt vaksnum fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, stuðul, og hetta meta vit í samgonguni høgt, sigur landsstýriskvinnan.

Samgongan ásannar eisini, at tað arbeiðið, sum sjálvbodnir felagsskapir, sum júst Kris, hvønn dag útinna, er av alstórum týdningi fyri samfelagið.

Hagtøl – hvussu halda vit fram
Tá arbeiðið at basa harðskapi og ágangi skal skipast, er týdningarmikið at gera sær greitt, hvør tørvurin er og hvussu orkan kann nýtast á besta hátt.

Arbeiðið við Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum eins og Heildarætlan um kynsligan ágang, hevur nú nøkur ár á baki. Tí hava vit nú fingið eina fatan av tørvinum og hvar hann er størstur.

Samgongan vil, at hetta arbeiðið heldur fram, og ynskir at fáa til vega hagtøl, sum kunnu lýsa hetta økið í síni heild, so vit betri eru før fyri at meta um, hvat er týdningarmikið, og hvussu er skilagott at halda fram.

Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, valt at raðfesta hetta á komandi fíggjarlóg.

Comments

​Løgmaður ynskir Boris Johnson til lukku

15/12/2019

Comments

 
Billede
​Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur borið Boris Johnson lukkuynski, nú flokkur hansara vann tjóðartingsvalið. Bretska valið var hósdagin 12. desember.

Í brævinum til bretska forsætisráðharran takkar løgmaður somuleiðis fyri fundin, sum báðir stjórnarleiðararnir høvdu í Downing Street fyrst í november. Eisini vísir løgmaður á góða sambandið millum Stóra Bretlands og Føroyar og møguleikan fyri tættari samstarvi.

Komandi ár verða tað 75 ár síðan, at seinni heimsbardagi og bretska hersetingin av Føroyum endaði. Í hesum sambandi nýtti løgmaður høvi til at bjóða Boris Johnson til 75 ára minningarhaldið, sum skipað verður fyri í Føroyum.

Lukkuynskið frá løgmanni til bretska forsætisráðharran kann lesast her.

Billede
Comments

​Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt landsstýrismannin

13/12/2019

Comments

 
Billede
Í sambandi við ta umrøðu, sum hevur verið um fundin við kinesiska sendiharran í Danmark tann 11. november, vil eg vísa á, at talan ongantíð hevur verið um nakra hóttan ella nakað trýst. Hinvegin var talan um ein góðan og konstruktivan fund á diplomatiskum stigi, har partarnir báðir virða hvønn annan.

Eg fari ikki at viðmerkja, hvat fundurin snúði seg um, tí innihaldið er ikki fevnt av almennum innliti.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Comments

​Fólkaflokkurin vann stórsigur í Bretlandi

12/12/2019

Comments

 
Billede
Fólkaflokkurin ella tey Konservativu í Ongland vunnu stórsigur í Bretlandi. Boris Johnson forsetamálaráðharrin hevur nú reinan meiralutan og Javnaðarflokkurin ella Labour hevði eitt av sínum aller ringastu valum nakrantíð.

Tað eru 650 sessir í Undirhúsinum og nú 643 valdømir eru tald upp, hava tey Konservativu fingið 359 og hølvaði Labour av.

Fyri at fáa reinan meiralutan, so krevst 326 sessir, so hetta er eitt kanónval fyri Boris Johnsen og nú verður tað næstan 100 prosent sikkurt at Brexit verður tann 31. januar 2020, har Bretland ferð burturúr ES.

Javnaðarflokkur hevur bert fingið 203 sessir higartil og tað er 59 sessir minni enn seinsta val, nú bert 7 valdømir eru eftir at telja upp.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.