Sera nógv tiltøk vóru, bæði til gomul, ung og børn og skulu fyrireikarnir hava stórt rós fyri teirra megnar arbeiðið. Stórt UG frá Norðoyar Portalinum.
Hetta skrivar ein av fyrireikarnum á Sjómmandøgnum, Karl Birgir Isaksen á Facebook vegginum hjá sær:
Takk fyri ein ógloymandi góðan Sjómannadag anno 2015. Túsund takk til allar stuðlarnar, tit hava trúliga stuðlað okkum í øll hesu ár, vit hava saman bygt brúnna longri. Takk til tykkum fleiri fleiri túsund vitjandi, tit fløva okkara hjarta, ein sonn frøi, vit síggjast aftur næsta ár til Sjómannadagin og fiskabuffé. Túsund takk til tykkum 300-400 sum ókeypis hava hjálpt til, tit eru heilt fantastisk, hav tað gott øll somul, Ein heilt fantastisk Papa's barn, Fish'n chips 👍 góður fiskur frá Gadus.
Her nakar myndir, fleiri seinni.
SáH