NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ferðsluóhapp í Klaksvík

28/2/2022

Comments

 
PictureMynd tá ið sjúkrabilur og løgreglan vóru á stðanum, men man hevur ikki loyvið at taka myndir av ferðsluóhappum, tí er alt sløra, men júst í hesum krossinum hendi ferðsluóhappi.
Um 10 tíðina í morgun var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík.

Óhappið hendi við Fjósabrekku, Garðavegnum og Heygavegnum.

Ein eldri maður maður sum koyrdi niðaneftir Fjósabrekku í einum svørtum bili yvirhelt ikki víkjuskyldina og ein hvítur bilur við einari mammu og einum barni rendi beint in í síðuna á honum.

Løgreglan og tveir sjúkrabilar vóru skjótt á staðnum. Tann eldri maðurin og barni blivu koyrd á sjúkrahúsið og tá ið News.fo og Norðoya Portalurin tosaði við ein avvarandi og segði viðkomandi at drongurin hevði fingið ilt í beini og at eldru maðurin bleiv koyrdur til Landssjúkrahúsið.

Vit vóna at alt spældi væl at.

SáH

Comments

Viðmerking frá løgmanni til áleikandi støðuna í Ukreina

23/2/2022

Comments

 
Picture
Viðmerking frá løgmanni til áleikandi støðuna í Ukreina:

"Støðan í Eysturukreina og á markinum millum Ukreina og Russland er sera álvarsom.  Enn vónar landsstýrið, at diplomatisku royndirnar at finna eina loysn fara at eydnast, so tað slepst undan einum vanlukkuligum stríði í Evropa.

Tað hevur týdning, at sjálvsavgerðarrætturin hjá Ukreina verður virdur. Altjóða lóg er við til at borga fyri rættvísi, tryggleika og stabiliteti í heimssamfelagnum. Ikki minst fyri smátjóðir sum Føroyar, er tað umráðandi, at altjóða lóg verður vird og hildin. Tí tekur landsstýrið frástøðu frá russisku framferðini í Eysturukreina og fordømir framdu brotini á altjóða lóg.” 

Støðan í økinum broytist støðugt.  Landsstýrið fylgir tí nevyt við gongdini, og metir so hvørt um støðuna.

Løgmansskrivstovan

Comments

Landstreymur verjir umhvørvið

23/2/2022

Comments

 
Picture
Landstreymstøðir til skip og kranar er eitt pluss fyri umhvørvið. Tí áttu føroysku kommurnar at gjørt tað sama, sum Kolding kommuna nú fer undir, og sum aðrar danskar kommunur longu hava gjørt. Kolding kommuna er nevnliga farin undir projektering av nýggjum íbindarmøguleikum og elveitingum til skip og kranar.

Endamálið er, at skip við bryggju skulu leggjast til streym og harvið sløkkja dálkandi dieselmotorar umborð. Samstundis verður hugsað um verandi og framtíðar kranar, sum nýta ravmagn, so vinningurin fyri umhvørvið verður størst møguligur. Kolding kommuna sær hetta sum eitt umráðandi stig fyri at gerast CO2-neutral í 2030, skrivar Maretime Danmark á heimasíðu sínari.

Føroysku kommunalpolitikarar hava ført fram, at tað skal vera ógjørligt at fáa til vega landsstreym, og hevur verið nevndur ein kostnaður upp á 200 milliónir krónur. Men sambært Kolding kommunu, so vænta tey, at íløgan í landsstreym fer at kosta umleið 15 milliónir krónur, íroknað íbindingarstøðir til skip og kranar.

Heimafriður hevur áður kannað, hvat landstreymstøðir til skip (ikki ferðamannaskip) kosta, og niðurstøðan er, at talið er meira enn 10 ferðir lægri enn tað, sum kommunurnar hava ført fram. Eisin hava ymiskar fyritøkur kannað hetta og koma til nætan somu niðurstøðu, sum Heimafriður er komin til.

Loysnirnar, sum flestu havnirnar í grannalondunum okkara gera íløgur í, eru landstreymsloysnir, sum kunnu veita skipum við bryggju streym upp til á leið 1.MW. Harafturat eru eindirnar mobilar og eru tær knýttar til elveitingarskipanina.

Í Føroyum liggja havnarøkir, dálkandi vinnuøkir og búðstaðarøkir hvørt um annað, og tað gevur avbjóðingar. Av tí at hetta er veruleikin, mugu kommunurnar veita vinnuni neyðugu karmarnar og amboðini, fyri samstundis at gera tað liviligt hjá borgarum og møguleika at trívast í økinum. Ynskja kommunurnar at halda fram við verandi virksemi á og við havnirnar og tryggja borgarum heimafrið, er eingin vegur uttanum at gera íløgur í landstreymsloysnir til skipini.

Landstreymur er ikki bara ein uppløgd loysn, men eisini ein loysn, sum gagnar skipunum, manningum, elveitaranum, havnunum, kommununum, borgarum og umhvørvinum.

Vegna Heimafrið

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna

Comments

​Tilboðini at byggja Sambýlið í Reynstún á Argjum latin upp

21/2/2022

Comments

 
Picture
Tilboðini at byggja nýggja Sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum vórðu latin upp fríggjadagin. Landsstýrismaðurin, Sólvit E. Nolsø, fegnast um, at tilboðini vóru innanfyri kostnaðarmetingina.

Landsverk fer nú at eftirkanna tilboðini og at gera avtalur við arbeiðstakarnar.

Landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja verklagslógina at byggja nýggja sambýlið fyri Løgtingið, har biðið verður um heimild at brúka í mesta lagi 54 mió. kr. Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2022 og er mett at taka 18 mánaðir. Sambýlið verður sostatt eftir ætlan liðugt í november 2023.

Sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki er 1.314 fermetrar til støddar. Bygningurin, ið er í einari hædd, er skipaður í trimum eindum; tvær búeindir og ein felagseind. Í hvørji búeind eru níggju íbúðir og felagsøkið við køki, aktivitetsstovu og kyrrustovu. Í felagseindini eru starvsfólkahølir, felagskøkur, vaskarí, tøknirúm og sansarúm. Í felagseindini er eisini toilett til gestir og avvarðandi.

Almannamálaráðið

Comments

Búgvin komin inn við 11.600 pundum

21/2/2022

Comments

 
PictureFiskaklettur og Búgvin, mynd tikin tann 21. februar klokkan 07:45. Sjúrður Josephsen landar júst Fiskaklettur og aftaná verður tað Búgvin.
Búgvin er komin aftur til Klaksvíkar. Teir hava trola á Skeiva Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.610 pund, tað mesta var havtaska, 8.740 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 17. februar, sostatt ein skjótur túrur, teir komi aftur í gjár sunnudagin.

Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00 í morgun.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )
NFCS-KLAKSVíKAR HAVN-21-02-2022   5.805

Comments

Kvikk komin aftur við 100.000 pundum

21/2/2022

Comments

 
Picture
​Kvikk er komin aftur tíðliga í morgun. teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina í morgun og høvdu teir 100.000 pund, tað mesta vera hýsa og toskur.

Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 35.280 pund og tað var hýsan 34.560 pund og hvítingur  720 pund.

Kvikk byrjaði túr tann 10. februar.

SáH

KVIKK – ( KG 477 )
KLAKSVÍKAR HAVN-21-02-2022   17.640

Comments

Fiskaklettur komin inn við 7.200 pundum

21/2/2022

Comments

 
Picture​Dýrindal, Fiskaklettur og Búgvin, mynd tikin 21.02.2022 klokkan 11:32
Fiskaklettur er komin aftur. Teir hava trola eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.160 pund, tað mesta var havtaska og toskur, 4.000 pund havtaska, 1.500 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Hesin túrurin var stuttir, teir byrjaði túr tann 18. februar og komu teir aftur í gjár.

Landa bleiv til NFCS og byrjaðu teir at landa Fiskaklett klokkan 06:00 í morgun.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 )
NFCS-21-02-2022   3.580

Comments

Drottning Elizabeth hevur fingið Korona

21/2/2022

Comments

 
Picture
Tað upplýsti Buckingham Palace í gjár og søgdu tey eisini, at hon hevði tað eftir umstøðunum væl og at hon ætlar framhaldandi at gera sínar skyldur fyri Bretland, sjálvt um hon hevur korona.

Drottningin er 96 ár og hevur fingið tríggjar koppsetingar móti covid-19.

Boris Johnson hevur ynskt Drottningin góðan bedring.

SáH

Comments

Smaragd og Safir eru komnir aftur fullfermdur við 230.000 pundum

18/2/2022

Comments

 
PictureSafir, mynd tikin tann 18.02.2022 klokkan 08:23
Klokkan 08:00 í morgun komu Smaragd og Safir aftur. Teir høvdu partrola eystanfyri Føroyar.

Teir høvdu ein stak góðan túr og vóru fullir, 230.000 pund, tað mesta var upsi.

Teir byrjaði túr tann 11. februar, sostatt bara eina viku at fylla skipini.

Landa bleiv til Kósina og byrjaðu teir at landa teir klokkan 10:00.
​
SáH

Comments

Núpur komin inn við 120.000 pundum

18/2/2022

Comments

 
PictureNúpur, mynd tikin tann 18.02.2020 klokkan 08:00
Núpur kom aftur í nátt. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri og norðan fyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað mesta var hýsa og toskur. 64.320 hýsa fór til FMF og restin til Kósina.

Teir byrjaði túr tann 7. februar.

Teir byrjaðu at landa Núp klokkan 08:00 í morgun.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 )
KLAKSVÍKAR HAVN-18-02-2022  32.160

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.