Gott kvøld, góðu føroyingar.
»Tá ið vit síggja eitt barnaandlit, hugsa vit um framtíðina. Vit hugsa um barnsins dreymar, um hvat
tað kann blíva - og hvat tað kann avrika.«
Orðini eigur Desmond Tutu, biskupurin úr Suðurafrika, sum í vikuni fór um sýn.
Nú vit snara tímaglasinum til 2022, eru tað serliga komandi ættarlið, sum fylla hjá mær. Sjálvur eigi eg fýra børn í komandi ættarliðnum, og í 2021 gjørdist eg eisini abbi á fyrsta sinni. Børnini seta tilveruna í eitt annað ljós. Fáa okkum at grunda øðrvísi. Tey eru livandi prógvið um ábyrgdina, ið liggur á okkum. Tí.. hvørja framtíð ynskja vit børnunum? Hvørja framtíð fyrireika vit teimum?
Nú sandurin í 2021 rennur út, havi eg trý evni, sum eg vil eggja okkum øllum til at hugsa um hetta komandi árið. Trý evni, sum ávirka møguleikarnar hjá komandi ættarliðum. Tey eru: »fólkaræði«, »náttúra og umhvørvi« og »tilflytarar«.
Eg taki júst hesi evnini upp, tí tey eru átrokandi, og tí vit øll hava samábyrgd av teimum. Vit mugu lyfta, loysa og bera tey í felag.
***
Góðu føroyingar.
Tó at vit eru ósamd um mangt og mikið, so er tíbetur breið semja um, at vit skulu varðveita demokratisku rættindini.
Talufrælsið. Trúarfrælsið. Frælsið at velja hugsjónir og virði. Frælsið at skipa lívið, sum vit vilja. Og frælsið til at fylgja egnum sannføringum.
Hesi rættindi eru ikki høgd í stein. Vit mugu stríðast fyri teimum, vilja vit varðveita tey.
Heimurin í dag prógvar hetta. Í Afghanistan er fólkaræðið strikað. Í Afrika hava fleiri, ið vilja niðurlaga fólkaræðið, fingið undanvind við korona. Eisini í evropeiskum londum hevur fólkaræðið støðugt trongari kor. Og fyrr í ár var uppreistur og innbrot í amerikonsku Kongressina.
Støðan og søgan prógva, at tað kann henda allastaðni. Vit mugu ikki lata tað henda her.
Hóast tað er ørkymlandi, tá ið tað brýtur í bæði borð við kjaki og ósemjum, so prógvar tað samstundis, at føroyska fólkaræðið er sterkt. At her er trygt. At fólk tora at siga sína hugsan og standa við hana.
Og eg kann siga fyri meg, at eg ongantíð havi kent meg hóttan.
Tað er ikki sjálvsagt.
Vit eru ósamd um ymisk mál. Eitt nú um sammøður, fiskivinnu, radaran, samferðslu og loysing/samband. Men hesar ósemjurnar prógva nettupp, at okkara skipan virkar.
Í miðlunum fáa ósemjurnar ofta nógva rúmd. Væl meiri enn tær í grundini fylla handan leiktjøldini. Har savna vit okkum um tað, sum vit eru samd um.
Ósemjurnar stinga seg tó upp av og á. Tað vil so vera, tá nógv fólk samstarva. Men skipanin rúmar ósemjunum. Spurningurin er so bara, um vit rúma teimum.
Viðvíkjandi ósemjuni fyri jól hava vit funnið eina loysn og halda tí fram við teimum mongu málunum, ið vit eru samd um.
Tað undrar kanska onkran, at løgmaður í kvøld heitir á fólk um at virðismeta ta skipanina, sum herfyri mundi koppað samgonguni.
Men lat ongan iva vera um, at eg verji fólkaræðið fram um alt.
Og sama hvat vit annars eru ósamd um, so er tíbetur breið semja tvørtur um allar flokkar, tá ið um fólkaræðið og vælferðarsamfelagið ræður.
***
Vit eru eisini øll samd um at lata virðismikla førningin víðari, sum undangongufólk lótu okkum.
Eitt av økjunum, har vit mugu gera ein vørr, áðrenn tað er ov seint, er náttúran.
Tí hondina á hjartað: seinastu øldina hava vit mangan verið fyrilitarleys í náttúruni.
Fyrst tí vit ikki vistu betur. Síðani tí vit ikki løgdu í tað. Men nú er eingin umbering. Vit síggja nú fylgjurnar bæði av lokalari og globalari dálking.
Mong hava varskógvað. Teirra millum náttúrugranskarin Jens Kjeld Jensen í Nólsoy. Hann hevur gjørt greitt, at um komandi ættarlið eisini skulu uppliva fjølbroyttu føroysku náttúruna, ja, so mugu vit hálsa um. Vit mugu rudda tað, sum er tveitt í haga og hav - og gevast at dálka.
Vit mugu eisini broyta atburð, tá ið um heimsins burðardygd og umhvørvi ræður.
Tí tað, vit hvør sær dagliga gera, ger mun. Tað verður samanlagt til eitt felags úrslit. Eitt úrslit, sum fær stóra ávirkan á møguleikar og framtíð hjá børnunum.
Nøkur ganga á odda. Serliga ungdómurin. Men eisini granskarar, fyritøkur, bólkar og einstaklingar, sum arbeiða við grønum loysnum. Nú mugu vit onnur fylgja eftir.
Eg viðurkenni, at politiskt skal nógv gerast fyri umhvørvið og føroysku náttúruna. Eingin av seinastu mongu samgongunum hevur gjørt nóg mikið.
Men nú seta vit ferð á. Í februar fer náttúruverndarlógin loksins í tingið. Vit byggja fleiri vindmyllulundir. Og komandi ár verður orku- og veðurlagspolitikkurin lagdur fram. Tað er ein ítøkilig ætlan við 25 átøkum, sum næstu 10 árini skal minka um oljuna og skaðiliga útlátið.
Hetta er avgerandi, og vit mugu øll taka lut. Fyri umhvørvið og fyri framtíðina.
Og hartil hevur tað, sum vit gera fyri at verja náttúruna, eisini týdning fyri vælferðina. Tí vit eru heimsins kovi og liva av at útflyta fyrstafloks mat.
Hetta gevur okkum ráð til vælferðina.
Vælferðarsamfelagið er dýrasta samfelagið. Men eg eri sannførdur um, at tað er besta samfelagið.
Tí vilja vit halda fast um tað.
Men keyparin hevur valdið. Og keyparin krevur støðugt oftari, at vøran er burðardygg. At náttúran er tikin við upp á ráð.
Vit mugu tí vera fremst á umhvørvisøkinum, um vit áhaldandi skulu vera fremst innan fiskivinnu, alivinnu og vælferð. Hesi hanga óloysiliga saman.
***
Ein stórur partur av vælferðini snýr seg um børnini. Desmond Tutu, sáli, gjørdi stórt arbeiði fyri tey smæstu. Hann segði millum annað, at tað er moralska skylda okkara at tryggja hvørjum barni best møguligu útbúgvingina.
Hetta hevur verið ein avbjóðing.
Tí vit hava nú slakar 2300 tilflytarar, ið ikki eru úr Norðurlondum. Nærum tvífalt so nógvar sum fyri fýra árum síðani. Av hesum eru 315 børn. Hóast starvsfólk á dagstovnum og skúlum hava gjørt eitt stórt arbeiði, hava vit sum land ikki heilt megnað at lofta og undirvísa teimum, ið ikki skilja føroyskt. Tí skipanir ikki vóru til tað.
Nú er lærugreinin »føroyskt sum fremmandamál« sjósett, bæði fyri børn og vaksin.
Í heyst vísti sjónvarpið sendingina »Førleikar fyri skeytið«. Hon snúði seg um vælútbúnar kvinnur, ið eru giftar til Føroya. Ping Thomsen segði har soleiðis: »Eg havi gingið í skúla í 18 ár. Men eg kann ikki nýta útbúgvingina her. Tað er eitt sindur beiskt. Kundi eg lisið eitt sindur afturat, soleiðis at eg kundi starvast innan mítt fak, gjørdi eg tað fegin.«
Vit føroyingar nevna mangan góðu møguleikarnar til skúla og arbeiði, umframt sterku sosialu sambondini, sum nøkur av okkara bestu virðum.
Men tá ið partur av fólkinum ikki kann velja arbeiði ella útbúgving, og tá ið tey kenna seg uttanfyri sosialt, ja tá eru hesi virðini í vanda.
Fyrsta dagin verður nýggj integratiónslóg løgd fyri tingið, ið skal skipa viðurskiftini betur. Nógv verður granskað á økinum. Hetta eru nøkur fet rættan veg, og politiskt mugu vit støðugt arbeiða fyri at fáa tilflytararnar betur inn í samfelagið.
Og eg vil nú eisini heita á allar føroyingar. Latið okkum í komandi árinum rætta tilflytarum hondina. Latið okkum bjóða teimum ein drekkamunn. Taka tey við á flot ella í fjøllini. Og afturímóti læra meiri um tey. Vit mugu øll bjóða teimum við, skulu tey gerast partur av okkum.
***
Góðu føroyingar
Í heyst kom úrslitið av eini altjóða kanning, har fólk úr 41 londum svaraðu um ymisk viðurskifti í heimlandinum. Fólkaheilsuráðið stóð fyri føroyska partinum, og tá ið talt varð saman, var greitt, at Føroyar eru fremst ella frammarlaga á stórt sæð øllum økjum.
Vit eru fræls og trygg í einum sterkum fólkaræði við góðari vælferð. Vit hava longu hesi stóru virðini, sum Desmond Tutu stríddist fyri alt lívið.
Hartil hava vit náttúruna og framúr møguleikar til grøna orku. Men fram um alt hava vit ríkt og fjølbroytt menniskjansligt tilfeingi.
So tá ið vit nú við árslok telja saman av góðum og ringum, kunnu vit staðfesta, at vit sanniliga eru signað at búgva júst í Føroyum.
Samstundis veit eg, at øll ikki gleðast í kvøld. Tí sorgin køvir. Tí stúranin fyllir. Ella tí einsemið tyngir. Hesir gestirnir eru altíð óbodnir. Men kortini vitja teir okkum øll upp á skift.
Tykkum, ið sorg, stúran og einsemi vitja í kvøld, sendi eg eina inniliga heilsan. Mugu tit fáa styrki og frið. Mugu tit merkja umsorgan og megna at fóta tykkum. Mugu tit aftur varnast tað, sum er gott.
Tí eisini í myrkastu løtunum eru glottar. Serliga fløvin frá teimum, sum eru ella vóru okkum góð.
Og hetta leiðir meg til seinasta nýggjársynskið og áheitanina.
Tí tá ið eg hugsi um abbadóttrina og komandi ættarlið; tá ið eg hugsi um, hvat tey kunnu blíva og avrika, so vóni eg mest av øllum, at tey gerast rættvís og hjartagóð. At tey læra at vísa umsorgan, og at tey skilja, at her á landi hava øll menniskju ómissandi virði.
Bæði tey, sum stuðla og sum hjálpa. Sum veita tryggleika. Tey, sum fáa okkum at flenna, og tey, vit kunnu líta á. Men eisini tey, vit eru ósamd við. Sum geva okkum mótspæl og kapping. Tey, sum fáa okkum at stremba og arbeiða harðari. Sum tamba okkara heimsfatan - og stundum eisini okkara tol.
Tí menniskjansliga virðingin, sama hvussu breiðar gjáirnar ímillum okkum eru, er sterkasta grundarlagið undir samfelagi okkara. Undir demokratinum. Og undir teimum virðunum, vit so fegin vilja bera komandi ættarliðum.
So latið okkum í 2022 royna at lyfta kjakið upp á virðiligt støði. Eisini á sosialu miðlunum. Latið okkum tryggja okkum bestu grundgevingarnar, heldur enn bara at rópa harðast.
Vit kundu hetta gamlaárskvøld eisini latið onkran vita, at vit virðismeta tey. At tey ríka okkum lívið.
Og hetta komandi árið miðjað ímóti virðiligum atburði bæði í orði og gerð - móti hvør øðrum, móti umhvørvinum og móti teirri framtíð, sum vit hetta komandi árið fyrireika okkara eftirkomarum.
Gott nýggjár, góðu føroyingar. Gud signi hvønn einstakan tykkara.
Bárður á Steig Nielsen løgmaður