NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Inni í Maverick Barr fáa plakatirnar frið og her sleppa øll framat ókeypist!

30/8/2015

Comments

 
Picture
Nú herverk vera gjørdar á valplakatir runt Føroya land, so hevur Maverick Barr gjørt tað sum eina siðvenju, at flokkar sleppa at koyra plakatir upp inni í Maverick og tað gerð bara vali meira festligt.

Har sleppa allir flokkar framat. Uttanfyri vera flokkarnir noyddir at betala, men inni í Maverick er tað ókeypist.

Valdagin plagar Maverick at vera klistra til við valplakatum og tá plaga eisini nógv fólk at vera í Maverick og fylgja við valinum.

Suppa ella okkurt annað verður bjóða og so verður fylgt við úrslitinum bæði í Útvarpi, Sjónvarpi og í telduni.

Í løtuni hava Fólkaflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Tjóðveldisflokkurin koyrt plakatir upp inni í Maverick.

Her nakrar myndir frá síðsta valið.

SáH

Comments

Valfundur í Klaksvík: Fisk, Fisk, Fisk og aftur Fisk

27/8/2015

Comments

 
Picture
Valfundurin ídag var allir sum hann var um Fisk. Nógv fólk vóru til fundin og her eru nakrar myndir frá fundinum.

SáH

Comments

KVF manipulerar í Valmagasini um Fólkaflokkin

27/8/2015

Comments

 
PictureKVF manipulerar í Valmagasini um Fólkaflokkin, klikk her!!!
Fólkaflokkurin hevur í gjárkvøldið klaga til KVF í sambandi við Valmagasinið í KVF týskvøldið. Soleiðandi skriv er sent stjóran í Kringvarp Føroya.

Gott kvøld Dia!
Valmagasinið hjá KVF týskvøldið hevði tíverri onki við faktakekk at gera, men var so manipulerandi klipt saman, at vit meta, at tú sum stjóri á KVF skal taka støðu til tað, vit vísa á.

Vinarliga hygg at niðanfyristandandi lýsing av einum broti av sendingini, har tað týðiliga framgongur, at eitt svar sum Jacob Vestergaard gav uppá ein spurning í Rúnavík er klipt sundur, soleiðis, at týdningur verður tann øvugti.

Umboðið úr Tjóðveldi sigur "....tað er ikki í lagi at man skal kenna onkran bestemtan...."

Umboðið úr Framsókn sigur: "Tú og tú og tú sleppa, meðan tit sleppa ikki...."

Røddin hjá Jan Lamhauge kemur síðan inniyvir og sigur: "Ein av stóru spurningunum er, um landstýrismaðurin í fiskivinnumálum framhaldandi skal hava eins víðar heimildir at luta út milliardavirði, uttan nærri ásettar reglur"

Við at klippa uppáhald hjá politisku mótstøðumonnum hjá Jacob frá einum veljarafundi saman við eitt uppáhald hjá Jan Lamhauge um, at landsstýrismaðurin lutar út milliardir uttan nærri reglar, situr hyggjarin við eini fatan av, at soleiðis er skipanin.

Síðan verður hyggjarin førdur inn til Runavíkar aftur og verturin spyr:

"Jacob Vestergaard, sært tú ongar trupulleikar í at ein landsstýrismaður einsamalllur ger av hvussu fiskiloyvini skulu býtast út?

Jacob svarar: "Tað ger landsstýrismaðurin ikki, fyri at sláa tað heilt fast"

Her endar klippið og hyggjarin situr eftir við eini fatan av, at man skal kenna landsstýrismannin, hann peikar út og býtir út virði fyri milliardir einsamallur og uttan reglur, og tá hann verður spurdur um hann ongar trupulleikar sær í hesum, so er hann so frekur og ráðaríkur at umrøða seg sjálvan í 3. persóni og siga, at hann sær ongar trupulleikar í hesum.

Hetta er beinleiðis at snara svarinum hjá Jacob 180 stig. Tí hyggur ein at sendingini í Runavík, har klippini koma frá, og lurtar eftir øllum svarinum hjá Jacob, so hoyrir man hann siga:

"Tað ger landsstýrismaðurin ikki, fyri at sláa tað heilt fast. Okur hava eina loyvisskipan, sum hevur koyrt síðan lógin kom í gildi."

Tað vil siga at tá Jacob svarar "Tað ger landsstýrismaðurin ikki" so er tað sjálvandi ikki eitt játtandi svar uppá, at Jacob ongar trupulleikar hevur av, at skipanin er soleiðis sum Tjóðveldi, Framsókn og verturin lýsa hana, men ein afturvísing av, at skipanin er soleiðis, sum hon verður lýst.

Hesa fatan fær hyggjarin tó ikki, tí svarið hjá Jacob er tilvitað klipt sundur, soleiðis at tað hóskar til boðskapin hjá Jan Lamhauge.

Jan Lamhauge veit, at tá skipanin var sett í verk fyri meira enn 20 árum síðan, blivu loyvini læst fast, og hvørt loyvi fekk ein ávísan kvotapart ella ávíst tal av døgum. Hann veit eisini, at Jacob onki nýtt loyvi havi útskrivað og ikki broytt lutfallið í kvotapørtunum hjá loyvishavarunum.

Hann klippir innslagið soleiðis, ella rættari, manipulerar fram eina mynd av, hvussu korrupt skipanin er og at Jacob verjir hana.

Vit hava tað fínt við, at miðlar eru uppá vakt og meti tað verða av stórum týdningi fyri okkara fólkaræðið, at Føroyar hevur eitt sterkt KVF, men tá KVF ber seg soleiðis at í eini valsending, so mugu vit tíverri siga, at okkara álit á stovnin hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.

Fyri at sitera ein annan politikkara, so er Fólkaflokkurin skelkaður, og vit halda tað hevði sømt seg um KVF í minsta lagi kom við eini rætting, har sagt verður frá, at tit hava gjørt eitt mistak, tí klippingin hevur ført við sær, at svarið hjá Jacob er øðrvísi enn í upprunasendingini.

Tit endaðu innslagið við at siga, at Jacob hevði onga viðmerking. Tað vita tit er ósatt. Jacob boðaði bæði tær og Jan Lamhauge frá, at hann var sinnaður at úttala seg beinleiðis, og tað stendur framvegis við.

Vit vænta at frætta aftur frá tær.

Vinarliga
Fólkaflokkurin

Síggj klippi her ella klikk á myndina omanfyri, sum KVF hevur manipulera "KVF munipulera í valmagasini um Fólkaflokkin"

Comments

Hugnalig hølir hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum

26/8/2015

Comments

 
Picture
Fólkaflokkurin í Norðoyggjum hevur gjørt nógv burtur úr, at gera tað hugnaligt hjá veljarnum, sum koma á gátt hjá teimum.

Stina, Ågot, Jonika og fleiri onnur hava hygga um, har pinta hevur verið  við livandi ljósum og perum á vegginum, so man næstan kom í jólahumør.

Norðoya Portalurin var á gátt í Bøgøtu og tey vóru stak blíð, Har tær bjóðaði  vaflum, alskin kakur og bomm, saman við einum heitum kaffimunni

Bóðu meg heilsa øllum og siga, at øll vóru vælkomin og at hølini vóru opin heilt til valið.

SáH

Comments

Myndir frá valfundinum á Kambsdali ídag.

26/8/2015

Comments

 
Picture
Sera nógv fólk vóru til valfundin í Miðnámsskúlanum á Kambsdali ídag og so nógv fólk vóru, at øll ikki sloppið inn. Mest vóru tað næmingar og so onkur politikkara eisini. 

Gott lag var á fólki og valevnini fingu fleiri áhugaverdar spurningar frá ungdóminum.

Her myndir frá veljarafundinum.

SáH

Comments

Manningin á Kringvarp Føroya á vitjan á Helnubrekku í Klaksvík

26/8/2015

Comments

 
PictureRebekka Manuela Behrens, Rólant Waag Dam, Símun á Høvdanum, Kára Bjarnadóttir Jakobsen og Kári Sólstein. Myndina tók Klaksvíkingurin Jonni Olsen.
Eftir at hava skrivað enn eina kritiska grein um Kringvarp Føroyra, gjørdi KVF ikki mætari, at teir møttu upp við allari manningini á Helnubrekku ídag, beint áðrenn valsendingina á Miðnámsskúlanum í Kamsdali.

Tey spurdi meg, um tey kundi taka eina mynd av mær og so fekk hon , eg hevði skrivað eitt sindur ljót um á Facebook eitt ordans klemm frá mær.

Kári Sólstein segði við hana, at Símun á Høvdanum, er slett ikki so galin kortini og bað meg ikki brúka ov nógv kjaft. Takk fyri vitjandi KVF, tit eru altíð vælkomin aftur og gott val til tykkum øll. X við Fólkaflokkin.

SáH

Comments

Trý Sea Shepherd fólk handtikin! (Myndarøð & Video)

24/8/2015

Comments

 
Picture
Her varð tó ikki talan um nakað stórvegis grind. Áleið 6 hvalar blivu tað til og tikið bleiv støða beinavegin, at grindin bert skuldi merkjast.

Men eisini her royndi ófriðarbólkurin Sea Shepherd at gera um seg. Maðurin á myndini til vinstru - fór svimjandi yvir ímóti grindini og Guð viti hví hann gjørdi tað - tá vit jú ikki atlaðu okkum, at drepa grindina. Og tá ið ein varð lopin á sjógv, so máttu hini apa seg eftir honum og blivu tískil eisini handtikin. Íalt blivu 3 Sea Shepherd fólk handtikin.

Brigitte Bardot lá eisini uttanfyri Fuglafjørð - men verjuskipi varð til staðar, so ikki tordu teir umborð á Brigitte Bardot gera nakað um seg. Eitt slíkt skip kostar jú nógvar pengar fyri Harra Watson.

Tá eg fór gangandi framvið, so bað eg ein mann taka mynd av teim handtikni - men tað vísti seg vera ein Sea Shepherd maður, sum svaraði mær aftur: "Why don't you go fuck yourself, Jógvan?" Maðurin varð kanska óður yvir, at mítt Vallyfti er at banna Sea Shepherd og slett ikki loyva teimum inn aftur í Føroya land. Ella varð maðurin óður yvir mínar teknirøðir? Nei, ikki veit eg ... tað einasta eg veit er Sea Shepherd hevur fyri nú alvor spælt fallit. Sí annars myndarøð & video niðanfyri:

JáH 24.08.2015

Comments

BREAKINGS NEWS: Grindaboð uttanfyri Leirivík - Klaksvíksbátarnir eru á veg!!!

24/8/2015

Comments

 
Picture
Ein lítil grind er sæð uttanfyri í Leirvík. Grindin er á veg suðureftir og ein bátur er hjá henni. Mett veður at hon er umleið 30 hval. Enn er óvist hvar hon verður rikin inn. Bátar av Klaksvík eru áveg út eftir vánni júst nú.

SáH

Picture
Comments

Gentan takkar fyri hjálpina

23/8/2015

Comments

 
Picture
Tað vóru onnur, sum gjørdi meira hjálp enn eg ímorgun, men tað var pent gjørt av tær, at takka fyri hjálpina.

Hetta skrivaði hon til mín á Facebook:

Takk fyri apollinaris í morgun. Eg havi tað gott annars, ongan alvorligan skaða. Eri komin heim av sjúkrahúsinum

Tað var deiligt at hoyra, at tú ikki fekk skaða, tað sá alvorligt út.

Vit ynskja tær góðan betring.


SáH

Comments

Sjómannadagarnir sera væl eydnaðir

23/8/2015

Comments

 
Picture
Hetta hava verið nakrir góðir Sjómannadagar, sum hava samlað fleiri túsund fólk í Klaksvík og eitt sum sermerkir Sjómannadagar og tað er, at øll fólk eru glað, sjálvt um tey skulu standa í kø í tímavís, ja, so práta teg og heilsa uppá fólk. 

Sera nógv tiltøk vóru, bæði til gomul, ung og børn og skulu fyrireikarnir hava stórt rós fyri teirra megnar arbeiðið. Stórt UG frá Norðoyar Portalinum.

Hetta skrivar ein av fyrireikarnum á Sjómmandøgnum, Karl Birgir Isaksen á Facebook vegginum hjá sær:
Takk fyri ein ógloymandi góðan Sjómannadag anno 2015. Túsund takk til allar stuðlarnar, tit hava trúliga stuðlað okkum í øll hesu ár, vit hava saman bygt brúnna longri. Takk til tykkum fleiri fleiri túsund vitjandi, tit fløva okkara hjarta, ein sonn frøi, vit síggjast aftur næsta ár til Sjómannadagin og fiskabuffé. Túsund takk til tykkum 300-400 sum ókeypis hava hjálpt til, tit eru heilt fantastisk, hav tað gott øll somul, Ein heilt fantastisk Papa's barn, Fish'n chips 👍 góður fiskur frá Gadus.

Her nakar myndir, fleiri seinni.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.