NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

100 bilar kannaðir og sjálvt eigarin av Norðoya Portalurin bleiv kannaður

31/5/2020

Comments

 
Billede


Klokkan var 04:15 í morgun, koyrdi mær ein kajtúr og á veg eftir Klaksvíksvegnum kemur ein Politibilur í hølunum á mær og tað gekk ikki long tíð, so bleiv eg blinkaður inn og eg skuldi kannast.

Ein løgreglumaður kemur út og spyr hvat eg gerið uppi so tíðliga, eg segði at mín dagur er byrjaður, eg vakni hvønn morgun klokkan umleið 04:00 ella fyrr og eitt tað fyrsta eg gerið, er at fara at kannað um alt er í lagi í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun og nú var eg ein kajtúr.

Hann spurdi um eg drúkkið og um eg hevði nakað ímóti at blása í alkoholmetri og tað hevði eg einki ímóti og har var úrslitið 0.

Spurdi løgreglumannin hvussu nógvar teir høvdu kannað seinasta kvøld/nátt og upplýstið hann, at teir høvdu kannað 100 bilar og ongin av teimum hevði drúkkið, sóu bara tal á einum bilførarar, men tað var so lítið, at hann bleiv ikki skrásettur fyri tað.

Spurdi um nær lógin, um nær Skeinkistøðini skuldi lata aftur kemur?, men tað visti hann onki um, eg helt við hann, at tað hevði verið nokkso gott, at man fekk tað at vita áðrenn Norðoyastevnuna, tí vit skulu seta fólk at arbeiða, men sum sagt, so visti hann onki um tað sakina.

Spurdi hann um eg kundi taka eina mynd av honum og makkarnum í bilinum, nú teir høvdu tikið sjálvan eigaran av Norðoya Portalurin, men tað helt hann ikki vera eitt gott hugskot og teir fóru í skundi avstað aftur, fyri at kannað teir síðstu bilarnar, men teir eru ikki nógvir í talið hetta tíðspunkti á døgninum.

SáH

Billede
Billede
Billede
Comments

​Myndir frá skúlavígsluni á Skúlatrøð tann 30.05.2020

31/5/2020

Comments

 
Billede
​News.fo og Norðoya Portalurin blivu innbjóðaði til skúlavígsluna á Skúlatrø í gjár og tað takki eg fyri.

Løtan gjørdist sera hátíðarlig og við nógvum góðum røðum, sangum og so settið Klaksvíkar Hornorkestur sín serliga dám á vígsluna.

Tað var Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskpur sum vígdi skúlan og tað var hann glaður fyri og helt hann eina góða røðu og segði hann, at hesin siður ikki blívur gjørdur í Tórshavn og tit kunnu sjálv gita hvussu skili er hareftir, segði hann skemtiliga.

Hátíðarhaldi endaði við at øll sungu Tjóðsangin og aftaná blivu øll bjóðaði til pinnamat og juice.

Her myndir og filmsklipp.

SáH

Comments

Skúlabygningurin liðugur og klárur at taka nýtslu

29/5/2020

Comments

 
Billede
Eg eri ómetaliga glaður um, at vit nú kunnu bjóða næmingum, starvsfólkum og foreldrum í Klaksvíkar kommunu innaftur undir sama tak í ein spildurnýggjan, samanbygdan fólkaskúla á Skúlatrøð við nútímans amboðum og innbúgvi, sigur ein fegin Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum leygardagin kann bjóða borgarum at fáa rundsýning á Skúlatrøð.

Komandi leygardag, 30. mai 2020, verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at síggja og uppliva nýggja skúlabygningin á Skúlatrøð, har tey, ið hava áhuga, kunnu fara á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu og melda seg til eina rundsýning á skúlanum.

Ein sannur gleðidagur
- Hetta er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið sína tíð at fremja, og tað hevur eisini verið ein drúgv og krevjandi bíðitíð hjá teimum mongu, sum hava sín dagligdag á skúlanum, staðfestir borgarstjórin.

- Vit skylda tí bæði næmingum, foreldrum, lærarum, leiðslu og starvsfólkum skúlans annars eina hjartans tøkk fyri tað tol, tey hava víst í byggitíðini, og hvussu væl tey hava megnað at arbeitt og húsast á ymiskum matriklum.

- Tí verður tað ein sannur gleðidagur leygardagin, tá vit fyri fyrstu ferð fara at lata dyrnar upp fyri borgarum okkara og bjóða inn til at síggja og uppliva henda vakra og nútímans skúla, sum vit øll nú eiga á Skúlatrøð, sigur Jógvan Skorheim, ið gleðir seg til stóra dagin.

- Nógvir leikir eru, sum kunnugt, í drúgvum talvi, og enn restar at fremja 2. og 3. byggistig á Skúlatrøð, sum vit í næstum fara undir at fyrireika, men tað skerst ikki burtur, at vit við hesum fyrsta og nógv størsta byggistiginum fyri umleið 110 mió. kr. hava tikið tað tyngsta og mest týðandi takið, tí við hesum verða allir næmingar og starvsfólk skúlans aftur savnaði undir sama tak í rúmligum hølum við nútímans amboðum og innbúgvi.

Tilmelding til rundsýning
Rundsýningin í nýggja skúlabygninginum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu fara á heimasíðuna www.klaksvik.fo og melda seg til. Rundsýningin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.

- Skráseting til rundsýningin í nýggja skúlabygninginum

100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundferð, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti í nýggju stásiligu miðhøllini, har borgarstjórin bjóðar vælkomin, og stuttar heilsanir frá skúlastjóranum og øðrum verða vístar.

Bispur vígir skúlabygningin
Sum vanligt er, so er tað Føroya biskupur, sum vígir skúlabygningin, og soleiðis verður tað eisini leygardagin 30. mai. Men orsakað av korona-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Tó verður vígslan stroymd á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og hava øll tískil møguleika at fylgja við har.

Eftir vígsluna er tó, sum kunnugt, møguleiki hjá almenninginum at tekna seg til rundsýning í skúlanum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Kelda: Klaksvík

SáH


Billede
Comments

KVF viðgerð Biskupstorgi týskvøldið og KK fær av grovfíluni

29/5/2020

Comments

 
Billede
Tað er ikki bara News.fo og Norðoya Portalurin, sum hevur átalað Klaksvíkar Kommunu og sagt at har ikki ruggaði alt rætt við byggingini av Biskupstorginum.

Kringvarp Føroya og Kommunala eftirlitið átalar Klaksvíkar Kommunu uppá tað harðasta, men tað leggur borgmeistarin hjá okkum Jógvan Skorheim einki í, hann koyrir sítt egna løb og andstøðan í KK er púra deyð, her greinin og filmsklipp, har KVF viðger Biskupstorgi enn einaferð, klikk link her, "Kommunala Eftirlitið átlar Klaksvíkar Kommunu"

​SáH

Comments

ANRU hevði 9.000 pund í dag

29/5/2020

Comments

 
Billede
​ANRU kom aftur klokkan 9:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.020 pund, tað mesta hýsa og toskur, 5.400 pund hýsa, 3.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv í Hvannasundi og veiðan seld NFCS.

SáH

ANRU - ( KG 730 )
NFCS-29-05-2020   4.510

Comments

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív.

29/5/2020

Comments

 
Billede
Ein arbeiðsvanlukka á Viðareiði seinnapartin hevur kravt eitt mannalív. Ein maður, sum arbeiddi við eini lyft, kom í klemmu millum lyftina og bilin, sum lyftin er á.

Politiið og arbeiðseftirlitið eru ikki liðug við kanningarnar enn, og tí eru ikki fleiri viðmerkingar til hendingina enn.

Føroya Politi

Tók beinleiðis upp klokkan 14:50, tá ið sjúkrabilarnir komu aftur til Klaksvík og vónaði at tað ikki var álvarsligt og tíðanverri fekk eg ikki rætt.

Tankar mínar eru hjá teimum nærmastu, Jesus pápi styrkir tykkum.

SáH

Comments

Fiskaklettur komin aftur við 29.000 pundum

28/5/2020

Comments

 
Billede
​Fiskaklettur kom aftur klokkan 06:45 í morgun. Teir hava trola á landleiðini og norðanfyri og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 28.700 pund, tað mesta reyðsprøka og havtaska, 8.500 pund reyðsprøka, 8.000 pund havtasku, 5.400 toskur, 5.400 tunga og restin annað fiskaslag.

Teir byrjaðu at landa Fiskaklett kl: 07:00 og landa verður til NFCS.

Teir byrjaðu túr tann 24. mai.

Her filmsklipp og myndir frá í morgun, sjá herundir.

SáH

Billede
Comments

Gudrun komin aftur við 4.500 pundum av havtasku

28/5/2020

Comments

 
Billede
Gudrun kom aftur klokkan 08:25 í morgun. Teir hava roynt við gørnum við Føroyar.

Teir høvdu 4.500 pund av havtasku og landa bleiv til NFCS og blivu teir lidnir at landa klokkan 10:30

Her filmsklipp og nakrar myndir tiknar í morgun tann 28.05.2020, sjá niðanfyri.

SáH

Billede
Comments

Stakkavík hevði 6.000 pund í dag

28/5/2020

Comments

 
Billede
​Stakkavík kom aftur klokkan 13:30 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.600 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 3.400 pund toskur, 2.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv NFCS.

SáH

STAKKAVÍK - ( KG 748 )
NFCS-28-05-2020   2.800

Comments

ANRU hevði 4.200 pund í gjár

28/5/2020

Comments

 
Billede
ANRU kom seint aftur frá útróðrið mikukvøldið. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.232 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 3.212 pund toskur, 720 pund hýsa og 300 pund hvítingur.

Landa bleiv klokkan 22:00 til NFCS.

SáH

ANRU - ( KG 730 )
NFCS-27-05-2020   2.116


Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.