NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Frá Ishkov til Putin: Okkara sál og hjørtu gráta við Ukraina

24/2/2023

Comments

 
Picture
Í november 1977 vitjar ein eldri maður fleiri flakavirkir kring landið. Serliga Polarfrost í Vági hugtekur hann. Hetta er ikki fyrstu ferð, at sovjetiski fiskimálaráðharrin vitjar í Føroyum. Eisini í 1964 hevur hann verið á oyggjunum.

Alexander Ishkov er ikki ørindaleysur. Eftir at fiskimarkið er flutt út á 200 fjórðingar, vil hann vinna stóra Sovjetsamveldinum møguleikan at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Afturfyri skulu føroysk skip sleppa at fiska tosk og rækjur í Barentshavinum.

Tað er einki minni enn ein stórpolitisk hending, tá ið Atli P. Dam, løgmaður, og Alexander Ishkov, sovjetiskur fiskimálaráðharri, undirskriva ein sáttmála í 1977, sum gerst bulurin undir okkara skipaða fiskiveiðusamstarvi við Sovjet og seinni Russland.

Eftir at partarnir hava undirskrivað sáttmálan í Tinganesi, verður Ishkov endurgivin fyri at siga, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og Russland ikki bara snýr seg um fisk, men eisini um ”sál og hjarta fólksins”.

Sálin og hjartað hjá føroyska fólkinum hevur grátið seinasta árið.

Í dag er eitt ár síðani harðrenda og púra óskiljandi álopið hjá Russlandi á Ukraina. Álopið hóttir okkara søguliga sterka samstarv og samvinnu við Russland. Í nógv ár hava vit samstarvað væl við russar, men tá ið eitt stórveldi púra fyrilitarleyst leggur á eitt frælst grannaland, ja, so gerst okkara samstarv tvørligt.

Ræðuleikarnir í Ukraina

Eg haldi ikki, at orð kunnu lýsa tað, sum hendir í Ukraina. Tað er harðrendur tramansskapur. Bæði vreiði og tregi bilgist inni í mær. Íbúðarblokkar, skúlar og sjúkrahús verða bumbað. Hvønn dag doyggja vaksin og børn. Og hvønn dag mugu grátandi børn og konur veittra pápum og monnum farvæl, sum av øllum alvi vilja verja sítt heimland. Átta milliónir fólk eru flýdd frá húsi og heimi til annan bústað í krígsherjaða Ukraina. Umleið átta milliónir ukrainar hava kent seg noyddar at flýggja úr landinum til onnur lond.

Hetta er helst tann størsti mannaskapti sorgarleikurin í Evropa, síðani seinna veraldarbardaga.

Russiska innrásin er ikki bert eitt álop á Ukraina, men eitt harðhjartað álop á friðin í Evropa. Eitt álop á fólkaræðið. Og eitt álop á tey grundleggjandi virði, vit standa saman um.

Føroyar hava staðið øksl við øksl við restini av vesturheiminum. Vit taka undir við og kenna okkum aftur í teirri samfelagsskipan, sum okkara sameindu standa fyri: fólkaræði, virðing fyri altjóða lóg, friði og stabiliteti.

Vit fordøma atgerðirnar hjá Russlandi upp á tað harðasta. Eitt einmælt løgting hevur samtykt at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi. Skjótt verða revsitiltøkini á ikki-yvirtiknum málsøkjum eisini sett í verk. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar tikið ímóti flóttafólkum, og fleiri ukrainsk børn ganga nú í føroyskum fólkaskúlum kring landið.

Landsstýrið læt herfyri sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina. Hetta er størsta einstaka upphæddin, sum Føroyar nakrantíð hava latið í neyðhjálp. Eisini hava privatir felagsskapir gjørt eina rúgvu fyri at lata hjálp til Ukraina.

Í heimliga kjakinum síggja vit ferð eftir ferð, at summi vilja gera okkara viðurskifti við Russland frameftir til ein spurning um, hvussu lítið ella nógv onnur lond gera. Í mínum hugaheimi er hetta als ikki kjarnin í málinum.  Fyri okkum í Føroyum eigur tað at snúgva seg um at gera tað rætta. Og vit eiga at taka okkara egnu støðu.

Nýtt handilspolitiskt tíðarskeið

Vit eru á einum vegamóti. Í nýggjársrøðu mínari gjørdi eg greitt, at vit mugu siga frá.

Tað krevur nakað at taka støðu. Tað kostar at verja rættvísi. Men eg eri ikki eina løtu í iva um, at vit eisini megna tað.

Eg eri sannførdur um, at heimurin er í holt við at flyta seg inn í eitt nýtt handilspolitiskt tíðarskeið.

Kríggið í Ukraina vísir týðuliga at gamli lærusetningurin, um at samhandil økir um samljóð og samstarv millum lond, av álvara verður boðin av. Tíðirnar eru broyttar.

Tað er líkt til, at vit flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har lond og fyritøkur aftra seg við at gerast ov sárbær á ótryggum marknaðum, har handilssambondini við eitt kunnu verða kvett. Hetta fer møguliga at merkjast á útflutningsvirðinum hjá londum og á botnlinjuni hjá fyritøkum, men hesin prísur er verdur at rinda fyri tryggleika, stabilitet og mótstøðuføri.

Nýggja handilspolitiska tíðarskeiðið fer helst at krevja, at vit í felag leggja um. At okkara dugnaligu útflytarar troyta aðrar marknaðir.

Vit í landsstýrinum royna stútt og støðugt at lata fleiri dyr upp.

Eg vænti, at okkara samhandil við ES, USA, Japan og Suðurkorea fer at økjast munandi komandi árini. Tað gongur støðugt fram á at styrkja um okkara samstarv við ES. Vit eru bjartskygd um framstig í okkara viðurskiftum við ES. Eisini er samstarvið við USA í stórari menning. Alt hetta ger meg vónríkan, nú fleiri fyritøkur hava stórar avbjóðingar í Russlandi.

Tosa við einari rødd
Tað eru nógv ár síðani, at Alexander Ishkov vitjaði í Føroyum. Samstundis gjørdist vitjanin eitt startskot til eitt støðugt samstarv við Russland.

Harðhjartaða framferðin hjá stjórnini hjá Putin í Ukraina eigur at fáa okkum øll at steðga og viðgera okkara støðu. Longu nú er stórur partur av okkara samvinnu steðgaður.

Spurningurin er so, hvat vit gera við okkara fiskiveiðusamstarv við Russland.

Landsstýrið greinar í løtuni øll okkara viðurskifti við Russland í mun til heimspolitisku støðuna. Greiningin er grundarlagið undir einari ætlan fyri føroyskan uttanríkispolitikk, sum vit kunnu standa saman um og byggir á okkara virðir sum fólk. Føroyar mugu tosa við einari rødd í uttanríkispolitikki og taka okkara ábyrgd í heiminum.

Skjótt fyriliggur ein niðurstøða, har vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørja kós vit velja.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

(Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

Løgmansskrivstovan

Comments

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann nýggjur stjóri á Visit Norðoy.

23/2/2023

Comments

 
Picture
​Theresa er 55-ára gomul og er útbúgvin Serviceøkonom við sergrein í ferðavinnu, og er í løtuni í holt við eina leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetrið Føroya.

Theresa hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu og hevur í fleiri ár verið stjóri á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. Harumframt hevur hon starvast hjá Atlantic Airways, Air Greenland, Air France og á ymsum ferðaskrivstovum. Seinastu árini hevur hon sett café Glasstovuna á stovn á Tvøroyri og síðani keypt Hotel Bakkan í Vági, hetta fyri at skapa nakað fyri ferðavinnuna í Suðuroynni.

Glasstovuna seldi hon í fjør, men Hotel Bakkan eigur hon framvegis, og hevur hon fingið onnur at taka sær av hotellinum.

Seinastu árini hevur Theresa harumframt starvast í egnari fyritøku, har hon, saman við øðrum, hevur arbeitt við strategi- og menningartilgongdum innan ferðavinnuna í Føroyum.

Tá Theresa starvaðist í Nuuk Tourism, arbeiddi hon fyri at fáa fleiri cruise skip til Nuuk, og hetta eydnaðist væl, tey fóru frá 10 til 32 skip uppá fá ár.

Ferðavinnan er í støðugum vøkstri og kemur Theresa at standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum, sum umfatar allar oyggjar og allar bygdir í Norðoyggjum.

Theresa byrjar í starvinum tann 1. Mars 2023.

Visit Norðoy

Símun Gullaksen, nevndarformaður.

Comments

Nógv skip kroka, tað størsta er Norrøna

20/2/2023

Comments

 
Picture
Nógv skip kroka í løtuni og tað størsta er Norrøna, sum væntandi leggur til kaj einaferð seinnapartin.

Tey eru Skoraberg, Fuglberg, Polarhav, Safir, Rankin, Heykur, Brestir, Norðingur, Christian í Grótinum, Jákup Sverri, her mynd frá Marine Traffic klokkan 09:40.

Veðrið er munandi betri nú og tað blívur enn betri seinnapartin.

​SáH

Filmsklipp frá í morgun, sjá herundir:

Picture
Comments

Fyrireika at lata upp sendistovu í Washington

17/2/2023

Comments

 
Picture
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verða settar av 200.000 kr. til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í Washington. Eftir ætlan letur sendistova Føroya í Washington upp í 2024.

”Føroyar eiga at styrkja beinleiðis samskiftið og samstarvið við USA. Hetta er eisini avgerandi fyri, at vit taka egnar avgerðir um tað økta virksemið og ta geopoltisku støðuna í Norðurhøvum. Hartil er amerikanski marknaðurin vorðin ein týðandi marknaður fyri føroyska útflutningin, og sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja samstarvið við USA, sum partalagsyvirlýsingin leggur upp til.”
Høgni Hoydal, landsstýrismaður

​Samhandilin og vinnuliga samstarvið millum Føroyar og USA er vaksin nógv seinnu árini, og somuleiðis er politiska samstarvið millum londini eisini økt.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað, ið skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu.

Í fjør fóru 13 prosent av føroyska útflutninginum av vørum til USA.

”Føroyar eiga at styrkja beinleiðis samskiftið og samstarvið við USA. Hetta er eisini avgerandi fyri, at vit taka egnar avgerðir um tað økta virksemið og ta geopoltisku støðuna í Norðurhøvum,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
”Hartil er amerikanski marknaðurin vorðin ein týðandi marknaður fyri føroyska útflutningin, og sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja samstarvið við USA, sum partalagsyvirlýsingin leggur upp til.”

Sí: Partalagsyvirlýsing - Føroyar og USA.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið


Comments

​Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi hægri raðfesting

17/2/2023

Comments

 
Picture
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, hevur landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, valt at raðfesta frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.

Hetta verður gjørt við at hækka játtanina til frítíðartilboð við í alt 2,9 mió. kr. komandi ár.

Tað hevur leingi verið frammi, at avbjóðingar eru við at at nøkta tørvin á frítíðartilboðum. Landsstýriskvinnan hevur sett sær fyri, at arbeiða fram ímóti, at tørvurin á frítíðartilboð til børn við serligum tørvi verður nøktaður. Økta raðfestingin á fíggjarlógini merkir, at vit eru komin eitt stórt stig rætta vegin.

Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi er ein grundleggjandi tænasta, sum altíð eigur at verða veitt, bæði fyri at styrkja sosialu førleikarnar hjá børnunum, og fyri at tryggja, at foreldrini kunnu halda fram í yrki sínum. Tí fegnist eg um, at fleiri børn, sum leingi hava bíðað eftir frítíðartilboð, kunnu fáa tilboð í vár, sigur Sirið Stenberg
Talan er um at víðka um frítíðartilboðini á Frúutrøð og á Hoydalsvegnum í Tórshavn, eins og at minka um bíðilistan til frítíðartilboðið á Høgabóli í Eysturoynni. Við øktu játtanini verður núverandi tørvur á frítíðartilboð í Tórshavn nøktaður, og bíðilistin í Eysturoynni minkar. Arbeitt verður víðari við, at børn, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Brátíðindi, Politið ávarar: Vit mæla frá allari koyring nú

8/2/2023

Comments

 
Picture
Fráboðan!
 
Tað eru sera vánalig koyrilíkindi um alt landi.
 
Vit mæla frá allari koyring fram til áleið kl. 0900/10.00 ídag.
 
Vh. Vaktleiðarin

Comments

Øgiligar hvirlur í nátt, upp í 61 metrar um sekundið

7/2/2023

Comments

 
Picture
​Klokkan er 04:35 í morgun og her á Helnabrekku í Klaksvík hevur verið ein hørð nátt. Streymurin er mest sum allatíðina verið burtur og hvirlurnar hava verið øgiligar, heilt upp í 49 metrar um sekundið klokkan 02.15 í nátt.

Kolandi stormurin ella ódnin leikar á nakrar tímar enn og minkar tá ið vit nærkast klokkan 11:00.

Ansi tykkum, tá ið tit fara út í ferðsluna í morgun, tí hyggja vit eftir Windy, so kunnu hvirlurnar koma upp í 67kt klokkan 10:00 í morgun.

SáH

Comments

Varandi orka er átta prosent í Føroyum

2/2/2023

Comments

 
Picture
Varandi orka er átta prosent av allari orkunýtsluni í Føroyum Fyri góðum 20 árum síðani var varandi orkan trý prosent.
 
Í Íslandi er parturin 90% og í Danmark 41% Í Týsklandi er hann 19% og í Bretlandi 15%
 
Orkuna brúka vit til elektriska útgerð og tól, at hita hús og bygningar og til akfør og skip
 
Meira um heimsmálini í viðmerkingini niðanfyri
 
Fylg við á https://sdg.hagstova.fo, hvussu gongur at røkka heimsmálunum
 
Hagstovan

Comments

Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár

2/2/2023

Comments

 
Picture
Í dag kunnu vit hátíðarhalda, at Klaksvíkar Sjúkrahús er 125 ár. Tað er stórt og tað hava vit markerað. Vit hava havt vitjan av hornorkestrinum, sum spældi nøkur løg, tá fólk komu til arbeiðis í morgun, ordiligur hátíðardámur. Starvsfólk ynsktu hvørjum øðrum tillukku og vit hava fløgg og blómur á borðinum, so hugnaligur stemningur. Køkurin gjørdi ein deiligan døgurða og fólk góvu sær tíð at njóta máltíð og samveru. Eisini hava vit havt flottar lagkøkur, so starvsfólk kundu fáa ein søtan bita seinnapartin. Sami rættur var á matarlepanum til sjúklingar og tey hava eisini fingið lagkøku seinnapartin. 

At hava havt eitt sjúkrahús her í 125 ár, er nakað heilt serligt. At fara frá einum læknahúsi og økislækna, til eitt sjúkrahús, hendi ikki yvir nátt. Norðoyingar og eysturoyingar savnaðu pening í nøkur ár, áðrenn sjálvt sjúkrahúsið stóð klárt at taka í nýtslu tann 2. februar 1898. 

Síðani 1898 er sjúkrahúsið bygt út og um nakrar ferðir. Fyrst í 1960’unum varð bygt út og seinasti parturin varð bygdur uppí í 1988. Í 1984 stóð Norðoya Røktarheim, sum er bygt uppí sjúkrahúsið, liðugt, og tá fekk sjúkrahúsið stóran køk, goymslu og kapell. Síðani tá er ikki bygt út, men nógv er bygt um. Tørvurin er broyttur, og sjúkrahúsið hevur tillagað seg til tørvin og menningina rundan um okkum. 

At hava eitt lokalt sjúkrahús hevur havt líka stóran týdning øll hesi árini. At hava stuttan veg til serkøna hjálp, tá tørvur hevur verið á tí, er sjálvandi tað, ið hevur havt størst týdning. Men eisini at hava eitt so gott arbeiðspláss og støðug arbeiðsfólk, ið trívast væl. Og at hava eitt stað, ið lokalsamfelagið hevur staðið saman um at skapa. Tað er nakað serligt og nakað, sum vit eru takksom um. 

Takk fyri dagin í dag, ein deiligur dagur.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

Útróðrarbátarnir høvdu 51.000 pund í dag, Dalsenni bestir við 11.000 pundum

2/2/2023

Comments

 
PictureFremad, Dalsenni, Norðsøki og Líðhamar, mynd tikin tann 02.02.2023 klokkan 10:06
​Okkara útróðrarbátar eru komnir aftur frá útróðrið. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og eystan fyri Føroyar.

Íalt høvdu útróðrarbátarnir 50.724 pund, har Dalsenni var bestir við 11.000 pundum. Tað mesta var hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir.

Landa bleiv til NFCS, Sjógæti og í Hvannasundi.

SáH
BRANDUR - ( KG 557 )LEIRVÍK-HVANNASUNDS HAVN01-02-202301-02-2023   3.779
FREMAD - ( KG 241 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN02-02-202302-02-2023   400
DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN02-02-202302-02-2023   5.500
STAKKAVÍK - ( KG 748 )KLAKSVÍK (SJÓGÆTI)02-02-202302-02-2023   4.765
BJØRGVIN - ( KG 503 )KLAKSVÍK (SJÓGÆTI)02-02-202302-02-2023   4.535
BEINTA - ( KG 105 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN02-02-202302-02-2023   1.363
LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN02-02-202302-02-2023   5.280
NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN02-02-202302-02-2023   5.240

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.