NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Løgmaður ætlar at lata meirinnlit í fullveldismálið

31/1/2020

Comments

 
Billede
Løgmaður ætlar at geva meirinnlit í fundarfrágreiðingarnar í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000. Tað ger hann greitt í svarinum til skrivliga fyrispurningin eftir tingskipanini § 52a frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um skjøl í sambandi við fullveldis­samráð­ingarnar.

Løgmaður vísir á, at umsøkjarar hava ikki rættarkrav uppá innlit sambært innlitslógini, men kortini ætlar hann at geva meirinnlit.
Orsøkin er, at hann heldur, at tá ið 20 ár eru liðin síðani seinasta fund í fullveldissamráðingunum, ber til av røttum at siga, at fullveldissamráðingarnar eru lidnar.

Eisini er løgmaður av teirri sannføring, at tá ið ein fyrrverandi embætismaður á heysti í 2016 gav eina bók út, har trúnaðarupplýsingar í hópatali vórðu almannakunngjørdar, so hevur hvør einstakur føroyingur krav uppá sjálv/ur at fáa møguleikan at lesa skjølini og taka støðu til tey á egnum grundarlagi.

Svar løgmans kann lesast her

Løgmansskrivstovan

Lýsing Bank Nordik
Billede
Lýsing Bank Nordik
Comments

​Myndir av Klaksvík tiknar í morgun um 5 tíðina

30/1/2020

Comments

 
Billede
Var ein túr við myndatólinum í morgun tann 30.01.2020 og tók hesar myndir av Klaksvík umleið klokkan 05:00, sjá herundir. Vónandi eru tit nøgdar við tær.

SáH

Lýsing Maverick Barr
Billede
Lýsing Maverick Barr
Comments

​Stakkavík hevur rokast í nátt, heili 13.500 pund

25/1/2020

Comments

 
BilledeStakkavík, mynd tikin tann 25.01.2020 klokkan 15:47
Stakkavík kom aftur klokkan 15:30 í dag. Teir hava rokast sunnanfyri Føroyar og hava havt ein roktúr.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir heili 13.486 pund á 37 stampum, tað mesta toskur og hýsa, 11.600 pund toskur, 1.400 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-25-01-2020   6.743

Lýsing Føroya Bjór
Billede
Lýsing Føroya Bjór
Comments

Nýggja dátuverndarlógin hækkar um persónsverndina

24/1/2020

Comments

 
Billede
Landsstýrið vil við nýggju dátuverndarlógini hækka um persónsverndina hjá vanliga føroyinginum, tá ið teirra persónsupplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar. Eitt høvuðsmál er, at viðgerðin altíð virðir persónliga frælsið hjá tí einstaka, og at tann skrásetti borgarin í størri mun fær ræði á sínum egnu persónupplýsingum.

Umframt at seta høg krøv til trygdina, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar, verða hesi rættindi tryggjað:

Billede
​Í dag hevur nýggja dátuverndarlógin verið viðgjørd í Løgtinginum.

“Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi. Nýggja lógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini varðar av løgmálum í landsstýrinum.

Í 2018 setti ES í gildið eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation – GDPR. Við nýggju føroysku dátuverndarlógini leggja Føroyar seg upp at ES-fyriskipanini GDPR, sum er vorðin altjóða standardurin innan fyri dátuvernd.

Eftir fyrstu viðgerð er nýggja dátuverndarlógin farin í Løgtingsins rættarnevnd. Til ber at lesa uppskotið her

Løgmansskrivstovan
Lýsing AXIA Advokatar
Billede
Lýsing AXIA Advokatar
Comments

So rundaði News.fo 1. milliónum vitjarnir

24/1/2020

Comments

 
Billede
Í morgun komu vitjarnar á News.fo yvir 1. millión og í løtuni eru teljarin komin upp á 1.000.383 og tað gleðiliga sum nú er hent, at nú koma endiliga lýsingar eisini inn og tað eru tær vit skulu liva av.

Skrivaðar eru 2.334 greinar og av teimum hevur undirritaði skriva 2.318 greinar. Túsundtals myndir eru tiknar og fleiri filmsklipp er eisini tikin.

Nógvar greinar hava verið og ein sum fekk sera nógva umrøðu í øllum fjølmiðlunum í Føroyum og millum fólk, var hendan greinin, har Anita á Fríðsmørk kallaði fyrv. løgtingsformannin fyri ein stóran egoist klikk her, “Løgtingsformaðurin er ein stórur egoist og psychopat smb. Anitu á Fríðrismørk”

News.fo er eisini fjølmiðulin, sum hevur bíðligast lýsingarprísirnar í Føroyum, so tað er bara at seta tykkum í samband við okkum, vit skulu nokk geva tykkum eitt super tilboð. Tit síggja lýsingarprísirnar ovast á heimasíðuni.

Okkurt upplivir man við sínum myndatóli, her nakrar fáar myndir.

Símun á Høvdanum

Billede
Billede
Comments

Stór og góð tíðindir innan krabbameinsgransking er løgd fram í Cardiff

23/1/2020

Comments

 
Billede
Eitt stórt stig innan krabbameinsgransking immunverju er funnin í Cardiff.

Granskarar í Cardiff Unversity hava tey funnið útav einum máta at drepa prostata, bringu, lunga og annað krabbamein uppá og er tað innan okkara immunverju.

Teir hava fyri stuttari tíð síðani funnið útav, at man kann viðgera øll sløg av krabba innan okkara immunverju og drepa krabbameinskyknurnar, les hesa sólskinsøgu her: "Immune discovery 'may treat all cancer"
​
​
SáH

Comments

Myndir stormur og Christian í Grótinum tann 20. januar 2020

20/1/2020

Comments

 
Billede
Tað hevur verið eitt sindur buldrasligt í Klaksvík í morgun.

​Christian í Grótinum fór avstað og okkurt reiv á Kósini, men eg haldi ikki tað var nakað álvarsligt.

Nakrar harðar hvirlur vóru eisini.

Her nakrar myndir:

SáH

Lýsing VARP
Billede
Lýsing VARP
Comments

​Gerðabøur í Klaksvík toppskorðarin 41 m/S

20/1/2020

Comments

 
Billede
Tað er ikki á hvørjum degi at Gerðabøur í Klaksvík er toppskorðarin í vindmegi, men klokkna 07:25 í morgun vóru hvirlurnar heilt upp í 41 m/s á Gerðabøur og tað hevði ongin annar í Føroyum, sjá herundir.

Tað plagar altíð at vera Ørðaskarður, Fámjinsvegurin og Oyggjavegur við Norðadalsskarð, men so er ikki í morgun.

Strandferðslan og Bygdaleiðir hava avlýst fleiri leiðir, klikk her: www.ssl.fo

SáH

Billede
Billede
Lýsing Outlet.fo
Comments

Norðurlendska barnaforumið 2020

19/1/2020

Comments

 
Billede
Hósdagin 16. januar 2020 luttók landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á norðurlendska barnaforuminum í Keypmannahavn í sambandi við, at tað í november 2019 vóru liðin 30 ár síðani Barnarættindasáttmálin varð samtyktur.

Endamálið við degnum var at lurta og hoyra børn og ung úr øllum Norðurlondum greiða frá, hvussu tey halda, at børn og ung enn betur verða tikin uppá ráð í málum, ið viðvíkja teimum sjálvum. Á degnum luttóku tilsamans 65 børn og ung úr øllum norðurlondum, og saman høvdu tey orðað eitt tilmæli við trimum høvuðsevnum:

- Øll børn og ung í norðurlondum skulu hava kunnleika til Barnarættindasáttmálan hjá ST og rættindini hjá børnum og ungum í hesum sambandi
- Øll børn og ung í norðurlondum skulu hoyrast og vera við í øllum avgerðum, ið viðvíkja teimum sjálvum, á ein slíkan hátt, ið er týðandi fyri børnini og tey ungu
- Øll børn og ung í norðurlondum skulu vera partur av einum týðandi felagsskapi, so vit saman kunnu fyribyrgja einsemi

Á degnum fekk landsstýriskvinnan høvi at tosa við børnini og fekk innlit í, hvussu børnini halda, at høvuðsevnini kunnu setast í verk í teirra gerandisdegi heima við hús, í skúla og í frítíðini. Talan er um eitt sera týdningarmikið evni, og landsstýriskvinnan fegnast um, at børnini og tey ungu eru so áhugaði í og megna so væl at seta orð á, hvussu vaksin og børn saman kunnu virka við til, at grundleggjandi rættindi hjá børnum fáa fremstu raðfesting.

Landsstýriskvinnan metir tað vera av stórum týdningi, at fokus verður sett á rættindi hjá børnum, og at børnini sjálvi eru við í hesum arbeiði. Hetta er ein fortreyt fyri, at høvuðsevnini frá degnum verða raðfest og koma at síggjast aftur í gerandisdegnum hjá børnunum í Føroyum.

Almannamálaráðið

Billede
Billede
Comments

Myndir: Gadus kom aftur kl. 09:00 í morgun

16/1/2020

Comments

 
Billede
​Nógv fólk tóku ímóti Gadus í morgun, tá ið hann kom inn eftir Vágni klokkan 09:00 í morgun, her nakrar myndir og vit ynskja skipara og manning vælkomin heim, sjá niðanfyri.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.